fríggjadagur 5. juni 1998síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 103 — 5. JUNI 1998
tíðindablaðið
Rein nrfir
SVEIK
Nýggjur filmur eftir Katrina Ottarsdóttir:
Bye Bye Blue Bird
I hesum døgum verða upptókur gjórdar til filmin hjá Katrini Ottarsdóttir, sum
er ein roadmovie, ið byrjar í Sumba og endar á Viðareiði
TURIÐ KJøLBRO
Týsdagin fór Katrin Ottars-
dóttir, leikstjóri, saman við
sínum filmslidi undir upp-
tøkurnar til spælifilmin Bye
Bye Blue Bird. Fyrstu upp-
tøkurnar verda gjørdar i
Suduroy.
Filmurin er um tvær ung-
ar kvinnur og tad tær upp-
liva í Føroyum, har tær sam-
an vid unga manninum,
Rúna, hvør sær royna at fáa
skil á lívið. Rannvá og
Barba eru komnar aftur til
heimlandið at vitja familj-
una og fyri at „blíva vaksn-
ar“. Tær hava í nøkur år
livað av at havt smærri ar-
beiðsuppgávur sum modell-
ir í td. Keypmannahavn,
París og London, og tær
føla á sær, at tær eru væl
búnari enn landsmenn
teirra. Tær koma runt í
nógvar krókar í landinum,
og tær vekja ans alla staðni,
har tær koma, tí tær síggja
ødrvisi út enn flest fólk. Ein
ørur dani forfylgir teimum,
tær gerast vinir við eina
rock-sangarinnu, sum hevur
sæð betri dagar, tær upp-
daga næstan ikki allar lús-
ingarnar Rúni fær hverja
ferð hann er úr eygsjón, tær
finna kortini seg sjálvar, og
finna veg burtur úr sjálv-
gleðini.
Allur filmurin verður tik-
in upp í Føroyum, har
náttúran er bakgrundin fyri
óbúna framferðarháttin hjá
gentunum, og vit fáa innlit
í, hvussu lívið er í smáum
bygdasamfeløgum.
Kortini er filmurin ikki
ein føroysk ferðamannabro-
chura, og samfelagid, sum
filmurin visir, er ikki ein
mynd, sum fremmandi
ferðamaðurin vanliga sær.
Tað eru serliga Ken Loach,
Jim Jarmusch og Mike
Leigh, id hava givid Katrini
íblástur til filmin. Katrin
hevur valt at snara myndini
eitt sindur å, hon finnur tann
skeiva vinkulin, og fær har-
við eina aðra meiri viðkom-
andi mynd av veruleikan-
um.
Filmurin er mettur at
kosta 7,7 mill. krónur.
Thomas Winding, spæli-
filmskonsulentur á Det
Danske Filminstitut, hevur
stuðlað filmin við 6,5 mill.
krónum. Tað er Peter Bech
Film Aps., sum framleiðir
filmin. Fyritøkan hevur eis-
ini framleitt nógv rósta
filmin hjá Jesper W. Nielsen
„Forbudt for børn", sum
varð framsýndur beint fyri
páskir, og sum í ár eisini
framleiðir „Dykkerne“ hjá
Peter Flint.
Katrin Ottarsdóttir, leik-
stjóri, er einasti filmsleik-
stjórin Føroyar eiga. Í hes-
um hennara fjórða filmi
hevur hon fingið høvid at
arbeiða við føroyskum leik-
arum á føroyskari jørð og á
føroyskum máli. Filmurin
verður síðani tekstaður til
danskt. Sæð við altjóða eyg-
um er føroyskt eingin forð-
ing.
Katrin Ottarsdóttir er út-
búgvin á Den Danske Film-
skole, hon hevur arbeitt í
fóroyska sjónvarpinum,
men hevur nú í nógv ár búð
Norðoyastevnuskráin:
og arbeitt í Danmark. Hon
hevur gjørt tríggjar filmir,
hennara fyrsti var Atlantic
Raphsody, síðani var hon
við í triologiini Northern
Tales, har hennara partur æt
Hannis, og hennara seinasti
filmur var Maðurin, ið slapp
at fara. -
Katrin er gift Hugini og
eigur trý børn, har tann elsta
dótturin, Hildigunn Eyð-
finnsdóttir, hevur høvuds-
leiklutin í filminum sum
Rannvá. Hildigunn er 22 ára
gomul, og umframt films-
arbeiðið er hon limur í al-
tjóða leikarabólkinum ,,Re-
mote Control“, sum júst
hevur arbeitt í New York,
og sum fer undir sýningar í
Hollandi í august. Hinir
leikararnir í filminum vera
Sigri Mihtra Gaini, sum
hevur leiklutin sum Barba,
og Jóhan Dalsgaard, van-
liga nevndur Jóhan í Kolla-
firði hevur leiklutin sum
Rúni. Tann einasti danski
sjónleikarin í filminum er
Peter Hesse Overgaard, sum
verður við í filmsliðnum frá
Katrin Ottarsdóttir
7. til 11. juni. Hann hevur
leiklutin sum fosturpápi
Barbu.
