fríggjadagur 5. desember 2003síða 12
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 232 - 5. desember 2003
23
Tað er langt millum dreymin og marruna
Broyttar manna-
gongdir til undan-
kappingina hava
viðført, at munurin
millum eitt gott og
eitt vánaligt lutakst er
vorðin enn størri. So í
FSF sita helst øll og
krossa fingrar, tá
HM-lutakastið verður
seinnapartin fríggja-
dagin
LUTAKAST TIL HM
UNDANKAPPING
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Klokkan fimm seinnapartin
í dag verður lutur kastaður
um, hvussu tær 51 europe-
isku fótbóltstjóðirnar skulu
flokkast, tá ið tær næsta
heyst og í 2005 fara at telv-
ast um tey trettan plássini,
sum UEFA limalondini
eiga í HM endaspælinum,
sum á sumri í 2006 verður í
Týsklandi. Vertirnir eru
sjálvskrivaðir luttakarar, og
tí verður tað ikki hesa ferð
møguleiki hjá Føroyum at
enda í bólki saman við
týskarunum, sum í júst
loknu EM undankappingini
vóru orsøk til, at FSF fekk
eyka inntøku uppá átta
milliónir krónur. Tað var í
hvussu so er metingin hjá
Fótbóltssambandinum.
UEFA
londini
skulu
flokkast í átta bólkar. Í
fimm bólkum verður lut-
takaratalið
seks,
og
í
trimum bólkum verður
luttøkutalið átta.
Undan lutakastinum eru
tær 51 tjóðirnar styrkis-
mettar út frá, hvussu tær
hava staðið seg í síðstu EM
og HM undankappingun-
um. Styrkismetingin fram-
gongur aðrastaðni her á
síðuni.
Tað skal annars við-
merkjast, at mannagongdir-
nar í ár eru broyttar nakað.
Ætlanin er nevnliga, at
tey fýra sterkastu londini
ikki skulu í bólk við sjey
londum. Helst er hetta gjørt
eftir trýsti frá stóru tjóðun-
um, sum vilja sleppa undan
ov nógvum »løttum« dyst-
um, men tað er einki at iv-
ast í, at tað er smeitur fyri
minni liðini. Ikki minst fyri
tey trý lægst mettu á styrk-
islistanum.
Men eisini fyri Føroyar
ger hetta ein veldugan mun.
Ein bólkur við sjey londum
merkir nevnliga eyka út-
reiðslur, og hesar eykaút-
reiðslur koma soleiðis, utt-
an at møguligar eyka inn-
tøkur frá teimum heilt stóru
londunum eru við í pottin-
um. Londini, sum sleppa
undan
teimum
trimum
veikastu
eru
Frakland,
Italia, Ongland og Spania.
Dreymurin
Eingin ivi er um, at tað
bæði ítróttarliga og fíggjar-
liga hevði verið framúr
lutakast, um Føroyar høvdu
fingið eina av stóru vestur-
europeisku fótbóltstjóðun-
um í sín bólk – bæði úr
fyrsta og øðrum raði. Um
lutakastið fellur so væl,
sum tað kann bara er loyvt
at droyma um, so verður
mótstøðuliðið í bólki eitt
England og úr bólki tvey
Holland. Hetta hevði havt
við sær, at stóru stjørnur-
nar, sum fleiri ferðir um
vikuna umboða stórfeløg í
Englandi,
Hollandi
og
Spania, høvdu spælt í Før-
oyum. Tað hevði havt sera
stórar inntøkur fyri sjón-
varpsrættindini,
og
tað
hevði uttan iva havt við sær,
at tað høvdu verið rættuliga
nógvir áskoðarar til hesar
dystirnar.
Umframt England og
Holland hevði tað neyvan
bilað nakað, um luturin í
staðin fall á Frakland ella
Italia úr ovasta raðnum, og
at landið úr næstovasta
raðnum varð Danmark.
Føroyar og Skotland hava
verið í bólki saman í trim-
um undankappingum, og úr
triðja raðnum hesa ferð
man Skotland vera besta
boðið. Úr fjórða raðnum
eru fleiri norðurlendskir
møguleikar, og tað hevði
einki gjørt, um Ísland enn
eina ferð kom í bólk saman
við Føroyum.
Úr fimta raðnum man
Kypros, sum Føroyar í
1992 og í 1993 taptu ímóti
ávikavíst á heimavølli og
útivølli, vera besta boðið.
Fyri Føroyar hevði tað
komið væl við at komið í
ein av stóru bólkunum.
Gamli venjarin hjá Føroy-
um, Allan Simonsen, er
framvegis venjari hjá Luks-
emborg, og tað hevði einki
gjørt, um høvi varð aftur at
stríðast við Luksemborg.
Føroyar vunnu báðar und-
ankappingardystirnar ímóti
teimum í 2001.
