leygardagur 23. mai 1998síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tidindabl
Nr. 95 - 23. MAI 1998
Malawi: Eitt eyðrænt einaveldi
Hastings Banda
gjørdist imyndin
av ti landi, hann
styrdi vid harðar!
hond i 30 år.
Landid, sum
nevnt verður
>Heita hjarta Afr-
iku«, er eitt tað
fátækasta landið í
heiminum yvir-
hevur
Edvard Joensen
Trongt inn millum Tanzania
og Zambia fyri norðan og í
eimi geil niður í Mozam-
bique í suðri, liggur lítla,
afríkanska landið Malawi
Hetta landið er á stødd
umleið tvær ferðir sum
Danmark og við einum
fólkatali, sum í dag telur
góðar 11 milliónir menn-
iskju
Malawi verður i ST høpi
mett at vera millum fåtæk-
astu lond í heiminum, og
bara í Brasilia, er munurin
millum rik og fåtæk størri.
Men hóast fólk liva undir
umsteðum, sum vit á okkara
leiðum neyvan høvdu givið
kríatúrunum, er einki galið
við blíðskapinum. Tann,
sum ferðast millum hesi
fólkini, kennir, at hann er
vælkomin. Ikki av ongum
verður Malawi nevnt >Heita
hjarta Afriku«
Malawi er eitt land, sum
er rættiliga ókent í mun til
onnur afrikansk lond
Grundin er helst at finna
i søguni, síðan landið í 1964
loysti frá enska hjálanda-
veldinum
Sum so manga aðrastaðni
gjørdist hetta sjálvstýrið
bert til eitt einaræði ístaðin,
har ein eimsamallur maður
rak landið sum eina privata
fyrtøku. Og mong munnu
so seta sær tann spurningin
um nú stødan var so nógv
verri undir enskum hjá-
landastýri
Søga
Tað, vit vita um landið at
siga úr søguni, er í grundini
rættiliga lítið. Ikki fyrr enn
beint fyri okkara tíða
ing, vita vit, at Bantuf
flyur og setir seg niður
landsynnings- Afrika
Hesi fólkini eru akur
brúkarar og duga at fram
leiða amboð at rudda jørð
við. Tað vit í dag kenna til
søgu teirra, finna vit í holu-
málningum
Læknastovan líkist ikki júst teimum, vit kenna í Føroyum
Men aðrar ættir koma og
fara, og ikki sleppur fólkið
at liva í friði har heldur enn
aðrastaðni í Afrika.
Trælahandilin tekur til
sin, og í åtjandu øld ræna
trælahandlarar umleið
80.000 til 100.00 menniskju
árliga í tí umráðnum, sum í
dag eitur Tanzania og
Malawi.
Umleið 1858-1859 kem-
ur ein skotskur trúboðari
siglandi niðan eftir Shire
ánni og fram at einum long-
um, smølum vatni, hann
nevnir Lake Nyasa. Hetta
vatnið eitur í dag Lake Ma-
lawi, eins og Nyasaland eft-
ir sjálvstýrið varð nevnt
Malawi.
Hesin ferðandi skotin var
David Livingstone, sum
gjørdist tann europoearin,
sum fyrstur segði frá landi-
num Nyasa ella í dag
Malawi.
Missiónssteðir
Eins og aðrastaðni í Afrika
fingu trúboðararnir, sum
hildu til á sonevndum missi-
énsstødum, stóra ávirkan á
upprunafólkið
Hesi høvdu betri umstød-
ur at bjóða teimum inn-
føddu, sum sostatt skjótt
funnu út av, at eitt nú heils-
an gjørdist betri av at halda
seg at hvíta manninum
Msungu
Einaferð í tíðarskeiðnum
1901-1906 verður ein
drongur føddur við eina av
hesum missiónsstóðunum
Hann verður nevndu
Kamuzu Banda (Kamuzu
merkir lítil rót ella spíri)
Men árini á skotska miss-
ionsskulanum seta síni spor
So djúp, at hann seinni fær
sær navnið Hastings eftir
einum skotskum trúboða
Kamuzu Banda fekk
skúlagongd og kom seg so
væl, at hann fór uttanlands
at lesa læknafrødi. I 1937
tók hann læknaprógv í USA
og varð seinni í Skotlandi
útbúgvin at praktisera í øll-
um enskum landaøkjum. An
sonnum nakað væl yvir tað
vanliga hjá einum afrikana
í teimum døgum
Banda fekk sær praksis í
London, har hann virkaði,
til hann í 1958 fór heim aft-
ur til Nyasaland at standa á
odda fyri métstødurørsluni,
sum vildi hava bretar úr
landinum.
Sjálvstýrið
I 1964 fekk landið sjálvstýri
frá Bretlandi og broytti
samstundis navn til Malawi.
Hetta hendi hin 6. juli. Dag-
stevnt seks ár eftir, at Banda
var komin heim aftur.
Navnið Malawi leiðir
beinleiðis aftur á sagnkenda
stórríkið Marawi. Somu-
leiðis hevur Zimbabwe, ið
fyrr nevndist Rhodesia,
fingid sitt navn eftir gamla
mentannarríkinum við sama
navni.
