hósdagur 4. juni 1998síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 102 — 4. JUNI 1998 tíðindablaðið SUN 17
Meiri enn 40 ár í fremstu rgð
Frits Olsen fekk heiðursmerki í gulli frá sínum felagi. Hann ivast ikki tí, at útróðurin í Klaksvík, sum er høvudsvinna
hjá 430 monnum, framvegis fer at vera millum týdningarmiklastu vinnuvegirnar har norðuri
— I viðtókunum fyri felagið
hevur tað síðani 1952 stað-
ið, at nevndin kann eftir á-
settum reglum veita limun-
um sømd fyri langa og trúg-
va tænastu, og at nevndin
kann veita øðrum, sum hava
veitt felagnum og limunum
virðismiklar tænastur,
sømd. Tað er hetta, sum vit
gjørdu hvitusunnudag.
Hetta er ikki fyrsta ferðin,
vit hava havt eina sovorna
løtu. Vit hava skipað fyri
hesum tríggjar ferðir áður
Síðsta ferðin var í 1983. Vit
halda, at tað hevur verið ov
langt ímillum hesar báðar
ferðirnar, men umstødurnar
hava verið soleiðis, at tað
hevur ikki borið til. Nú
eydnaðist tað aftur, og tað
eru vit fegnir um.
Tað er Frits Olsen, for-
maðurin í Klaksvíkar Út-
róðrarfelag, sum vit hava í
telefonini. Í meiri enn 40 ár
hevur hann verið millum
teir fremstu í nevndini hjá
Klaksvíkar Utróðrarfelag,
og hann hevur verið for-
maður í 34 ár. 30. juli fer
hann um tey 70.
— Vit halda, at tað eydn-
aðist væl henda dagin á sjó-
mansheiminum, og tað
gleðir meg at kenna á teim-
um, sum vóru við, at teir
seta prís uppá, at felagið
heiðraði teimum. Onkrir
vóru ikki til staðar, og í vik-
uni hava vit verið á gátt hjá
teimum og sett merki í
bringuna á teimum. Å hes-
um vitjanum havi eg aftur
fingið staðfest tað, sum eg
eisini helt meg síggja hvítu-
sunnudag, at tað var ikki
frítt, at okkurt tárið var at
síggja í eygnakrókunum!
Eg minnist, tá vit høvdu
samkomuna í 1983. Ein av
tá eldru avbygdamonnun-
um, sum í mong ár hevði
róð út í Klaksvík, kom til
mín og helt fyri, at hann
hevði ongantíð verið glaðari
í sínum lívi, enn hann var
hetta kveldið. Tað frøddi
meg og okkum at hoyra
Gullmerkið
Tá útróðrarmenninir høvdu
fingið síni merki, sum vóru
úr silvuri, tók næstformað-
urin í útróðrarfelagnum,
Poul Johan Joensen, orðið
og segði, at nevndin hevði
gjørt av, at Frits Olsen, for-
maðurin í felagnum, skuldi
fáa sama merki úr gulli fyri
tað arbeiðið, sum hann í
meiri enn 40 ár hevur lagt í
felagið. Frits hevur verið
formaður í 34 ár, og hanr
hevur verið næstformaður í
SEKS ár
Tú kanst ætla, at eg eri
sera fegin um tann heiður,
sum neyndin hevur víst
mær. Eg var ikki greiður
yvir, at hetta var í umbúna
so hetta kom Óvart á, og eg
eri sera takksamur.
Tad er komið fyri áður, at
Klaksvíkar Utróðrarfelag
hevur heiðrað við gullmerk
inum, og Frits Olsen hevur
verið við, tá hetta er gjørt
Teir, sum frammanundan
hava fingið gullmerkið, eru
J. F. Kjølbro og Evald Kjøl-
bro, sum vóru stjórar í pf. J.
F. Kjølbro, ið heilt upp í
seksti árini átti nógvar út-
róðrarbátar, og J. Símun
Hansen og Robert Joensen,
sum hava skrivað um út-
róður. Robert var skrivari í
nevndini í meiri enn tríati
ár
Í núverandi nevndini í fel-
agnum sita umframt for-
mannin og næstformannin
Kristin Vilhelmsen, Oli
Karl Olsen, Eydolvur Vang,
Hilbert Isaksen og John
Kåri Jacobsen.
