Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-05, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. desember 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 232 - 5. desember 2003 Nr. 232 - 5. desember 2003 5 300 fólk fáa bót um vikuna Tríggjar rundkoyringar gerast afturat í Havnini – Parkeringsvørðar- nir í Havn eru ógvu- liga raskir og nú eru parkeringsbøtur við at gerast ein týðandi inntøkukelda hjá Tórshavnar Kommunu ÓLÓGLIG PARKERING Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tey, sum hava lyndi til at parkera bilin ólógliga í Havnini, hava ongantíð havt tað so ringt sum nú. Tey turru tølini hjá Tórs- havnar kommunu yvir parkeringsbøtur vísa nevni- liga, at teir nýggju parker- ingsvørðarnir, sum vórðu settir í summar, hava verið óvanliga raskir. Síðani parkeringsskipan- in hjá Tórshavnar Komm- unu, við sonuparkering, varð sett á stovn, hevur hon so at siga alla tíðina givið undirskot. Men síðani teir báðir nýggju parkeringsvørðarnir vórðu settir í starv er vent í holuni og nú eru parker- ingsbøtur við at gerast ein góð inntøkukelda hjá kommununi. Sjúrður Olsen, sum er formaður í teknisku nevnd hjá Tórhavnar Kommunu, sigur, at teir nýggju parker- ingsvørðarnir skriva ímill- um 200 og 300 bøtur um vikuna og hann leggur aft- urat at parkeringsviður- skiftini í býnum hava ong- antíð verið so væl skipað sum tey eru nú. Men hann leggur dent á, at hetta kemst ikki av, at nýggju parkeringsvørðarnir forfylgja fólki, tí tað hevur býráðið lagt stóran dent á, at teir ikki skulu. – Teir eiga at vera hampi- ligir ímóti fólki og tað eru hesir báðir so sanniliga eisini, sigur hann 2.900 fólk fingið bót Sjúrður Olsen sigur, at síðani hesir báðir nýggju parkeringsvørðarnir tóku við í juni í summar, hevurr inntøkan av parkeringsbót- um verið heilar 580.000 krónur. Hvør bótin er 200 krónur og sostatt er skjótt at rokna seg fram til, at tilsamans hava teir skrivað ikki færri enn 2.900 bøtur út hetta hálva árið, teir hava verið í starvi. Men tað er serliga hesar síðstu tríggjar mánaðirnar, at inntøkurnar av ólógligari parkering eru vaksnar nógv. Annars hevði býráðið væntað at havt einar 120.000 krónur í halli av parkeringsskipanini um árið. Býráðið hevði væntað at útreiðslurnar til skipanini fóru at vera 800.000 krónur um árið og inntøkurnar 680.000 krónur um árið. Men verða inntøkurnar hesar seinastu mánaðirnar brúktir sum grundarlag, fer kommunan at hava eina inntøku næsta ár upp á útvið tveimum milliónum av ólógligari parkering. Nú skulu tríggjar rundkoyringar gerast afturat í Havnini fyri at fáa ferðsluna at ganga lættari FERÐSLA Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Rundkoyringar verða alt meiri og meiri vanligar ymsastaðni í landinum fyri at lætta um ferðsluna, har vegir krossast. Í Havnini eru longu fleiri rundkoyringar, men í næst- um verða ikki færri enn tríggjar gjørdar afturat. Ein verður á krossinum, har Landavegurin fer tvørt- urum Frælsið, beint við Vesturkirkjuna. Ein onnur verður gjørd, har Sundsvegurin tekur í Eystara Ringvegin, beint niðanfyri Norðurlanda- húsið. Og tann triðja verð- ur, har Hvítanesvegurin tekur í Eystara Ringvegin Arbeiðið at gera rund- koyringa á krossinum við Landavegin-Frælsið, byrjar beinanvegin. Býráðið hevur bjóðað tað arbeiðið út og sjey tilboð komu inn. Sjúrður Olsen, formaður í teknisku nevnd hjá Bý- ráðnum, sigur, at samtykt er at taka av tilboðnum frá partafelagnum Plan, sum var upp á 1,8 millión. Tað var eisini tað lægsta til- boðið. Hann sigur, at arbeiðið byrjar beinanvegin og tann rundkoyringin verður liðug longu í mars mánaða. Hendan rundkoyringin verður rættiliga rúmlig aft- urímóti onkrum øðrum rundkoyringum í Havn. Rundkoyringin við Landa- vegin-Frælsið fer at hava ein tvørtmát upp á 27 metr- ar. Til samanberingar kann nevnast, at tvørmátið á rundkoyringini við SMS er 24 metrar. Rundkoyringin, sum er á Velbaðstaðvegn- um- Argjavegur, er eisini nógv minni enn tann, sum nú verður gjørd. Byrjað í januar Rundkoyring á krossinum, har Sundsvegurin gongur í Ringvegin, beint niðanfyri Norðurlandahúsið, verður eisini gjørd nú. Sjúrður Olsen sigur, at í løtuni arbeiðir býráðið við at ogna sær lendið til rund- koyringina. Hann sigur, at tað arbeiðið verður bjóða út nú. Ætlanin er at fara undir arbeiðið í januar og ætlanin er, at rundkoyringin skal vera liðgu í summar. Og tann triðja rundkoyr- ingin verður á krossinum, har Hvítanesvegurin gong- ur í Ringvegin. – Hetta var ein rundkoyr- ing, sum landið hevur lov- að at gera síðani 1985, men tað er ongantíð