leygardagur 30. mai 1998síða 13
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
A 7
Nr. 100 — 30. MAI 1998
tidindablad
Rosa Navarro úr Peru:
Mær dåmar grind, men ikki grindadråp
Eitt tað fyrsta upplivilsid hjá 18 ára gomlu Rosu Navarro úr Peru, sum hevur verið umskiftis-
næmingur í Føroyum í eitt år, var at síggja grindadråp í Sandágerði, og saman við Ólavsgkuni í
fjør og stórkavanum fyrr í ár, eru hesi størstu upplivilsini, hon hevur havt á ferðini.
TURIÐKJOLBRO
Tað byrjaði við eini jólaheilsan. Sonny
Vilhelmssen í Hoyvík hoyrdi eina jóla-
heilsan í útvarpinum frá einum umskjftis-
næmingi, sum hevði verið í Føroyum í eitt
ár, og hon helt, at tað ljóðaði so spennandi
og hjartanemandi, at hon saman við mann-
inum Jóhan vildu royna at átaka sær at hava
ein umskiftisnæming í eitt ár. Fyrst vildu
tey hava ein drong, men døtur teirra, 14
ára gamla Katja og 9 ára gamla Barbara,
mutaðu ímóti: tær vildu heldur hava eina
stórasystir, og soleiðis kom tann tá 17 ára
gamla Rosa Navarro úr Lima í Peru at
búgva hjá húskinum Vilhelmsen í eitt ár
Rosa Navarro hevur nú verið í Føroyum
í 10 mánaðir, og tað er við sorgblídni hon
skal siga farvæl við familjuna, hon hevur
búð hjá hesa tíðina, vinirnar, men ikki minst
drongin hon hevur funnið sær. Fråstødan
er stór millum Hoyvír og Lima í Peru, og
bæði Rosa og húskið Millum Gilja I í
Hoyvík vita við sær sjálvum, at tað verður
ikki í bræði, at tey hittast aftur.
Hinvegin hevur fråstødan ikki tókst so
stór til dagligt, meðan Rosa hevur verið í
Føroyum. Hon hevur havt samband við
foreldrini næstan hvønn dag — á internetin-
um, og tí hevur henni ikki longst so illa
heim.
— Eg sakni vinkonurnar hjá mær, serliga
ta einu, men tað er ov dýrt at ringja, so vit
skriva saman, sigur Rosa, sum hevur lært
seg at tosa føroyskt. Sjálv heldur hon, at
tað hevur gingið seint at læra málið, — í
fyrstuni tordi hon illa at tosa, tí hon var
bangin fyri, hvat fólk fóru at siga. Hon skilir
alt sum verður sagt og hevur ikki havt
trupulleikar av at fylgja við í skúlanum.
Hvat ætlar tú at brúka tað fóroyska til?
— At tosa í telefon við Sonny, svarar hon
flennandi.
Skúlin
Rosa Navarro gongur í 1. g á málsligu deild
í studentaskúlanum í Hoydglum, og hóast
henni ikki nýtist at fara til provtøku, hevur
hon valt at fara upp í støddfrødi og enskum.
— Skúlin og skúlaskipanin í Føroyum eru
rættiliga nógv gðrvísi enn í Peru. Eg havi
gingið í einum katólskum gentuskúla í
Lima.
— Eg eri ógvuliga hugtikin av nógvum í
Føroyum, sum vit ikki hava í Peru. Til
dømis kostar tað einki at ganga í skúla í
Føroyum. I Peru eru næstan allir skúlar
privatir og skúlagongdin kostar nógv.
Familjan hjá mær hevur ráð og tí kann eg
lesa víðari, men eg kenni nógv, sum ikki
hava møguleika at fara í skúla hóast tey
hava hug og evnir. Tí kundi eg sjálvandi
hugsað mær, at skúlin var ókeypis í Peru.
— Eg haldi ikki, at ungfólk er ødrvisi í
Peru enn tey eru í Føroyum. Vit eru saman
uppá sama máta, tosa um somu ting, lurta
eftir sama tónleiki, men í Peru eru fleiri
stød og tultøk hjá ungfólki at fara til og tí
kunnu vit gera meir har. Í Peru ber til at
ferðast langar leiðir fyri lítið og lætt, meðan
tað kostar nógv at ferðast í Føroyum og úr
Føroyum til útlandið
— Klæðini eru kortini eitt sindur ødrvisi,
og eg haldi, at føroyingar fylgja betri við
nýggjasta mótanum enn tey gera í Peru.
Har ganga vit fyri tað mesta í kowboy buks-
um og t-shirt, brúka ikki nógv smyrsl og
Rosa Navarro
hava langt hár. Her eru klæðini mótaklæði,
ungfólk smyrja seg nógv og tey flestu hava
stuttklipt hár, sigur Rosa Navarro.
— At fara í ball í Føroyum er heilt ødrvisi.
Her dansa øll saman, ofta genta og genta. Í
Peru er nógv meiri rørsla og rútma í dansin-
um, og tá ið tú fert í dans, dansar tú næstan
alla tíðina og gentur dansa bara við dreingj-
um, sigur Rosa.
Maturin
Rosa hevur altíð verið skóti, og meðan hon
hevur verið í Føroyum hevur hon verið
KFUK-skóti. Tey hava verið á fleiri legum
og tað hevur dámt Rosu sera væl. Av øðrum
fritidaritrivum hevur Rosa gingið í Fragd
og Fima. Og tað hevur havt sítt ávísa enda
mål.
