Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-05, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. desember 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 232 - 5. desember 2003 Tað er nakað síðan at P/F Auto í Havn tók nýumbygdu bilstøð- ina í Niels Finsens- gøtu í brúk. Bygn- ingurin er nú í tveim- um hæddum, har skrivstovan hjá Auto og Stuðulsstovnurin halda til í ovaru hæddini BILSTØÐ Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Bilstøðin Auto hevur hildið til á somu adressu í Niels Finsensgøtu síðan 1956. Grundstykkið bleiv keypt frá Jens Paula av Reyni í juni 1955 fyri 20.000 krón- ur, sum vóru nógvir pengar tá í tíðini. Fyrsta støðin stóð liðug á sumri árið eftir. Síðan tá eru tvær stórar um- og útbyggingar gjørdar. Tann fyrra bleiv gjørd í 1968-69 í sambandi við at Havnará skuldi bleiv innilokað og støðin var fyri ein part bygd yvir ánna. Tá bleiv tann gamla støðin tikin niður, og ein nýggj bygd upp aftur. Í november 2000 fekk Auto byggiloyvi til eina hædd oman á verandi bygn- ing, og nakað eftir tað fór arbeiðið so smátt í gongd. Virksemi hjá støðini hevur verið á staðnum, meðan arbeiðið hevur staðið uppá. Nú er so arbeiðið liðugt, og støðin er nútímansgjørd. P/F Auto rekur bæði bil- støð, kiosk og bensin- og oljusølu. Umstøðurnar hjá støðgentunum eru munandi betri, og vørugoymslan til kioskina er størri, sam- stundis sum innrættingin er broytt og øll rúmini nýum- væld. Í ovaru hæddini heldur skrivstovan hjá P/F Auto til, og leigusáttmáli er gjørdur við Stuðulsstovnin um nøk- ur av hølunum. Skrivstovan hjá Auto hevur annars øll árini verið leigaðum hølum í býnum. Fyri einum ári síðan, tann 17. desember, vóru liðin 50 ár síðan støðin bleiv stovn- að. Sama dag kom eisini bókin, Auto - altíð til tæn- astu, út. Bókin er um søguna hjá støðini og um hýruvognskoyring í Havn og út frá býnum. Í bókini, ið er 269 blaðsíður, eru um- leið 450 myndir og gamlar lýsingar. Stjóri á P/F Auto í dag er Lina av Reyni. P/F Auto: Nýtímans bilstøð í miðbýnum Á permuni á jubileumsbókini "Auto - altíð til tænastu" er mynd av fyrstu bilstøðini, sum varð tikin í brúk á sumri 1956. Í bókini er eisini søgan aðrar bilstøðir í býnum og um Oyggjarvegin og rutusambandi til tær ymisku bygdirnar Bilstøðin hjá Auto í dag. Støðin er nútímansgjørd og er nú í tveimum hæddum Mynd: Jens Kristian Vang Soleiðis sá støðin út eftir umbyggingina í 1968-69. Stór ljósreklama á takinum sum lýsti um kvøldarnar. Myndin er tikin umleið 1970 Støðgenturnar hava nú munandi betri arbeiðs- umstøður. Á myndini eru Johan Simonsen, nevndarlimur, og Lina av Reyni, stjóri í P/F Auto Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 19 18