hósdagur 4. desember 2003síða 14
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 231 - 4. desember 2003
27
Luftin verður full av
spenningi, tá kvinnu-
liðini hjá VÍF og VB
hittast í Vestmanna
hóskvøldið
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Klokkan hálvgum sjey hós-
kvøldið verður hondbóltur í
Vestmanna. Og ivaleyst eru
tað nógv, sum við spenn-
ingi bíða eftir hesum.
Tí talan er í nógvar mátar
um nógv meira enn bara ein
hondbóltsdyst. Tað eru
nevnliga kvinnuliðini hjá
VÍF og VB sum bresta
saman, og umframt at talan
er um tvey av oddaliðunum
í føroyskum kvinnuhond-
bólti, so eru hesi bæði eis-
ini júst feløgini, sum hava
verið í sentrum, nú útlend-
ingamálið
í
føroyskum
ítrótti hevur rumblað.
Stórar rembingar
Upprunaliga skuldi dystur-
in annars verið leiktur tann
15. november, men grund-
að á alt rumblið, sum tá var
kring útlendingamálið, so
bað VB HSF um at flyta
dystin. Ein umbøn, sum
VÍF annars ikki vildi ganga
á møti, men sum HSF
kortini staðfesti.
Men nú verður dysturin
so leiktur, og tað er einki at
ivast í, at tað verða tvey
topp-tendrað lið, sum nú
fara á vøllin. Í Vági halda
tey seg í øllum førum hava
nakað at prógvað mótvegis
VÍF, sum jú var felagið, ið
festi í alt rumblið, og hin-
vegin vilja tey í Vestmanna
helst eisini prógva, at tey so
sanniliga eisini hava eitt
lið, sum kann standa seg í
kappingini.
Og so eru tað jú eisini
ítróttarligu atlitini. Í løtuni
eru liðini ávíkavist nummar
tvey og trý á stigatalvuni,
og tí verður talan eisini um
uppgerð, sum staðfestir,
hvat lið fer at kappast við
Stjørnuna
um
fremsta
sessin í grundspælinum.
So tað verður spennandi í
Vestmanna. Bæði so og so.
Nr. 231 • hósdagur • 4. desmber 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
OddaSTRÍÐ
Fýra svimjarar til Oslo
Suðuroyðar Stevnan
varð hildin í Vági um
vikuskiftið. Kapping-
in var samstundis út-
tøkukapping til Njm
SVIMJING
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Stór svimjikapping var í
Vági um vikuskiftið, har
átta svimjifeløg við hópin
av svimjarum tóku lut.
Kappingin varð sam-
stundis skipað sum úttøku-
kapping til NM-kappingina
fyri juniorar, sum verður í
Oslo komandi vikuskifti,
og tí var landsliðsvenjarin,
Petur Heðin á Fløtti, eisini
millum áskoðararnar, so-
leiðis at hann kundi taka
støðu til, hvørji skuldu við
til hesa kapping.
Og líkt var eisini til, at
svimjararnir kýttu seg eyka
nógv av hesum. Í øllum før-
um vórðu trý bólkamet sett
í kappingini, umframt at
fimm svimjarar svumu seg
til bronsunálina og ein
svam seg til silvurnálina.
Fyri at taka tað seinasta
fyrst, so var tað Elspa
Mørkøre úr Skeggjum, sum
svam seg til silvurnálina.
Bronsunálina fingu Ruth
Smith úr Havnar Svimjifel-
ag, Pál Joensen og Sissal
Petersen úr Vágs Svimji-
felag og so tveir svimjarar
úr Flot. Nevnliga Arnold
Davidsen og Remi Lang-
gaard.
Av
teimum
trimum
bólkametunum, sum vórðu
sett hesaferð, átti Pauli Ø.
Mohr úr Fuglafirði tvey.
Hann svam 200 metra frí í
tíðini 2.18,6 og 400 metra
frí upp á 4.54,7. Eisini setti
Elspa Mørkøre úr Skeggj-
um bólkamet á 100 metra
blandaðari svimjing, har
hon kom á mál í 1.15,9.
Eftir kappingina varð so
eisini
avgjørt,
hvørjir
svimjarar skuldu við til
Njm-kappingina í Oslo.
Hesi eru Elida Bjarnadóttir,
Aksal Holm Norðfoss, Jan-
us T. Olsen og Helga Djur-
huus, og skuldu tey ætlandi
fara avstað mikudagin.
