Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-05, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. desember 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 232 - 5. desember 2003 Nr. 232 - 5. desember 2003 21 UMMÆLI Eyðun Nolsøe Á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn: Sunnudagurin var seinni dagurin á upplatingarfagn- aðinum í ómetaliga stásu- ligu hølunum í Bryggjuni í hjartanum á Keypmanna- havn. Nógv fólk var aftur savnað saman hendan dag- in úr øllum fýra norður- londunum, sum Bryggjan umboðar. Á leið 1000 fólk vóru á gátt fyrra dagin og mundi talið liggja á sama støði sunnudagin. Skráin var sera fjølbroytt og spennandi og torført var at røkka øllum tilboðunum. Á fjórðu hædd liggja før- oysku hølini og tíðliga á seinnapartinum var nógv fólk savnað saman í tí endanum, sum toyggir seg út móti kanalini og starir beint yvir móti Nýhavnini. Ein einsamallur listar- maður stóð og hitaði rødd- ina upp í øllum meldrinum - Teitur Lassen eymkaði seg undan framførsluni um at ov nógvar sigarettir vóru farnar niður um kvøldið fyri. Tað skal eisini vera stuttligt onkuntíð, sjálvt hjá eini nýklaktari altjóða stjørnu. Men onki hoyrdist til hesar ólukku sigarettir- nar, tá ungi havnamaðurin róliga settist í barrstólin og pallvandur byrjaði at fram- føra sítt egna tilfar. Til dag- sins høvi valdi hann eisini at spæla sangir úr føroysku útgávuni hjá sær, "Sólin og regnið", umframt sangirnir av perlufløguni "Poetry and airoeplanes." Framførðslan var sum altíð innilig og persónlig, og Teitur megn- aði í orðsins rætta týdningi at nema hjartastreingirnar hjá okkum øllum somlum. Ikki nógv prát, onkur við- merking um skránna hjá sær teir síðstu fýra mánað- arnar, har Teitur hevur spælt ikki færri enn 150 konsertir. Tað er meir enn ein framførðsla um dagin báðumegin Atlantarhavið. Og formurin er góður, tað er eyðsæð. Guitarspælið er sera sannførandi við einum farra av lættleika, og røddin er rein og fevnir breitt. Ein fragd at hoyra hesar melo- diøsu sangirnar við teimum jarðbundnu orðunum, ong- antíð ov nógv og ongantíð ov lítið. Bara júst sum tað er í Teitur’sa verð. Hjá okk- um, sum hava tikið hendan sjarmerandi heimsborgaran til okkum í hjartanum, eru slíkar løtur gull verdar. "Nakað lurtaraynski?" spurdi hann smílandi, og undirritaði skundaði sær at ynskja fyrsta lagið á nýggju fløguni "I still sleep with the lights on". Lagið varð prompte framført í góðum stíli og soleiðis hugtók hann allar 40 minuttirnar á tamb. "Heldur tú ikki eg virki troyttur" spurdi hann erliga aftaná framførsluna, men tað var ikki tað fyrsta eg hugsaði, tá eg sat og lat hann fylla mínar goymslur upp við íblástri og gleði. Men alíkavæl, maðurin er hart royndur og spennir seg kanska meir út enn gott er í hesum døgum. Alt í alt ein frálík konsert á høgum støði, kensluborin, heit og vøkur sum ein føroysk summarnátt. 5Y Leiðin gekk síðani oman í stóra salin, har stúgvandi fult av fólki sat og bíðaði í spenningi eftir Guðrun Sóljá. Lógvabresturin reist- ist sum ein alda fram ímóti Guðruni, tá hon steig á pallin saman við orkestr- inum. Fyrsta lagið hon sang var "Hákunardrongurin" hjá "Terja og Føstufress- um," eitt yvirraskilsi hjá undirritaða. Men ikki av teimum heilt positivu, eftirsum hvørki tónleikarar ella Guðrun sjálv høvdu nakað nýtt at bera hesum vakra sanginum. Helt at framførðslan var ov stressut og manglaði heilt innlivilsi og nýtulking. Sigast skal, at Bryggjufagnaður – ein tónleikaferð fyri norðan hendan konsertin var rætti- liga unplugged og soleiðis í róliga endanum. Hinvegin riggaði næsti sangurin sera væl, "Hero" frá "Stjerne for en aften" rungaði út í salin og tók alt fólkið við sær á ferð. Tað er týðiligt, at Guðrun dámar væl at syngja hesa balladuna. Sama má sigast um tilfarið av fløguni hjá Guðruni, har hon rættiliga skein uppi á pallinum. Framvegis var orkestrið tó eitt vónbrot, virkaði ikki nóg væl sam- anspælt og inspirerað. Livdi heilt einkult ikki upp til støðið hjá Guðruni sjálvari. Besta framførslan var lagið "All I want is love" av fløguni hjá Guðr- uni. Her kundi merkjast ein glóð og spæligleði og Guðrun