Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-06-03, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. juni 1998síða 14

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

14 ítróttar Nr. 101 — 3. JUNI 1998 Nú er bert ein vika eftir Bert ein vika er eftir til HM-endaspælið i fótbólti byrjar í Frankaríki og 32 av heimsins bestu fótbóltstjóðum sínamillum skulu spæla um hvgr teirra hevur heimsins besta fótbóltslandslið. Mikudagin 10. juni klokkan 16.30 føroyska tíð seta Brasilia og Skotland tað 16 HM-endaspælid i gongd å nýggja leikvøllinum i Saint- Denis beint uttan fyri Paris, og komandi månadin fer fótbólturin at órógva skúla- próvtekur, familjulív og annað, sum annars kundi fingist frá hondini í góða summarveðrinum, sum vedurfrødingarnir hava lov- að okkum Sidani fyrsta HM-enda- spælid i Uruguay i 1930 er kappingin vaksin til at verða heimsins størsta fótbólts- kapping og kann eisini kall- ast heimsins størsta ítrótt- arkapping yvirhøvur. Bert olympisku summarleikirnir kunnu nøkulunda javnmet- ast við heimsins størstu fót- bóltsveitslu Til seinasta HM i USA fyri longu fýra árum síðani vóru 24 lið við í endaspæl- inum, men nú er tað víðkað til 32, ivaleyst minst líka nógv av politiskum sum av ítróttarligum orsøkum Tað merkir so enn fleiri dystir, og summar dagar skulu heili tríggir dystir av- greiðast Kappingin er býtt upp í átta bólkar við fýra liðum í hverjum, har av tvey tey ovastu koma víðari, meðan hini mugu takka fyri seg Efur innleiðandi bólkaspæl- ið verður spælt eftir cup- skipanini allan vegin fram til finaluna, sum verður sunnudagin 12. juli Tað er sjálvandi Ogjørligt at siga, hverji lið fara at spæla finaluna, men tað ber altíð til at gita, og fleiri møguleikar eru Úr Suðuramerika mugu hið sum Brasilia og Argen- Hinvegin mugu lið sum Jamaica, Japan og Iran helst fara undir heimferðina, tá bólkaspælið er liðugt Bólkur A Brasilia, Skotland, Ma- rokko og Noreg Tað sum brasilski venj- arin Mario Zagallo stúrdi fyri undir lutakastinum var at hansara lið skuldi koma í bólk saman við tveimum europeiskum liðum, og tað var júst tað sum hendi. Men kortini mugu hermsmeistar- arnir roknast sum vinnar bólkinum. Av hinum trim um liðunum man Noreg vera tað einasta, sum kann hótta heimsme:istararnar Júst dysturin millum Bra- silia og Noreg týsdagin 23 jun sær út til at vera em tann mest spennandi í bólk- aspælinum, og tað er ikki so langt síðani, at norðmenn vunnu ein venjingardyst móti Brasilia. Skotland hevur ofta verið í HM-endaspælinum fyrr, men teir eru ongantíð komnir víðari úr innleiðandi umfarinum. Teir hava eisini longu bílagt ferðaseðlarnar heimaftur, tá bólkaspælið er liðugt. So er tað spurning- urin, um venjarin Craig Brown er svartskygdur ella bert realistiskur. Marokko var við í USA fyri fýra árum síðani, men tapti sínar tríggjar innleið- andi dystir tepurt móti Holl- andi, Belgia og Saudi Ara- bia. Um teir skulu hava stig hesuferð, vóna teir ivaleyst at fáa tey móti Skotlandi. Bólkur B Italia, Chile, Kamerun og Eysturríki Tað kann bert vera ein greiður favorittur í hesum bólkinum, og tað er Italia Teir høvdu eitt vånaligt EM-endaspæl í Onglandi fyri tveimum árum síðani, men við nýggja venjaranum Cesare Maldini og soninum Paolo á odda ætla teir sær ivaleyst longur hesaferð Men tað verður uttan menn sum Gianfranco Zola og Pierluigi Casiraghi, sum ikki slapp við í samlaða hópin. Hinvegin er ein gam- al kenningur sum Roberto Baggio inni í HM-hitanum aftur. Tað sigst um Chile, at liðið hevur eitt av heimsins bestu álopum, men at restin av liðnum ikk: er nakað ser- ligt vert. Aleypararnir eru Ivan Zamorano úr Inter og Marcelo Salas, sum Lazio fór avstað við, eftir at fleiri ensk feløg eisini høvdu havt áhuga. Chile hevur góðar møguleika fyri at sleppa víðari úr bólkinum, men nógv longri munnu teir ikki fara at koma Kamerun minnast vit øll frá HM í 1990, tá teir byrj- aðu við at vinna á táverandi heimsmeistarunum Argen- tina í fyrsta dystinum i end- aspælinum. Seinni kom ein ávísur Roger Milla eisini upp í leikin, og Kamerun kom tá heilt til fjórðings- finaluna, sum varð tapt móti Onglandi. So langt kemur Kamerun neyvan í ár Vit minnast Kamerun, og vit minnast so sanniliga eis- ini Eysturríki. Hjá teimum eru menn sum Toni Polster, sum eftirhondini er blivin ramal, og Andreas Herzog framvegis við. Sum heild er talan um eitt lið við høgum miðalaldri, men sum helst