mikudagur 3. juni 1998síða 2
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
rblaðstjóri: Blaðfólk:
| Jan Møller Dagny Joensen,
i Akt Bertholdsen,
Blaðstjóri: Emil L. Jacobsen
L t: „sosialurin.fo Eirikur Lindenskov IO gen
Ljósmyndari:
Jens Kristian Vang
Lysingar og søla:
Jonhard Hammer
Utgevari, uppseting og prent:
Sosialunn
Bústaður:
Argjavegur 26, Argjum
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail:
post sosialurin.fo
Upplýsingin
og skeinkiloyvini
Oddagrein
TAÐ ERU Í summar liðin seks ár síðani, at
vit í Føroyum fingu nýggja rúsdrekkalóg,
sum bæði gav loyvi til solu av rúsdrekka í
Feroyum og loyvi hjá matstovum og øl-
klubbum at skeinkja sterkt.
Feroyingar hava ikki altíð verið samdir í
hesum máli. Summi meina, at rúsdrekka
fullkomiliga skal verða givið frítt, onnur
mæla til varsemi, meðan uppaftur onnur
vildu varðveita nøkulunda ta skipanina, sum
var.
KORTINI KUNNU vit í dag staðfesta, at nú
vendst ikki aftur - rusdrekkasøla í Føroyum
er komin fyri at vera. Broytingar í rúsdrekk-
alógini í framtíðini fara helst at snúgva seg
um skeinkiloyvini. Skipanin við rúsdrekka-
seluni virkar sum væntað, og verður kravið
um fría rusdrekkaslølu valla at styrkjast fyri-
DIIS
UNDANFARNA landsstyri var tað Ivan
Johannesen, landsstýrismaður í vinnumál-
um, sum umsat skeinkiloyvini, og var tað tí
hann, sum kundi gera av, um fleiri loyvi
skulu gevast, ella ikki. ivan Johannesen
tyktist vera trekur, og var tí ikki eitt einasta
nýtt skeinkiloyvi givið
TORSHAVNAR Kommuna hevur fleiri ferðir
vist a sina ónogd við, at fleiri skeinkiloyvi
ikki verða latin í býnum. Tað vísir seg, at
matstovur illa klára seg í kappingini, fáa tær
ikki skeinkiloyvi, og sigur kommunan, at
skipanin við skeinkiloyvum avlagar kapping-
ina
TAÐ VERÐUR TI spennandi at frætta, hvat
nygg! landsstýrismaðurin í vinnumålum,
Finnbogi Arge, fer at gera: Fer hann at
geva matstovum og náttklubbum frítt spæl,
og siga sum Tórshavnar Kommuna, at øll,
ið uppfylla treytirnar, fáa skeinkiloyvi?
ALT SKAL SJÁLVANDI gerast við máta - og
ikki minst við skili. Vit vita væl, at Rús-
drekka- og Narkotikarådid hevur mælt ti
ikki at lata fleiri skeinkiloyvi í Tórshavnar
kommunu. Men samstundis vita vit, at fólk
fara ikki at drekka minni bara við at nokta
fleiri skeinkiloyvi
VIT KUNNU STAÐFESTA, at drykkju-
mynstrið í Føroyum er broytt seinastu seks
árini: Fólk eru farin at drekka eðrvísi, og er
tað meira vanligt í dag at tú í einum for-
oyskum heimi fært vín aftur við matinum.
Samstundis eru fólk farin at drekka minni av
tí sterka slagnum.
MEN EIN VANSI er, at tú í dag sært fleiri
full fólk á gøtuni vanligar yrkadagar, enn tú
gjørdi fyrr. Hetta kundi so bent á, at tað ikki
verður gjørt nóg nógv við upplýsingina, sum
í kjakinum um rúsdrekkalógina í 1992 var
sera nógv frammi
Okkara tilmæli til landsstýrismannin er, at
hann skal hyggja upp á skipanina við
skeinkiloyvum - lata fleiri loyvi, um tað kann
gerast við skili - og ikki minst skal hann
leggja nógv størri dent á upplýsingararbeið-
ið, enn gjørt er higartil
Fróðskaparsetur Fóroya:
Summarskeið í føroyskum
26 lesandi úr hinum norðurlondunum
eru í lótuni á skeiði í fóroyskum máli
og bókmentum á Fóroyamálsdeildini
TURIÐ KJøLBRO
Í hesum døgum er skeið á
Føroyamålsdeildini á Fróð-
skaparsetri Føroya í før-
oyskum máli og bókment-
um fyri studentar úr hinum
norðurlondunum. Tilsam-
ans eru 26 studentar á skeið-
inum
Frálæran í máli fer fram í
tveimum bólkum, — ein
bólkur er fyri byrjarar, og
ein fyri lesandi, ið hava
kunnleika til feéroyskt
frammanundan. Målsligi
parturin umfatar mållæru,
gjøgnumgongd av tekstum
og royndir.
I bókmentaliga partinum
verður eitt úrval av tekstum
eftir nýtímans føroyskar
høvundar lisið — frá Will-
sami Heinesen til í dag. Um-
framt verður undirvíst í
kvæðum og dansi.
Fyrilestrar eru eisini um
føroyska náttúru, søgu og
samfelagslív.
Lærarar á norðurlendska
skeiðnum eru Anfinnur Jo-
hansen, mag. art., Eivind
Weyhe, mag. art., Hans
Pauli Strøm, samfelagsfrød-
ingur, Hjalmar Petersen,
mag. art., Jikup Thorsteins-
son, dr. phil., Lena Reinert,
stud. mag., Lis Mortensen,
nåttårufrødingur, Malan
Marnersdóttir, ph.d., og
Turið Sigurðardóttir, mag.
art. og skeiðleiðari.
Tey luttakandi á skeiði-
num fáa eisini høvi at vitja
á fornminnissøvnum, og út-
ferðir verða gjørdar til søg-
ulig og nåttåruvøkur stød.
Norðurlandaráðið hevur
tikið stig til skeiðið og fíggj-
ar tað. Tað verður hildið
annað hvert ár og hetta er
níggjunda skeiðið. Skeiðið
byrjaði 27. maí og endar 19.
juni við roynd.
Skrivar á næstan
alt pappír.
Flottir litir.
Lættur at brúka.
Harðdiskur
N. Finsensgeta 21
Tel. 32 05 05
"1.695;
e- mail: mega&post.olivant.fo