fríggjadagur 5. desember 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 232 - 5. desember 2003
Mikukvøldið var
hugnalig konsert í
skúlanum á Viðareiði,
har skúlakórið og
musikkskúlanæming-
ar, bæði av Viðareiði
og úr Klaksvík,
sluppu at royna seg
NÆMINGAKONSERT
Orð og myndir:
Rúna Sivertsen
runa@sosialurin.fo
Børnini á Viðareiði vóru
ógvuliga spent at vísa
foreldrum og teimum, sum
komin vóru at lurta, hvat
tey dugdu.
Tey eru øll nýbyrjarar,
men kortini var tað ein
fragd at hoyra og síggja tey
syngja og spæla.
Næmingakonsertin
á
Viðareiði var ein av mongu
konsertunum, sum musikk-
skúlarnir skipa fyri kring
landið.
Tað er ein góð íløga at
nýta pening til frálæru í
tónleiki. Í hvussu er, vísa
kanningar, at tá børn sleppa
at spæla ljóðføri, mennast
tey skjótari og læra betur.
Royndir eru gjørdar í
Kanada og vísti tað seg, at
eftir eina 7 mánaða roynd-
artíð, har børnini skuldu
spæla eitthvørt ljóðføri,
vóru týðilig framstig at
síggja.
Tey børn, ið einki ljóð-
føri spældu, vóru á sama
støði, sum frammanundan.
Í Føroyum hava royndir-
nar eisini verið góðar, tá
børn sleppa at spæla eitt-
hvørt ljóðføri, siga tón-
leikalærarar.
Heilin
verður
nógv
stimbraður við at spæla
tónleik, tí tá er neyðugt at
nýta fleiri sansir í senn.
Eisini eru royndir gjørdar
við truplum flokkum her
heima. Øll børnini fingu
høvið at spæla ljóðføri, og
eftir eitt ár, var flokkurin
fullkomiliga broyttur.
Summir lærarar nýta
tónleik at sissa børnini eftir
spælið í fríkorterinum. Tað
vísir seg, at tónleikur, fáar
minuttir í byrjanini av tím-
anum, økir um konsentra-
tiónsevnini.
Málið hjá musikkskúlun-
um í Føroyum er, at øll
børn skulu fáa høvi at læra
seg at spæla á ljóðføri.
Skúlakonsert
á Viðareiði
Tey eru øll nýbyrjarar,
men kortini var tað ein
fragd at hoyra og síggja
tey syngja og spæla
Tað er ein góð íløga at nýta pening til frálæru í tónleiki. Í
hvussu er, vísa kanningar, at tá børn sleppa at spæla ljóðføri,
mennast tey skjótari og læra betur
Gleðilig Jól
C
M
Y
K
17
16