týsdagur 9. juni 1998síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Fótbóltur: Enn einaferð fekk
mótstguliðið hjá ÍF javnað í seinastu
minuttinum. Hetta er fjórðu ferð í
hesum kappingarárinum
TeEruI NIELSEN
IF hevur spælt nógvar javn-
leikir í år. Soleiðis var eisini
sunnudagin í Fuglafirði, tá
NSI var á vitjan. Enn eina-
ferð høvdu fuglfirdingar
drúgva leiðslu, og enn eina-
ferð fekk mótsteðuliðið
javnað i evstu løtu
IF betur
í fyrra hálvleiki
Fuglfirðingar vóru tað betra
liðið í fyrra hálvleiki. Teir
høvdu heldur meira av
spælinum, og haraftrat vóru
tað teir, sum høvdu teir
størru målmøguleikarnar
Tá ið einir 20 minuttir
vóru leiktir, legði heima-
liðið seg á odda. Eftir nakað
av trunkaspæli endaði bólt-
urin hjá Aslakki Petersen,
sum var knappur og skeyt
bóltin í málið hjá Dejan
Milanovic
Aslakkur var ein av term-
um frægastu spælarunum á
IF-lidnum, og serliga í fyrra
hálvleiki gjørdi hann nógv
um seg. Hann hevur tann
rætta hugburðin og gav seg
fult út i hvørjari takkling.
Serliga var tað samanspælið
millum hann og Bárð á
Lakjuni, sum riggaði sera
væl í fyrra hálvleiki. As-
lakkur vann fleiri bóltar á
miðjuni og sendi teir skila-
gott frá sær, men Bárður
hevði ikki hepnið til at um-
seta støðurnar til mål.
Onkur annar stórur møg-
uleiki var eisini í fyrra hálv-
leiki, men óneyvar skot-
royndir og gott málmans-
spæl forðaði fyri, at fleiri
mál komu
ÍF spælir verjufótbólt
So skjótt sum IF hevði lagt
seg á odda, fóru teir at spæla
verjufótbólt. Serliga í
seinna hálvleiki var tað
sjáldan, at IF-leikararnir
komu fram um miðjuna.
Grundin til, at IF spælir
verjufótbólt, er at teir hava
eina sera góða verju. Vete-
ranurin Torkii Hansen stýrir
verjuni væl, og hann spælir
upp á tað trygga og ger einki
býtt
Óli Hansen (v.m.) vísti enn einaferð sítt virði fyri
NSÍ, tá hann í seinna hálvleiki javnaði til 1-1 fyri
runavíkingar
Mynd: Jonhard Hammer
ítróttar
Torstein Joensen er eisint
ein tryggur skansi hjá fugl-
firðingum. Hann spældi
sera væl, men mátti tían-
verri út við skaða um miðj-
an seinna hálvleik. Bartal
Eliasen, sum hevur bankað
upp á dyrnar hjá Allani Sim-
onsen, vísti, at hann er
sterkur í luftspælinum, um-
framt at hann røkir sínar
defensivu uppgávur til lítar.
NSI omaná
í seinna hálvleiki
Vóru tað fuglfirðingar, sum
vóru betri í fyrra hálvleiki,
so var tað júst umvent í
seinna. Nú vóru tað runa-
víkingarnir, sum høvdu tað
mesta av spælinum, men tað
gekk striltið hjá teimum at
spæla seg fram til nakrar
veruligar målmøguleikar.
Ikki fyrr enn nakrar fåar
minuttir fyri leiklok eydn-
aðist tað NSI at fáa utjavn-
andi málið. Óli Hansen fekk
bóltin nakað uttan fyri
brotsteigin hjá IF. Hann fór
framvið Bartal Eliassen í
ÍF-verjuni og komin áraka
brotsteigarmarkið smekkaði
hann til og bólturin sat í
málinum til endaligu
støðuna 1-1.
NSÍ-liðið var ikki væl
mannað henda dagin. Gert
Langgaard og Helgi L. Pet-
ersen sita framvegis uttan-
fyri við skaðum, og áðrenn
dystin var Arnfinn Lang-
gaard eisini ivasamur. NSI
hevði bóltin allan seinna
hálvleik, men teir dugdu
ikki at umseta leikligu yvir-
Nr. 105 — 9. JUNI 1998
16
Erling Joensen fær bóltin,
meðan lidfelagarnir Høgni
Hansen, Torstein Joensen og Bartal Eliasen eru til
reidar at hjålpa. Eddie Mikkelsen lårir eftir
møguleikanum
Mynd: Jonhard Hammer
vågina til mål.
I seinna hålvleiki settu
runavikingar Kristian
Høgna Jacobsen, sum júst
er komin heim av flatlond-
um, inn i dystin. Hann visti,
at hann er ein g6dur spælari,
sum NSÍ uttan iva fer at fáa
gleði av seinni í ár.
Eitt sum mong undrast
yvir er, at ein maður sum
Jónstein Petersen skal brúk-
ast í defensiva spælinum, tá
hann er ein av sterkastu off-
ensivu trumfunum hjá NSI.
Í Fuglafirði sást eisini, at
hverjaferð Jónstein fór fram
við bóltinum, var vandi á
ferð, og ólag kom á IF-verj-
una.
Rættvíst úrslit
1-1 endaði dysturin, og hó-
Fuglafirði
ast fuglfirðingar vóru mis-
nøgdir við, at teir søpladu
leiðsluna burtur so seint í
dystinum, so mundi javn
leikur vera eitt rættvist úr-
slit.
Dysturin í Fuglafirði var
nakað nógv darvaður av tí
nógva vindinum, sum var
sunnudagin, og av somu or-
søk var ongantíð tað stóra
fótbóltsspælið at síggja.
Annars hildu fleiri av
spælarunum, at dómarin
stóð nakað veikur í mynd-
ini, og at hann ikki tordi
serliga væl at visa sin
myndugleika.