Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-05, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. desember 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 232 - 5. desember 2003 Nr. 232 - 5. desember 2003 9 Sunnudagin verður konsert í Leirvíkar kirkju. Fleiri luttakarar verða við og stuðulin, ið latin verður, fer til gøtubørn í Ukraine KONSERTIR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Nú Leirvíkar kirkja aftur er tikin í brúk, hava fleiri konsertir verið á skránni. Seinasta sunnudag var konsert við Felagskórinum Gøta-Leirvík, og seinasta hóskvøld var konsert við Trífljóð og Leirvíkar Gentukóri. Komandi sunnudag verð- ur aftur konsert í Leirvíkar kirkju, og hendan dagin verða fleiri ymiskir luttak- arar við. Trífljóð er heiti á floytu- trio við Jonnu Sjúrðarberg, Anju Andreasen og Olgu Eysturstein. Tær tríggjar hava traðkað sínar barna- skógvar í musikkskúla- skipanini. Jonna og Olga vóru nevniliga millum fyrstu næmingarnar í Leir- vík og Anja á sama hátt í Vágunum. Hóskvøldið spældu Jonna, Anja og Olga nakrar jólasangir, og tær fram- førdu eisini Sjey Schumann stykki. Sum navnið sigur, eru hetta sjey stykki eftir kenda tónaskaldið, Robert Schumann. Hesi eru løgd til rættis fyri floytutrio. Hetta er fimta árið á rað, at Leirvíkar Gentukór er við á jólakonsert. Leiðari er Dánjal Eysturstein. Tær syngja jólasangir, og úr Messe Basse eftir Gabriel Fauré syngja tær Agnus Deus. Tað er Heðin Kambs- dal, sum hevur urgufylgi- spæl, og Bárður á Lakjuni spælir bass. Sum nevnt, verða fleiri ymiskir luttakarar við á konsertini sunnudagin, ið er til frama fyri gøtubørn í Ukraine. Í morgin fara jólamenn at vitja í øllum kommunum í Eysturoy TILTØK Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Fyrr komu jólamenninir – teir flestu gamlir og gráir - oman úr fjøllunum við posa á baki, tá ið tað stundaði til jóla. Í hellum uppi millum fjalla búleikast teir, tá ið jólini eru farin aftur um – og teir síggjast sjáldan, fyrr enn aftur líður móti jólum. Aftur í ár hava teir pakka jólapakkar til børn í Eysturoy. Í hesum nýggju tíðum, nú vegirnir eru góðir, og koyr- andi er til allar bygdir í Eysturoy, verða sleturnar ikki so nógv brúktar longur. Tá ið kavi er, vitja jóla- menninir kortini síni skyld- fólk, sum búgva ymsa- staðni millum fjalla – og tá er sletan góð at taka til, um ov langt er at ganga. Men at fara runt í allari Eysturoynni á sletu, tá ið eingin kavi er, er ógjørligt. Tí eru jólamenninir – eins og øll onnur – farnir at koyra í bili. Tað er nógv skjótari, og tá kunnu eisini nógv fleiri børn, sum búgva í ymisku bygdunum í oynni, vænta sær jólapakk- ar. Um alla oynna Leygardagin, 6. desember, fara jólamenninir soleiðis at vitja í hvørji kommunu í Eysturoy. Teir koma í reyðu og vøkru bilum sínum og øll børn, sum leggja sær klokkuna í geyma og eru á staðnum, tá ið jólamenninir koma, fáa jólapakka. Aftur í ár hava jólamenn- inir heitt á Kunningar- stovurnar í Eysturoy um at siga frá, nær teir kunnu væntast at verða á ymisku støðunum. Jólabilarnir, sum fara at koyra um alla Eysturoynna í morgin, eru tveir í tali. Jólabilur 1 steðgar á Strondum kl. 11, á Skála kl. 11.15, á Oyrabakka kl. 11.45, á Eiði kl. 12.15, við Gjógv kl. 13, í Funningi kl. 13.15, í Runavík kl. 14.30 og á Toftum kl. 15.30. Jólabilur 2 steðgar í Funningsfirði kl. 12.00, í Oyndarfirði kl. 12.45, í Gøtu kl. 13.30, í Leirvík kl. 14.00 og í Fuglafirði kl. 14.30. Jólamenninir siga, at øll børn, sum koma at vitja jólamenninar, fáa jóla- pakka. Stuðulskonsert í Leirvíkar kirkju Jólamenn vitja børnini í Eysturoy Hósmorgun um