Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-06-04, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. juni 1998síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Á : | Blaðfólk: Ljósmyndari: | uppseting og prent: | Telefon: 311820 | fy js Dagny Joensen, Jens Kristian Vang Fiske Telefax. 314720 | Á Bertholdsen, Lýsi erla Bústaður 26 Argum ; | Blaðstjóri: ii L. Jacobsen ysingar og : rgjavegur 26, Argj e-mail: - - a denskov | Sveinur Tréndarson Jonhard Hammer Postadr: Postsmoga 76, postGsosialurin.fo 1 Internet: www.sosialurin.fo Í Turið Kjølbro 110 Tórshavn Stevnurnar og stevnubloð Oddagrein HETTA er tíðin, tá stevnur verða hildnar kring landið. Fyrsta stevnan - og tá hugsa vit um tær gomlu og tradionellu stevn- umar við FM-kappróðri ol. - verður hildin í Klaksvík nú komandi vikuskifti. Talan er um Norðoyarstevnuna. EINS og summarið, Norrona, ferðafólk og glað andlit seta sín dám á hesa ársins tíð, so eiga stevnumar eisini sín part av hesum dámi. Tær líkasum boða frá nøkr- um góðum og livandi. Við teimum fer bráddliga alt upp at liva, sum hevði stórur partur av samfelagnum og fólkinum her ligið í dvala í longri tíð. STEVNURNAR - frá norðoyarstevnu til ólavsoku - lýsa eisini Føroyar og føroy- ingin innanifrå. Tær lýsa tjóðina Føroyar, tá hon er mest lívsjáttandi. Born sum vaksin í foroyskum búnað eru ein partur av hesi lívsjáttan og somuleiðis gleðini og stoltleikanum um hetta at vera for- oyingur og at búgva i Føroyum. STEVNURNAR likasum loysa upp fyri øllum teimum virdum, ti styrki, ti sam- anhaldi og ti fjølbroytni, sum er i okkara lítla samfelag. Onkur heldur, at her er bara talan um drykkjuskap og ólevnað. Ein skal vara seg við at generalisera, tó at stevnurnar kunnu gerast í so drykkju- kendar. Men hetta er so eisini ein partur av stevnunum, sum vit eisini mugu taka við. Men sangur og dansur, framsýningar og onnur mentanarlig tiltok, kappróður og fótbóltur og mangt annað eru partur av stevnunum. Ein kann siga, at stevnumar avdúka nógv av okkara identiteti - fyri ikki at tosa um tjóðarhátíð okkara Olavsøkuna, sum er hovuðsstevnan. EISINI fjølmiðlarnir eiga sín lut í stevn- unum. Hvat var t.d. ein stevnuróður uttan útvarpið! Og ein ólavsoka uttan sjón- varpið! Fjølmidlarnir gera, at stevnurnar gerast landsstevnur, har oll hava møgu- leika at fylgja við. Eisini blødini kunnu hava sín týdning. Sosialurin ynskir at kenna sína vitjunartíð og fara vit í ár at skipa fyri serstokum stevnubloðum í sambandi við allar stevnurnar. Vit fara at umrøda tiltøk á stevnunum og annars seta kikaran á stevnuplássini. Vit leggja fyri í dag við einum „Norðoyarstevnublað“. Vónandi fara onnur stevnupláss at taka eins væl undir við einum slíkum tiltaki sum norðingar, ið altíð eru til dystin fús. Góða Norðoyarstevnu. Gott stevnuár oll somul. Eiler Moirae slær til aftur við fullari styrki Tær tvær næstu vikurnar standa í ljósinum av Moirae, sum uttan at blunka kann sigast at vera besti rokkbólkur í Føroyum nú. Konsert í Norðurlanda- húsinum 12. juni og flógan kemur út dagin eftir. Minnast tit konsertirnar við Føstufressunum í 90? Hetta verður enn stórri, lovar Terji Dánial Hoydal Teir eru allastaðni í løtuni Á bussunum, í bløðunum, í Útvarpinum og Sjónvarpi- num. Og skjótt verða teir eisini til at koyra í fløgu- spælaran heima. Men um tit vilja sleppa á konsert við teimum, so skulu tit helst skunda tykkum. Forsølan byrjar í dag og tað er bara pláss til 400 fólk í Norður- landahúsinum Sum ongantíð fyrr Fyrireikingarnar hava verið umfatandi, sigur Terji, sum situr heima í sofuni og royn- ir at