Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-05-30, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 30. mai 1998síða 2

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Ábyrgdarblaðstjóri: | Blaðfólk: Jan Møller Dagny Joensen, Er Jacobsen Blaðstjóri: IL. Eirikur Lindenskov Sveinur Tréndarson Turið Kjølbro Ljósmyndari: Jens Kristian Vang Ly søla: UNA Haner bp uppseting og prent: Sosialunn Bústaður: 26.A Argjavegur 26, Argjum Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: poste sosialurin.fo Ítrótturin setur dám á summarið Oddagrein Foroya fremsta umboð í altjóða ítrótti — okkara fótbóltslandslið — skal í komandi viku aftur í eldin. Dysturin móti Estlandi í Talinn verður fyrsti týðandi dystur hjá landsliðnum síðani frálíka góða avrikið niðri í Spania 11. oktober í fjør, og møg- uleikarnir fyri einum góðum úrsliti skuldu so avgjørt verið til staðar. Føroyar hava spælt móti Estlandi eina- ferð fyrr. Tað var i Tartu í fjørsummar, og tá vunnu okkara 2-0 á einum skerd- um estlendskum liði. Men foroyska liðið var heldur ikki fullmannað tann dagin, og við forminum, sum okkara fótbóltsúti- setar tykjast vera í í løtuni, skuldu for- treytirnar fyri einum líknandi úrsliti verið til staðar. Hetta summarið verður sum heild nógv merkt av fótbólti. HM-kappingin í Frak- landi byrjar fyrsta dagin, og fleiri av for- oysku liðunum sleppa heldur íkki í summarfrí. Eitt nú skulu bæði høvuds- staðarliðini spæla altjóða dyst á ólav- seku, og tað verður helst fyrstu ferð, at besta liðið hjá hvorki HB ella B36 verð- ur at síggja í Gundadali undir tjóðarhá- tíð okkara. Vit á Sosialinum fara sum vant at gera okkara ítarsta til eftir forimuni at fylgja við fótbóltinum, sum er tann ítróttar- greinin, sum hevur so nógv tann storsta áhugan millum manna. Men tað merkir tó ikki, at aðrar ítróttargreinar verða við sviðusoð. Kappróðurin, sum hóast alt fótbóltsprátið framvegis er okkara tjóð- arítróttur, fær eisini sina umroðu, og fyrsti FM-róðurin verður longu um eina viku á Norðoyastevnu í Klaksvík. Kapp- ingin hjá 10-mannaførum, sum hevur størsta áhugan millum fólk, sær ut til at gerast spennandi í ár, og Sosialurin fer eisini at fylgja við teimum eins og ellum hinum bátsmanningunum. Hóast Sosialurin sum oftast ger vart við seg sum >blaðið við tí foroyska ítrótti- num«, ætla vit okkum eisini at fylgja við HM-kappingini, sum byrjar mikudagin 10. juni. Heimsmeistarakappingin í fót- Þótti er saman við olympisku leikunum heimsins storsta ítróttarkapping, og eis- ini i Føroyum fara fólk ivaleyst at síta nógv frammanfyr; skiggjunum tann mánaðin, kappingin stendur á. Annars vóna vit eisini, at lesararnir kunnu gera sítt til at gera ítróttin í Sosi- alinum so åhugaverdan sum gjørligt. Um tit vita okkurt spennandi ella åhuga- vert, gevið so okkum eitt prei, og eftir hvat tíð og pláss loyvir tí, kanna vit mál- ið nærri. Sastaleni YE Kosin er sett moti republikkini Vit eru í veruleikanum stødd i miðdeplinum av eini politiskari ódn, sum grundleggjandi kemur at broyta okkara land. Tjóðskaparlig eind er neyðug, skrivar Jóanes Nielsen rithóvundi Vit skuldu uppliva eitt meir og minni smildrað føroyskt samfelag, við met stórari fólkafráflyting, og við ein- um skelkandi høgum ar- beiðsloysi, áðrenn