átta tíðina kom ein 59 ára gamal maður fyri ein bil á økin- um beint niðanfyri býráðsskrivstovuna í Saltangará VANLUKKA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað var myrkt, og van- liga er nógv ferðsla á hesum vegastrekki um morgnarnar. Hendingin fór fram, tá ið ein 59 ára gamal mað- ur, sum var á veg tvørtur um vegin, kom fyri ein bil, sum kom koyrandi inneftir. Í bilinum var ein kvinna, sum júst hevði sett børnini av í skúlan- um og var á veg til hús aftur. Kvinnan segði, at hon sá ikki mannin, fyrr enn tað stoytti. Sjúkrabilurin var rætti- liga skjótur á staðið, og áðrenn løgreglan kom, var maðurin, sum kom fyri bilin, longu á veg á Landssjúkrahúsið. Alt gekk rættiliga skjótt fyri seg, og læknin náddi heldur ikki at koma á staðið, áðrenn sjúkrabilurin var á veg til Havnar. Sum skilst, skuldi sjúkrabilurin møta lækn- anum á vegum suður- eftir. Ákoyrdi maðurin hevði einki vit, tá ið hann fór uppí sjúkrabilin. Hvussu støðan hjá manninum annars er, var ikki greitt, tá ið blaðið fór til prenttilgerðar, men alt bendir á, at hann hev- ur fingið ymiskar snudd- ir. Á Politistøðini í Runa- vík visti Schandorff Vang einki at siga um til- burðin, tí hann var ikki á vakt, tá ið vanlukkan hendi. Maðurin, sum var á vakt, kom ikki aftur til arbeiðis fyrr enn kl. 17. Sunnudagin verður stuðulskonsert í Leirvíkar kirkju Maður ákoyrdur í Saltangará Í morgin, leygardagin, fara jólamenn at koyra runt í allari Eysturoynni við tveimum jólabilum – og øll børn, sum minnast til klokkuna og møta upp á staðnum, fáa jólapakkar frá jólamonnunum Avgerðin hjá Fornminnis- savninum at seta eina lyftu upp, so øll vitjandi nú lætt- liga kunnu vitja framsýn- ingarnar á báðum hæddum, hevur frøtt Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum. Meginfelagið hevur avgjørt at geva Fornminnissavn-in- um MBF viðurkenningina fyri hugburðin á Fornminn- issavninum. - MBF fegnast um tann hugburð sum Fornminnis- savnið vísur og vónar at tað kann brúkast sum fyrimynd fyri onnur líkandi søvn, sigur Anna Suffía Durhuus, dagligur leiðari í MBF. Í grundgevingini verður millum annað sagt: - Fornminnissavnið er eitt týðandi og áhugavert savn við framsýningum, ið avgjørt hava áhuga fyri flest allar føroyingar eisini føroyingar, ið bera brek. MBF metir, at atkoman heilt frá túninum og runt um inni á savninum, er gjørd sera góð. Gott pláss er til koyristólar, wc er sera gott og rúmligt. Frágreið- ingar og annað, sum er um tingini, eru í góðari hædd og lættar at lesa, tá tú situr niðri. - Nú er so lyfta sett upp, ið sambindur hæddirnar, so fólk við breki kunnu koma runt til alla framsýningina eins og fólk, ið ikki bera brek. Savnið hevur av síni játtan raðfest eina lyft, sum vit vilja geva teimum eitt herðaklapp fyri. Trý onnur uppskot vóru til at fáa herðaklappið. Vil lyfta Fornminnissavnið Nýggi sáttmálin mill- um ES og Føroyar fer at geva vinnuni eitt breiðari rávøru- grundarlag. Vinna fera at kunna keypa fisk í eitt nú Íslandi og Norra og útflyta hann tollfrían á ES- marknaðin NÝGGJUR SÁTTMÁLI Øssur Winthereig ossur@sosialurin.fo Ein av høvuðsspurningun- um hjá útflutningsvinnuni hevur verið, hvussu føroysk virki kunnu virka útlendska rávøru og útflyta hana á ES-marknaðin uttan toll. Um eitt ár skuldu nógvar av teimum forðingum verið burtur. Tá fer eitt nú Rækjuvirk- ið á Oyri at kunna keypa ís- lendskar og norskar rækjur, arbeiða tær í Føroyum, og útlfyta tær til ES uttan toll yvirhøvur. Í løtuni er støð- an, at fullur tollur verður lagdur á til dømis rækjur úr Íslandi og Norra, sum vera arbeiddar í Føroyum. Eisini á laksaøkinum verður