Samlaða heiðursmerkja-
býtið millum feløgini varð
annars hetta:
Elida Bjarnadóttir, Aksal
Holm Norðfoss, Janus T.
Olsen og Helga Djurhuus
skulu um vikuskiftið taka lut
í Njm. Her eru tey
avmyndað saman við
landsliðsvenjaranum, Petur
Heðin á Fløtti
felag
gull
silvur bronsu
Havnar Svimjifelag
51
27
21
Tvøroyrar Svimjifelag
21
19
12
Fuglafjarðar Svimjifelag
17
15
9
Flot
17
14
7
Skeggjar
14
9
9
Ægir
3
7
3
Vágs Svimjifelag
3
4
14
Reki
0
0
0
1. Deild kvinnur
vunnin
tapt
mál-
dystir v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1 Stjørnan
8
6
-
1
-
1
194
148
46
13
2 VB
8
6
-
0
-
2
194
143
51
12
3 VÍF
8
5
-
1
-
2
195
169
26
11
4 Neistin
8
4
-
1
-
3
211
186
25
9
5 StÍF
8
4
-
1
-
3
194
187
7
9
6 Søljan
9
1
-
0
-
8
153
214
-61
2
7 Kyndil
9
1
-
0
-
8
142
236
-94
2
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi smápartafelag:
Skrásetingar-nr. Sp/f 3672
Navn: Sp/f Glugg
Hjánavn: Sp/f Kafe Neystið
(Sp/f Glugg)
Adressa: R. C.
Effersøesgøta 21, 100
Tórshavn.
Kommuna: Tórshavnar
Kommuna
Stovningardato: 29.09.2003
Viðtøkudato: 29.09.2003
Kapitalur: Kr. 80.000,00
Inngjaldingarháttur:
Kontant kr. 80.000,00 til kurs
100.
Stovnari: Georg Eystan Á,
Kráargøta 7, 160 Argir.
Stjórn: Georg Eystan Á,
Kráargøta 7, 160 Argir.
Tekningarreglur: Felagið
verður teknað av einum stjóra.
Grannskoðari:
Grannskoðaravirkið Hermund
Jacobsen, J. Paturssonargøta
18, 100 Tórshavn.
Roknskaparár: 01.01. -
31.12.
Fyrsta roknskaparár:
29.09.2003 - 31.12.2004
Endamál: Endamál felagsins
er at reka matstovu, sølu og
annað virksemi í hesum
sambandi.
Skráseting Føroya tann 2.
desember 2003
Kristin Balle
________________________
Dagrøktari
Eitt gevandi starv
Dagrøktari søkist til dagrøktina í Nes kommunu
til at byrja 1. februar 2004.
Sum dagrøktari gerst tú partur av einum felags-
skapi við børnum og dagrøktarum, sum javnan
hittast í spælistovuni. Eisini verður skipað fyri
starvsfólkafundi eina ferð um mánaðin og skeið-
virksemi minst eina ferð um árið.
Vit krevja:
• At tú ert før/førur fyri at arbeiða sjálvstøðugt
• At tú hevur hug at ansa børnum í heimi tínum
• At tú ert frísk/frískur og engagerað/
engageraður
Løn sambært sáttmála millum Føroya Kommu-
nala Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðara
felag.
Umsóknir skulu vera Dagrøktini í Nes kommunu í
hendi seinast 18. desember 2003 kl. 12.00.
Nærri fæst at vita við at ringja á tlf. 448462.
Nes kommuna
Pedagogur/
hjálparfólk
til Dagrøktarskipanina í Nes kommunu.
Til dagrøktarskipanina, sum er normerað til 65
pláss, søkist eftir 1 pedagogi at arbeiða 20 t um
vikuna, at byrja 1. februar 2004.
Søkir eingin pedagogur, verður hjálparfólk sett í
staðin.
Arbeiðsuppgávurnar eru m.a. við tilvísing til
leiðaran av dagrøktarskipanini:
• At samskipa virksemið í spælistovuni
• Vitja dagrøktarheimini regluliga
Vit ynskja at
• Tú hevur royndir innan dagstovnaøkið
• Kann arbeiða sjálvstøðugt
• Ert virkin, røkin og hevur lætt við at samstarva
• At tú hevur hug og áræði at skapa umstøður,
har børnini gleðast, trívast og mennast
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Peda-
gogfelag og FKA.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til
Katrin Poulsen, dagrøktarleiðara, tlf. 448462 /
218462.
