Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-05-23, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. mai 1998síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 95 — 23. MAI 1998 tíðindablaðið SOSTANIMIN 9 T TT Lesið eisini ” ” = ” = Internetinum sosialurin, box 76, 110 tórshavn, tlf 31 47 20 - e-mail til ítróttin: emil Csosialurin.fo | www.sosialurin.fo j be SE A Í GÍ skal royna at steðga HB Fótbóltur: Gøtumenn fara í Gundadal í morgin við tí fyri eyga at steðga sigursrødini hjá HB, samstundis sum tað er lívsneyðugt hjá teimum at vinna, skulu teir sjálvir gera seg galdandi HB er einsamalt á odda í 1. deild, eftir at trý umfør eru spæld. Havn- arliðið hevur fult stigatal, 9 stig, fyri teir fyrstu triggjar dystirnar, og við ferdini, sum HB hevur í løtuni, skulu gøtumenn geva ein fullan innsats i Gundadali i morgin fyri at stedga teimum. I steypadystinum móti B36 var Ingi Rasmussen leikbannaður, men hann er so tøkur aftur hjá Ion Geolgau í morgin. Spurningurin er so, um rumenski venjarin hevur hug at broyta upp á liðið, sum vant burtur úr grannunum Kristi himm- alferðadag. Móti B36 spældi Hall- ur Danielsen á miðjuni saman við Rúna Nolsge. Jan Dam er framvegis skaddur, men eisini í verjuni er HB væl fyri í løtuni við Hans Fróða Han- sen og Hans á Lag, so tað er helst ikki tað, sum gevur HB-venjar- anum størsta høvudbry ggiåd. Gf-venjarin Johan Nielsen hev- ur hinvegin nógv at hugsa um áðrenn uppgerðina móti felagn- um, hann var venjari hjá í fjør. Størsta hóttanin hjá gøtumonn- um, Søren Skov Jørgensen, hevur framvegis eina fipurspreinging at dragast vid. Hann hevdi henda skaðan vid sær, tá hann kom til Føroyar fyrr í år, men hevur kort- ini spælt rættiliga nógv og hevur eisini víst, at dugur er í honum. Móti B68 á Toftum fyri tveimum vikum síðani breyt skaðin útaftur, og hóast Søren Skov Jørgensen var vid f steypadystinum f Klaks- vík hósdagin, kundi hann ikki spæla allan dystin, og tað er eisini sera ivasamt, um hann verður við í morgin. Um ikki, hevur GI ein álopstrupulleika. Ein møguleiki er Heini Heinason, sum var við móti VB seinasta vikuskiftið, men sum annars mest hevur spælt við 2. deild. Eitt annað, sum kann gerast, er at seta Henning Jarnskor fram í álopið, men so verður nógv mist úti í vinstru síðu. Fyri Gl er dyst- urin í morgin enten-eller, um teir vilja vera við í toppinum, og allir spælararnir burtursæð frá Søren S. Jórgensen eru klárir. Sasha leikbannaður Í Sumba verður lokaluppgerð millum Sumba og TB. Sumbingar vunnu fyrr í år 4-3 á TB, tá liðini hittust á Krossinum í steypakapp- ingini. Eyðbjørn Thomsen verður ikki við fyrr enn aftan á summarsteðg- in, og Eirikur Joensen, sum sein- asta vikuskifti, tá Sumba spældi móti B36, mátti út við skaða tíð- liga í dystinum, er framvegis ikki heilt klárur enn. Kanska verður hann við kortini, tí dysturin móti TB er neyvan ein dystur, nakar av sumbingunum vil missa. TB er í løtuni niðast í 1. deild, men spælið hevur ikki verið av leið, so tað er ivaleyst bert ein spurningur um tíð, nær tvøråmenn fáa sín fyrsta sigur í landskapp- ingini í ár. Móti Sumba noyðast teir at spæla uttan vandamiklasta áleyparan Sasha Radosavljevic, sum sá reytt móti KÍ seinasta sunnudag og tískil er leikbannað- ur. Hans Hammer lá sjúkur sein- asta vikuskiftið, men er klárur aft- ur. Tað er ivasamt, hvussu TB- venjarin Zoran Pavlovic loysir álopsspurningin til dystin í