hósdagur 4. desember 2003síða 13
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 231 - 4. desember 2003
Nr. 231 - 4. desember 2003
25
UTTAN ÚR HEIMI
Vísmenn fýlast á avtalu
Teir óheftu donsku vísmenninir hava ilt við at góðtaka
avtaluna, sum danska stjórnin og A.P. Møller gjørdu í
heyst um oljuna í Norðsjónum.
Stjórnin sigur, at avtalan er sera góð fyri ríkis-
kassan, men hesum eru vísmenninir ikki heilt samdir
við henni í. Ein teirra, Jørgen Birk Mortensen, sigur,
at hóast nógvir spurningar hava verið frammi um
avtaluna, og hóast teir flestu eru svaraðir, so vantar
framvegis eitt yvirlit yvir tær búskaparligu av-
leiðingarnar. Fyrr enn tað kemur, ber ikki til at siga,
hvussu góð avtalan er, sigur hann. Ein annar av
vísmonnunum, Torben H. Andersen, sigur, at tað er
sera umráðandi, at samfelagið fær at vita, hvørjar
avleiðingarnar av avtaluni verða. Hann vísir á, at
avtalan er galdandi líka til 2042, og tí er neyðugt við
einari neyvari frágreiðing um avleiðingarnar, sigur
hann.
Serliga sosialdemokratarnir hava lagt trýst á
stjórnina fyri at fáa eina neyvari útgreining av
Norðsjóvaravtaluni, men hesum hava stjórnin og
danski fólkaflokkurin víst aftur.
Selja útgerð av landinum
Í fjør fóru næstan 30 norsk fiskavirkir á húsagang, og
ein stórur partur av maskinunum eru síðani seldar av
landinum fyri lítið og einki.
Tað kom fram á einari fiskivinnuráðstevnu í
Tromsø nú um dagarnar. Sum dømi bleiv nevnt, at tá
fyritøkan Melbu Fiskeindustri fór á heysin, hevði
virkið maskinur fyri 7,5 milliónir krónur. Men tær
vórðu tiknar niður og seldar til Kina fyri 450.000
krónur. Har eru maskinurnar settar uppaftur.
Á ráðstevnuni í Tromsø vóru røddir frammi, sum
hildu, at norðmenn eiga at gevast at virka fisk. Ístaðin
eiga teir at miðsavna orkuna um at fiska og selja fisk.
Hesi vístu á, hvussu mong virkir eru farin á húsagang,
og tey søgdu seg ikki ivast í, at uppaftur fleiri fara
sama veg. Víst varð á, at talið á vanligum flaka-
virkjum er minkað nógv, og at tey, sum eftir eru, fara
ikki at fáa raksturin at bera seg kortini. Onnur hildu,
at fiskiídnaðurin í Noregi hevur eina framtíð, og at
ávísar feskar vørur tykjast hava góð útlit á markn-
aðinum.
Stóra skattarokning
Russiska skattavaldið er nú liðugt at kanna tey skatt-
ligu viðurskiftini hjá risastóra oljufelagnum Yukos.
Úrslitið er, at felagið hevur fingið eina skatta-
rokning upp á heilar 30 milliardir krónur, sum er
eykaskattur fyri seks tey seinastu árini. Tað stóra talið
umfatar eisini rentur og bøtur, sum felagið fær, tí tað
hevur goldið skattin ov seint. Sambært skattavald-
inum hevur Yukos ikki goldið allan skattin seinastu
seks árini, men hevur tilvitað hildið nógvum pengum
aftur.
Russiska ákæruvaldið hevur seinastu tíðina kanna
ymisk viðurskifti hjá oljufelagnum, sum millum
annað er lagt undir svik. Stjórin í Yukos, Mikhail
Khodorkovski, situr varðhaldsfongslaður, og hann er
skuldsettur fyri svik.
Olja í ánni
Umhvørvismyndugleikarnir í Østfold í Noregi bera
ótta fyri fugla- og dýralívinum við og í ánni Hobø-
elva, eftir at fleiri túsund litrar av olju eru endaðir í
ánni.
Sunnudagin varnaðist ein maður, at olja var at
síggja í ánni, og seinni komu myndugleikarnir eftir, at
oljan stavaði frá einum tanga á einum bóndagarði.
10.000 litrar av olju høvdu verið í tanganum, men tá
løgreglan kannaði hann, vóru bara 2.300 litrar eftir í
honum.
Nú bera umhvørvismyndugleikarnir ótta fyri
dýralívinum har á leiðini. Teir siga, at tað er serliga
óheppið, um fuglur kemur í samband við oljuna, tí tað
er óheppið hesa tíðina á árinum, tá fjaðrarnar eru av-
gerandi fyri, at fuglur kann liva veturin av. Samstund-
is hava myndugleikarnir gjørt av at kanna oljutangar
á øllum bóndagørðum.
