mikudagur 3. juni 1998síða 6
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Partabrøv
i P/F Miðalberg
til sølu
Um hóskandi boð fæst, verða partabrøv,
áljóðandi kr. 300.000,00 í P/F Miðalberg,
Vági við hesum lýst til sølu.
Partabrevini kunnu verða seld samlað
ella hver sær.
Boð til lægri kurs enn 177 hava ongan
áhuga.
Áhugað kunnu venda sær til
ADVOKATVIRKIÐ
Páll Nielsen, adv. — Sigmund Poulsen, adv.
Hoyvíksvegur 27 - Postsmoga 85
tif. 312171 - telefax 315874
tíðindablaðið Sosa
Skrivari
Feroya Sjóvátrygging hevur brúk fyri av-
loysara fyri skrivara í tíðarskeiðnum
01.08.98—01.04.99.
Umsøkjarar mugu vera kønir i enskum.
Løn sambært såttmåla millum yrkisfe-
lagið Trygdin og Tryggingarsambandið
Føroyar.
-
Skrivlig umsókn — saman við avriti av
prógvum og møguligum viðmælum —
verður at senda áðrenn 1. juli til:
Tryggingarsambandið Føroyar
Starvsfólkadeildin
Postboks 329 - 110 Tórshavn
Undirvísingar- og mentamálastýrið
Mentamáladeildin
Skrivari/málsviðgeri
Starvið:
Á Mentamåladeildini er eitt áhugavert og
fjølbroytt starv sum skrivari og málsvið-
geri leyst at søkja.
Høvudsuppgåvurnar hjá skrivaranum
verða m.a.:
* Verða skrivari hjá deildarstjóranum og
deildini
+ Umsita virkisøki, sum verða løgd til
skrivaran
* Málsviðgerð
* Samskipa og fyrireika tær ymisku ar-
beiåsuppgåvurnar í Mentamåladeildini
* Verða við á fundum og skriva fundar-
frágreiðingar
* Aðrar uppgávur
Førleikakrøv
Vit hava hugsað okkum, at tú hevur út-
búgving og/ella royndir í skrivstovuyrk-
inum og hevur góðan kunnleika til edv.
Harumframt eigur tú at duga væl foroyskt,
enskt, duga at arbeiða sjálvstoðugt og
hava góð samstarvsevni.
Tað er eitt krav, at tú í minsta lagi hevur
HH-, students-, HF-prógv ella annað
prógv, ið kann javnmetast við hesi.
Vit bjóða:
+ Mentamáladeildin er undir uppbygging,
og verður tú sjálv/sjálvur í ávísan mun
við til at skapa starvið.
* Starvið er spennandi við skiftandi upp-
gávum og við nógvum samskifti úteftir
* Sjálvstoðugt starv
* Skeið og eftirútbúgvingarmeguleikar.
Tú kemur at arbeiða í einum spennandi
umhvervi við skiftandi uppgávum tætt
saman við politisku myndugleikunum og
stovnum innan undirvísing og mentan.
Setanar- og lønartreytir
Starvid verdur sett sambært såttmåla
millum Fíggjarmálastýrið og Starvs-
mannafelagid og verður lønt í 15. lønar-
flokki.
Vidmerkjast skal, at setanarøkiå fevnir
um aåalstyrini, Løgmansskrivstovuna og
deildir tess.
Umsókn
Umsókn við prógvum o.9. skulu sendast
til:
Undirvísingar- og Mentamálastýrið
Postrúm 3279
110 Tórshavn
Umsóknin skal vera okkum í hendi í sein-
asta lagi 22. juni 1998.
Starvið verður at seta skjótast tilber.
Um tú ynskir fleiri upplýsingar, kanst tú
ringja til Jóannes Dalsgaard, deildarstjóra
fyri Mentamáladeildina í Undirvísingar-
og Mentamálastýrinum, á tlf. 315555.
Undirvísingar- og mentamálastýrið hevur sum høvudsuppgåvu at fyrisita undirvisingarmål, mentamål og
gransking. Harafturat eru uppgávur viðvíkjandi kirkju, loftmiðlum, ítrótti og ødrum frítíðarvirksemi. Undirvísingar-
og mentamálastýrið er skipað í tríggjar deildir - Mentamåladeild, Fólkaskúladeild og Vinnu- og miðnámsskúladeild.
Mentamáladeildin hevur fyrisitingina av hægri útbúgvingum, mentamálum og gransking, loftmiðlum, ítrótti og
eðrum frítíðarvirksemi. Harafturat fyrisitur deildin ávísar uppgávur viðvíkjandi kirkjuni.
Nr. 101 — 3. JUNI 1998
Caron Transportarar
Dygd fyri kappingarførar prísir. Fåast við
16 HK.-64 HK. Eginvekt 1100-1900 kg.
Lasta 2000-4500 kg.
Øll hugsandi útgerð fæst. Til jarðarbrúk 0.a.
LG
Heygsvegur 30
TIf. 31 69 10
Fax 31 81 19
Leiðari
til Frítíðarheimið
i Skrivaragøtu
Sekt verður eftir leiðara til Frítíðarheimið
í Skrivaragøtu at seta skjótast. Frítíðar-
heimið er ein sjálvsognarstovnur, hvers
ovasta leiðsla er eitt 5 manna stýrið.
Frítíðarheimið er eitt umlættingarheim
fyri born, ung og eldri, sum búgva heima
og hava menningar og/ ella rørslubrek.
Pláss er fyri 5 fólkum og einum bráfeingis
umlættingarplássi.
Frítíðarheimið er í fer við at broyta um-
lættingarskipanina, hetta ger at arbeiðs-
gongdin verður broytt.
Tann pedagogiska avbjóðingin verður
enn meira fjølbroytt og spennandi.
Dentur verður lagdur á:
- at tú hevur góð samstarvsevni á ollum
økjum
- opin fyri nyhugsan
- at tu dugir, og hevur áhuga i, at arbeiða
við fólki ið hava serligan torv
- hevur hugflog og dugir at leggja til rætt-
is og at samskipa.
Til starvið krevst útbúgving sum peda-
gogur, dentur verður lagdur á starvs-
royndir innan líknandi oki. Lønar og set-
unarviðurskiftini eru sambært sáttmála
millum Fíggjarmálastýrið og Føroya
Pedagogfelag.
Hevur hettar tín áhuga, so send okkum
eina skrivliga umsókn við avriti av prógvi,
viðmælum v.m., áðrenn tann 15. juni
1998.
Vilt tú vita meira um starvið, so ert tú
vælkomin at tosa við varaleiðaran, Jóna
Johansen á tlf. 31 33 53.
Umsóknin skal stílast til:
Stýrið fyri Frítíðarheimið
Skrivarageta 5
100 Tórshavn