leygardagur 23. mai 1998síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
0
— ei
Nr. 95 - 23. MAÍ 1998
ribbaldurin tosaði bæði enskt og span-
skt ræðið. Kanska eitt domi, um at
hugtakið skúli ikki nýtist at kroystast
inn um fýra veggir. Men hvussu nóg-
var javngamlar ein slíkur drongur
metir á ferðini og knýtir lívslong
vinarbond við, er tó ein annar
spurningur ;
kunnuga umhvørvi, vóru teir óteljandi
bringubrottu og bulmiklu kaktussarnir.
Har vóru milliónir av hesum tindaríka
og sermerkta vokstri, og eingin av
okkum ivast í, at tann fyrsti filmurin,
sum skal í vidoespælaran, tá vit eru
heimafturkomnir, verður “The Good,
The Bad & The Ugly" við Clint
Eastwood. Eina lotu hildu vit okkum
vera hovuðsleikararnar í einum tílík-
Jólaaftan á vallaraheiminum. Vit síta millum fólk úr ellum heiminum og eta lamb-
skjetið, sum vit høvdu gjørt á grill
Flóvin hugtók
Eitt kvoldið á hesum altjóða býlinum
tóku vit Gronu fram, og skjótt varn-
aðust fólk úr Argentina, Australiu og
Europa okkara sangskatt, og at vit so
sanniliga dugdu at syngja "by heart" ,
sum tey málbóru seg. Tað, ið ikki stóð
í Grønu, men heldur kom úr hjørtun-
um, vóru nevniliga kvæðaorindi. Vit
hildu so, at vit skuldu vísa teimum
hvussu hetta vanliga bleiv framfort,
og farið varð upp á gólv. At kvoða á
syðru hálvkúlu er satt at siga nakað
heilt serligt, og Flóvin Bænadiktsson
varð ein succes, sum hinir heimsbor-
gararnir eisini tosaðu um morgunin
eftir. Eitt satt tríkantsdrama, sum tey
søgdu, eftir at hava fingið soguna
umsetta
A mánanum tollaksmessudag
Í útnyrðingsargentina eru nógvar heilt
smáar indianarabygdir, sum meginpar-
turin av býarbúgvunum í Suðuramer-
ika aldrin hava hoyrt um, men hetta
okið settu vit okkum fyri at vitja. Tað
er tó ikki bara sum at siga tað, tí flestu
av vegunum, ið binda hesar by gdirnar
saman millum tær veldigu, beru víd-
dirnar, eru Oasfalteradir, og vidhvørt
stúrdu vit fyri bilinum, sum vit hovdu
leigað. Men hóast hetta ikki var nakar
jeepur, bar til at koma fram, og í 3000
metra hædd koyrdu vit í ógvuliga
gróðrargóðum lendi við bæði skógi og
dyrkaðum markum
Lendið broyttist tó skjótt, tí komnir
longur upp, sóu vit ein stóran og tur-
ran háslætta, ið næstan var oyðimork
Tað, sum var serligt við hesum for-
um spaghetti-western, og eyðkennis-
lagið hjá Ennio Morricone riggaði per-
fekt til lands- og huglagið. Og so
mugu vit ikki gloyma Butch Cassidy
og The Sundance Kid, sum jú í veru-
leikanum vóru júst á hesum leiðum, tá
The Wild West var vorðið ov trongt til
teirra um aldarskiftið.
Jú, hetta var skiftandi náttúra at
ferðast í beint undan jólum, og eina
lotu kundu vit fyri tað eins væl verið
staddir á mánanum. Har var ómeta-
liga turt og fjøllini vóru sera merki-
liga formað.
