týsdagur 9. juni 1998síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 105 — 9. JUNI 1998
| Logreglutíðindi:
Seksæringur sigldi
á Nólsoynna
Seinnapartin fríggjadagin sigldi ein seksæringurin á
land eystantil á Nólsoynni. Ein einsamallur maður var
við bátinum og hann var sovnaður. Maðurin klárnaði
tó tá tað brast og svam einar 70 metrar fyri at koma
upp á turt
SVEINUR TRÓNDARSON
Klokkan 16.45 seinna-
partin fríggjadagin fekk
løgreglan i Havn boð um,
at ein bátur hevði siglt á
land við Stongina, eyst-
antil á Nólsoynni
Ein bátur sum lá einar
3-400 metrar úr Stongini
boðaði Spógvanum frá, at
nógv sprek og annað lá í
sjónum og at ein maður
stóð og veitraði uppi á
landi
Bæði Spógvin og Nim
vóru heilt tætt
sigldu beinavegin á
staðið
Tað vísti seg tó at vera
so mikið ókyrt í sjónum,
at Spógvin ikki slapp inn
undir land og tí fóru tveir
við og
mans av Nim eftir
manninum í gummibáti
Klokkan 17.05, ella
tjúgu minuttir eftir at
Spógvin hevði fingið frå-
boðanina, var maðurin
komin umborð á gummi-
bátin hjá Nim
Nim sigldi beina leið til
Havnar har maðurin varð
lagdur inn á landssjúkrahús-
ið ul kanningar
Hann hevði tibetur ong-
an skaða fingið og er slopp-
in av sjúkrahúsinum aftur.
Báturin, ein seksæringur,
var heimahoyrandi í Eystur-
oynni. Ein maður hevði ver-
ið til útróðrar og var á veg
aftur til lands, men var
sovnaður
Lukkutíð fyri mannin
klárnaði hann av brestinum
og hann megnaði at svimja
einar 70 metrar fyri at koma
upp á land
Haðani fekk hann sam-
band við båtin, sum lá stutt
úr landi og á tann hátt fingu
teir samband við Vaktar-
og Bjargingartænastuna
og løgregluna.
Av løgregluni siga teir
annars, at vikuskifti var
sera fridarligt í høvuds-
staðnum. Nordoyastevna
var um vikuskiftið og tað
merktist í Havn.
Eitt lítið ferðsluóhapp
var. Ein bilur rendi á ein |
annan bil, men móti øll-
um skilið steðgaði bilfør-
arin ikki.
Hetta gjørdi at løgregl-
an fekk mistanka um at
førarin koyrdi við kenn-
ing, men tá teir høvdu tos-
að við hann visti tað seg,
at hann ikki var greiður
yvir, at hann hevði verið
við í einum ferðsluó-
happi.
Leygardagurin og
sunnudagurin vóru annars
púra friðarligir í Havn
Arbeiðsloysisskipanin
og alment innlit
Svar til opna brævið í Sosialinum tann 29. mai 1998 frá
Jóannes N. Dalsgaard til landsstýrismannin í arbeiðs-
marknaðarmálum
Undir yvirskriftini »Er ar-
berðsloysisskipanin almenn
ella privat?< greiðir tú frá
einum máli, har Arbeiðs-
loysisskipnin ikki vildi
ganga eini umbøn frá tær
um innlit í eitt ávíst mál á
meti. Grundgevingin var, at
stovnurin ikki metti seg at
vera umfataðan av lógini
um alment innlit
Hesa avgerð kærði tå til
landsstýrismannin í arbeiðs-
marknaðarmálum tann
18.3.98, og skrivar í opna
brævinum. at tú ikk: hevur
frætt nakað úr Vinnumála-
stýrinum síðani (arbeiðs-
marknaðarmál liggja undir
Vinnumálastýrinum )
Kæran varð móttikin á
Vinnumálastýrinum tann
23.3.98 og varð tann
31.3.98 send Arbeiðsl: JYSIS
skipanini til ummælis. |
skrivinum til Arbeiðsloysis
skipanina varð bíðið um at
fáa eina nærri lýsing av av
gerð stovnsins og boðað
varð frå, at avrit av skriv
inum varð sent kæraranum
Av óvart er hetta avrit ong-
antíð sent tær, og er hetta
orsøkin til at tú ikki hevur
frætt nakað úr Vinnumála-
stýrinum. Hetta er eitt mis-
tak, sum eg harmist. Tann
19.5.98 er kæruummæli frá
Arbeiðsloysiskipanini mót-
tikið, og er sent tær til um-
mælis tann 27.5.98 við
freist at koma við viðmerk-
ingum til 15. juni 1998. So-
statt hevur gongd verið í
málinum allatíðina og av-
gerð á kærumálinum kann
væntast innan 1. juli 1998
Tú spyr eisini um eg sum
landsstýrismaður á arbeiðs-
marknadarøkinum kann
góðtaka eina framferð frá
emum stovni, sum skal
fremja arbeiði sítt innan
ávísar lógarkarmar, kann
seta seg sjálvan uttan fyri
hesar
Landsstýrismaðurin í ar-
beiðsmarknaðarmálum hev-
ur valt stýrið fyri Arbeiðs-
loysisskipanina - 6 av lim
unum eftir ulmæli frá pørt
unum á arbeiðsmarknaðin-
um umframt formannin
Innan givnar lógarkarmar -
bæði ítókuligu lógina um
arbeiðsloysisskipan og ar-
beiðsávísing og aðrar meira
almennar lógir - skal stýrið
umsita uppgávurnar, sum
eru lagdar ti! stovnin.
