fríggjadagur 5. desember 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 232 - 5. desember 2003
Nr. 232 - 5. desember 2003
7
Landsstýriskvinnan í
mentamálum, Annita
á Fríðriksmørk vil
beina allar málsligar
forðingar av vegum,
tá føroyingar fara út
um landoddarnar í
útbúgvingarørind-
inum. Fyri at økja um
talið á teimum, sum
velja onnur lond enn
Danmark og enskt
talandi lond, at út-
búgva seg í, verður
møguleiki at fáa eitt
ókeypis málskeið í
framtíðini
MARKLEYS
ÚTBÚGVING
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Vit skulu hava fleiri fólk, ið
útbúgva seg aðrastaðni enn
í Danmark og enskt talandi
londunum. Hetta er greiði
boðskapurin
frá
lands-
stýriskvinnuni í mentamál-
um, Annita á Fríðriksmørk.
Ein stór forðing hjá lestr-
arhugaðum føroyingum at
velja onnur lond enn eitt nú
Danmark ella Ongalnd er
málið. Ein setist aftur, tí ein
er ótryggur við onnur mál
enn danskt og enskt, og tað
kann verða ein forðing fyri
at fáa so gott úrslit sum
gjørligt. Hetta ætlar lands-
stýriskvinnan í mentamál-
um, Annita á Fríðriksmørk,
at gera nakað við.
Forðing burtur
Í framtíðini fara føroying-
ar, sum velja útbúgvingar í
øðrum londum enn Dan-
mark og enskt talandi lond-
unum, at fáa eitt ókeypis
málskeið,
áðrenn
farið
verður undir sjálva útbúgv-
ingina. Við hesum, er málið
frá politiskari síðu at beina
fyri málsligu forðingini.
Holger
Arnbjerg,
ið
starvast á Altjóða Skriv-
stovuni fegnaðist ætlanina
hjá landsstýriskvinnuni.
– Í dag búgva 92-93% av
øllum lesandi í Danmark
ella einum enskt talandi
landi. Einstøk eru í Spania,
Italia, Kina, Kuba, Frak-
landi og Týsklandi, men
hetta tal kundi verið størri.
Innan eitt nú ferðavinnuna í
Føroyum skríggja tey eftir
fólki, sum duga týskt,
franskt og spanskt, og tað
er at gleðast um, at man frá
politiskari síðu vil gera
nakað fyri, at fólk eisini
velja hesi lond at útbúgva
seg í, segði Holger Arn-
bjerg millum annað.
Annita á Fríðriksmørk
sigur, at hon heldur tað er
ómetaliga týdningarmikið,
at føroyingar leita sær út-
búgving í so ymiskum lon-
dum sum gjørligt. Hetta
tryggjar
neyðuga
fjøl-
broytni í samansetingini av
teimum ymisku útbúgv-
ingunum. Hon vísir millum
annað til, at føroyingar í
dag samskifta við ein hópin
av ymiskum londum, og tað
er avgjørt ein styrki, at vit
hava fólk sum kenna til
mentan og mál hjá teimum
londum, vit samskipa við.
Byrjar í dag
Í dag fer útbúgvingarstevn-
an, Markleys útbúgving, av
bakkastokki í Norður-
landahúsinum. Endamálið
við stevnuni er at kunna um
óteljandi
útbúgvingar-
møguleikarnar úti í heimi.
Heitið Markleys útbúgv-
ing sipar til, at tíðar- og
staðbindandi mørkini fyri
at taka eina útbúgving eru
ikki
so
týdningarmikil
longur sum fyrr. Útbúgv-
ingarstevnan skal verða við
til at eggja bæði yngri og
eldri at fáa nýggj hugskot
til nýggjar avbjóðingr á
teirra útbúgvingar- og lívs-
leið.
Markleys
útbúgving
verður bæði fríggjadagin
og leygardagin í Norður-
landahúsinum og ùtvarps-
høllini.
Málið skal ikki verða nøkur forðing
Landsstýriskvinnan í
Mentamálum, Annita á
Fríðriksmørk vil beina allar
málsligar forðingar av
vegum, tá føroyingar fara út
um landoddarnar í
útbúgvingarørindinum.