Upptøkurnar vara umleið
sjey vikur, og fara fram í
Suðuroy til tann 10. juni
Síðani kemur filmsliðið til
Havnar, har upptøkur verða
gjørdar til tann 5. juli, og
loksins verður farið til
Klaksvíkar, har seinastu
upptøkurnar verða gjørdar
Tær enda væntandi tann 19
juli, tó er steðgur í eina viku
seinast í juni
Ørgrynna av tiltøkum
I kvøld setir Kristian Fridrik Olsen, býráðslimur, Norðoyastevnuna í Vágstúni
Tvrip KJøLBRO
Nógv tiltøk vera á Norð-
oyastevnu, flestu eru aftur-
vendandi, men okkurt nýtt
verður eisini. Ikki so lítið
er hent, síðani norðoyingar
seinast buðu til stevnu,
Mentunarhúsið Atlantis er
vorðið karmur um ment-
unartiltøk í høvudsstadnum
i Nordoyggjum, og nyggja
matstovan Hereford er latin
upp.
Sum vera man eigur
ítróttin, serliga fótbólturin,
stóran leiklut á Norðoya-
stevnu. Yngru og eldru
deildirnar spæla dyst, talv-
kapping verður fyri børn
friggjakvøldid og millum
Klaksvíkar Talvfelag og
Tórshavnar Talvfelag leyg-
arkvøldid, Føroya Bjór
renningin verdur umframt
súkklukapping. Á Norðoya-
stevnu leggja 50 kapp-
róðrarmanningar til brots í
fyrsta FM-róðrinum, so,
sum Rudolf plagar at taka
til í Gekkinum, er spenn-
ingurin stórur.
Skráin fyri Norðoya-
stevnuna spennir yvir seks
dagar, hon byrjaði í gjár-
kvgldið og endar týs-
kveldið. Fleiri tiltøk, serliga
framsýningar, eru á skránni
i
hvønn dag, og Norðoya-
stevnuteitid, sum fyrstu ferð
varð spælt fyri 20 árum
síðani, verður spælt hvønn
dag. Vanliga verður teitið so
væl vitjað, at tað verður
spælt dagarnar aftaná eisini.
Í Býráðshúsinum sýnir
Barbara Jacobsen fram
hondarbeiði, myndir, kvilt-
ing og veving, í Tekniska
skúla sýnir Norðoya Lista-
felag fram, í svimjihøllini
skipar Ægir fyri framsýning
av modellskipum, í hølun-
um hjá Norðoya Fornminn-
issavni er framsýning í sam-
bandi við, at Klaksvíkar
Sjúkrahús er 100 ár, og
stuðulsfelagið Dragin skip-
ar fyri framsýning í Fim-
leikarhøllini, tey kalla „Tey
sigla so væi sín fríða knørr"
og sum er framsýning av
skipasøgu norðoyinga í
myndum. Skúlaskipið
Dragin hevur sokallað
„opið skip“ við Varpa-
brúnna, sunnanfyri ferjuleg-
una.
Sum undanfarin ár eru
Tivoli og útselur vid fót-
bóltsvellin. Av ødrum til-
tókum fyri børn kunnu vit
nevna, at Jamboree skótar-
nir skipa fyri klatriveggi
somuleiðis við fótbólts-
veggin, ponyríðing verður
á økinum við Føroya Bjór,
og KFUM- og K-skótarnir
hava skjótibreyt við fót-
bóltsvellin.
Betesda hevur útifund í
Vágstúni, meti verður í
KFUM-og K og Emmaus,
hugnaløta verður í Solo deo
Gloira, Meinhard Bjartalíð
prædikar i Christianskirkj-
uni sunnudagin, og „I am“
hevur gospelkonsert í Kl-
høllini.
A midnátt í annað kveld
Mentunarhúsið Atlantis
stendur í miðdeplinum í
Klaksvík, beint við fót-
bóltsvellin, har nógvir
dystir verða leiktir á
Norðoyastevnu og har
hópin av tiltókum, so sum
tivoli, klatriveggur, skjóti-
breyt, utsølur vera. Nord-
oyastevnuteitið verður
spælt í Atlantis og filmur
verður sýndur hvønn dag
verður midnåttarsamkoma í
Vágstúni. Frammanundan
spælir Klaksvíkar Horn
orkestur og Klaksvíkskórið
syngur Kyndlagongan
kemur í Vágstún, har
Zacharis Hammer, sjón
varpsmaður flytir fram
réðu. Aftaná verður fyrverk
og felagssangur
Sunnudagin verður
skrúðgonga við Klaksvíkar
Hornorkestri, skótum og
ítróttarfólki á odda. Heri
Ellingsgaard, stjóri á Klaks
víkar Sjúkrahúsi, og Helena
Dam á Neystabø, landsstýr-
iskona, halda réðu
Ørgrynna av øðrum til-
tókum eru á skránni so sum
dansur, eydnuhjól, matsøla,
fiskidammur, matiné og
annad.