Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-05-28, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. mai 1998síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 98 — 28. MAI 1998 tíðindablaðið Skálakona heiðrað fyri langa og trúgva tænastu Sanna Johannesen, her saman við nókrum av skilfólkum sínum er heiðra við tænastu- medalju Margrethu drotningar fyri langa og trúgva tænastu í Skála kirkju Sanna Johannesen fekk fyri kortum tænastuviðurkenning frá Margrethu drotning fyri langa og trúgva tænastu, fyri tað arbeiðið hon hevur gjórt fyri Skála kirkju SVEINUR TRÓNDARSON Kirkjurnar kring um í landið okkara tiltiknar fyri at vera væl hildnar. Gott fólk tekur sær av teimum og ansar væl eftir teimum. Soleiðis er eisini inn á Skála. Krikjan sjálv er vøkur og kirkju garðurin er eitt príði fyri bygdina Og tað er heldur ikki uttan orsøk. Eins og alla aðra- staðni í landinum eru fólk, sum við størstu virðing fyri kirkjuni og arbeiðið henn- ara, leggja nógva orku í at fáa alt at síggja so gott út, sum til ber. Tað er vanligt, at fólk á- taka sær slíkar uppgávur, men at tey skulu verða í starvinum í fjøruti ár, er kanska ikki so vanligt Men tað hevur Sanna Jo- hannesen av Skála verið Hon hevur enntá verið í starvinum í 41 ár. Í meinigheitsráðið í 1957 Sanna Johannesen er fødd í Klaksvík í 1930, men giftist út á Skála í 1955 við Poul Eli Johannesen. Í 1957 varð hon vald inn í meinigheits- ráðið við Skála kirkju og hon hevur verið limur í kirkjuráðnum í øll 40 árini. Í røduni, sum Jógvan Fríðriksson, prestur á Gjara- nesi, helt tá hann handaði henni heiðursmerki, segði hann millum annað At eiga eina kirkju í bygdini er eitt stórt væl- sigilsi. At eiga eitt heilagt stað at vitja bæði í gleði og sorg. Hetta rikidømid í orði, dópi og borði - í Harrans nærveru — Líkasum kirkjan í sær sjálvum er eitt vælsignilsi, so er tað ein signing frá Guði, at Skála kirkja allar dagar hevur átt trúfastaar tænarar. Enntá áðrenn kirkj an var bygd, dugnaðu fólk kirkjuni sum trúfastir tæn- arar. Eisini í dag eiga vit nærlagdar krikjutænarar, sum røkja hesa tænastu væl og virðiliga. Kirkjuráðið er virkið og tekur væveru kirkjunnar í álvara. Og tað gleðiliga er, at fólkið í Skála kirkjusókn trúfast gongur gøtuna til kirgkjuna Verið kirkjuverji í 40 ár Sanna hevur sum nevnt ver ið kirkjuverji øll árini síðan hon kom í kirkjuráðið, t.v.s í 40 ár. Kirkjuverjin hevur evstu ábyrgd av vælveru kirkjunnar, at hon verður hildin rein og nýtilig. Hon hevur verið stak dugnalig at fáa gott fólk at hjálpa sær, og Jógvan Fríð- riksson sigur at Sanna hevur verið stak røsk at gagna kirkjuni, kanska mest tå eingin visti av. Kirkjan hev- ur øll árini staðið hennara hjarta nær Tað er mær ein gleði vegna Hennara Hátign Drotning Margrethu at handa tær medaljuna, sum viðurkenning og tøkk fyri trúgva tænastu í meiri enn fjøruu ár, segði Jógvan Fríðriksson, prestur, tá hann handaði Sonnu heiðurs merki Nógv góð hjálparfólk Nú skal tað ikki ljóða sum at Sanna hevur gjørt alt ar- beiði einsamøll, tí hon hev ur dugað væl at fáa gott fólk afturat sær Viðlíkahaldið av Skála kirkju er býtt í bólkar sum arbeiða ein mánað í senn Ikki færri enn 12 bólkar skiftast um at vaska kirkj una og tað er nakað sum hevur gingið fyrimyndar liga væl, sigur Jógvan Fríð- riksson , prestur Hetta kanst tå bara gera, um kirkjufólkið eru góð við kirkjuna, og tað eru skála- fólk so sanniliga, sigur hann at enda Vit ynskja eisini Sonnu tillukku við heiðrinum KOM OG SIGGJ SOLA8TÆNASTA Framsýning av sláimaskinum og oðrum tólum til landbúnaðin gartnarar og komunur Vit sýna fram maskinur og annað frá m.Ø.: e GOLDONI NIBBI e ALFA LAVAL | Husqvarna . PODA hegn | TIELBURGER 8 BOGBALLE J.F. * SERIGSTAD. | AEBI Hjástodd verða starvsfólk Frá: | MBM Sela 8 tænasta - MBM Fóður - NIBBI - ALFA LAVAL - PODA - EMMELEV MØLLE | Mjólkavirkið í Hoyvík | Friggjadagin Leygardagin 30 mai Frå kl. 10.00 - 14 .00 VH" 29 mai Frå kl. 11.00 - 19.00 1 OIONUI C6ZRIE Búnaðardepilin - FO 410 Kollafjørður - TLF 421300