Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-06-09, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. juni 1998síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Argjabát- urin aftur fremstur Lítil undirtøku og bátarnir úr høvuds- staðnum fáa lítla kapping I fjør var tað Argjabåturin, sum i hardari kapping vid Knørrin vann 8-mannafars- róðurin á nordoyastevnu. Aftur í ár vann Argjabát- urin, og aftur í ár var tað í kapping við Knørr. Longu frá startskotinum vóru tað hesir báðir bátarnir, sum striddust um fremsta plássið. Kvivikingur, Ørvur og Midvingur duttu eitt sindur longir afturum, men tá hálvt málið var runnið, var Kvívíkingur eina løtu frammanfyri Knørr. Á túsund metra málinum tóktist tað sum um teir um- borð á Argjabátinum tóku nøkur spurttøk, og tað hevði við sær, at teir fóru meiri enn eina bátslongd fram um hinar bátarnar. A bedingini var Argjabåt- urin eina bátslongd fremst- ur, men so minkaði mun- urin, og á málinum var hann ein góðan skut. Tað er kortini ilt at siga, um tað vóru teir umborð á Knørri, sum fram móti mál- inum høvdu so nógva orku, ella um tað vóru teir um- borð á Argjabátinum, sum sóu, at sigurin var púra tryggur og tískil so at siga tóku eitt sindur frá, áðrenn teir komu á mál. jh =“ Mynd: Jan Múller Róðursmaðurin á Argjabátinum Á myndini sæst, hvussu nógv fremstur Eysturoyingurin var, beint áðrenn hann fór um málið Eingin bátur hjá Havnar Róðrarfelag vann á norðoyastevnu Ofta hevur verið tikið til, at tað hevur ikki verið serliga stimbrandi fyri spenningin í kappróðrinum, at høvuds- staðurin á nógvum stevnum hevur vunnið so nógvar róðrar. Hetta hevur íkki minst gjørt seg galdandi á norðoyastevnu, tá tað er komið fyri meiri enn bæði tvær og tríggjar ferðir, at bátar hjá Havnar Róðrar- felag hava vunnið nógv teir flestu róðrarnar, tí teir hava verið í klárt bestu venjing- arstøduni. Um nógvir ella fáir sigrar til Havnar Róðrarfelag er mátistokkurin fyri spenn- ingin í kappróðrarárinum, so kunnu vit eftir norðoya- stevnuna sláa fast, at talan verður um eitt sera spenn- andi kappróðrarár. Havnar Róðrarfelag, sum í fjór vann tveir róðrar á norðoyastevnu — tá vóru Drekin við dreingjum og Gongurólvur við kvinnum fremstir — var sum vanligt tað felagið, ið var best um- boðað á stevnuni (teir høvdu átta manningar við), men teir vunnu ongan róður, og tað var bara Drekin við dreingjum, sum endaði á ødrum plássi. Ahugin fyri kappróðri er sera stórur í Suðurstreymi. Umframt manningarnar hjá HR vóru í hvussu so er tíggju aðrar manningar úr Suðurstreymi við í kapp- róðrinum á nordoyastevnu. Snopprikkur og Argjabátur- in vunnu, og fleiri aðrar manningar úr Havnini end- aðu á gðrum plássi, so heilt sørir vóru teir í høvuds- staðnum ikki, men HR fekk altso ikki so nógv skreyt, sum teir onkuntíð hava fing- ið. Undanfarin ár hava tað umframt Havnina og Argir serliga verið bygdirnar í Sundalagnum og Vest- manna, sum hava gjørt nógv um seg í kappróðrinum. Upp og niður Vestmenningar tykjast vera í einum aldudali — fyribils í hvussu so er. Í fjór mannaðu teir Havfrúnna bæði við dreingjum og gentum, um- framt at teir mannaðu átta- mannafarið Gullbrand úr Fuglafirði. Á norðoya- stevnu um vikuskiftid var Vestmanna bara umbodad av Vestmenninginum, og tad royndist ikki serliga væl. Nyggi Eysturoyingurin vann, samstundis sum