Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-05-23, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. mai 1998síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið í yr |, Nr. 95 — 23. MAI 1998 Fótbóltur: Tað var ikki í tráð við leik- gongdina, at Brøndby vann 4-1 á FCK i steypafinaluni. Men Brøndby vísti, at teir hava sjálvsálitið og neyvleikan, sum altíð fylgir einum meistaraliðið FCK trýsti — Brøndby skoraði SOSIALURIN Í KEYPMANNAHAYN: FCK trýsti og trysti, høvdu nógavr royndir á málið, men einki hjálp Brøndby gjørdi fyrsta málið í dystinum, dúvaði so uppá kontraspæl, og vísu, at teir hava tað sjálvsálitið g neyvleikan, sum altíð fylgir einum meistaraliðið Danska steypafinalan 1998 gjørdist ein undirhald- andi dystur, við nógvum málum. Brøndby gjørdi tey fýra, og so máttu teir í FC Keypmannahavn hendan Kristi Himmalferdardag enn einaferð ásanna, at teir ikki hava somu styrkina sum meistaraliðið FCK fekk vátan vøtt í andlitið longu tá fýra min- uttir vóru farnir av dysti- num Samanspæl millum báð- ar teir fråliku Brøndby-å- lopsspælararnar endaði við, at Bo Hansen royndi seg við skoti. FCK-målverjin, Kar- im Zaza, var ikki blivin heitur, og so for ikk! serliga harda skotid inn undir hann og lika inn um målstrikuna. Todi Jónsson og lidfelag- arnir striddu seg inn i dystin og tóku yvir. Teir trýstu um tað mesta av vellinum og høvdu royndir á málið. Tað var tí í stríð við leik- gongdina, at topskjúttin í donsku kappingini, Ebbe Sand, økti til 2-0 við besta málinum í dystinum — ein framúr stútari eftir innlegg úr høgru. FCK skuldi javna Heldur ikki hetta málið fekk FCK niður við høvdinum. Teir vístu góðan moral, og fáar minuttir seinni minkaði Peter Nielsen við góðum fløtum langskoti, sum varamálverjin á danska landsliðnum, Mogens Krogh, helst átti at fingið fatur á. Fram móti hálvleikinum domineraði FCK, og tað hevði ikki verið av vegnum, um teir javnaðu beint fyri hálvleik, tá vongverjin í vinstru, Carsten V. Jensen, varð spældur púra leysur mitt fyri, men ta ferðina Nei, har var einki at gera. Kent Karlsson má hyggja at, meðan FCK-trýstið endar við misnýttum málkjansum, og Brendby fekk nógv burtur úr kontraspælinum FCK-venjarin: Brøndby neyvari í avgerandi løtunum KEYPMANNAHAYN: Tað var ilt at síggja hver hevði vunnið og hvør hevði tapt tá teir báðir venjararnir komu á tíðindafund eftir steypafinaluna. Bæði Ebbe Skovdahl venjari hjá Brøndby, og Kent Karlsson, venjari hjá FCK, eru róligir menn, og teir eru varisligir, tá teir út- tala seg til pressuna. — Tað er sjáldan at tað eru so nógvir nærdystir í eini steypafinalu, sum tað var í dag. Men tað var eisini pláss fyri góðum fótbóltsspæli, og eg eri nøgdur við avrikið hjá mínum liðið, segði Ebbe Skovdahl FCK-venjarin var eisini nøgdur vid avrikið hjá sín- um liði, men hann var greiður yvir, hví Brøndby vann og ikki hansara lið. Brøndby var neyvari í teimum avgerandi løtunum enn vit vóru, og tí vunnu teir. Teir njóta gott av, at teir hava vunnið nógvar dystir her í vár, og tí er sjálvsálitið í topp, segði Kent Karlsson. — Vit komu sera illa frå byrjan, og fyrsta málið oyðilegði nógv fyri okkum Vit klára tó at koma inn í dystin aftur, og vit skuldu havt javna áðrenn hálv- leikin. Men aftur tá eru vit óhepnir, ella tit kunnu siga, at vit eru ikki nóg neyvir og kaldir, tá vit hava møgu- leikan. Goldbæk skaddur FCK-venjarin hevði valt, at lata landsliðsspælaran Bjarne Goldbæk byrja á vellinum, hóast hann hevur verið skaddur seinastu tíð- ina. Tað vísti seg ikki at verða vísti Mogens Krogh lands- liðsklassa, og bjargaði framúr væl. FCK yvirtakið Allan seinna hálvleik var tað FCK sum var við yvir- lutan í spælbýtinum, men framvegis var tað Brøndby sum gjørdi málini. Todi Jónsson hevði nógv- ar royndir á Brøndby-målid, men einki mál spurdist burt- ur úr. Teir gulu úr Brøndby vóru hinvegin naskir í kontraspælinum, og teir 41.044 áskoðararnir fingu skilagott, og tað hevði eisini við sær, at í hálvleikinum var Goldbæk tíkin út. — Tað var upp til Goldbæk at fáa so nógv burtur úr sum gjørligt, men hann var týðu- liga merktur av skadanum. Hann var ov passivur, og tí tók eg hann út, segði Kent Karlsson. Svenski venjarin hjá FCK royndi at venda dystinum við at senda áleyparan Dav- tvey mál afturat — bæði frá Brøndby. Tridja mål åtti FCK-mål- verjin aftur 6hepnan leiklut í, meðan seinasta málið var eitt úrslit av, at FCK tveitti alt fólkið fram á vøllin, og so var tað lætt hjá innskifta Bent „Turbo“ Christensen at skora úr fríari støðu. Brøndby vann „the double“ fyri fyrstu ferð nakrantíð og FCK tapti sína fyrstu steypafinalu. FCK trýsti — Brøndby gjørdi málini! ek id Nielsen á vgllin frá byrj- an í seinna hálvleiki, og tá ein góður tími var spældur kom eisini Martin B. Larsen inn, og tá spældi FCK við fýra álopsspælarum. — Vit hava nógv spæl og vísa góðan vilja, men vit mangla tað seinasta sum skal til, fyri at vinna á Brøndby, staðfesti FCK- venjarin. ek