Klaksvíkar Utróðarfelag
varð stovnað 10. maí 1943,
og formenninir hava ikki
verið so nógvir. Hans Pauli
Klein var fyrstur, so var
Jens Christian Simonsen í
eitt ár, Jóan Pauli Poulsen
var so í fleiri ár, áðrenn Frits
Olsen gjørdist formaður
umleid 1960. Eftir at hann
hevði sitið í 16 år, var Poul
Adrian Andreasen, såli, for-
maður i fimm år, og so hev-
ur Frits aftur verið formaður
í 18 ár
Setningurin
Tá vit tosa um uppgávurnar
hjá felagnum, vísir Frits Ol-
sen til viðtókurnar fyri fel-
agið. Har stendur, at setn-
ingurin er at betra um
vinnumøguleikarnar og um-
stødurnar at reka útróður.
— Undir krígnum var
nógvur útróður, og fyrsta
uppgávan var at fáa sátt-
mála í lag. Samfelagsbroyt-
ingarnar hava verið stórar
hesi meiri enn fimti árini,
og tað hevur sjálvsagt eisini
sást aftur í virkseminum hjá
felagnum. Fiskimarkið var
frammarlaga í mong ár, og
so hava tað verið fiskaprís-
irnir og síðani fiskimarkið
fór út á 200 fjórðingar í
1977 hevur nógva av stríðn-
um verið at stríðast fyri
rættinum hjá útróðrinum,
eftir at trýstið á heimligu
grunnarnar gjørdist so stórt,
tí stórur partur av trolara-
flotanum kom inn á
grunnarnar.
Politikarnir
lurta ov lítið
Tá vit tosa um samskifti
millum útróðrarvinnunba
og myndugleikarnar hevur
Frits Olsen nógvar royndir.
Hann varð limur í ráfiska-
neyndini, sum myndugleik-
arnir eftir áheitan frá útróðr-
arfelagnum í Klaksvík, setti
í 1963, og hann hevur verið
limur í kærunevndini fyri
Ráfiskagrunnin, í studn-
ingsnevndini og hevur lut-
Øll tey sjey fólkini úr
Norðoyggjum, sum mynda
lógting og landsstýri
PAPE Må
F
The Grand Old Man í útróðrinum í Klaksvík, Frits Olsen, fær gullnál fyri trúgva tænastu
tikið í ðrum samskifti við
politikarar og umsiting.
— Mitt skoðsmál skal ver-
a, at tey fyrru árini lurtaðu
politikarnir nógv eftir vinn-
uni. Eg minnist t.d. væl, tá
vit arbeiddu við ráfiskaprís-
nevndini. Tá var Petur
Mohr Dam, sáli, løgmadur,
og eg minnist, hvussu væl
teir í Tinganesi lurtaðu eftir
okkum, og hvussu væl tað
kom í lag, tá vit vóru á fundi
við teimum. Broytingin hesi
seinnu árini hevur verið, at
nú lurta teir eftir mínum
tykki ov nógv eftir serfrød-
ingunum og alt ov lítið eftir
teimum, sum havva drúgvar
royndir og ul dagliga eru í
vinnuni.
Framtíðin
Formaðurin í útróðrarfel-
agnum í Klaksvík er ikki í
iva um, at eisini í framtíðini
verður útróðurin ein týðandi
vinna í Føroyum og serliga
í Klaskvík.
— Tað eru 109 stórri og
minni bátar, sum dríva út-
róður út av Klaksvík, og
flestu bátarnir eru í góðum
standi. Teir ganga skjótt, og
nú ber væl til at rógva á allar
tær væl kendu leiðirnar og
alíkavæl egna við hús.
— 430 menn hava tað sum
høvudsvinnu at rógva út, og
hesi seinnu árini eru um-
stødurnar við skúrum og
ødrum, sum er tydningar-
mikið hjá teimum, sum fá-
ast við vinnuna, vornar góð-
ar. Tað er einki at ivast í, at
størsta framstigið av øllum
hevur verið, at uppsølurnar
eru komnar. Vit kunnu
kanska ikki rokna við, at tað
fer at vera so nógvur fiskur
og so góður prísur, sum tað
hevur verið hesi seinnu ár-
ini. Tað hava altíð verið og
fara altíð at vera upp- og
niðurgangstíðir, og tað fer
at síggjast aftur í talinum á
teimum, sum fáast við út-
róður, men hesin parturin av
vinnuni er so væl grund-
festur, at hann eisini verður
týdningarmikil í framtíðini
Vilhelm Johannesen, lógtingsmaður
og Effe Millum Garðarnar
ET