mikudagur 27. mai 1998síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
+
Nr. 97 — 27. MAI 1998
brúka alt ov nógva orku
uppá at vera »ikki-danir«,
ístaðin fyri at brúka orku-
na uppá at vera »føroying -
ars, sum vit nú emaferð
eru uppa gott og ont
At definera seg
sjálvan
Veruleikin er jú, at vit eru
ikki so óluksáliga nógv
annaðleiðis enn danir, sum
vit so fegin vilja billa
okkum inn. Vit brúka dag
og dagliga nógvar danskar
vendingar sum heilt nátt-
úrligt fella inn í mál
okkara.
Tað vil hin vegin heldur
ikki síga, at vit so ERU
danir, men fyri tað kunnu
vit saktans hava nakað til
felags. Hetta mugu vit
viðurkenna. Vit missa ikki
okkum sjálvi og tjóðska-
parliga identitet okkara
burtur fyri tað. (Hetta sigi
eg við vanda fyri at vera
skyrd landasvíkjari!)
Um vit ikki kunnu loyva
okkum at vera heil og góð-
taka tann nýggja og stóra
partin av identiteti okkara,
sum ikki er beinleiðis
>húðaskógva-fóroyskur<,
kunnu vit heldur ikki
hugsa og menna okkum
frítt í fríum samskifti við
verðina uttanum okkum. |
veruleikanum lata vit á
henda hátt júst danir um at
definera okkum, ístaðin
fyri at vit definera okkum
sjålvi. Hetta ljóðar sum ein
andsøgn, men lat meg
greina hetta.
So leingi Føroyar eru
undir donskum einaveldi,
eru vit kroyst í ein krók,
sum noyðir okkum alla
tíðina tl at definera
okkum sum verandi ymisk
frá dónum. Henda ósunna
mekanisma ger okkum
óneyðuga óttafull mótveg-
is allan ávirkan uttanífrá.
Vit fáa eina mynd av
okkum sjålvum sum oftur,
ið mugu standa ímóti tí, vit
síggja sum »ågangur«
uttanífrá. Mekanisman ger
okkum blind fyri teimum
virðum í okkum, sum vit
hava ul felags við onnur,
ja, fær okkum beinleiðis at
fornokta hesi virði. Við tí
úrslíuð at vit avbyrgja
okkum.
Avbyrgingin = noyðir
okkum at hanga í tí gamla
og líta aftureftir ístaðin
fyri fram. Hetta forðar
okkum í síðsta enda í at
menna okkum. Vit steðga
upp og missa spakuliga
sambandið við veruletkan
og drepa soleiðis í veru-
leikanum okkara føroyska
identitet. Tað, sum vit
viðurkenna sum føroyskt
mál og mentan, gerst bara
meir og meir ótíðarhósk-
andi. At enda missa tey
ungu alla virðing fyri ti,
sum er føroyskt, tí tey slet-
tis ikki longur kunnu iden-
tifisera seg við tað, og so
er alt arbeiðið higartil við
at varðveita ein serfør-
oyskan tjóðskaparidenutet
nyttuleyst .
Vit vita, at vit mugu vera
»føroyingar« fyri at:yvirli-
va, men er tað veruliga
bara húðaskógvamentanin
sum ger okkum til »før
oyingar«? Vit mugu ikki
gloyma at nýggja verðin
samskifus-samfelagið — er
eisini okkara. Vit kunnu
ikki altíð bara draga
romantiska ynskidreymin
um antropologiska føroy-
ingin fram, sum hann er
defineradur av føroyskum
600skapar-chauvinistum
og donskum »Føroyaelsk-
arum« sum Niels Malmros
í felag. Vit mugu gera upp
við veruleikafjaru donsku
myndina av okkum sum
»føroyvingar«, sum vit alt
ov leingi hava speglað
okkum í, og endur-defin-
era okkum sjálvi, so vit fáa
eina meira dagførda mynd
av okkum sjálvum, sum
kann endurgeva okkum
trúnna uppá, at vit eiga
orku og vilja til at yvirliva
á klettum okkara uppá
egnar treytir, leys av skuld
og óbundin av Danmørk.
Framtíðin
Vit mugu gevast við lyndi
okkara til at spæla >sakar-
leysa ofrið<, sum altíð
hevur danska hjálp fyri
neyðini. Um vit skulu
megna at liva av egnum
tilfeingi, mugu vit hava
ein sterkan tjóðskaparlig-
um identitet, sum byggir
uppá eina realistiska
sjålvsfatan. Bert á henda
hátt kunnu vit grava viljan
og styrkina fram til at yvir-
liva sum 00. Uttan sjálvs-
virðing verður tilveran i
Føroyum høpisleys
Vit mugu tí læra at brúka
okkara tilfeingi fult út og
síggja virði okkara — ikki
bara í gomlu húðaskógva-
mentanini, men eisini i ti
nýggja, Ld. okkara lutfal-
sliga høga útbúgvingar-
stóði. Ikki leggja alt í
hendurnar á bara fiski-
vinnuni ella bara ferða-
vinnuni, men brúka allar
møguleikar og tað góða
fólkið, vit hava. Samskifti
í dag — við td. Internet-
inum — gongur so lætt, at
Føroyar ikki longur noyð-
ast at vera útjaðaraðki. Vit
hava møguleikar sum ong-
antíð fyrr, um vit bara
duga at lofta teimum.
Vit mugu ikki byrgja okk-
um inni. Vit mugu gera
okkum meira galdandi.
Vit mugu vera sjónligari,
meira professjonell og vísa
hvat vit duga. Vit mugu
síga frá áhugamálum okk-
ara, so onnur skilja tað, og
samstundis duga at:sann-
føra onnur um, at vit eiga
nakað virðismiíkið, sum
tey kunnu brúka. Vit mugu
luttaka nógv meira aktivt í
altjóða = samarbeiði og
finnaokkara egnu sam-
starvsfelagar úl gagns fyri
allar partar
So leingi vit lata danir gera
hetta fyri okkum, koma vit
aldrin uppundan. So leingi
sum Føroyar og Danmark
hava fastatøkur å hvørjum
ødrum, kunnu vit ikki
kenna okkum sum javn-
líkar við onnur. Ikki fyrr
enn vit hava slept hesum
tunga viðfórið — búskap-
arliga bundinskapinum at
Danmørk — kunnu vit kalla
okkum eina »føroyska
tjóð-
Klin Heine yen
Skrivað 22.03.1998
tíðindablaðið
21