Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-05-23, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. mai 1998síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

OSTANKUIMN Brim og brúðleyp hjá Havnar Sjónleikarfelag: anlagnan sum versonur Tað ræður um at snúgva sær, tá ið vermamman, sum hongur uppi í brúðrini, krøkir seg ov fasta í bridarslørid. Og tað er júst tað Albert Tufnell ger, — og rætt ger hann, tí tá kemur vend í Klassiska britan av eini ver- mammu og teir tvidråttir hon spinnur burtur øllum og ongum er kjarnin í sjónleik- Brim og brúðleyp sum Havnar Sjonleikarfelag frumsýndi mikukveldið Henda britan og hetta ill- kvendið, sum oyðileggur alt fyri øll, sum skuggar yvir alt, og sum tvíheldur um sín avgerðarrætt í øllum Tann ónda vermamman er ein mýta. Og uttan mun til um nakað er um tær ráða- gerðir, hon setir út í kortið, kann nógv stuttligt spyrjast burtur úr, serliga í krønikum og sjónleikum Sum í ségum um ta óndu vermammuna, er myndin av vermammuni eisini í hesum sjónleikinum yvirdrivin, men tað er jú sjálvt poengið Hon — frú Hornett — humsar við øllum og eingin torir at siga henni ímóti. Og tað er júst tí hon er sum hon er Øl lata standa til, eingin er og inum somu iagnu vaniagnu sum Henry Hornett. Up vaksin á barnaheimi tråar hann eftir einum rættiligun heimi, men tá ið hann finnur út av, at vermamman restin av familjuni — hongur uppi í brådarslørinum, held ur hann seg at hava gingið út av gravarbakkanum beint í helvítið. A slípaðum dekki dugir hann at fóta sær, men á bonaðum gólvi ber verri til. Og tað er eingin, ið sigur hann ringan fyri ikki at tora at stíga inn í familjuna Hor- nett. Uttan sjálvandi frú Hornett, sum harmast meiri um skommina og slaturin, ið fer at spyrjast burtur úr hesum, enn um hjartað hjá Shirley, ið blødir Shirley er kortini ikki við sviðusoð. Hon hevur ein sálarfrænda, nevniliga fastr- ina Edie Hornett, ið býr hjá teimum. Edie, ið eisini hev- ur upplivað at verðið svikin við altarið og sum líðir av hjartasorg enn hóast nógv ár eru liðin, uggar Shirley og dugir at seta seg í henn- ara støðu — um enn kanska ov melodramatiskt. Shirley og Albert fáa ikki stórt rásarúm at rekja flókj- una upp. Tá ið vermamman hevur slept takið, er prest- urin til reiðar við góðum ráðum og við hansara hjálp yrnar alt seg til tað besta Vermar } tu evur undrar ask mest er verfaðirir bøtuflaka ) Konuna ska er tað ir ttuhund n k tarar Avrik Níggju IK ara eru við, yndir minni royndir eir verða spældir av Biritu g. Jógvani Salamon Kjartani Hansen, sunhild V. Michelsen, Jó- nnu Djurhuus, Maluni Thomsen, Jóni Thorsteins- I joensen son, Doru Samuelsen og Hilmari Joensen. Sjónleikurin Brim brúðleyp er søguligur í tann mun, at tað er fyrsti leikurin sum Jákup Olsen, ið hevur traðkað nógvar skógar niður í Sjónleikarhúsinum, hevur leikstjórnað, — og hansara fyrsti leiklutur á palli var júst í hesum leikinum, sum fyrstu ferð varð spældur í 1963, tá ið Jákup bara var fimtan ára gamal. Jákup Olsen og Karin Djurhuus hava gjørt leik- tjøldini, Elsa Jacobsen og Rúna Mortensen eru pall- stjórar, Beinta Jacobsen og Eva Brekkstein eru teskarar, Jóhanna Maria Djurhuus hevur gjørt búnarnar, Lív Dam hevur seymað. Marjun Olsen og Sissal Frisdal gera hár og sminka, og Niels Nielsen og Tróndur Vatn- hamar hava ábyrgdina av ljósinum. Birita og Jógvan Salamon hava høvudsleiklutirnar og tey koma væl frá uppgåv- uni. Leikluturin hjá Biritu er ógvuliga krevjandi bæði verbalt og fysiskt, samrød- og F urnar eru skjótar og títtar, samstundis sum hon stimar gjøgnum stovuna alla tíð- ina. Ein neyv konsentra- sjón, sum hon kemur sera væl frá. Avrikið hjá Jóonnu Djurhuus sum dullan Daphne Pink er gott og na- tårligt. Hon spælir upp til sjómannin Carnoustie Bligh, ið Albert Tufnell