Umsóknir saman við prógvum og møguligum
viðmælum skulu vera Nes kommunu í hendi í
seinasta lagi 18. desember 2003, kl. 12.00.
Nes kommuna
Ellis- & avlamis-
heimið í Vágum
Sjúkrahjálpari/
heilsuatstøðingur
Eitt starv á fulla tíð er leyst at søkja til setan hálvan
januar 2004.
Starvið er skipað í ymsum vaktum.
Dentur verður lagdur á, at umsøkjarin hevur hug,
hegni og førleika at veita brúkaranum eina góða
tænastu. Góð samstarvsevni hava stóran týdning.
Umsókn við neyðugum prógvi v.m.verður at stíla til
stýrið og senda til heimið áðrenn 21. des. 2003.
Setanartreytir sambært sáttmála millum AHF
Almanna- og Heilsurøktarafelagið og Fíggjarmála-
ráðið.
Avloysarar fyri
pedagogar í farloyvi
Á Sambýlinum á Rúnarvegi 3 í Runavík eru tvey
avloysarastørv,hálva tíð,leys at søkja frá 1.januar
til 31. desember, ella eftir nærri avtalu.
Størvini vera sett eftir sáttmála millum Fíggjar-
málaráðið og Føroya Pedagogfelag, lønt stigini
11 - 18 eftir lønartalvu pr. 01.10.03.
Sambýlið er upprættað til 5 menningatarnað
fólk, sum eru væl fyri, og uppgávan hjá umsøkj-
arunum verður sostatt at vegleiða íbúgvarnar í
øllum tí, sum tey hava tørv á.
- Tað verður kravt av tær, at tú við tíni
pedagogisku vitan kann menna hvønn av
teimum, sum búgva í Sambýlinum, til at
húsast saman í felagsskapi hvør við annan,
bæði til innanhýsis viðurskiftir og í
samfelagnum sum heild.
- At tú vil skapa trivna og á ein pedagogiskan
hátt tryggjar okkara íbúgvum menningar-
møguleikar, soleiðis at teir koma í fyrstu
rekkju, og saman við íbúgvunum finnur útav,
hvussu innihaldið í dagligdegnum skal virka.
Somuleiðis er tað av týdningi, at tú hevur
vilja til at samskifta við okkara avvarðandi og
tey, sum vit umgangast dagliga.
Sambýlið bleiv fyri einum ári síðani upprætt-
að av nýggjum, og kunnu vit bjóða tær eitt
spennandi arbeiði við nógvum avbjóðing-
um, bæði persónliga og fakliga.
Arbeiðstíðin er 20 tímar um vikuna, skiftandi
vaktir + vikuskiftir og halgidagar.
Eru nærri spurningar til starvið, kunnu tit venda
tykkum til Oddfríðu Højgaard leiðara á tlf.226121
Ert tú áhugað/ur, so send eina umsókn við avriti
av prógvum, viðmælum v.m. innan 17. desember
2003
Umsóknir skulu stílast til:
Sambýlið á Rúnarvegi
ATT: Leiðarin
Rúnarvegur 3
FO-620 Runavík
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. P/F 2672,
P/F Lívstryggingarfelagið
Føroyar, 100 Tórshavn.
Nevnd:
Farin úr nevndini: Trygvi
Fossdal Guttesen, Fjalsgøta
10, 100 Tórshavn (formaður),
Gunnar í Liða,
Mouritsarvegur 1, 188
Hoyvík og Mortan Poulsen,
Lýðarsvegur 4, 188 Hoyvík.
Stjórn:
Farin frá sum stjóri: Mortan
Poulsen, Lýðarsvegur 4, 188
Hoyvík.
Felagið er tann 31.10.2003,
farið í likvidatión við Jógvan
Páll Lassen, advokati, Yviri
við Strond 4, Box 359, 110
Tórshavn sum likvidator.
Skráseting Føroya tann 2.
desember. 2003.
Kristin Balle
________________________
Framsýningin
í Ribarhúsi í Fuglafirði
við Rutt og Ester
letur upp hósdagin 04/12 kl. 15.00.
Í hesum sambandi verður fernisering kl. 18.00,
har Finnur Hansen v/ fam. syngur.
www.sosialurin.fo
-tað loysir seg
C
M
Y
K
27
26