týsdagur 9. juni 1998síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
10
tíðindablaðið 00
Nr. 105 — 9. JUNI 1998
Føroyskir politikarar trúgva
uppá egna propaganda
Av misgávum vantaði
síðsta brotið í samreðan
við Rolf Guttesen í blað-
num leygardagin. Tískil
prenta vit greinina
umaftur í dag, og vit
biðja lesarar okkara
umbera okkum
mistakið:
— Tað kann heldur ikki
sigast, at fólkatingsar-
beiðið í Feroyum verður
tikið í álvara. Eydnast
tað einum umboði at
sleppa í Landsstýrið, so
verður næstimaðurin
sendur til Danmarkar.
Tað virkar, sum verður
hetta hildið at vera hálv-
vánaligt arbeiði, sigur
Rolf Guttesen
Dagny Joensen
úr Keypmannahavn
har síðani. Rolf Guttesen er
54 ára gamal, cand. scient
»g lektor i geografi við Uni-
versitetið Keypmanna-
havn, er giftur ivð Onnu
Tey eru bæði uppvaksin í
Havn, og eiga tvey tilkomin
børn
Rolf Guttesen lesur før
oysku blødini og fylgir vid
í tíðindunum heimanifrå
eins og í tí, sum kemur fram
í donsku fjølmidlunum
Hann kennir seg væl mill-
um: danir. Mamma hansara
var ættað úr Danmark
Hann sigur sjálvur, at móð-
urmálið er danskt, men at
faðirmálið er føroyskt
Hann kennir seg danskan
millum danir og sum før-
oying millum føroyingar
Hann hevur ongantíð fingið
ákoyringar, hesi seinastu år-
ini, av tí at sambandið mill-
um Danmark og Føroyar
hevur verið vánaligt
Danir vita meir um
Føroyar nú
— Tá ið starvsfelagar hava
spurt, hvat tað er, sum gong-
ur fyri seg i Føroyum, havi
eg roynt at givið teimum
eina skilagóða frágreiðing
Trupulleikarnir hava verið,
at danir vita so lítið um før-
oysk viðurskifti. Eitt er tó
komið burturúr. Nú vita
danir, hvar Føroyar eru. Hó-
ast alt ikki hevur verið av tí
góða, so er ein ávís upp-
lýsing, sum gongur út um
sjálvt trupulleikarnar, fest
seg millum danir, sigur Rolf
Guttesen
Spurdur um familjan
kundi hugsað sær at flutt
heimaftur, sigur Rolf Gutte-
sen, at hjúnini royna hvor á
sín hátt at arbeiða til gagns
fyri føroyingar í Danmark,
men at næsta ættarliðið er á
trappunum. Tá er torført at
flyta, av tí at børnin: kenna
seg sum danir, og tí vilja
verða verandi í Danmark
Hvussu verður tá hjúnini
verða pensionerað um eini
25 ár, hava tey ikki reiðiliga
tikið stóðu til, tó at tankin
um at flyta hevur verið
frammi og vent.
Hvussu metir tú um fram-
tíð Føroya, nú broytingar
helst fara fram í ríkisfelags-
skapinum?
— Eg ivist onga løtu í, at
ein framtíð er fyn Føroyum,
og eg haldi ongan mótsetn-
ing verða í, um Føroyar
verða ein tjóð, ella ein part-
ur av ríkinum
— Føroyingar hava fingið
loyvi at gera sum teimum
lysti síðani seinna heims-
bardaga, undantikið í verju-
og uttanlandspolitikki, so
tann broytingin verður helst
ikki so stór
Ødrvisi verður, um oljan
kemur. Hvat tá hendir, er
torført at meta um, sigur
Rolf Guttesen
Føroyskir politikarar
løgin sjonarmid
Hann finnist at føroysku
politikarunum, tí teir ofta
Rolf Guttesen, lektor í geografi við Universitetið í
Keypmannahavn, finst m. a. at arbeiðinum hjá
føroysku fólkatingsmonnunum
geva seg til kennis við sera
løgnum sjónarmiðum.
Tað undrar meg stórliga,
at td. Heini O. Heinesen
kann vera formaður í Tjóð-
veldisflokkinum, sum er
størsti flokkur i Føroyum
Serliga óheppið var tað her-
fyri, tå danskur journalistur
spurdi Heina O. Heinesen,
hvussu føroyingar kundu
klára seg vid ongum blok-
stuðli, og formaðurin svar-
aði: „Ná, hvis det bliver
gjort op i sidste ende, vil
det nok se anderledes ud"
Slikt gåtuført aftursvar ør-
kymlar
— Tad bøtir ikki um, tå
vit valkvøldid hoyrdu for-
mannin i Tjóðveldisflokk-
inum svara, tá hann varð
spurdur, hvat flokkurin nú
fór at gera, nú hann hevði
vunnið valdið, og Heini O.
