Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-05-28, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. mai 1998síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

AAA Ar Nr. 98 — 28. MAI 1998 tíðindablaðið Sosa Hjørleif Enni hugtók rættiliga åhøyrarnar við sínum sermerkta fráseguhátti Leivur Hansen, borgarstjóri og kona hansara Anna -Maria Hansen, vóru millum inn- bodnu gestirnar, men annars var frumførslan eisini fyri almenninginum at tiltakið eydnaðist so væl. Leiðslan í Leikhúsinum hevði biðið átta fråsøguf6lk siga frá. Áskoðararnir sess- aðust rundan um lítla pallin, har fråsøguf6lkini søgdu frá hendingum, og flættaðu ymiskar søgur inn í frásagn- irnar. Mest hugtakandi var, at hóast frásggufólkini ikki høvdu fingið nakra ávísa uppgávu, ella nakað ávíst tíðarskeið at siga frá, so sótu søgurnar so væl saman, at ikki ein teirra var endurgev- ing av tí, sum varð sagt frammanundan. Wilhelmina Larsen í Dali segði frá náttúrukendum søgum um sínar uppliving- ar, um fuglar og tað at ferð- ast í haganum. Komfýrurin hjá kollfiringinum Sverri Djurhuus segði frá barnadøgunum í Kollafirði, og flættaði inn skemtiligar frásagnir um ymiskt sum kollfiringar hava sagt. Serliga nógv flentu fólk, tá hann segði søguna um tveir kollfiringar, har annar spyr hin, hvat hann hevði gjørt, um konan var honum ótrúgv, og hin svarar, at so hevði hann brotið komfýr- in! Søgan er kend, og hetta ljóðar kanska ikki av so nógvum, men við fråsøgu- háttinum og skemtingar- sama lyndinum hjá Sverra vísti júst munin, nevniliga tað at duga at siga eina SØgu. Tå omman hitti Nikin Poula Olsen á Sandi seg-ði frá ommu síni, sum fór til neyta og hitti Nikin. Henda fråsøgnin var so hugtakandi og livandi fráfarin, at tað fór kalt eftir bakinum. Annar frásýgumaður var Hans David Matras av Kirkju, sum segði frá eini skipsmanning, har báturin kom ófgri. Jukim Olsen segði eisini frá ymsum bát- um í Svínoy. Steingrím Poulsen í Skopun segði eitt nú frá familju í Koltri, sum flutti til Skopunar. Hann greiddi frá, hvat tey gjørdu, o.sfr.. Hans J. Hansen í Fugla- firði hevði, sum tann eina- sti, skrivað eina søgu til hetta tiltakið. Segan um ein fót st Hann segði frá sær sjálvum á ungum árum, tá hann varð biðin at spæla fótbólt. Hetta var framført í réttum »Læ- ars og Annelena< stíli, og var øgeliga skemtiligt. At enda var tað Hjørleif Enni, mæti fråsøgurmadu- rin á Tvøroyri, sum fekk høvi at sessast í fråsøgu- stólin - og hann slapp nær- um ikki av pallinum aftur, so væl sum áskoðararnir skemtaðu sær, av tí sum hann førdi fram. Hansara sermerkti fråsøguhåtttur var nóg mikið til at åskodar- arnar sótu í skellilåtri. Jú, har var lurtað við and- akt, og fólk livdu seg væl inn í søgurnar, sum fangaði beinanvegin. Serliga áhugvert var at hoyra, hvussu ymsu frá- søgufélkini settu søgurnar saman. Felags fyri frásggufólkini var, at tey søgdu fleiri små- sýgur, sum vórðu flættaðu saman til eina heild. Væl hóskandi salur til slik tiltøk Elsa Jóhanna Høgenni sig- ur, at salurin riggadi avbera væl. Enn vantar ljóð- og ljósútgerð, men við hjálp frá góðum fólki høvdu tey riggað ljóðanlegg til. Ljóð- góðskan var so mikið góð, at øll hoyrdu eins og sótu tey undir liduni á frasøgu- fólkunum. Tá framførslan var at enda komin, varð borðreitt við kaffi og pannukgkum fyri gestunum, og frumsýn- ingin endaði við at fólk fóru upp á gólv. Poula Olsen á Sandi segði frá ommu síni sum fór til neyta og hitti Nkin Kári Sverrisson og Wilhelmina Larsen frambera skjaldur Seinni spældi Hans J Hansen harmonikutónleik. Tey í Leikhúsinum siga, at hetta fråsagnarkvøldid var so væleydnað, og sal- urin eisini væl hóskandi til endamálið, at einki ivamål er: Hetta verður endurtikid Country Steak v/ bakaðum epli, kipsi og chillisós Apple Pie Eisini hava vit fjølbroytta a la carte matskrá FH vvvar fel Best Í D UV Western Tlf. 317500 Gisting fyri serpris - ringið og fáið nærri at vita