seks- mannafarid hjå NSI, Søl- mundur, var um reppið at vinna og endadi å ødrum plåssi. Tad er einki at ivast í, at hetta fer at økja um åhugan fyri kappróðri eyst- aru megin å Skålafjørdin- um, ikki minst hesar næstu dagarnar, tí longu komandi leygardag sleppa tær báðar manningarnar at royna seg í heimasjógvi. Skálafjarðar- stevnan hevur annað hvert ár FM kappróður, og í ár telur róðurin á Skålafjørd- Mynd: Jan Miller inum við í FM kappingini. Harafturímóti tykist tað ikki at vera so nógv lív í kappróðrinum hinumegin fjørdin. Skålabåturin er ikki mannaður enn, og soleiðis sum tað ljóðar, so bendir alt á, at hann verður ikki flot- aður í ár. Tíbetur er nógv arbeiði á Skála, men fyri kappróðurin hevur hetta við sær, at stundir eru ikki at leggja tað orku og tíð í venj- ingina, sum skal til, um hugsingur skal vera um at blanda seg í kappingina um fremsta plássið. Vágbingar hava áður vunnið bæði við tíggju- mannafarinum og við fimmmannafarinum. Nú er nakað síðani, at Vágur var millum tey fremstu plássini, og tí var tað serliga huga- ligt, at spildurnýggi gentu- báturin hjá teimum fór suð- ur um við sigrinum. Tað var eisini hugaligt fyri áhugan, at genturnar úr Fuglafirði, sum manna Erlu 5-mannafør dreingir Junkarin 2. Drekin 3. Blikur 4. Svanur 5. Súlan 6. Erla Kongsdóttir Báran 8. Fípan Fagra 9. Ritan 10. Sílið 5-mannafør gentur |. Royndin Fríða 2. Erla Kongsdóttir 3. Kollur Junkarin 5. Ørnin 6. Sílið Svanur 8. Beinta 9. Báran Tjaldrið Fípan Fagra Drekin mannafer menn Snopprikkur Sølmundur Hósvíkingur Gongurólvur Strálan . Lómur Kollfirðingur 8. Jarnbardur na »ND-Ø J 6-mannafør kvinnur |. Hvessingur . Jarnbardur Gongurólvur . Páll Fangi . Lémur 6. Strålan Fuglfirdingur + Þa Mm Þ I 8-mannafør 1. Argjabåturin . Knørrur . Ørvur . Kvivikingur . Midvingur tg NI on Þ 10-mannafør 1. Eysturoyingur . Kjølur 3. Nólsoyingur . Tvøråbåturin S. Havnarbåturin . Vestmenningur . Vågbingur Kongsdóttir, stóðu seg so avbera væl. Alt í alt er tað nógv sum bendir á, at talan verður um eitt sera spennandi kapp- róðrarár. Tíðin og kortini Vit søgdu í blaðnum undan nordoyastevnuni, at Róðr- arsambandið hevur lagt seg eftir, at tað skal ganga skjót- ari fyri seg at avgreiða róðr- arnar. Máta vit tíðina, sum á nordoyastevnu gekk frå ti, at skotið varð fyri fyrsta róðrinum og til síðsta tíggjumannafarið var komið á mál, so gingu tríggir tímar, og tað er neyvan nøkur 6- semja um, at tað er ov leingi og ikki nóg vinarligt móti áskoðarunum. Fyrireikingarnar = vóru Stødan eftir fyrsta róðurin ANN n 15.06 4 | 2 Í Í | | | | Í | 5.26.1f 7 | = mm - Í $.2 f s | < Í J% + 73315 5172? 7 519.05 5 5 20.05 4 - 1 | | 22.08 | 723.16 5 | 7.24.24 á 3 vå 8.48.03 9.00.13 9.02.07 góðar, og bátarnir vóru fyrri á startmálinum, enn teir hava verið áður. At tað al- líkavæl tók fitt av tíð komst av veðrinum, sum eingin er harri yvir. Fríska lotið heyði við sær, at tað stóð nógv á fasta startinum, og á tvey túsund metra málinum varð hann als ikki brúktur. Eingin ivi er um, at teir gjørdu nógv fyri at skunda sær, tá fasti starturin varð fluttur av túsund metra mál- inum og á fimtan hundrað metra málið, men tað kemst heldur ikki uttanum, at henda flytingin økti um av- greidslutidina. Spurningur- in er so, um tað hevði borið til at havt ein fastan start á túsund metra málinum og ein á fimtan hundrað metra málinum.