Hetta skal millum annað
gerast við einum ókeypis
málskeiði
Mynd: Jens Kristian Vang
Holger Arnbjerg er primus
motor aftanfyri
útbúgvingarstevnuna,
Markleys útbúgving, sum fer
av bakkastokki í dag.
Mynd: Jens Kristian Vang
Einki per-
sónligt fyri
Anfinn
Anfinn Kallsberg
tekur tað ikki so
tungt, at tað leikar
hart á hann í hes-
um døgum. Málið
er politiskt, sigur
hann, og sjálvur
hevur hann lagt
tað aftur um seg.
Hann finst harð-
liga at pressuni
fyri at siga, at
hann sjálvur mátti
rinda peningin
aftur á sinni
BÓKHALDARIN
Ingi Rasmussen
ingi@sosialurin.fo
– Tað er fullkomiliga
hol í høvdið, tá sagt
verður, at eg persónliga
skuldi rinda peningin
aftur. Eg havi ikki per-
sónliga goldið hasar
912.000 krónurnar aft-
ur. Tað vóru skipini,
sum eg var reiðari á,
sum endurgoldu pen-
ingin aftur til Frost-
virkið.
Tað sigur Anfinn
Kallsberg,
sum
er
troyttur av at hoyra, at
hann skuldi rinda pen-
garnar aftur til Frost-
virkið á sinni.
Hann vísir staðiliga
aftur, at hann fekk nak-
að persónliga burturúr
tí, sum hendi fyri
góðum 20 árum síðan,
tá ið hann var tikin í at
hava
svikað
fyri
912.000 krónur sum
bókhaldari á Frostvirk-
inum. Talan var um
flytingar millum virki
og skip, sum hingu
saman, sigur hann, og
semjan millum Frost-
virkið og Anfinn Kalls-
berg, sum grannskoð-
arin legði upp til, fingu
flytingarnar at ganga
aftur.
– Anfinn Kallsberg
hevur einki fingið bur-
turúr hasum, og tí hev-
ur hann heldur einki
goldið aftur persónliga.
Tað gjørdu skipini, sig-
ur Anfinn Kallsberg.
Tað sæst annars ikki
á løgmanni, at hann er
á hvørjum munni í hes-
um døgum. Sjálvur sig-
ur hann, at tað nervar
hann ikki stórvegis.
– Eg havi tað gott.
Sjálvandi er trýstið
stórt, og tað stendur
nógv á. Men hetta mál-
ið er langt síðan av-
greitt fyri mítt viðkom-
andi, og tað, sum nú
fyrigongur, er politiskt
trýst. Tað havi eg upp-
livað
áður,
sigur
Anfinn Kallsberg.
Fólkaflokkurin bakk-
ar ikki ein tumma, og
tí líkist alt meira og
meira einum nýggj-
ársvali um góðar seks
vikur. Løgmaður vil
ikki vátta, at hann
spælir sær við tank-
anum, men hann við-
gongur, at tað kann
ganga skjótt í polit-
ikki. Ein umbering er
óhugsandi
NÝVAL
Ingi Rasmussen
ingi@sosialurin.fo
Løgmaður boyggir seg ikki.
Og tað kemur heldur ikki
upp á tal, at Fólkaflokkurin
skrivar undir nakra av
treytunum, sum Tjóðveldis-
flokkurin hevur sett.
So mikið tyktist greitt
fyrrapartin hósdagin. Land-
ið alt lá annars í spentari
bíðistøðu eftir, hvat løg-
maður og Fólkaflokkurin
fóru at gera. Fólkaflokkurin
viðgjørdi støðuna á fleiri
fundum, og løgmaður hev-
ur fingið fullan stuðul mill-
um partamenninar á løg-
tingi og í landsstýri.
Anfinn Kallsberg vil
hvørki vátta ella avsanna
upplýsingarnar hjá Sosi-
alinum um, at hann ikki vil
ganga undir nakra av treyt-
unum, sum eru settir fram
av Tjoðveldisflokkinum.
Greitt er, at fleiri fólka-
floksfólk hava ávarað hann
um at koma við nakrari um-
bering, og eingin vil hoyra
talan um, at onkur annar
verður løgmaður í sam-
gonguni.