Heinesen svaraði, at tað
visti hann ikki, tí teir høvdu
ikki hildið nakran fund, sig-
ur Rolf Guttesen og leggur
aftrat: — Eg havi ikki álit á
størsta flokkinum í Føroy-
um. Alt er so Óvist, og tú
hevur varhugan av, at alt
kann henda, og at eingin
trygd liggur aftanfyri ætl-
anirnar. Harnæst er Tjóð-
veldisflokkurin ógvuliga
høgravendur flokkur, sum
ber dám av afturhaldi, sig-
ur Rolf Guttesen.
Hann heldur, at størsti
vansin í føroyskum polit-
ikki er, at politikararnir
trúgva uppá sín egna propa-
ganda. Eitt mi tå Oli Breck-
mann sigur, at blokstuðulin
bert kemur heim til Føroya
at venda, fyri sidani at enda
aftur í Danmark. — Slik út-
tala gevur onga meining.
Hetta er ein hvørvisjån.
Peningurin verður brúktur
til lønir 0.2., sum so sæst
aftur i skattakrónum og for-
brúki o.s.fr. fyri síðani at
fara avstað aftur, sum annar
peningur eisini ger
Onnur propaganda um
blokstuðulin er, at helvtin
verður goldið í rentum og
avdrátti til uttanlandsskuld-
ina. Gaman í, at rentur og
avdráttir skulu gjaldast,
men um blokkurin ikki var,
hvar skuldi peningurin so
komið frá, spyr Rolf Gutte-
sen.
Hann heldur tað vera sera
løgid, at politikarar kunnu
siga slíkt, tá teir vita, at
blokstuðulin fíggjar ein trið-
ing av landshúsarhaldinum
á fíggjarlógini.
Tað lj6dar eisini løgið, tá
Oli Breckmann i 1993-94,
rópti upp í Fólkatinginum,
at tað ikki hóðaði føroying-
um at gjalda meir enn 40
pst. í skatti, heldur Rolf
Guttesen. Slík sjónarmið
eru bert við til at ørkymla
og øsa danir.
Prátið fellur á viðurskift-
ini hjá føroyingum í Dan-
mark í hesi sera strævnu
tíðini seinastu árini, har tað
ikki altíð hevur verið so lætt
at vera føroyingur
Hvat er ein
føroyingur?
Ju, gamani, men hvat er
ein føroyingur í Danmark.
Er tad eitt menniskja sum
er føtt i Føroyum og sum
dugir at tosa føroyskt? Mini
børn duga at tosa føroyskt,
men tey kenna seg sum dan-
ir. Børnini hugsa ikki polit-
iskt um Føroyar, tað er
meira um góðar dagar i
summarfrítíðini, við útferð-
um niðan í fjøllini. ella at
fara á fjørdin at fiska, sigur
Rolf Guttesen.
Stóra samtaluevnið í løt-
uni er fólkatingsumboðanin
hjá Jóannesi Eidesgaard, og
her er Rolf Guttesen heldur
ikki blíður: — Tað er nógv
fyri at Jóannes Eidesgaard
spælir klovn í Danmark
fyri at føra valstrid í Før
ovum, við at tala sína sek
um ikki at leggja seg út
danskan innanrikispolitikk
Hvat skuldi hann gjørt
ødrvisi efur tíni meting )
Hann er vorðin limur i
Fólkatinginum, á sama hátt
sum danir td. eru umboð
aðir í ES-tinginum. Tað er
óhugsandi, at danskur ting
limur í ES noktaði fyri at
atkvøda, sigur Rolf Gutte-
sum samanumtikið
heldur, at føroy ska umboð-
anin í Fólkatinginum gjøgn-
um árini hevur verið ógvu-
liga vånalig. Føroysku um-
bodini eru komin til Dan-
markar einar tvær ferðir år-
liga at halda réðu, og eru
síðani farnir heimaftur. Tó
viðgongur hann, at Jóhs. M.
Olsen røkti sin fólkatings-
sess til lítar, og tók hetta
arbeiðið í álvara.
Tað kann ikki sigast, at
fólkatingsarbeiðið í Føroy-
um er tikið í álvara, heldur
Rolf Guttesen. Hevur tað
eydnast einum umboði at
sleppa í Landsstýri, so verð-
ur næstimaðurin sendur til
Danmarkar. Tað virkar sum
verður hetta hildið at vera
hálvvánaligt arbeiði, ið bara
onkur skal átaka sær.