Hetta var ein av heitastu dogunum
á túrinum, men tá vit komu til ta einu
bygdina, Molinos, var nógvur vindur
Ljóðar kanska svalligt, men tá vindur-
in er berur sandur, sum fýkur í hesum
turra lendi, er frægast at vera handan
skjól av onkrum slagi. Um kvoldið
fóru vit tó ein túr út um dyrnar í hes-
um oyðna staði. Gjordu eitt legg út um
bygdina burtur frá ollum mannagjor-
dum ljósi, og settu okkum síðani at
njóta tann ómetaliga klára stjórnu
himmalin. Ein fantastisk sjón, og allir
ynsktu vit hvor í sínum lagi, tá stjørn-
uskotini fóru fúkandi eftir tí endaleysa
hválvinum
Jólaaftan
Dagin eftir var so jólaaftan, vit vóru
aftur á vallaraheiminum í Salta, og
ikki var tað sort logið at halda jól í
einari aðrari mentan og undir oðrum
umstoðum. Men jólahýrurin var kort-
ini til staðar. Hóast hitastigini mundu
táttað í tey 30, gingu vælbjálvaðir
jólamenn í tjúkkum, reyðum frakkum
og býttu góðgæti millum bornini
tíðindablaðið os ann
"Amfiteatro" kallaðist eitt klettaskap, sum náttúran hevði máað inn í eitt fjall á leiðin
Vit fóru inn gjagnum eina gjógv, og knappliga var ein stórur salur mitt inn fjallinum
Mass kundi ikki bara sær at klintra upp eftir síðuni
Kanska enn eitt dømi um innflutta
mentan i Suduramerika, men tær fittu
kvinnuligu hjålparvættrarnir i teimum
næstan ov stuttu kjólunum vóru fittar
Fyrireikingarnar til kvoldið vóru langt
síðani byrjaðar, og vertsparid, hann úr
Argentina og hon úr Ísrael, stákaðust
ófort. Hvort land skuldi borðreiða við
sínum serliga rætti. Tað var tó heldur
torfort at útvega ræstan fisk og speril í
hasum hitanum, so tað nærmasta vit
funnu var lambakjøt, meðan tey nor-
sku umboðini á heminum komu við
fiski.
Kvoldið kom, men beint áðrenn vit
fóru til borðs, hildu vit kortini eini lítil
foroysk jól inni á kamarinum. Sungu
”Føgur er foldin” , satt at siga ein
rorandi lota.
Borðreitt var fyrst við pinnamati úr
Schweiz, ið var eitt slag av forrætti
Kom sjálvur at sita undir líðini av
einum schweizara, og vit fingu eitt
áhugavert prát um heimin og Europa
Ikki minst var hann hugtikin av
Eitt einsamalt sólsvíðið træ mitt
veldugu oyåumarkarfløtunum i
Norðurargentina
okkara lítla máli, sum vit sogdu okk-
um stríðast fyri. Hann segði. at tey í
heimlandinum ur:framt franskt. tyskt
og ialskt eisini hovdu eitt fjórða mál
sum bert 50.000 fólk tosaðu. men
hann ivadist í hvussu long tíð var ti
unnt
Torkil enn einaferð
Men tað var kortini eitt heilt annað
mål, ið gjørdi, at hesin maðurin nakr-
antíð hevði heft seg vid Foroyar. Eg
helt annars, at hetta nú var gloymt
men enn segði hann, at tey tosaðu um
fótbóltssigurin hjá Foroyum á Eystur-
ríki á sinni
Undir borðhaldinum ringdu foreldri-
ni eisini, og hóast, ein samanborið við
tað viðhvort strævna fjakkaralívið
altíð hevur jóladagar har heima. var
tað deiligt at hoyra málið í teimum
hesa lotuna. Miðnátt var í Foroyum,
so vit hoyrdu eisini via Akraberg til
Argentina katólsku messuna úr Havn
aftanfyri
Vit fingu síðani kjøtið og fiskin á
borðið, og omaná varð borðreitt við
“cheese-cake" úr Ný Sælandi. Alt
hetta smakkaði væl, men tað, ið nokk
undraði okkum familjuhugnavandu,
men kortini ballgarvaðu foroyingar
(hvort til sínar náðir), vóru tær nógvu
drekkivorurnar. Vínið var so sanniliga
okay, men har var eisini punchur og
so ikki at gloyma tann veldiga melón-
in, ið var fylt við vodka og
sågvipipum
Mitt i rokinum var so gåvubyti - øll
høvdu keypt til øll - og å midnått var
tað, sum nýggjárið var skrúvað eina
viku fram, tí tá varð fýrverkari skotið
um allan býin. Eitt sindur av einum
mentunar bresti" - ikki bara fyri okk-
um, men eisini fyn fjakkararnar úr
Noregi. Argentina helt so á alla náttina
og nokur fóru á diskotek. Hetta tímdu
vit bart út sagt ikki jOlanått, so seinni
fóru vit við vertinum heim til hansara
Faktiskt eitt ordiligt bygdaball, har
sjálft mamman var hjåstødd í tí kat-
ólskt skrýdda kjallaraholinum, sum nú
kortini var innrættað sum dansigólv og
skeinkipláss. Í hesum húsunum búðu
tvey húski, tað var vanligt í hesum
miðalklassabýlinginum. Fitt folk. men
ongantið áður hevur kvæðabrotið
"Gud man ráða, hvar vit drekka onnur
jól“, verið so viðkomandi
Myndir: Theodor E. D. Olsen o. o.
Teldusnillingur: Svein W.
Rasmussen