fer at kappast við Chile um 2. plássið í bólk- inum Bólkur C Saudi Arabia, Danmark, Frakland og Sudurafrika Frakland er sum heimalid millum sjålvskrivadu favo- rittarnar, eisini tf at teir i løtuni eiga eitt sera gott lið við stjórnum úr europeisk- um toppfeløgum. Frakland fer eisini at koma langt, eingin ivi um tað, og bólk- urin hjá teimum sær eisini hampuliga lættur út á papp- írinum, har Danmark verður einasta lið, sum kann geva teimum rímiliga mótstøðu. Danmark er við fyri fyrstu ferð síðani 1986, tá Elkjær & co. spældu seg inn í hjørtuni hjá øllum. Elkjær er ikki við longur, og her liggur størsti trupulleikin hjå dønum, sum ikki bert kunnu dúva upp á Brian Laudrup at gera málini. Stóribeiggin Michael er tann einasti, sum er eftir á liðnum frá 1986, og hann gevst aftan á HM-kapping- ina. Í hinum endanum hevur Danmark eina sterka verju við heimsins besta mål- manni Peter Schmeichel sum aftasta skansa, og tað eigur at geva Danmark at- gongumerki til víðari lut- tóku í kappingini. Saudi Arabia var við fyri fyrstu ferð í USA fyri fýra árum síðani, men eru ikki eins góðir og tá, og Suður- afrika er eitt heilt óskrivað blað í HM-høpi. Bólkur D Paraguay, Bulgaria, Spania og Nigeria Hetta verður mett sum sterkasti bólkurin, har Span- ta kortini er favorittur til at fara víðari. Spaniólar hava gott fólk á øllum plåssum og hava eina trygga grund- stammu á liðnum. Nigeria verður spennandi at fylgja við. Teir kláraðu seg væl í USA fyri fýra ár- um síðani, men taktiska medvitið stóð tá ikki mát við fótbóltsevnini, og teir taptu óneyðugt móti Italia. Bulgaria hevur framvegis Stoichkov, Letchkov og co. á liðnum, men teir eru fýra ár eldri, og Paraguay, sum hevur ein av heimsins bestu málmonnum, kann loypa hvøkk á. Bólkur E Suðurkorea, Mexico, Hol- land og Belgia Grannarnir Hol'and og Belgia komu aftur í bólk saman, og av teimum báð- um liðunum er Holland bet- ur fyri í løtuni. Við Dennis Bergkamp, sum ongantíð hevur verið betri enn júst nú, á odda, kunnu teir koma heilt langt. Belgia er eitt typiskt HM- lið, sum ofta kemur víðari frá innleiðandi umfarinum, men sjáldan longri. Und- antakið var í 1986, tá teir komu heilt til hålvfinaluna. Mexico er gott í sínum parti av heiminum, men ger sjáldan tær stóru skreytirnar í teimum stóru kappingun- um. Suðurkorea hevur verið við fleiri ferðir, men hevur enn ikki vunnið ein dyst í einum HM-endaspælið, og tað verður neyvan hesaferð heldur. Bólkur F Jugoslavia, Iran, Tyskland og USA Tidarinnar heimsmeistarar ÅR HVØR Uruguay Italia Italia Uruguay Vesturtyskland Brasilia Brasilia Ongland Brasilia Vesturtyskland Argentina Italia Argentina Vesturtyskland Brasilia USA og Iran í sama bólki! Tað tosaðu tey nógv um aftaná lutakastið, men vónandi verður politikkurin skúgvaður til viks, tá liðini fara á vøllin. Annars er lítið, sum bend- ir á, at nakað av hesum lið- unum kemur víðari úr bólk- inum. Týskland skal ein altíð rokna við, tá tær stóru kappingarnar eru, og Jugo- slavia hevur í løtuni nakrar av heimsins bestu fótbólts- spælarum á sínum liði, eitt nú Predrag Mijatovic úr Re- al Madrid. Bólkur G Ongland, Tunesia, Rumenia og Kolumbia Ein spennandi bólkur, har Ongland sær út til at vera sterkasta liðið, við ella uttan Paul Gascoigne. Ongland vann sín undanbólk framm- an fyri Ítalia, og tað er eitt bragd í sjálvum sær. Rumenia hevur framveg- is stóra gandakallin Ghe- orghe Hagi á liðnum, og hann kann framvegis gera skreytir. Sterkasta vápnið hjá Kol- umbia verður uttan iva HVAR Uruguay Halia Frakland Brasilia Schweiz Svøriki Chile Ongland Mexico Vesturtyskland Argentina Spania Mexico Italia USA Faustino Asprilla, sum nå er farin år Newcastle og »heim« til Parma. Tunesia er eitt óskrivað blad, sum ivaleyst fær sitt at síggja til móti hinum lið- unum í bólkinum. Bólkur H Argentina, Japan, Jamaica og Kroatia Á pappírinum ójavnasti bólkurin av øllum átta. Arg- entina og Kroatia eiga uttan trupulleikar at seta seg á 1. og 2. plássið“ í bólkinum. Hvorki Japan ella Jamaica hava fyrr luttikid í einum HM-endaspælid, og steðg- urin verður allarhelst stuttur hesaferð. elj Hesir báðir skulu hjálpa dønum til eitt heidurligt úrslit í HM-endaspæli- num í Frankaríki, sum byrjar 10. juni. Tá HM endaspælið er av er ein tíðarrokning í donskum fótbólti av, tá Michael Laudrup gevst at spæla fótbólt. Brian Laudrup gevst ikki, men skal eftri HM spæla fyri enska felagið Chelsea