Tað sást eisini, tá Jóannes
Eidesgaard ikki vildi at-
kvgða á formansvalinum í
Fólkatinginum. Við ikki at
atkvøda fyri Birthe Weiss
hjålpti hann Ola Breckmann
og høgraveinsinum i Fólka-
tinginum.
sen,
Samstarv vid
sosialdemokratiid
— Hvat heldur tú Jóannes
Eidesgaard skuldi gjørt nú?
— Best hevði verið um
hann kundi fingið samstarv-
ið í lag aftur við sosialdem-
okratiska flokkin, og sum
báðir partar kundu liva við.
Tað var ein feilur, at sam-
bandið er vorðið so vána-
ligt, sigur Rolf Guttesen.
Hann tekur samanum og
heldur, at tað altíð vilja vera
rok í føroyskum politikki,
sum skiftir kós alt eftir um-
stóðunum. Í 1994 var rákið
við Sambandsflokkinum,
eitt nú fóru Jákup Joensen
og Finnbogi Arge upp í
flokkin. Nú er rákið vent til
fyrimunar fyri Tjóðveldis-
flokkinum, og tað fer iva-
leyst at venda enn einaferð,
alt eftir hvørja meining fólk
hava um vidurskiftini.
Føroyingar hava brúkt alt
ov nógva tíð og orku uppá
bankamálið. Teir hava
gloymt at danir hjálptu før-
oyingum, við at lána okkum
seks mia. krónur. Um tjóð-
veldið var stovnað tá, høvdu
føroyingar ikki havt ein
kjans. Teir hava gloymt, at
danir tóku um endan, og at
teir nú kanska fara at eftir-
geva skuldina. Tað er vert
at taka til eftirtektar í hesum
døgum, heldur Rolf Gutte-
sen.
Rætt at endurskoða
heimastýrislógina
Hann tosar um demagogisk
rák í sjálvstýriskjakinum,
har Tjóðveldis- og Fólka-
flokkurin ganga á odda,
men at Javnaðarflokkurin
eisini roynir at sleppa upp í
part. Hann heldur kortini, at
heimastyrislågin krevur
broytingar
Í veruleikanum er tað
rætt at endurskoða heimas
týrislógina, og her var Javn-
aðarflokkurin fyrstur við
uppskotinum um sjálvstýr
islóg, men eg haldi, at
flokkurin ikki gjørdi sítt at
beiði til lítar. Eitt nú við at
upplýsa nágreiniliga, hvat
var galið við gomlu lógini,
og hvat var neyðugt at
broyta
Her átti Javnaðarflokk-
urin at skipa fyri einum
orðaskifti, eisini
fingið í lag, at ein sonevnd
„hvítbók“ varð gjørd, um
vansar og fyrimunir o.s.fr.,
sigur Rolf Guttesen.
— Hava føroyskir politik-
arar verið til ógagns fyri
Føroyar hesi árini?
— Hóast bankamálið av-
gjørt er eitt stórt mál, so
haldi eg at føroyskir pol-
itikarar hava fokuserað alt
ov nógv uppá hetta málið
einsamalt. Tað er so nógv
annað sum krevur viðgerð,
eitt nú hvussu fiskivinnu-
politikkurin skal skipast,
endurnýggjan av skipaflot-
anum, og hví kvotuskipanin
bert bleiv ein viðfáningur,
ella í heila tikið at skapa ein
vinnupolitikk.
Sjålvt um stødan i Før-
oyum er batnað seinastu år-
ini, so er hon ikki stabil.
Gamaní at fiskiveidan hev-
ur verið óvæntað góð, pris-
urin góður, men um fiski-
veiðan minkar koma trup-
ulleikarnir aftur, og tá er
ikki óhugsandi at ein kreppa
aftur tekur seg upp.
eins og
Skomm at krevja
loysing
— Hvat heldur tú er skilabest
at gera politiskt?
— Tað er m.a. at fáa skil á
heimastýrislógina, og gera
eina sjálvstýrislóg, sum
gevur føroyingum størri á-
byrgd, tó at eg ikki haldi at
loysing er gott hugskot.
Hví ikki loysing?
Føroyar eru ov fámentar.
Verður tað veruleiki, so
kemur split í sambandið
millum Danmark og Føroy-
ar, av ti at føroyingar fara
at biðja danir umsita so
nógv økir fyri seg, at tað
verður ein skomm.
Tá verður bert fótbóltur-
in, frímerkini og merkið før-
oyskt, sigur Rolf Guttesen