Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-05-23, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. mai 1998síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 95 — 23. MAI 1998 Ein av sendingunum verður um vanlukk- una tá Stella Argus gekk burtur við mann og mús í 1957 (mynd: Feroya Fornminnissavn) Eirikur Lindenskov I heyst fer Sjónvarp Føroya at gera nakrar sendingar um serligar hendingar ella til- burdir, ið ymisk fólk hava verið fyri. Ein av sendingunum fer at vera um vanlukkuna, tá Stella Argus gekk burtur — Men talan verði ikki bara um vanlukkur, men vit fara eisini at siga frá vand- amiklum hendingum, sum fólk kortini er komin væl frá, sigur Grækaris D. Magnussen, sjónvarpsmað- ur, sum saman við Jógvan Eli Dam, myndamanni, stendur fyri sendingunum. Hann sigur, at tey eisini fara at vísa onkrar skemtiligar hendingar — I SYF um SYF herfyri vístu vit eitt brot úr eini av sendingunum. Hetta var um menn, sum boraðu tunnlar fyri Sev í Vestmanna. Teir vóru gassaðir í einum av tunnlunum. Tað var onkur, ið legði hetta til merkis og fekk menninar út. Tá vóru teir eitt sindur í ørviti - og fóru upp á gólv. Skaða fingu teir tíbetur ikki av hending- ini, sum kundi verið rættu- liga álvarslig, sigur Græk- aris D. Magnussen. — Vit fylgja eisini slóðini hjá einum hvalvíkingi, sum í 1922 fór til Danmarkar á missiónsskúla. Ymsar per- sónliga orsøkir gjørdu, at hann rýmdi til Kanada, greiðir Grækaris D. Magns- sen frá. Hesin hvalvíkingur búði so í Kanada í eitt manna- minni, uttan at lata hoyra frá sær. Hann kom síðan aftur til Føroya, og tá hildu øll sum vera man at hann var deyður. Í Kanada hevði hann ein minkafarm og hevði m. a. livað millum indiånarar sum fátækur maður. Tá Grækaris og Jógvan Eli fara at fylgja slóðini hjá hesum hvalvíkingi, so verð- ur farið til Kanada, har teir 4 til gaman og álvara fara at royna at finna fólk, sum møguliga hava kent hann - og onkur av fam- iljuni við. — Eitt evni, vit hava fingið, er um eina arbeiðs- konu hjá einum presti á Við- areiði í 1865. Tá hann fór til Danmarkar fór hon við. Nøkur ár seinni fór prest- urin til Vestindisku oyggj- arnar. Vit vita ikki, um hon fylgdi við higar eisini, men vit vita, at hon seinni giftist í USA, sigur Grækaris D. Magnussen. — Einaferð í 1908 royndu skyldfólk at finna hana, men tey funnu hana ikki, sigur Grækaris. Tey fingu kortini at vita, at ein skóg- areldur hevði herjað í um- ráðnum. har hon búði. — Hon kann vera deyð í skógareldinum, men hon kann kortini hava eftirkom- arar, sum vit fara at leita eftir, sigur Grækaris D. Magnussen, sum eisini ætl- ar at leita í stórum dátabás- um á Internetinum. Hvørjaferd farið verður út í fremmand lond at leita eft- ir føroyingunum, ætlar sjón- varpsmanningin at hava onkran úr familjuni við, og í hesum sambandi heitir Grækaris D. Magnussen á fólk um at koma við fleiri evnum, teir kunnu arbeiða við. — Talan nýtist ikki at vera um dramatiskar hendingar, sigur Grækaris. Tað kann vera, at fólk hava upplivað eitthvørt, ella eru uppvaksin á onkrum fjarskotnum serligum stað fyri nógvum árum síðani, og fegin kundu hugsað sær at vitja aftur, sigur Grækaris at enda Vit hava longu fleiri, men vilja fegnir hava enn fleiri áhugaverdar søgur í at velja. Jógvan Eli Dam, myndamaður og Grækaris Djurhuus Magnussen gera sendingarnar (Jens Kristian Vang) SVF: Á slóðini eftir horvnum landsmonnum Sjónvarp Føroya fer í heyst undir eina sendingarød, har sjónvarpsmanningin m. a. leitar á slóðini á horvnum føroyingum úti í heimi - eitt nú verður leitað eftir einum hvalvikingi, sum var burtur i Kanada í eitt mannaminni uttan at lata hoyra frá sær. Eisini verður greitt frá ymsum hendingum - Ólavur Jøkladal Á sangfundum leygar- kveldið og sunnukveldið eru tað kórleiðararnir í Ebenezer: Jens Chr. Gutt- esen og Olavur Jøkladal, ið fara at stjórna kórinum. Umframt kórsang verða bólkar sum dupultkvart- tettin og Trippeltrio, ið eru knýtt at Ebebezer. Eis- ini verður solo- og duett- | Sangfundir f Ebenezer í vikuskiftinum Jens Chr. Guttesen Í vikuskiftinum fer Ebebezerkórið at skipa fyri sangfundum í Ebenez- er. Fyrri fundurin verður leygar- kveldið kl 20 og seinni sangur á skránni. Stórur dentur verður eisini lagd- ur á felagssangin. Kórið hevur í ár verið ymsa staðni í landinum og sungið, men nú verður so endiliga hevi hjá sang- hugadum havnarfólki, burturav, at hoyra kórið, iðhevur 61 ár á baki í ár