savna tankarnar eitt sindur, sum mala í heysi- num á honum. Hann er týð- iliga stressaður av øllum roksinum og tónleikinum, hann hevur havt um oyruni 1 semmastuni Fyrst í Januar í ár fóru vit at leggja alt í fasta legu Dagfestingar vóru gjørdar fyri útgávu og konsert longu tå, og allar "deadlines” í fløguframleidsluni eru hildnar. Vit hava lagt alt til rættis út í æsir. Tað góða er, at alt hevur riggað, sum ætl- að, sigur Terji. Eg havi ong antíð verið við til at gera so nógv burturúr áður. Professionelt Jón McBirnie hevur staðið fyri upptøkunum, sum hava verið gjørdar í JacZak-stud- io í Havn, men síðan vóru tær sendar til Flemming Rasmussen í Sweet Silence studio í Keypmannahavn, sum er eitt rættiliga gott lj6dblandingarhøli. Hann er sera kendur í Danmark og aðrastaðni og gjørdi m.a. tær fyrstu Metallica fløgur- nar, sum hava selt ófatiliga nógv um allan heim. Terji fortelur, at hann í avtaluni við Metallica tryggjaði sær eina krónu burturav hvørjari seldari fløgu; og tå man 12. juni verður konsert í Norðurlandahúsinum og dagin eftir kemur nýggj fløga út hugsar um, at meira enn 17 milljónir eintøk eru seld av tí fyrstu fløguni, so nýtist mær ikki at siga, at maðurin er ríkur og kendur. Hann hevur eisini gjørt eitt framúr arbeiði við okkara fløgu og fingið júst tað fram, sum Moirae stendur fyri. Eitt tungt og skitið live-ljóð, sum vit allir fullu fyri bein- anvegin. “Sangir úr náttini" Anker Eli Petersen hevur skrivað allar tekstirnar. Yv- irhøvur er tað eitt nógv meira "heilt” verk hesaferð. Eg havi fyri tað mesta gjørt løgini - sjálvandi vid tí gondini sum vanliga er í einum bólki - og Anker Eli hevur gjørt orðini í tøttum samstarvi við hvønn annan. Bólkurin sum heild hevur eisini so at siga funnið seg sjálvan og fingið ein sam- leika. Vit vita, hvórjir vit eru, og hvat vit vilja nú. Hendan samansetingin hev- ur funnið sítt stev. Vit hava til hesa útgávuna funnið fram til, hvat okkara styrki RS og veikleiki er, og harúr tik- ið tað fram, sum vit vilja gera nakað við. Tann fyrra flógan var meira skisofren, og tað var eingin gjógnum- gangandi tráður í útgávuni. Løgini á hesi fløguni eru sprottin úr hørðu venjingini hjá okkum upp undir fram- fórslurnar í Finnlandi aft- aná Prix Fóroyar. Nakað lík teimum seinastu løgunum á fyrru flóguni sum t.d. Rús- evnistoka, Eg flýggi til tón- leikin og Myndugleikin, greiðir Terji frá. Sum heild er fløgan øgi- liga nógv Moirae, men vit hava spælt okkum vit okk- urt nýtt. T.d. hava vit gjørt nógv spennandi við tempo- num við Kaj á odda. “Kaj er altso tann undaligasti trummuspælarin, eg nakr- antíð havi spælt saman við!", sigur Terji flennandi. Anker Eli hevur eisini gjørt husan og alla uppset- ingina. Heitið á fløguni er hann eisini komin við, og tað er "Sangir úr náttini". Ein føroysk fløga Jens Kristian Vang Utgåvan er føroysk burtur- av. Tónleikurin er føroysk- ur; tekstirnir eru føroyskir, flógan verður givin út til ein føroyskan marknað - onki meir, slær Terji fast. “Vit hava ongar ambisjónir ella ætlanir um at fara aðra- staðni við fløguni, tí hon er føroysk fult og heilt. Vit satsa hart upp á føroyingar- nar, og um vit kom heil- skapaðir frá tí, so leggja vit líka í restina." Fløgan må vera ein av út- gåvunum við stórsta lýsing- ararbeiðinum aftanfyri sær nakrantid í Føroyum. Frændur gav 80'ni út á sinni, og tá var eisini gjørt nógv burturúr, men úrslitið var eisini hareftir, og tann fløgan må vera ein tann mest selda føroyska fløgan nakrantid. ”Sjålvur haldi eg, at tað alt ov ofta verður spart upp á PR." Meira verður um konsertina í næstu viku!!!