Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-06-09, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. juni 1998síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 105 — 9. JUNI 1998 ítróttar S Hvalbingar hava góðan fyrimun á grasinum, og sunnudagin vunnu teir 4-0 á HB Fótbóltur: HB møtti í Hvalba við bert 11 monnum, og tað hevndi seg, tá skaðar tóku seg upp undir dystinum. Men tá hevði Royn longu tikið leiðsluna EMiL L. JACOBSEN HB-liðið var illa mannað til dystin móti Royn sunnu- dagin. HB hevði heitt á hvalbingar um at fáa dystin fluttan til sunnudag orsakað av ferðasambandinum, og hesi áheitanini gekk Royn á meti. Men tað hjálpti eftir øll- um at dóma ikki HB serliga nógv, og bert 11 mans vóru við á túrinum í Suðuroy. Av hesum vísti Bárður Mortansson seg at vera størsta hóttanin, og hann var eisini nær við at geva HB leiðsluna eftir eitt kontra- álop tíðliga í dystinum. Royn legði annars hart út og kom til fleiri kjansir. Tað gav bonus, tá Njálur Nicla- sen royndi seg úr 20 metr- um. Skotið rakti ein HB-ara á vegnum og snýtti málverj- an. Nú var Royn á odda |- 0, og stødan bleiv verri hjá HB, tá Bárður Mortansson eini tíggju minuttir áðrenn hálvleik noyddist út við skaða. Hann kom inn aftur í seinna hálvleiki, men tað var lætt at síggja, at hann hevði ringt við at spæla, og Royn hevði greiða yvirvåg á vellinum. Tað vóru bert spældir fimm minuttir av seinna hálvleiki, tá Allan Michel- sen økti til 2-0. Ein langur bóltur fer framvið øllum, og Allan gerst einsamallur við málmanninum, sum hann rundar og síðani skorar. Mynd: Áki Bertholdsen Royn vann stórt á HB HB hevði nú eitt frispark, sum endaði á tvørstongini, men havnarmenn mistu mótið, og tá Njálur Niclasen við einum brandskoti gkti til 3-0, var liðugt hjá HB. Og tá so Alexander Vuko- tic við einum korteri eftir skoraði til 4-0, var tað bert í tráð við spælið, sum Royn hevdi havt alt av í seinna hålvleiki. HB er framvegis eitt av ovastu lidunum i deildini, men tad ber ikki til at fara til so torføran útidyst sum tann i Hvalba vid bert 11 monnum. Teir kundu eisini takka sinum målverja fyri, at ósigurin ikki bleiv stórri. B36 basti GI B36 kom upp å triggjar sigr- ar i 2. deild, tå teir leygar- dagin vunnu 3-1 å Gl. Tad sær ut til, at unga B36-liðið, sum fekk eina trilvandi byrjan upp å kapp- ingina, verður betri og betri fyri hvønn dyst, og sigurin móti gøtumonnum í Gunda- dali var uppiborin. Heimaliðið tók leiðsluna tíðliga í dystinum, tá Jórgen Meitilberg sleit seg leysan inni í Gl-brotsteiginum og skoraði. Stórt meira hendi ikki í fyrra hálvleiki, sum B36 stýrdi. Seinni hálvleikur bleiv eitt sindur javnari. GÍ kom meiri vid, og við 1. deildar- royndum sum Janusi Ras- mussen og Heina Heinason á odda fóru teir at trýsta B36. Tað var kortini havnarlið- ið, sum gkti leiðsluna eftir frísparkskombinatión. B36 fekk fríspark stutt uttan fyri Gl-brotsteigin, og bólturin varð lyftur upp um verjuna til Fróða Clementsen, sum ikki sveik, men skoraði til 2-0. | Men GI svaradi aftur, tå Heini Heinason fekk fulla årtøku burtur úr einum møguleika, og spenningur kom í aftur dystin. Avgerandi málið í dyst- inum var eisini tað vakrasta, og tað stóð Aki Mørk fyri. Áki hevur eitt sera gott skot, og hann hevur eisini skorað beinleiðis upp á fríspark fyrr í ár. Hesa