Nýval sannlíkt
Tað ljóðar annars, at hann
var hugaður at geva eina
veika umbering, men av
ótta fyri at hann samstundis
setir seg sjálvan í ringt ljós,
tí hann sostatt viðgongur at
hava misbrúkt sítt embæti,
so hevur hann slept tí
møguleikanum.
Sostatt bendir nógv á, at
nýval er um at gerast tann
mest sannlíki útgangurin á
stjórnarkreppuni, sum hev-
ur tikið seg upp, eftir at
bókin »Skjót journalistin«
er útkomin. Løgmaður hev-
ur fullan rætt at skriva út
nýval, tá hann heldur tað
vera rætt, og tað kann eins
væl henda í dag sum í
morgin.
– Politikkur er ein vanda-
mikil verð. Tá ið tingini
henda, so henda tey skjótt,
men annars havi eg onga
viðmerking til tínar met-
ingar, sigur Anfinn Kalls-
berg løgmaður.
Hann vísir bara til stýris-
skipanarlógina, sum hann
hevur liggjandi framman
fyri sær á skrivaraborðinum
í Løgmansskrivstovuni í
Tinganesi. Sambært henni
vísa seg tríggir upplagdir
møguleikar, um eitt val
gerst úrslitið av fastlæstu
støðuni.
Tríggir møguleikar
Løgmaður kann sjálvur
skriva út nýval. Tað ger
hann við at handa løgtings-
formanninum eitt skriv og
lýsa eina kunngerð. So er
løgtingsval um seks vikur.
Keldur í Fólkaflokkinum
siga tó við Sosialin, at løg-
maður helst himprast við
hendan møguleikan, tí so
eru tað hansara persónligu
viðurskifti, sum hava út-
loyst eitt val.
Í staðin kann Fólkaflokk-
urin so leggja uppskot fyri
løgtingið um eitt nýval. Tað
gevur eisini flokkinum
møguleikan at fáa eitt rok-
mikið kjak fyri opnari
mikrofon – a la misálitið á
Jørgen Niclasen – har
flokkurin fær vart síni
sjónarmið, uttan at pressan
klippir og kutar í útsagnum.
Triðji møguleikin er, at
eitt misálit verður reist. Tað
skal eisini viðgerast í løg-
tinginum. Innan eina viku
eftir misálitisuppskotið er
samtykt, hevur løgmaður
møguleikan at útskriva
valið.
Sostatt hevur løgmaður
stórt vald at avgera, hvussu
landið liggur. Tað er gjørt
fyri at hava javnvág millum
útinnandi og lóggevandi
valið.
Politiskt vaakum
Góðar keldur siga annars,
at tað er merkiliga friðarligt
á politiska vígvøllinum,
hóast nógv stendur á. Tað
kann vera ein fráboðan um
ódnina, sum kemur. Eitt
sindur av sambandi hevur
verið tvørtur um floks-
mørk, men tað hevur einki
úrslit givið.
Sosialurin veit, at Fólka-
flokkurin stillisliga hevur
spurt seg fyri hjá Javnaðar-
flokkinum. Teir droyma um
eina
minnilutastjórn,
tryggjað av smáu flokkun-
um, sum eisini hevur ti-
ltalað javnaðarfólk. Men
Javnaðarflokkurin
aftrar
seg við at bjarga løgmanni.
Okkurt óformligt samband
hevur eisini verið millum
Fólkaflokkin og Tjóðveld-
isflokkin, men har er ikki
so nógv at tosa um, tí Tjóð-
veldisflokkurin hevur sett
so harðar treytir, sum eru
ringar at víkja frá.
Spurningurin er, hvat
Tjóðveldisflokkurin
ger,
um einki hendir. Tað ljóðar,
at eitt evstamark verður
ásett, men tað fekst ikki
svar uppá, áðrenn blaðið
fór til prent.
Nýval á trappuni
Hørðu krøvini hjá Høgna Hoydal og Tjóðveldisflokkinum til Fólkaflokkin kunnu føra til, at Edmund Joensen fær eitt skjal frá løgmanni, har hann útskrivar nýval
Mynd: Jens K. Vang
C
M
Y
K
7
6