svingaði, smíltist og hugnaði sær eyðsæð á pallinum hesa løtuna. Ein sangur sum "Ironic" hjá Alanis Morisette var eisini framførdur, og aftur undr- aðist ein á hví. Onki nýtt, ongin spenningur. Hví ikki heldur tilfar av hennara egnu fløgu, sum týðiliga riggaði best? Røddin hjá henni er fantastisk, sum tey flestu hava lagt merki til. Hon kann so nógv við henni, at hon onkuntíð hevði hug at leggja ov hart fyri, og so glapp okkurt í tí hægstu tónaleguni. Hetta nervaði tó hvørki Guðrun ella áhoyrarnar. Samanlagt ein miðal góð konsert, við Guðruni sjálvari sum av- gjørda gimsteininum. Eg saknaði meira ró í sjálvum sangunum og eisini ímill- um sangirnar - eitt sindur av práti og viðmerkingum. Hinvegin hevur Guðrun nógv harrans ár at vaksa og menna seg í á pallinum, og ongin ivi kann vera um hennara ótrúliga stóra potentiali. Møguliga kundi hon lúrt eftir Teita og lært seg meir um kunstin at draga tempoið niður, at dvølja í løtuni og síðani sláa til við størri effekt. 3Y Í minni hølunum aftan fyri stóra salin, sat ein einsa- mallur troubadurur og gjørdi seg kláran. Hálvur grønlendari, hálvur dani og heilur tónleikari. Simon Lynge settist við mikrofon- ina og stemmaði guitarina. Hóast tekniskar trupul- leikar valdi hann at byrja við bert einum hátalara, men tað var eisini ríkiligt hjá honum. Hann tók snøgt sagt okkum øll á bóli við sínum framúrskarandi sjálvgjørda tilfari, alt fram- borið á enskum tungumáli. Stílurin lá tætt uppat Teita Lassen og góðskan var minst á sama støði. Bæði orð og løg fóru beint inn í kensluhavið og rakti fleiri streingir, sum dandaðu hesa løtuna. Orð úr egnum barmi, egnum lívi og egn- um royndum. Fyrrverandi unnustur, dreymar og vónir. Ein virkuliga vakur sangur kom um ein grønlenskan alkaholikara, reikandi á strætum í Keypmannahavn. Sangurin kallaðist "Promised land," og mundi sipað til ferðina hjá so mongum grønlendarum úr heimlandinum til Keyp- mannahavnar, har gerandis- dagurin við árunum gerst ein kampur móti vónloysi og misnýtslu, heldur enn ein ferð til the promised land. Framførslan hjá Simon Lynge var ein sonn fragd at hoyra. Tónlistarliga var hesin mildi ungi maðurin á einum rættiliga høgum støði, og sum hann prátaði gjørdist greitt, at heimurin lá fyri hansara føtur. "Í morgin skal eg til Venedig og síðani til Lond- on. Eg gleði meg." Undarl- igt sum tað finnast nógv talentir allastaðni, uttan at ein varnast tað. "Ikki drekka mjólk áðrenn tú skalt syngja," well so veit man tað. Simon Lynge, eitt navn at leggja sær í geyma, ein myrk rødd á tremur við sál, og tónar og harmoniir á altjóða støði. Kendi meg eitt sindur ríkari aftaná at hava lurtað eftir hesum óslípaða grønlenska/danska dýrgripinum, við einum erligum huga eftir at hoyra meir til hann. 5Y Móti kvøldi var tíðin komin til føroyska jazzbólkin "Yggdrasil", sum løgdu út við melodiskum tónum, ið fyltu salin við einum sveimandi stemningi. So við og við vaks orkan í tón- leikinum upp í villskap, fyri síðani at detta spaku- liga niður aftur á jørðina. Dymanikkur! Tónleikurin hjá "Yggdrasil" var hendan dagin sum ein abstrakt mynd, málað við løttum og neyvum strokum. Atmo- sferiskar stemningsflátur, eggjandi og dragandi og til tíðir eitt skúladømi í innlivilsi og improvisatión. Brátt hoyrdist ravnaljóð í einum dramatiskum ljóð- bílæti, bylgjandi tónar og sløg, sum ein livandi ímynd av náttúru og djóralívi. Ein serstakliga kensluborin Yggdrasilløta, har allir tónleikarnir runnu saman og lyftu tónleikin upp á hægstu tindar. Kristian Blak kryddraði løtuna við turrum, skemtiligum við- merkingum og sera origi- nalum klaverspæli. Sonurin Michael hugtók á kontra- bassinum og saxofonisturin og floytuleikarin, Anders Hagman, skaraði framúr við frekum og vøkrum tón- um. Eitt avgjørt hæddar- punkt hendan minniliga sunnudagin á Norður- bryggjuni og neyvan sein- astu ferð, at ein fer at leita sær til enn eina gandakenda konsert við úrmælingunum úr "Yggdrasil." 5Y Teitur Lassen – ein fragd at hoyra Mynd: Álvur Haraldsen Guðrun Sólja – fantastisk rødd Mynd: Álvur Haraldsen Yggdrasil – eggjandi og dragandi Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 21 20