mikudagur 3. juni 1998síða 7
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 101 — 3. JUNI 1998
tíðindablaðið
R. rs
Jóan H.S.Samuelsen, settur almannastjóri:
Jattanin eigur at
fylgja loggåvuni
— Lappaloysnir verða alt ov ofta nýttar, fyri at loysa trupulleikar í almanna-
verkinum, men nú noyðast politikararnir at taka stóðu til, hvat samfelagið
skal bjóða teimum, sum koma undir forsorgarlógina, sigur almannastjørin
DAGNY JOENSEN
JENS KR. VANG
Starvsfólkini á Almanna-
stovuni sita ikki uppá stás
um dagarnar. Tað er staðfest
í seinastuni, tá neyðugt var
at lata forsorgardeildina aft-
ur, fyri at geva starvsfólk-
unum møguleika at arbeiða
tær stóru rúgvurnar undan
av málum, sum bert hava
bíðað eftir at vera avgreidd.
Tað kann Jóan H. Svabo
Samuelsen, settur stjóri á
Almannastovuni prógva.
Almannastjórin sigur um
stóra arbeiðstrýstið á stovn-
inum í seinastuni kom av,
at at ein kunngerð varð sett
í gildi, sum sigur, at arbeiðs-
leys skulu hava tørvsveiting
ístaðin fyri trongdarveiting,
sum tey fingu áður.
— Henda umlegging krev-
ur, at fleiri 100 mál skulu
kannast og umroknast av
nýggjum. Tað er orsgkin til
stóra arbeiðstrýstið í seina-
stuni, sum nú er um at verða
liðugt.
Langsiktaða trupulleikin á
Almannastovuni er íkki
loystur við hesum. Her mu-
gu politikararnir taka sam-
anum fyri at fáa arbeiðs-
viður skiftini í rættlag.
Hann vísir á, at um starvs-
fólkini ikki tóku sína upp-
gávu í djúpasta álvara, vóru
tey bara farin heim eftir lok-
na arbeiðstíð, og sagt sum
so: »So langt rakk eg í dag.
Meira kann eg ikki gera, tí
nú er arbeiðsdagurin liðug-
ur<. Tað gera tey bara ikki,
men nýta tíð og orku langt
út yvir vanligan arbeiðsdag,
fyri at nøkta ein part av tí
tørvi sum er mest átrokandi.
— Starvsfólkini hava við
kreppurakt fólk at gera. Tað
er ikki ein søluvøra, har tú,
tá dagurin er liðugur, kann
gera úrslitið upp, eins og í
ødrum tænastufyritøkum,
sigur Jóan H. S Samuelsen.
an og játtanin
— Hvussu ber tað til, at
starvsfókini her gera ein
vørr av og á. So verður eitt
ella tvey fólk sett aftrat, og
so hoyrist ikki meir frå Al-
mannasovuni, til starvsfólk-
ini aftur gera vart yð seg?
— At slíkar ósemjur koma,
hevur fyri sovitt einki vid
veruligu trupulleikarnar å
Almannastovuni at gera.
Meira åhugavert er, at hetta
eru afturvendandi trupul-
leikar, sigur almannastjórin.
— Tað sigur mær so mikið,
at grundleggjandi trupul-
leikin á forsorgardeildini
ongantíð er loystur - nevni-
liga, at játtanin ikki fylgir
lóggávuni.
Almannastjórin grundar
síni sjónarmið við at siga,
at høvudsy virskriftin í hans-
ara verð er, at jåttanin skal
fylgja lóggávuni. Tað er
hetta, sum politikararnir
mugu taka støðu til, men
sum teir ongantíð hava
gjørt.
Sosiala arbeiðið
— Høvudsuppgåvan i øllum
sosialum arbeiði er at
politikarnir gera av, hvussu
arbeiðið skal skipast.
— Her tosa vit um forsorg-
arlógina, sum hevur nógvar
og góðar ætlanir innan øll
øki í sær, harav peningaligu
veitingarnar er minst part-
urin. Høvudmålid er, at vit
hava fingið part av fólki-
num, sum vegna sjúku ella
ødrum orsøkum, eru komin
undir forsorgina, og sum
hava brúk fyri hjálp.
— Uppgávan er at fáa hesi
fólkini út í >vanliga< lívið
aftur. Tað er so lætt at siga,
at nú gera vit eitt, fyri síðani
at fara til næsta punkt á
skránni, men so er ikki altíð
hjá okkum, sigur almanna-
stjórin.
Tað eru so nógvir sosi-
alir trupulleikar sum gera
seg galdandi, og sum starvs-
fólkini prioritera ógvuliga
høgt at loysa á besta hátt
fyri tann einstaka.
Lappaloysnir
— Er trupulleikin íkki eisini,
at politikararnir prioritera
sosialmál lægst?
— Tað er av tí at vit ofta
brúka lappaloysnir, men nú
mugu politikararnir gera av,
hvat samfelagið skal bjóða
teimum, sum koma undir
forsorgarlógina.
— Í hesi avgerð liggur
størsti parturin av sosial-
politiika arbeidi okkara, ti
forsorgargkið er nógv tað
størsta her á landi, sigur Jó-
an H. S.Samuelsen.
Tað sum ørkymlar er, at
játtanin ikki fylgir lóggáv-
uni, og tí fáa starvsfókini
ikki arbeitt, eftir tí sum lóg-
in ásetur. Tað, at geva fólki
veitingar, loysir einki mál,
heldur almannastjórin.