tjóðskap- arspurningurin — umsidur kom å dagsskrånna, og fekk tað plássið i føroyskum pol- itikki, sum hann hevur uppi- borðið 9. maí gjørdist ein strál- andi dagur. Aðrenn man veruliga grunaði tað, so var kósin móti republikkini sett Men tað var ikki flotti ret- orikkurin hjá ættarliðinum frá 1946, ið setti gongd á Heldur ikki tað næsta og litleysa ættarliðið av tjóð- veldisfólki, umboðað av Finnboga Ísaksyni og Sign- ari av Brúnni, hevur týdning í hesum sambandinum. Ella fyri so vítt heldur ikki kommunistarnir, sum sam- an við D. P. Danielsen royndu at sameina sosial- ismu og tjóðskap. Tey, ið fingu tj6dskapar- spurningin á dagsskránna, vóru í stóran mun ung, væl- útbúgvin fólk við ódálkað- um hondum. Aftanfyri seg høvdu tey kreppuna, eitt konkret stórmál, ið meiri og minni nam allar føroyingar Tey kundu vísa á, at ríkis- felagsskapurin ikki var nøk- ur trygd fyri landaskilið, at ríkisfelagsskapurin tvørtur- ímóti drenaði úr okkara blédkørum eginleikan at handla og at skapa søgu, og gjørdi okkum til émyndugar eygleidarar. Og eitt aftrat. Hesi fólkini evnadu at hugsa tvørturum flokspol- itisku mørkini, ein eginleiki sum aðrastaðni í heiminum verður brúktur sum eitt mál fyri demokratiskum hug- burði. Og nettup av teirri orsøk megnaðu tey at geva tí tjóðskaparliga .åkinum eina toliliga trygga kós. Men tá floksmørkini vera strikad, er sjálvandi vandi fyri, at man missur burtur síni egnu politisku eyð- kenni. Ella uppaftur verri; at tað bráttliga stendur ein- um greitt, at man í veruleik- anum ikki eigur nakað ser- eyðkenni, ið er vert at verja At javnaðarflokkurin ikki kom við uppí ta nýggju landsstýrissamgonguna, var harmuligt og er samstundis illgrunavert. Ikki tí at tann flokkurin hugsjónarliga er serliga áhugaverður. Nettup fráveran av hugsjón, er eitt høvudseydkenni floksins Men við javnaðarflokkinum afturat úti í landsstýrinum, so hevði manngarðurin ver- ið sterkari um hetta týdn- ingarmikla politiska stig, sum kósin móti republikkini er Men eitt, sum man ofta hevur undrað seg yvir, er, hví tann parturin av før- oyska vinstravonginum, sum í dag er slúsaður inn í javnaðarflokkin, var so merkiliga kaldur mótvegis føroyska tjóðskaparspurn- inginum í 70'årunum 80- "árunum. Tað bleiv grátið fyri sámum, inuittum, írum og baskarum, fyri ikki at tosa um tey trælkaðu lond- ini, ið lógu uppaftur longri burturi. Men fyri ti rørslu, sum í Føroyum hevði út ímóti sama politiska setning sum eitt nú Sinn Fein, har var bara vanvirðing til yvurs. Tj6dskaparspurningurin bleiv demoniseraður, varð gjørdur til eitt slag av svørt- um sabbat, sum ivasamir tjóðveldismenn dyrkaðu, tå ræsaroykurin um heysti deymaði út millum hjalls- rimarnar Vinstravongurin frásegði sær ta tjóðskaparligu åbyrgd, sum ein eigur at kunna krevja av upplystum fólki. Ja, uppaftur verri, tey gjørdu tað sama sum javn- aðarflokkurin altíð hevur gjørt, lat borgaraskapinum tjóðskaparspurningin at um- sita. Og í praksis hevur tað merkt, at tjóðskaparspurn- ingurin korrumperaðist. Men nú Føroyar eru á veg inn í eitt oljuævintýr, tevjar yvirstættin roykin av gulli. M.a. av teirri orsøk er fólka- flokkurin við í hesi søguligu landsstýrissamgongu. Vit eru í veruleikanum stødd í miðdeplinum av eini politiskari ódn, sum