Var talan um slíkar broyt-
ingar í UEFA-høpi, so er
einki at ivast í, at smæstu
londini høvdu fingið eina
fíggjarliga kompensatión
fyri hetta sosialt skeiva
býtið. Men tað verður so
neyvan talan um her. HM-
kappingin er í FIFA-høpi,
og altjóða fótbóltssam-
gongan er als ikki eins
múgvandi og tann europe-
iska.
Marran
Ítróttarliga, fíggjarliga og
umsitingarliga er talan um
stóran mun millum dreyma
mótstøðuliðini, sum eru
nevnd omanfyri, og so
møguleikan, sum spøkir
fyri fátøkum eystureurope-
iskum fótbóltstjóðum, sum
á landsliðunum hava spæl-
arar, ið ikki eru so kendir á
okkara leiðum, og sum tað
málsliga og á annan fyrisit-
ingarligan hátt er hópin tor-
førari at samskifta við, enn
tað er við grannatjóðirnar
og aðrar vestureuropeiskar
tjóðir.
Marran úr fyrsta raðnum
er Kekkia, sum Føroyar
tríggjar ferðir áður hava
verið í undankappingar-
bólki saman við. Hóast
Turkaland telist millum tær
frægu fótbóltstjóðirnar –
menningin hevur verið
framúr síðani teir í 1991
spældu 1–1 ímóti Føroyum
í Gundadali – so fer tað at
kennast sum ikki sørt vón-
brot at koma í bólk saman
við teimum. Umstøðurnar í
Turkalandi eru ikki serliga
støðugar, og hóast talan er
um fólkaríkt land, so er tal-
an ikki um serliga fíggjar-
liga styrki. Portugal er ein
møguleiki, men tá hevði tað
verið frægari fyri fyrstu
ferð nakrantíð at komið í
bólk við Svøríki.
Úr næstovasta raðnum
verður tað sera torført at
sigla rundanum eystur-
europeisku skerðini: Kro-
atia, Pólland, Slovenia og
Russland, og í triðja raðn-
um eru so at siga gráu og
ytru møguleikarnir eins
nógvir og teir litríku og
nærru. Her verður hugsað
um Rumenia, Bulgaria,
Slovakia og Serbia/Mont-
enegro. Í fjórða raðnum er
møguleiki at renna seg í
Ukreina, Letland og Bos-
nia/Montenegro og í fimta
raðnum ber tað næstan ikki
til at sleppa undan Eystur-
europa: Georgia, Ungarn,
Hvítarussland,
Estland,
Litava og Makedonia.
Føroyar eru í sama raði
sum Aserbadjan, Moldova,
Armenia og Albania, so
teimum slepst undan.
Føroysk umboð
Lutakastið verður klokkan
fimm seinnapartin í dag.
Tað fer ivaleyst at bera til at
fylgja við á fleiri sjónvarps-
rásum. Umboð fyri FSF
vera á staðnum. Tað plagar
at vera soleiðis, at umboð
fyri tjóðirnar, sum verða
flokkaðar í bólk saman,
heilsa upp á hvønn annan
og gera av, nær og hvar
fundurin skal vera, har
greiða skal fáast á skránna
fyri undankappingina.
Um tað ger at ganga, sum
føroyingar fegnir vilja og
droyma um, so fer okkara
bólkur at síggja soleiðis út:
England, Holland, Skot-
land, Ísland, Kypros, Føroy-
ar og Luksemborg. Um tal-
an verður um sannan
marrubólk, so fer hann at
síggja soleiðis út: Kekkia,
Kroatia, Bulgaria, Ukreina,
Georgia og Føroyar.
Tað kann ikki sigast ann-
að, enn at tað er stórur
munur á dreyminum og
marruni!
Styrkismetingin
Tríggir bólkar hava sjey lið, og fimm bólkar hava seks lið. Lið úr sama raði eru
ikki í bólki saman. Frakland, Ongland, Italia og Spania eru vissað um, at tey
koma í bólk við seks liðum
Rað 1
Frakland, Portugal, Svøríki, Kekkia, Spania, Italia, England og Turkaland.
Rað 2
Holland, Kroatia, Belgia, Danmark, Russland, Írland, Slovenia og Pólland.
Rað 3
Bulgaria, Rumeniea, Skotland, Serbia/Montenegro, Sveis, Grikkaland, Slovakia og
Eysturríki.
Rað 4
Ukreina, Ísland, Finnland, Noreg, Ísrael, Bosnia/Hersegovina, Letland og Wales.
Rað 5
Ungarn, Georgia, Hvítarussland, Kypros, Estland, Norðuírland, Litava og Makedonia.
Rað 6
Albania, Armenia, Moldova, Aserbadjan, Føroyar, Malta, San Marino og Liktinstein.
Rað 7
Andorra, Luksemborg og Kasakhstan.
