mikudagur 3. juni 1998síða 15
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Yngd - nr. 11
3. juni 1998
YNGD i dag:
Sunneva - fyrr
og nu...
- listar v.m.
Jákup verður kanska yngsti føroyskr
yrkisleikarm uttanlande!
18 ára gamli Jákup á
Borg úr Havn bíðar í
spenningi eftir, at
hann skal frætta
nærri frá enska 1.
deildarfelagnum í
fótbólti, Watford,
sum hevur sagt seg
hava áhuga í honum.
Terji Nielsen
Ungi havnardrongurin, Jákup á Borg,
var fyrr í vár í Onglandi til royndar-
venjingar í enska 1. deildarfelagnum,
Watford, saman við klaksvíkinginum
Heðin á Lakjuni. Síðan tá hevur Wat-
ford sagt seg hava áhuga í báðum
tveimum, og nú bíða teir bert eftir, at
enska felagið skal koma við einum
uppskoti til sáttmála. Um hetta gerst
veruleiki, so fer Jákup helst avstað
til Onglands um mánaðarskiftið
Juli/August.
Jákup byriadi sum fimm
ára gamal
Longu sum fimm ára gamal
byrjaði Jákup á Borg at spæla
fótbólt. Felagið er og hevur
altíð verið B36.Bæði tey
eldru systkini hava spælt við
sama felag, so at tað var til
tíðir rættiliga nógv av fót-
bóltsklæðum hjá mammuni at
vaska. Men nú man hon
neyvan angra tað, tá ið havt
verður í huga, hvussu langt
Jákup er í ferð við at koma
við fótbóltinum. Sjálvur sigur
Jákup, at tað hevdi verið ein
dreingjadreymur at komið til
eitt enskt felag at spælt, og at
hann bíðar í spenningi eftir
útspælinum frá Watford
Strævið at arbeiða fulla tíð
umframt fótbóltin
Jákup arbeiðir fulla í tíð í
ítróttarhandilinum hjá Thom-
as Dam í miðbýnum. Hann er
til arbeiðis hvonn dag frá
klokkan niggju á morgni til klokkan
hålvgum seks á kveldi. Hetta er stræv-
ið, serliga tá ið havt verður í huga, at
hann venur fótbólt fimm ferðir um
vikuna, umframt at spæla einar tveir
dystir um vikuna. Av somu ørsøk held-
ur Jákup, at fremstu leikararnir í Foroy-
um noyðast at fáa eina samsýning fyri
at spæla fótbólt
Droymir um A-landsliðið
Jákup sigur við YNGD, at hann droym-
ir um at spæla á A-landsliðnum. Sjálvur
Andrew av Flotum um Jákup:
Jákup er ein spælari, sum kann alt við einum
bólti, hann er skjótur og hevur framúr góðan
teknik. Veikleikin hjá honum er kropsliga styrkin,
men eisini har er hann mentur nógv. Haraftrat er
hann ein rættiliga fyrikomandi persónur, og eru
vit báðir ogiliga væl
heldur hann, at møguleikin skuldi verið
til staðar um eini tvey ár ella so
Hann sigur eisini, at veikleikarnir í
spælinum hjá sær sjålvum eru, at hann
er alt ov veikur kropslíga, umframt at
hann hevur ov vånaligt langskot
Styrkin hjá honum er avgjørt bólt-
førleikin og sø kvikleikin. Haraftrat
hevur hann rættiliga gott skil fyri
fótbólti
Spennandi verður so at síggja, hvussu
tað fer at gangast Jákupi á Borg, um
hann fer til Onglands at leika
Navn: Jákup á Borg
Aldur: 18 ár
Felag: B36
Sprund: Ja
Besti matur: Ræst kjøt
Besti tónleikur: Live
Landsdystir: Um!
10 U-landsdystir
Besta lið: Manchester
United
Besti spælari í Feroyum:
Allan Mørkøre i løtuni
Besti spælari i heiminum:
Predag Mijatovic
Myndir:
Alvur Haraldsen