ein munandi broyt- ing. Føroyska alivinnan hevur ikki kunnað keypt norskan laks og roykt hann í Føroyum og útflutt hann aftur til ES uttan at goldið toll. Tað verður eisini broytt, so roykivirkið í Føroyum fara at hava størri marknað at keypa laks á. Støðan broytist, tí Føroy- ar og Evropasamveldið eru vorðin samd um føroyskan limaskap í Alevropisku Skipanini fyri Samsavnan av Uppruna (Pan-European System of Cumulation of Origin). Upprunakravið hvørvur Høvuðsinnihaldið er at nýggi sáttmálin broytir fatanina av, hvar vøran hevur sín uppruna. Um- framt ES-londin, eru Ís- land, Norra og fleiri eystur- evropeisk lond við í sátt- málanum. - Eg vænti at sum frálíður kemur Russland eisini við í sáttmálan og tá kunnu vit eisini keypa russiska fiskin, arbeiða hann og senda hann tollfrían á ES-marknaðin, sigur Herluf Sigvaldsson, stjóri á uttanlandsdeildini, sum hevur verið leiðari í samráðingarnevndini. - Í fyrsta lagi verða broyt- ingarnar kanska ikki so stórar, men sum fráliður fer vinnulívið í Føroyum at hava stórar fyrimunir. Vinnulívið fær eitt breiðari grundarlag at standa á. Áðrenn nýggi sáttmálin fær gildi skal hann góð- kennast í ES og í Føroyum. Í ES er góðkenningini óskiljandi long prosess, sum tekur minst eitt ár. Í Føroyum skal hann leggja fyri uttanlandsnevndina og er eingin viðmerking, so undirskriva løgmaður sátt- málan. Torførar tingingar. - Samráðingarnar hava frá fyrsta degi verið sera trupl- ar, tí at ES hevur noktað Føroyum hetta ynski, verð- ur sagt í tíðindaskrivi frá uttanlandsdeildini. Føroyska samráðingar- nevndin hevur á hvørjum ári havt drúgvar og torførar samráðingar við ES-sam- ráðingarnevndina um hetta mál. Harumframt hava fleiri fundir verið á óform- ligum stigi millum føroysk embætisfólk og ávikavist embætisfólk hjá ES-nevnd- ini og sendimenn hjá lima- londunum í ES. Føroyska sendistovan í ES hevur verið ein týðandi liður í hesum málið og hevur í dagliga samskiftin- um við ES-myndugleik- arnar virka fyri at fáa málið framt. Grundgevingarnar móti føroyska ynskinum hava verið nógvar. Millum annað hevur verið víst á, at Føroyar hava ikki handils- sáttmálar við øll limalond- ini í skipanini, at Føroyar hava ikki nóg tætt tilknýti til ES og at Føroyar hava ikki vilja slaka í svart- kjaftasamráðingunum. Eitt triðja bein Seinnu tíðina hevur ES serliga víst á trupulleikan, at Føroyar hava ein betri handilssáttmála við ES enn onnur lond í skipanini, og at Føroyar tí kunnu gerast einar víðopnar dyr fyri vørur úr hesum londum inn í ES. Nú samráðingarnar eru loknar, eru Føroyar og ES vorðin samd um treyta- leysan føroyskan limaskap í skipanini. Tað, ið nú fer at henda verður, at Føroyar og ES fara at fremja limaskap- in saman við hinum lond- unum. Tað fer væntandi at taka um eitt ár. - Skipaninfer at hava grundleggjandi broytingar við sær fyri føroyska vinnulívið. Til dømis fer nú at bera til at innflyta rávøru til Føroya úr eitt nú Íslandi og Noregi og viðgera hana í Føroyum og síðan útflyta hana tollfrítt á ES-markn- aðin eftir handilssáttmálan- um millum Føroyar og ES, verður undirstrika í einum tíðindaskrivi frá landsstýr- inum. - At føroyska vinnulívið nú fær møguleikan at grunda sína framleiðslu á eitt rávørugrundarlag, ið ikki einans eru føroyskar rávørur hevur við sær, at føroyski búskapurin nú fær eitt nýtt bein at standa á, sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður. Nýggjur sáttmáli við ES hjálpir vinnuni Eftir nýggjari avtalu millum Føroyar og ES verður møguleiki at keypa norskan laks at roykja í Føroyum og senda hann á ES- marknaðin uttan at gjalda toll. C M Y K 9 8