kemur sleipandi við. Jón Thorsteinsson í leiklutinum sum Carnoustie er heilt framúr, kanska tann besti og tann sum ber leikinum Málið, håbrøgdini og fram- ferðin eru ógvuliga sannfør- andi og honum nýtist ikki at gera og siga so nógv, kropsmálið sigur alt. Brim og brúðleyp hoyrir til eina sjangru, sum við tíð- ini er vorðin ikki sért slitin. Tú veitst, hvat verður, tí frá- brigdini eru so fá. Ørgrynnu av filmum, leikum og søg- um byggja á hetta evnið, og tí kann spurnartekin setast við, um „tað blívir við at vera stuttligt“. Men har til skal sigast, at leikurin er ógvuliga stuttligur og sum áskoðari situr tú alla tíðina og flennir. Eitt hjartasuff er kortini, og tað er, at leikurin er í so langur. Tríggir tímar. Havi kortini einki uppskot til, hvat kundi verðið stytt ella um leikurin kann vera eitt hvørt fyri uttan. Leikurin er týddur úr enskum av Georg L. Sam- uelsen, sála, og sum tað stendur í skránni er leikurin hin sami, hóast nakað er broytt. Mær tykir, at málið í støðum er eitt sindur tungt, serliga hvørsføllini, sum vóru nakað nógv brúkt, til dømis blómutyssi Shirleys og onnur líknandi dømi. Hetta eyðkennir ikki vanligt talumál og so als ikki málið, sum verður tosað í eini van- ligari arbeiðarafamilju — sum teirri hjá Hornetthúsk- inum Nr. 95 — 23. MAI 1998 Frálíkt! Sangleikurin Barbara kann ikki - og skal heldur ikki samanlíknast við film- in, men er ein frálíkur leikur, sum leik- ararnir koma stak væl frá Sveinur Tróndarson So er Barbara komin aftur til landið. Hesaferð sum sangleik- ur í útgávuni hjá Jens Henneberg og Jens Olsen og sigast må, at talan er um eitt sera spennandi projekt. Tað er Hjørring Semi- narium, sum í samband við at skúlin hevur 40 ár á baki, sum hevur fingið sangleikin upp at standa. Skúlin heitti á teir báð- ar, Henneberg og Olsen, um at gera eitthvert, og Jens Henneberg sigur í skránni, tað sama sum Malmros segði, at hann altíð hevur verið bergtikin av hesi kvinnu - teirri før- oysku Marie Grubbe. Fríar teymar Høvundarnir hava tikið sær rættuliga fríar teymar tá teir hava gjørt sang- leikin og tí kann úrslitið ikki samanlíknast við filmin um somu kvinnu. Eitt nú er Gabriel gjørdur munandi býttari í sangleikinum enn í film- inum, men Lars Rønn Jørgensen kemur sera væl frá sínum leikluti sum Gabriel Eitt annað er, at prest- arnir verða framsettir á eitt sindur ødrvisi hátt enn føroyingar hugsa sær teir, men tað gevur bara leik- inum eitt sindur meira lit. Endin á sangleikinum er í øllum fórum nakað fyri seg. Men verður end- in á bókini lisin enn eina- ferð, so er urslitid av sangleikinum ein møgu- leiki, sum ikki er so langt burt kortini. Nýggjari tónleikur Sangirnir í hesum leikin- um eru gjørdir til nýggjar! rytmir. Ikki so at skilja at talan er um hipp hopp, men heldur um góðan tónleik, har tað ber til at syngja við. Orkestrið er stórt - heili 16 mans og har eru bæði strúkarar, horn, guitarar og trummur og hóast onk- ur tónleikari steyg við síðuna av vidhvørt, so var heildarmyndin sera góð. Leikararnir góðir Allir leikararnir koma sera væl frá framførsluni. Ikki færri enn 36 persónar eru við, so sigast må, at skúlin er væl staddur tá tað kemur til sangarar. Sangurin ljóðaði sera væl. Í byrjanini kom tað stóra kórið inn á pallin og tað sangurin dundi í høll- ini á Læraraskúlanum Báðir høvudsleikarar- nir, Tina Pedersen, sum Barbara, Robin H. Buch, sum Harra Pál, komu sera væl frá sínum leiklutum. Serliga syngur Robin Buch bæði væl og reint. Men eisini Lars R. Jørgensen kom væl frá sínum leikluti. Hann hevði eina torføra sang- uppgávu, men tað megn- aði hann avbera væl Hóast leikurin er nokk- so drúgvur so gekk tíðin skjótt. Tveir og ein hálvur tími - við steðgi og einum gðrvísi enda enn væntað ganga skjótt. Men spælið var frálíkt! og | | | | | | |