Sumba, men ein møguleiki er ungi Vagnur Nolsøe, sum er sonur tann meira kenda TB-aran Trónd Nols- ge. Og Óli Johannesen kann eisini verða fluttur fram í álopið, har hann ikki er vanur at spæla, men væl kann brúkast. Ætla at spæla á grasvøllinum B68 tekur í morgin ímóti VB, sum reisti seg aftur seinasta sunnudag við óvæntað at vinna 2-0 í Gøtu. Sum skilst hevur B68 ætlanir um at spæla dystin á grasvøllinum, men tað seinasta vit hava frætt, hevur VB sýtt fyri hesum. — Hesin dysturin er ov týdning- armikil fyri okkum til, at vit knappliga skulu fara at spæla á grasi, sigur Bjarni Johansen, lið- skipari hjá vágbingum — Vit fingu ein fyrispurning frá B68 gjøgnum telefonina so seint sum mikudagin, har teir spurdu, Sámal Joensen (h.m.) og GÍ skulu í Gundadali royna at steðga HB, meðan Kasper L. Jacobsen og NSÍ í Klaksvík skulu royna at reisa seg aftur eftir stóra ósigurin seinasta vikuskifti um vit vóru áhugaðir í at spæla dystin á grasvøllinum, men tað hava vit sýtt fyri, sigur hann. VB hevur allar sínar spælarar klárar til dystin á Svangaskarði. Og harafturat er Jón Pauli Olsen komin aftur til landið. Hann kom heim fyrr í vikuni, men er smá- skaddur, so væntandi verður hann ikki við longu í morgin, í øllum fórum ikki frá byrjan. Eisini B68 kann byrja við sterk- astu uppstilling, so hvørki av lið- unum kann brúka tað sum umber- ing, skuldi tað ikki gingið í morg- in. Helgi kanska undir knívin I Klaksvík hittast KI og NSI í týðandi dysti fyri triðju ferð í ár. Hetta eru tvey av fremstu liðunum higartil í ár, og báðir partar eru óðir eftir stigum fyri at halda sam- bandið við HB. KI hevur enn ikki tapt í landskappingini, og seinasta sunnudag kom fyrsti sigurin í hús, tá teir vunnu 3-1 á Tvøroyri. Jan Andreasen noyddist av vøllinum við smáskaða móti GI hósdagin, men hann skuldi verið klárur. Tað sama er Marek Wierz- bicki, sum eisini hevur ein lítlan skaða at dragast við. Jan Joensen er komin fyri seg aftur og gevur Marek kapping á KI-midjuni. NSI legði rygg til stórtap móúi HB seinasta vikuskifti, og nú skulu teir so royna at reisa seg í torførum útidysti. Tað verður uttan Gert Langgaard, sum breyt armin, seinast NSI spældi móti Kl, og sum má bíða eina ella tvær vikur afturat, áðrenn hann kann bjóða seg til aftur. Helgi L. Petersen hevur havt trupulleikar vid knæn- um, så ut til at vera klårur aftur, men tað vísir seg at vera eitt sindur trupult kortini. Kanska skal NSI- arin leggjast undir skurð, men enn vita teir einki við vissu Skulu hyggja inn í knæið B36 hevur spælt fleiri góðar dystir í ár, men seinast móti HB oar einki til, og nú ræður um hjá føroya- meistarunum at fáa ferð á í lands- kappingini. Hesa ferð skal B36 til Fuglafjarðar, har teir hava havt Mynd: Alvur Haraldsen spælt i steypakappingini. Tann dystin vann havnarlidid 4-2, men ikki uttan at stridast fyri tað. Tomi- slav Sivic bleiv skaddur í Klaks- vík fyri tveimum vikum síðani. Hann spældi ein hálvleik móti HB, men tað gekk illa. Men møguleiki er kortini fyri, at spæl- andi venjarin verður á vøllinum í morgin. Arnbjørn Danielsen var leikbannaður hóskveldið, men er tøkur aftur og byrjar helst inni í vinstru síðu. Annar av póllendingunum hjá IF, Jacek, verður ikki við í morgin. Hann er skaddur, og læknarnir skulu nú hyggja inn í knæið fyri at vita, hvussu illa tað er statt við honum. Allir hinir eru tøkir hjá Piotr Krakowski, sum kanska setir seg sjálvan á bonkin elj