grund- leggjandi kemur at broyta okkara land. Tjóðskaparlig eind er neyðug. Bæði ti okkara land er so illa farið, og vit ikki hava ráð at brúka tíðina til at klóra eyguni úr hverjum ødrum. Men eisini orsakað av forfeingiligheit. Tað er ótolandi at vit í eyg- unum á dønum og øðrum norðbúgvum, eru blivin eitt fólkaferð, sum tað í stóran mun verður flent at. Høv- uðsrákið í dag er tjóðskap- urin, tað vil siga, at gamla stríðsmálið í føroyskum politikki, samband mótveg- is loysing, er á veg í søguna Umsíður fær stríðið mill- um høgra og vinstra, eitt veruligt innihald. At sita uppafturá og bíða, til henda samgongan skrædnar, tað haldi eg vera eina vesaliga stóðu, ið er typisk fyri fólk ið hava funnið seg til sættis í hjálanda støduni. Vit mugu hugsa um, at høgravongurin fær akkurát ta makt sum vit sjálvi eru sinnað at lata honum. Jóanes Nielsen Wich's Værste Var Vores I forbindelse med helside-artiklen í Week End-avisen for ca. en máneds tid siden, hvor Ulrik Høj gir en hånds- rækning til Ole Wich, for at komme til bunds i, hvorfor det er et helvede som dansker at bo på Færøerne, vil jeg komme med et lille suk. For ca. 16 år siden kom der en beskeden, velopdragen ung mand her til byen. Ved at slå sig ned under skørter- ne hos direktøren for det Færøiske Kulturhistoriske Museum, lå vejen klar og sikker. Medvirkende til en masse udstillinger — sepa- rat og fælles med andre, illustrationer av bøger, foto- | arbejde til en lang række af udgivelser af nye færøiske frimærker ect. etc. I det hele taget en hjertelig modtag- else og accept. Knægten satte sig som mål at erobre øerne, og ved Gud om det ikke lykkedes! Men så efter at have nydt gæstfriheden i disse 16 år, rejser man sig fra bordet og siger tak for mad på denne facon. Det er nu ikke nogen nyopdagelse, denne speci- elle form for dansk bord- skik — vi kan jo tænke på Phil og Søn, Hoffman og Sønner, Kampsax, Højgård og Schultz og ikke mindst A. P. Møller og Mærsk det nu ligger på lur efter oljen. Havde vi så også fundet frem til alle de entreprenør firmaer der gik »Fallit« på øerne i 70 erne og 80 erne, havde vi sandelig fået en rigtig Mega-julehistorie, som Hr. Høy efterlyser så alvorligt for at få en »kri- tisk vurdering af en dansk- ers liv på Færøerne«. Derfor en speciel hilsen til beboerne i Støvring om- egn, som nu midlertidigt skal være hans Proteger, om at være overordentligt hen- synsfulde med Hr. Wich's rede, for herhjemme har vi et mundheld der siger: »Det er en dårlig fugl, der skider i sin egen rede« Hr. Wich's rede står så foreløbigt ved Støvring kanterne, og Gud må vide hvad det så må give af sig! Fik desværre ikke sagt Hr. Wich farvel da han flygtede fra disse djævleøer og fra sit 16 år lange ned- værdigende tugthusophold. Samtidigt med at Støvring- knægten nu sidder og tæller gysser fra sin tid som Con- quistador, så sidder jeg og hygg er mig de mørke vinteraftener og kigger i min conto-opgørelse fra Den Danske Bank. Til De Herrer Wich og Høy. Paasken er jo fore- stående og ville det da være hyggeligt om der trods alt lå et par Søpapagøye- eller Lomvieæg i Wich's lille lune rede — de ruller nemli skide godt, også i mod- bakke!!! Venligst, Tórshavn 4.3.98 Michael Miiller, Landavegur 27, FR 100 Tórshavn i | |