— A jólum hevdi eg tikid 10 kilo uppá, so
eg mátti gera okkurt fyri at tapa meg. Føroy
ingar eta ødrvisi mat enn vit, men mær
dámar næstan alt eg havi fingið, uttan spik,
skerpikjøt og rullupylsu. Ostin dámar mær
øgiliga væl, sigur Rosa.
Peruanarar eta ikki so nógv epli, men
heldur rís, sås er púra fremmant. Høsn-
arungi, fiskur, frukt og grønmeti er gerandi
smatur hjá teimum.
Upprunin
Rosa er fødd og uppvaksin í høvudsstad-
num Lima i Peru. I Lima búgva 7 mill
fólk og har er gott at búgva, sigur hon,
hóast kriminaliteturin og stættarmunurin er
stórur. Flestu peruanarar eru katolikkar, tey
tosa spanskt, og tey flestu eru rættiliga stinn
í enskum.
Tann gamla inkamentanin, sum indiánar-
arnir í Kolumbia, Ekvador, Kili, Bolivia
og Peru vóru felags um, er framvegis partur
av peruanska samleikanum. Mentanin
broyttist nógv, tá ið spaniólar komu til
Suðuramerika, men nøkur eyðkenni frá
inkamentanini eru eftir. Cuzco, ið var
høvudsstadur í inkaríkinum, fær vitjan av
nógvum ferðafólkum, sum koma at hyggja
at støduligum stóðum og dýrgripum. I
Cuzco liva nógv framvegis sum indiánarar
livdu í gomlum døgum, men fáir uppruna
indiånarar eru eftir og tí er mentanin broytt
nógv. Flestu upprunaindiánararnir búgva i
Amazonas. Tey eru ógvuliga primitiv í
merkingini, at tey duga ikki at lesa, ganga
ikki í klæðum og liva annars ósiviliserað,
sigur Rosa Navarro
Rosa kemur frå eini midalklassafamilju,
pápin er myndamaður og mamman hevur
tveir blómuhandlar. Beiggin, sum er 20 ára
gamal, lesur búskap á lærdum háskúla
— Størsta umskiftið hevur verið veðrið
Tá ið tað er kaldast í Peru eru 15-20 hita
stig og tá ið tað er heitast eru um 35 hitastig
Her er ógvuliga kalt, men eg havi vant meg
við føroyska veðrið nú. Tá ið eg komi heim
aftur til Peru er vetur, so eg fari so spakuliga
at venja meg við hitan aftur, sigur Rosa
Navarro
Gamal dreymur
Fimm umskiftisstudentar úr Italia, Brasilia
Kolumbia, Thailandi og Peru eru hetta
skúlaárið í Føroyum, og stórur áhugi er úti
um landið at hoyra tey siga frá. Rosa hevur
verið á fleiri skúlum og sagt frá heir
landinum og øðrum í sambandi við tíðin:
her í Føroyum
Eg havi altíð droymt um at gerast un
skiftisnæmingur. Pápi mín var í síni tíð
umskiftisstudentur í USA, og beiggi min
fyri nøkrum årum sidani. Ti havi eg sidani
eg var 9 åra gomul droymt um at sleppa til
eitt fremmant land. Eg valdi Danmark, men
eina viku áðrenn eg skuldi avstad fekk eg
at vita, at eg skuldi til Føroyar. Eg visti
einki um Føroyar, so eg ringdi til ein drong
úr Meksiko, sum var í Føroyum síðsta år
sum umskiftisstudentur og hann fortaldi
mær eitt sindur um Føroyar. Eg kom til
Føroyar å Olavsøku, so eg fekk eitt gott
fyrsta inntrykk
Heimkomin til Peru fer Rosa undir vidari
lestur. Hon ætlar at lesa til løgfrøding og
ådrenn hon kom higar var hon til roynd
fyri at tryggja sær upptøku å lærdum hå-
skúla. Tvey tey fyrstu árini á lærda háskúl-
anum verða eitt slag av fyrireiking til víðari
lesnað
Heimleiðin
Heimferðin byrjar um tríggjar vikur, tá ið
Rosa og hinir umskiftisstudentarnir fara til
Danmarkar, har tey skulu vera í eina viku
áðrenn endaliga ferðin heim byrjar. Men
henni nýtist ikki at hugsa so nógv um tað
tí nógv stendur á skránni fyri tíðina, ið eftir
er. Mánamorgunin fara hon og hinir um-
skiftisstudentarnir i Føroyum eina snarferð
til Shetlands, og næsta vikuskiftid fer Rosa
saman við familjuni til Klaksvíkar á Norð
oyastevnu. Rosa er bæði spent og kedd av
at fara, tí hon veit ikki, nær hon sær familj
una, vinirnar og ikki minst drongin, hon
hevur funnið sær, aftur
Eg veit ikki, nær eg komi aftur henda
vegin, men eg komi heilt vist aftur og eg
hopi eisini, at tey koma at vitja meg
Størstu upplivingarnar í Føroyum? Eg
sá eitt grindadråp í Sandágerði, beint sum
eg var komin til Føroya, og í I
skelkad. Ikki tí eg eri ímóti grin
men eg havi ongantíð sæð slíkt o
blóð flótað. Men mær dámar væ
grind. Eg kom til Føroya á Ok
tað var ógvuliga stutt!
t
tað. Nýggjárið við øllum fýrverkinum var
eisini eitt stórt upplivilsi og so stórkar
mars, tá ið vit ikki sluppu út fyri einar d
fyri kava. Eg havi upplivad kava fyrr
TI
eg havi ongantid sæd so nogvan kava s
lå i mars og april, sigur Rosa Navarr
g af í
enda í viðtali
Mynd: Álvur Haraldsen