blivið til nakað, so nú taka vit í býráðnum um endan og gera hana sjálvi. Eisini í sambandi við hesa rund- koyringina arbeiðir býráðið við at ogna sær lendið og Sjúrður Olsen sigur, at eftir ætlan verður eisini farið undir hetta arbeiðið longu í januar. Ann Mari Jensen og Thordur Thorsteinsson hava gjørt eitt gott hál, síðani tey vórðu sett parkeringsvørðar í Havn í summar Her á krossinum við Landavegin og Frælsið, standa bilar ofta og bíða í longum røðum eftir at sleppa út á vegin. Men nú verður rundkoyring gjørd her fyri at fáa ferðsluna at ganga betri Tað hevur tikið longri tíð enn ætlað at koma rættiliga í gongd við cafeteria á flog- vøllinum, sigur nýggi leiðarin FERÐAVINNA Edvard Joensen Vágar: Nýggi leiðarin á cafeteria á flogvøllinum i Vágum sigur, at tað gekk ikki heilt eftir ætlan at koma í gongd. Onkrar íløg- ur, sum skulu gerast, eru seinkaðar, sigur hann. Frank Nielsen á Hotel Lonini á Eiði, sum hevur yvirtikið raksturin av cafe- teria á flogvøllinum, sigur, at ærlanin er at seta nýggj- an kølidisk upp í avgreiðsl- uni, soleiðis at til ber at hava nógv størri úrval av vørum, enn møguleiki er fyri í dag. Ein stórur partur av diskinum, sum er, verður í dag brúktur til drykkivørur. Mest sodavatn. Tað ætlar hann at flyta burtur úr disk- inum og í staðin fáa væl størri úrval av eitt nú grøn- meti og slíkum í. Men trupulleikin hevur verið at fingið hendur á hesum góða diski, sigur hann. Hann er umbiðin úr Italia, men verður væntandi ikki klárur fyrr enn eina- ferð eftir ásskiftið. Frank Nielsen letur at, at tað hevur verið heldur lin- ligt í seinastuni. Færri ferðafólk hava verið, og tað hava tey eisini merkt. Men tað væntar hann kortini fer at broytast, tá nú jólaferðsl- an fer at vinda upp á seg. Hann sigur, at hann fyri- reikar ein umsókn um skeinkiloyvi til cafeteria á flogvøllinum. Hann er vit- andi um, at onnur fyrr hava søkt um slíkt, men einki fingið. Tó heldur hann, at ein møguleiki nú eigur at vera, sum hann tekur til. – Fólk spyrja javnan eftir eini øl afturvið einum breyðstykki, og serliga fremmandafók skilja ikki, at tað ikki ber til at fáa her, sigur hann. Tað er Hotel Lonin á Eiði, sum stendur fyri rakstrinum av cafeteria á flogvøllinum. Á hotellinum láta tey hel- dur ikki at tí stóra virksem- inum í løtuni. November var slakur, og í løtuni er eingin gisting á hotellinum. Hotel Lonin skipar fyri jólaborðhaldum, har fólk kunnu bíleggja og halda veitslu á hotellinum. Fyri komandi ár er heldur ikki so øgiliga nógv um- biðið, siga tey. Onkur hevur bílagt sær gistingar, men ikki nógv. Men konfirmatiónir tykj- ast fólk vilja halda á hotellinum. Har er alt fult, teir dagarnar, konfirmat- iónirnar eru um páskirnar, siga tey av Hotel Lonini á Eiði. Leyst byggitilgar, sum fýkur millum húsini er vandamikið. Kortini eru ikki øll, sum syrgja fyri, at slíkt ikki hendir, sigur løgreglan LØGREGLUTÍÐINDI Løgreglan í Havn fekk einar tvær fráboðanir í samband við vindin, sum var mikukvøldið. Úti við Marknagilsvegin feyk nakað av leysum byggitilfari millum húsini, sum neyðugt var at bjarga og fáa beint av vegnum, áðrenn skaði stóðst av. Eitt skamlop í eini elektr- isitetslinju í Skrivargøtu legði umráði myrkt eina løtu, sigur løgreglan í Havn. Í aðrar mátar var einki at frætta frá nøkrum óvan- ligum, sigur vakthavandi. Heldur ikki aðrastaðni úr landinum hava tey á politi- støðini frætt frá nøkrum skaða av veðri. ej Áhugafelagið hjá MB fer at skipa fyri eydnuhjóli í Bygdarhúsinum í Miðvági sunnudagin EYDNUHJÓL Eydnuhjólið hjá áhugafel- agnum hjá MB, sum vera skuldi í oktober, varð av ymsum orsøkum útsett, og verður í staðin sunnudagin 7. december. Tiltakið verður í Bygdar- húsinum í Miðvági og byr- jar klokkan 17.00 seinna- partin. Hetta er árligt aftur- vendandi tiltak, sum áhuga- felagið skipar fyri. Pening- urin, sum kemur inn, fer til viðlíkahald av MB húsin- um og fótbóltsvøllinum, siga fyrireikararnir. Umframt sjálvt eydnu- hjólið verður eisini luta- seðlasøla, har vinningarnir millum annað eru 500 litrar av olju, føroysk krov, lampa, ræstur fiskur og ikki at gloyma karamellurnar, sum eru eitt »must« hesa árstíðina. Møguleiki verður eisini at keypa sær ein kaffimunn - ella te um ein vil tað - við rís a la mande afturvið. Tá tiltakið byrjar klokkan 17.00 fara Valdemar á Løgmansbø og Eivind á Presttrøðni at syngja og spæla. ej Betra cafeteria á flogvøllinum Ósketni Bíðað verður eftir nýggjum kølidiski, sum skal gera møguleikarnar fyri størri úrvali í cafeterianum á flogvøllinum munandi betri Eydnuhjól í Miðvági C M Y K 5 4