Fíggjarliga vildi tað verið ein
ynskistøða, um eitt nú Italia
kom í bólki við okkum
hesaferð
Mynd: Reuters
23
Í donskum miðlum
hevur ljóðað, at Henr-
ik Larsen hevur søkt
leysa venjarastarvið
hjá Partick Thistle,
men hetta avsannar
landsliðsvenjarin
avgjørdur.
LANDSLIÐSVENJARIN
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað var ein heldur kløkkur
føroyskur landsliðsvenjari,
sum Sosialurin fekk orðið á
hósmorgunin. Sjálvur hevði
hann annars verið í ferð við
at gera seg til reiðar at fara
til Frankfurt, har hann sam-
an við FSF-ummboðunum
skal fylgja lutakastinum, tá
hann varð kunnaður um
tíðdini á fótbóltsheimasíð-
uni, bold.dk. Har stóð
nevnliga at lesa, at Henrik
Larsen var millum teirra,
sum hava søkt um leysa
venjarastarvið hjá Partick
Thistle í Skotlandi.
– Ja, hatta havi eg júst
hoyrt sjálvur. Ein annar
blaðmaður ringdi her fyri
løtu síðani, og tá visti eg so
slettis einki. Og lat meg
beinan vegin siga, at hatta
havi eg so einki við at gera.
Eg havi so eisini ringt til
teir,
sum
standa
fyri
bold.dk., og biðið teir gera
so væl at avsanna hasi
tíðindini.
– Um tað bara eru lótir
frá felagnum, soleiðis at
teir á hendan hátt kunnu
skapa áhuga fyri starvinum,
dugi eg ikki at isga, og tað
leggi eg sum so heldur ikki
í, sigur hann. Og leggur so
flennandi afturat, at tað
kanska er svenski Henrik
Larsson, sum leitar sær
arbeiði.
Gjarna Skotland
Tá eitt sindur meira av
álvara aftur kemur í orðini,
fer tosið tó at snúgva seg
um komandi lutakastið, og
her tykist Henrik at vera ein
spentur maður.
– Tað er jú ikki líka mik-
ið, hvussu bólkurin verður
settur saman, so sjálvandi
eri eg eins spentur og øll
onnur.
Spurdur, hvørt hann hev-
ur nøkur serlig ynski til
lutakastið, sigur venjarin, at
tað hevur hann sjálvandi.
– Skotland vil eg sjálv-
sagt gjarna hava í okkara
part, men annars eru jú
eisini
aðrir
spennandi
møguleikar.
Høvdu
vit
fingið okkurt av teimum
heilt stóru, sum kunnu fylla
stadion her hjá okkum, so
vildi tað verið stuttligt, og
so kanska okkurt norður-
land eisini. Svøríki ella
Noreg høvdu ikki verið so
galin. Og eru vit heppin, so
fáa vi kanska eisini tveir
dystir móti Luxemburg…
– Tað einasta, eg vil
sleppa undan, er, at vit fáa
for nógv eystanlond. Fíggj-
arliga eru tey einki serlig,
og ítróttarliga eru tey ofta
tung at fáast við. Føroyar
hava eisini ringar royndir
av ferðunum eystureftir, og
sum spælari minnist eg
eisini, at tað ofta var sera
trupult at fáa nakað sum
helst burtur úr teimum
dystunum. Men nú fáa vit
at síggja. Vit eru jú ikki
sjálvir harrar yvir, hvussu
tað fer at ganga, so tað er
bara at vóna tað besta, sigur
landsliðsvenjarin at enda.
Nr. 232 • fríggjadagur • 5. desmber 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Henrik fer ongan veg
Henrik Larsen sigur seg
ongar ætlanir hava um at
leita sær starv í Skotlandi
ÍF tók alt, tá tær
vitjaði á Giljanesi
FLOGBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Ein dystur í meistaradeild-
ini hjá kvinnum varð leikt-
ur í gjárkvøldið. Hetta var á
Giljanesi, har Drátur hevði
vitjan av ÍF.
Seinasta vikuskiftið vann
Dráttur útidystin á júst ÍF,
og ein endurtøka av sigrin-
um vildi lyft Drátt næstan
upp undir liðina á oddalið-
unum
báðum, TB
og
Mjølnir.
Men hvussu var og ikki,
so eydnaðist hetta ikki. ÍF
vann nevnliga dystin 3-1,
og tó at tað ikki flutti tær av
5. plássinum í deildini, so
eru tær nú bert tvey stig
aftan fyri Dráttur og KÍF,
sum eru ájavnar í triðja
plássinum.
Dráttur misti takið
Meistaradeild, kvinnur
v
t
+/-
d
v
-
t
sett
sett
sett
stig
1 TB
8
6
-
2
21
6
15
12
2 Mjølnir
8
6
-
2
19
9
10
12
3 Dráttur
8
4
-
4
17
15
2
8
4 KÍF
8
4
-
4
14
17
-3
8
5 ÍF
8
3
-
5
10
16
-6
6
6 Fleyr
8
1
-
7
5
23
-18
2
C
M
Y
K
22