Harnæst er tad landsstyr-
ismaðurin í arbeiðsmarkn-
aðarmálum, sum sambært
stýrisskipanaðarlógini,
yvirfyri løgtinginum hevur
politiska og rættarliga
ábyrgd av arbeiðsmarknað-
armálum, sum eisini Ar-
beiðsloysisskipanin er ein
partur av.
Sum landsstýrismaður í
arbeiðsmarknaðarmálum er
tað skylda mín, at syrgja
fyri at uppgávurnar verða
røktar sambært teim lógum,
ið løgtingid hevur givid.
Tá ið itøkuliga kærumálið
verður avgreitt, fæst í
hvussu so er greiða á, um
Arbeiðsloysisskipanin er
umfatað av lógimi um al-
ment innlit
Vinarliga
Finnbogi Arge
landsstýrismaður í
arbeiðsmarknaðarmálum
Løgreglutidindi:
SVEINUR TRONDARSON
Fyrsta summarstevnan er
farin aftur um og løgregl-
an í Klaksvík situr eftir við
eini døgnfrågreiding sum
sigur, at hetta var ein av
fridarligastu stevnum í
nógv ár.
Stevnan byrjaði hós-
kveldið, men tað kveldið
var sum eitt vanligt hós-
kveld hjá løgregluni í
Klaksvík.
Friggjakvøldid var stór-
dansur í Klaksvík.
Gomlu gubbarnir úr
>The Faroe Boys< hava
enn einaferð tikið ljóðfór-
ini framaftur og teir
spældu til dans høllini
friggjakvøldid.
Ikki færri enn eini 750
fólk vóru í dansi tað
kveldið og talan var mest
um tað eldra ættarliðið.
Tað einasta sum hendi
hetta kveldið var, at ein
maður varð tíkin fyri at
koyra við kenning. Hann
var tikin við á støðina og
blóðroynd er tikin av mann-
inum. Hann frættir nærri
seinni.
Leygardagin var kapp-
róður og tá vóru nógv fólk í
Klaksvík.
Veðrið var einki serligt og
í stóðaðust fólk ikki so væl
uttandura.
Tað var turt, tá súkklu-
kappingin byrjaði og tí var
nakað av fólki samankom-
ið. So byrjaði at regna og
tað regnaði líka til kapp-
róðurin var av.
Leygarkvøld verður van-
liga skipað fyri midnáttar-
samkomu og so var eisini
hesaferð.
Nógv fólk á stevnu
Tað var Norðoyastevna um vikuskiftið og tí kundi rokn-
| ast við, at onkur bardagi fór at standast av ti, men har
hendi einki. Alt gekk fyri seg á fyrimyndarligan hátt
Nógv fólk vóru komin
saman fyri at hoyra mid-
nåttarrøduna hjå
Zachariasi Hammer og
fyri at síggja fýrverki lýsa
Klaksvíkina upp.
Men tá midnáttarsam-
koman var av fóru tey
yngru í dans meðan tey
eldru fóru aðrastaðni og
so var ikki so nógv fólk
eftir í býnum.
Sunnudagurin var púra
friðarligur.
Løgreglan í Klaksvík
sigur annars, at teir hava
havt nakrar liggjandi gest-
ir nú stevna hevur verið.
Síðan fríggjadagin hava
6 mans yvirnáttað á løg-
reglustødini tí teir høvdu
fingið ov nógv innan-
borða. Teir seinastu fóru
tó út aftur sunnumorgun-
in.