Nógvar, góðar ætlanir
— Um lóggávan skal fylgja
játtanini, skulu politik-
ararnir siga, hvat skal vera
undir forsorgini og ikki. Um
neyðugt mugu partar takast
úr aftur lógini, sigur Jóan
H.S.Samuelsen.
— Ikki tí, nógvar og góðar
hugsjónir eru í forsorgarlóg-
ini. Tað bøtir ikki um hjá
nøkrum, um vit ikki fáa um-
sitid hana, og so verður ar-
beitt til fánýtis.
Tilboðini í samfelagnum
eru ikki so nógv, at enda-
málið við ætlanunum í lóg-
ini kunnu ngktast. Eitt nú
er ongin íbúðarpolitikkur,
einki skipað arbeiðið fyri
teimum, sum ikki eru tek á
arbeiðsmarknaðinum, men
sum kortini hava brúk at
arbeiða parttíð, o.sfr.
Politikararnir mugu gera
upp við seg sjálvar, hvat
skal gerast, ella smíða
lógirnar eftir teimum játtan-
um, sum teir áseta á figgj-
arlógini
Tað er hetta sum leiðslan
á Almannastovuni bíðar eft-
ir. Tey skulu umsita lógina,
og vilja gera arbeiðið til lít-
ar
Fáa vit ikki pening sam
bært ætlaninar í forsorgar-
lógini, koma trupulleikarnar
aftur. Tað er hent áður, tað
hendi aftur herfyri, og fer
at henda aftur seinni, um vit
kk: taka avleiðingarnar av
hesum, sigur Jóan H. S
Samuelsen
Jóan H. Svabo Samuelsen
almannastjóri: — For-
sorgarlógin hevur nógvar
og góðar ætlaninar innan
øll øki í sær, harav pen-
ingaligu veitingarnar er
minsti parturin.
Høvudsmålid er at hjálpa
teimum,sum vegna sjúku
ella av øðrum orsøkum
eru komin undir
forsorgarlógina
Afturvendandi
trupulleiki
Almannastjórin heldur. at
hendingarnar herfyri, tá for
sorgardeildin noyddist at
lata aftur fyri at fáa arbeiðs
frið, er hóskandi høvi at við
gera torsorgarlógina. Ney
ugt er at fara undir politiskt
kjak, um hvussu f 9
lógin ska nda
eft } Ø T H
I leika I!
halda, og hvør kul
{ fur k
ndir førsørg g
Ein arbeiðsbólkur er
r at gera nyggia for
g ir lannastiorin er
mað rbeiðsbólkiu
sum manna e heil
Kunningarskriv til
allar pensjonistar
Tá pensjonistur fær pen-
sjón fyrstu ferð, kannar
Almannastovan altíð
inntøku- og ognarviður-
skiftini. Síðani verða øll
mál kannað hvert ár við-
víkjandi broytingum í
vanligastu inntøkunum;
men við skipanini hig-
artil, og skrásetingunum
á Toll og Skatt, bar ikki
til at dagføra millum
annað ognarupplýsing-
arnar.
A vári 1999 leggur Al-
mannastovan um til heilt
nýggja, framkomna
telduskipan, ið kann
tryggja at inntøku- og
ognarupplýsingarnir alt-
íð eru rættir, soleiðis
sum teir eru skrásettir
hjá Toll og Skatt. Sum
ein fyrireiking til hesa
umlegging, tekur pen-
sjónsdeildin nú eitt ódn-
artak fyri at tryggja at
upplysingarnir, = sum
verða lagdir inn í nýggju
skipanini, eru rættir.
Hjá øllum pensjonist-
um sum fáa pensjónina
á konto í peningastovni
ella á girokonto (tvs.
3959 pensjonistar)
skrivar Almannastovan á
kontoavritið, sum fólk
fáa nú tann 28.05.98,
hvørjum inntøkum (her-
undir rentuinntøku) pen-
sjónin er roknað eftir.
Tey sum fáa pensjón-
ina við postávísing (tvs.
4144 pensjonistar) fáa
hesar upplýsingar seinni.
Øll tey, sum halda
upplýsingarnar á konto-
avritinum vera skeivar,
skulu sambært
pensjónslógunum boða
Almannastovuni frá,
bæði um tað sum
stendur á er ov nógv ella
ov lítið
Umráðandi er at
skriva til Almanna-
stovuna um hetta, tí
pensjónsdeildin er ikki
mannað til at taka móti
telefonboðum frá fleiri
túsund fólkum
Almannastovan fer
beinanvegin at rætta
upplýsingarnar; men av
tí at talan er um so nógv
mál, verður hetta at taka
heilt langa tíð - vónandi
er tað mesta tó avgreitt
um ársskiftið.
Viðhvert verður neyð-
ugt at spyrja pensjonist-
arnar afturumaftur eftir
nærri upplýsingum,
men sum oftast verður
Almannastovan sjálvt at
fáa sær neyðugu upplýs-
ingarnar frá Toll- og
Skattastovuni
Sum kunnugt fáa pen-
sjonistar nú uttan um-
sókn stuðul til allan
læknafyriskipaðan heili-
våg, soleiðis at tey - alt
eftir inntøkv - ongantíð
koma at gjalda meira
enn ávíkavist 200, 400
ella 600 krónur um árs-
fjórðingin fyri heilivág
A kontoavritinum verð-
ur nu eisini sagt frå, hvat
egingjaldid hjå pesjon-
istinum er.