Men tað varð skjótt greitt,
at sjálvstýrið rakk ikki
longri, enn nýggi leiðarin
gav loyvi til
Hann syrgdi fyri, at mót-
stødumenninir vórðu beind-
ir av vegnum, so hann
kundi gera, sum hann vildi
Illar tungur vilja enn í dag
vera við, at krokodillurnar í
Lilongve River, sum rennur
beint uttan fyri høvudsstad-
in Lilongve, eru tær feitastu
í øllum Afrika. Har vórðu
allir = mótstøðumenninir
tveittir í
Hetta hevði eisini við sær,
at grannalondini fóru at
halda seg aftur í sambandi-
num við Bandastýrið. Men
eftir var Suðurafrika, sum
Banda hevði gott samband
við, hóast apartheidstjórn-
ina har. Og sum vera man
gjørdi hetta ikki sambandið
við grannalondini hjá Ma-
lawi betri. At Banda so al-
ment boðar frá, at eftir hans-
ara meting hoyra stórir part-
ar av grannalondunum
Zambia, Tanzania og
Mozambique søguliga til
Malawi, ger ikki støduna
betri.
Men Banda heldur fram,
og í 1971 útnevnir hann seg
sjálvan til forseta fyri lívstíð
í Malawi. Og hóast manna-
rættindarfelagsskapir og
stjórnirnar í øðrum londum
gera alt fyri at boykotta
landið, verður tað um tað
lagið, at Banda situr fyri
lívið.
Alt, sum stendur upp í
móti honum, verður ruddað
av vegnum. Eisini teir, sum
í síni tíð vóru við til at fáa
hann á ovasta sessin í landi-
num.
Demokrati
Men eitt land, sum er so
fátækt sum Malawi, klárar
seg ikki við suðurafrikansk-
ari hjálp eina.
Og so hendi tað, at lond-
ini í sunnara parti av Afrika
eitt fyri og annað eftir fingu
demokrati.
Tað tóktist mangastaðni
har suðuri, sum tað stóð
líkasum ein slík virðing um
biskupparnar, at teir vóru
teir einastu, sum tordu at
tala at, tá politiska stýrið fór
ov langt. Og eisini í Malawi
fóru nú biskupparnir at taka
til sin.
I 1992 tóku teir katólsku
biskupparnir seg saman og
gjørdust teir fyrstu, sum op-
ið tordu at bjóða Banda av.
Hetta hendi í einum hirða-
brævi, har teir kravdu meira
rætt til fólkið at virka polit-
iskt. Eisini aðrir komu síðan
við, og ein teirra, sum veru-
liga stóð á odda, tá tað stóð
mest á, var lutheranski bis-
kuppurin í Lilongve, Joseph
Bvumbwe. Hann stóð á
odda fyri einum tvørkirkju-
ligum, politiskum felags-
skapi, PAC, í eini tíð, tá tað
veruliga kundi kosta lívið
at siga sína hugsan í Ma-
lawi
PAC er i dag ein av fyra
felagsskapum, sum Neyd-
hjálp Fólkakirkjunnar i
Danmark samstarvar við í
Malawi
(Mynd: Edvard Joensen)
At so hjálparfelagsskap-
irnir eisini høvdu langað
lokini á kassarnar, sperdi
stýrið í Malawi so mikið, at
í 1993 varð skrivað út fólka-
atkvøda um, hvørt loyvt
skuldi verda fleiri politisk-
um flokkum at stilla upp til
tjóðartingsval.
Og undir eftirliti av al-
tjóða eygleiðarum atkvøda
63% av veljarunum fyri
fleirflokka vali. Hóast hend-
an greiða meiriluta fyri at
loyva fleiri politiskum
flokkum, varð úrslitið nógv
soltnari, enn væntað. Allar
metingar framman undan
søgdu, at ikki undir 75%
fóru at vera fyri.
Og í 1994 verður so fyri
fyrstu ferð val í Malawi, har
fleiri flokkar sleppa at lut-
taka. Urslitid verður, at
Banda fær 33% av atkvød-
unum og kemur í minniluta.
Roynt verður síðan at fáa
hann fyri rættin ákærdan
fyri morð. Men onki ber til.
Hann verður fríkendur og
fær eina treytaleysa umber-
ing frá stjórnini.
Men 30 ára veldi hjá hes-
um gamla manninum er
kortini av. Hann stýrdi
landinum einsamallur frá
1964 til 1994
Men heilt eiðasgrur var
hann kortini ikki, tá hann
varð noyddur at leggja frá
sær.
Gjøgnum øll hesi árini
hevði hann syrgt fyri, at alt,
sum gav nakað av sær í
landinum, varð keypt av fel-
øgum, hann átti. Sostatt sótu
hann og familjan á øllum
útflutninginum. Og hóast
roynt varð seinni at taka
hetta aftur, bar ikki til. Tí
so hegnisliga var atborið, at
rætturin bert kundi stað-
festa, at alt var farið lógliga
fram. Maðurin átti pengar
og hevði keypt alt á fríum
marknaði.
Men hvørki pengar ella
vald fáa mann at liva æviga.
Og eisini Hastings Kamuzu
Banda noyddist at enda at
boyggja seg fyri deyðanum.
Hin 25. november 1997
doyði hann av lungnabruna
á einum sjúkrahúsi í Suður-
afrika.
Hastings Banda gjørdist
sostatt fleiri og hálvfems ára
gamal. Í einum landi, sum
komið er niður undir av ar-
móð, og har medallivialdur-
in hjá vanligum fólki bert
er 44 ár.
Bara 5% av fólkinum hevur rennandi vatn heima
Østergaard)
(Mynd: Mikkel