Løgreglutidindi:
= =
Eldri par yvirkoyrt
- =
a Tvøroyri
Beint fyri klokkan tvey sunnunáttina vórðu ein eldri mað-
ur og ein eldri kvinna yvirkoyrd á Tvøroyri. Ringt sýnið
var orsøkin til óhappið sigur lógreglan á Tvøroyri
SVEINUR TRÓNDARSON
Beint fyri klokkan tvey
sunnunáttina hendi eitt
ferðsluóhapp á Tvøroyri.
Trý fólk vóru á veg til hús
tá tvey teirra vóru yvirkoyrd
beint omanfyri krambúðina
hjá N. ] Mortensen.
Sýnið var vånaligt tá 6-
happi hendi - regn og vindur
var - og ikki bøtti tað um
umstødurnar, at gøtuljosini
í býnum eru sløkt um hesa
tíðina.
Tað sum harafturímóti var
stak heppið var at bilførarin
var sera ansin og koyrdi ikki
meir enn einar 10-20 km um
tíman tá tað brast.
Tey yvirkoyrdu fingu
nokk so stóran snudd av 6-
happinum.
Kvinnan, sum er 75 ár og
situr í koyristóli, breyt lær-
beini og undirleggin, meðan
maðurin, sum nýliga fylti
82 ár, breyt undirleggin.
Forrúturin á bilinum
brotnaði av tí at maðurin
datt upp á motorlúkuna á
bilinum og slóg høvdid í
rútin.
Maðurin, sum fylgdi við
teimum báðum eldru,
koyrdi stólin við kvinnuni,
var heppin, tí hann gekk við
síðuna av stólinum tá tað
tók og ikki aftanfyri.
A henda hátt slapp hann
púra snikkaleysur frá 6-
happinum.
Fyrstu ferð
Tað er sjálvandi, at eitt slíkt
óhapp kemur illa við. Fyrst
og fremst hjá teimum sum
eru innblandað í óhappi,
men eisini býráðsskrivstov-
uni.
Gøtuljøsini verða sløkt
um næturnar og tad eru ikki
øll, sum eru á einum málið
um hvert hetta er rætt ella
ikki.
— Getuljós lýsa best tá tað
er myrkt er, er eitt argument.
Men tað er tó ivasamt um
hetta óhappið kemur at gera
at gøtuljøsini á Tvøroyri í
framtíðini fara at lýsa um
næturnar.
Páll Vang, býráðsformað-
ur sigur í eini stuttari við-
merking at hann er sera
harmur um tað sum hendi
og at hann ynskir teimum
báðum raktu góðan betring.
— Hetta er tíbetur fyrstu
ferð at vit hava havt eitt
ferðsluóhapp av slíkum slag
og her á Tvøroyri hava vit
sløkt gótuljósini um nætur-
nar nú í seks ár.
Vanligt er at ljósini verað
sløkt fimm vikur fyri jóan-
søku og tendrað aftur eina
viku eftir Olavsøku, men í
ár vórðu tey ikki sløkt fyrr
enn hósdagin í farnu viku -
triggjar vikur fyri joansøku.
Í teimum ringu tíðunum
vóru ljósini sløkt um næt-
urnar alt árið, so tað er held-
ur frægari nú.
Ljósini verða sløkt av
spariávum. Páll Vang dugir
ikki at síga í løtuni hvussu
nógv kommunan sparir í
verandi stóðu, men hann
sigur at tá ljósini vóru nátt-
arsløkt alt árið, spardi
kommunan millum 35 og
40 prosent av kostnaðinum.
Fer hetta óhappið at gera
at gøtuljøsini i framtidini
fara at lýsa um nåttina?
— Tað dugi eg ikki at siga
tær, tíverri, men sum eg
segði frammanundan, so er
hetta fyrsta óhapp, sum vit
vita um, og eftir tí eg havi
frætt var talan um eitt sam-
anfall av keðiligum um-
stóðum, so sum ringt sýnið,
regn og vindur, umframt tey
sløktu gøtuljøsini.
Aðrar kommunur hava
brúkt tann mátan bara at
sløkkja annað hvørt gøtu-
ljós. Kann hetta ikki eisini
gerast á Tvøroyri?
— Tað fái eg ikki sagt tær
í løtuni, tíverri. Eg veit ikki,
um tað tekniskt ber til bert
at sløkkja adruhvørja lykt,
sigur Páll Vang, býráðsfor-
maður á Tvøroyri, at enda.