ferð royndi hann seg úr 20-25 metrum, og bólturin endaði uppi í málhorninum. Gl-málverjin stóð nakað uttarlaga, men tað er ivasamt, um hann hevði kunnað tikið skotið kortini. B36 er í løtuni í miðjuni av deildini, men tað er ikki langt upp til oddaliðini í eini kapping, sum sær út til at gerast rættiliga spennandi. Ofta hava 1. deildarspæl- arar verið niðri á 2. deild og vent, men hesaferð vóru tað so at siga bert unglinga- spælarar, sum mannaðu lið- ið. > Gl-liðið er ein blanding av nýggjum og góðum gomlum. Millum teir eldru kunnu nevnast Jón Sigurð Gleðisheygg og Janus Ras- mussen, sum eisini var á 2. deildarliðnum leygardagin Sosialurin - tað er her tað hendir # — beint nú FRANCE 98 PF LUFTE DO NORDT Emil L. Jacobsen Set 10 kr. å Jamaica Eg las í einum blaði nú ein dagin, at onkur veddingarfyritøka hevur odds 300 fyri Jamaica sum HM-vinnara. Við ødrum orðum fært tú pengarnar aftur 300 ferðir, um tú velur at spæla upp á >The Reggae Boys< sum heimsmeistari í fótbólti Millum allar tær etableraðu (og keðiligu) fótbóltstjóðirnar er tað himmalskt at síggja eitt lið sum ikki vísir undirbrotligheit, hóast teir ongantíð fyrr hava verið við í einum HM-endaspæli Tað var sum á TV3, tá ein jamaicabúgvi spurdi Jakob Kjeldberg: >Er títt land eisini við í Fraklandi? Frálíkt! So verða vit nummar eitt og tit nummar tvey, OK...? Iran fer til Fraklands fyri at læra. Japan fer til Fraklands fyri at fyrireika seg til kappingina um fýra ár, tá teir eru vertir. Jamaica fer til Fraklands fyri at gerast heimsmeistari. Soleiðis! Um teir so hava nakað realistiskt grundarlag at hava hetta høga málið i, er ein heilt onnur søga Og tað er eisini líkamikið. Tá eitt lið fer inn á ein fótbóltsvell, fer tað inn fyri at vinna. Sjálvandi Soleiðis skal tað vera Tað gjørdi Brasilia i 1958, tað gjørdi Holland i 1974, og tað gjørdi Bulgaria í 1994. Og eru tað ikki hesi liðini, sum fólk minnast best? Ein kendur fótbóltsspælari segði einaferð, at >fótbóltur er eitt spæl við 22 monnum, sum altíð endar við, at týskararnir vinna<. Maðurin var Gary Lineker, og hevdi hann ikki eisini fegnast um eina HM-finalu millum Tyskland og Jamaica? Liðið av karaibisku oynni er ikki millum favorittarnar. Tað eru tey meira etableraðu londini sum Brasilia, Tyskland og Frakland. Brasilia var nógv tað besta liðið fyri fýra árum síðani, Gary Lineker veit hvat hann tosar um, og Frakland spælir á heimavelli Og so er tað Ongland, sum leygardagsføroyingar halda við. Shearer & co. vilja hava HM-steypið heim til Onglands, og tað kann væl henda, at tað kemur heim. Tað hevdi nú heldur ikki verið tað ringasta. Kroatia orki eg ikki fyri, og eg havi eisini eitt horn í síðuni á Argentina, sum hevur vunnið HM tvær ferðir, og báðu ferðirnar við sviki Men tað ræður um at duga at snúgva sær, og tað duga tey stóru. Føroyar eru ikki vid í HM, og sum liðið er fyri í løtuni, skulu vit fegnast um tað Danmark er við, men heruppi hava teir ikki so nógv viðhaldsfólk sum í 1986, tá Elkjær, Arnesen og hinir næstan fingu okkum at kenna okkum sum danir, heimahoyrandi í Føroyum Norðmenn eru eisini vid, og av onkrari orsøk eru fleiri, sum rokna við, at:teir verða heimsmeistarar Tad verða teir ikki, men gloym nú ikki at seta 10 krónur á Jamaica. Um ein mánað kanst tú so kanska fara og heva 3.000 krónur L = |}