Eitt uppskot um at
krevja eitt gjald frá
teimum lesandi á
lærdu háskúlunum í
Bretlandi kann kosta
Tony Blair, forsætis-
ráðharra dýrt
BRETLAND
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Nógv hava ávarað Tony
Blair ímóti at fremja upp-
skotið í verki, tí tað kann
fara at kosta bæði flokkin-
um og honum sjálvum dýrt.
Men
forsætisráðharrin
hevur nú gjørt greitt, at
hann ætlar sær ikki at taka
tað aftur. Tí er lagt upp til
opið stríð ímillum forsætis-
ráðharran og teir limirnar í
Labour, sum eru ímóti tí,
og teir konservativu fara at
gera alt fyri at fáa sum mest
burtur úr ósemjuni, siga
eygleiðarar í London.
Á einum tíðindafundi
fyrradagin varð Tony Blair
spurdur, um hann fer at
leggja frá sær, um upp-
skotið fellur. Hann vildi
ikki svara spurninginum,
men segði, at hann leggur
stóran dent á at fáa málið
framt.
Upprunaliga
skuldi
Parlamentið taka støðu til
uppskotið, áðrenn tað fór í
jólafrí, og Blair viðgekk á
tíðindafundinum, at hevði
atkvøðugreiðslan
verið
sum upprunaliga ætlað,
hevði uppskotið neyvan
fingið meiriluta. Nú er
avgjørt, at Parlamentið skal
atkvøða um tað í januar.
Vinstravongurin í flokki
hansara, Labour, hevur lov-
að honum harðan dyst til ta
tíð.
Løgrreglan í ameri-
kanska statinum
Ohio hevur illgruna
um, at ein sniðskjútti
er farin at gera um
seg. Fyribils hevur
hann skotið eftir fleiri
bilum
USA
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Fyri einari viku síðani
doyði tann 62 ára gamla
Gail Knisley, tá onkur lat
fleiri skot av eftir bili henn-
ara á ringvegnum, sum er
rundan um býin Columbus
í statinum Ohio.
Í bili hennara fann løg-
reglan fleiri kúlur, og kann-
ingar vístu, at kúlurnar
vóru sama slag sum kúlur,
ið løgreglan hevur funnið
aftan á ellivu aðrar skottil-
burðir í statinum. Eisini tær
vórðu funnar í bilum, sum
ein ella annar hevði skotið
eftir uttan at raka bilfør-
aran.
Hóast umfatandi kann-
ingar stendur løgreglan í
Ohio púra á berum, og 595
fráboðanir frá fólki hava
ikki givið nakað úrslit.
Av góðum grundum ber
løgreglan ótta fyri, at tað
sama skal henda har, sum
hendi á Washington-leiðini
seinasta heyst, tá tveir
menn skutu tíggju tilvildar-
lig fólk. Annar av monnun-
um fekk her fyri deyða-
dóm.
Hetta er ikki tað einasta
málið av hesum slagnum.
Fyri fýra mánaðum síðani
vórðu trý fólk skotin í West
Virginia. Tann ella tey, sum
skutu, eru ikki funnin enn,
men løgreglan veit við
vissu, at øll skotini komu
frá somu byrsu.
Aftur ein snigskjútti í USA
Stjórnarkreppa hóttir Blair
Tað er minni enn so vist, at kaffimuðurin fer at gagnast bretska forsetanum so væl tann næsta
mánaðin
Mynd: Reuters
Dagrøktari søkist
Søkt verður eftir dagrøktara til dagrøktarskipanina í
Skála kommunu, at byrja 2. januar.
Viðkomandi skal hava áhuga og hegni at arbeiða
við børnum.
Dagrøktarheimið skal vera soleiðis innrættað,at tað
er gott og trygt at spæla innan- og uttandura.
Umsóknir skulu vera dagrøktarleiðaranum í hendi í
seinasta lagi 15. desember 2003.
Áhugað kunnu venda sær til Dagrøktarleiðaran á
tlf. 227393 ella 442059.
Skála Kommuna
Til sølu
Toyota Carina E 2.0 Gli 133 hk
Árg. juli 1996. Koyrt 125.000.
17’’ sportfelgur 215/40 dekk, Kenwood fløgu-
spælara.Til sølu um hóskandi boð fæst.
Tlf. 220071 ella 757087
Sjúkrakassalimir í Nes
Sóknar Sjúkrakassa
Sagt verður frá, at gjaldshátturin er broyttur frá
mánaðarliga til kvartalsliga.
T.v.s.at limagjald kr.600,- verður at rinda ávikavist
í januar, apríl, juli og oktober mánaði.
Mint verður á, at eftirstøðan fyri árið 2003 eigur
at verða goldin nú.
Teir limir, ið ikki hava valt lækna, og tey, ið ynskja
at skifta lækna frá 1.januar 2004,skulu siga frá nú
ella í seinasta lagi 19. desember 2003.
Nes Sóknar Sjúkrakassi
620 Runavík – Tlf. 448129
C
M
Y
K
25
24