Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-06-09, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. juni 1998síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 105 — 9. JUNI 1998 ítróttar Smiðurin á lærinum tá nýggi båturin vann í stórum stíli >Eysturoying< aftan á stórsigurin á Nor ðoyastevnu leygardagin Sámal Hansen ivast í, um stødid er hækkað nakað serligt, síðani hann róði við gamla Eysturoyingi fyri tíggju árum síðani Kanska var tað veðrið, sum gjørdi tað. Undir øllum um- stóðum er tað ein veruleiki, at talið var ikki serliga stórt á fjarðbúgvunum, sum fóru høgligu leiðina norður til Klaksvíkar at síggja, hvussu tað fór at hilnast hjá nýggja tíggjumannafarinum, tá tað fystu ferð skuldi royna seg í tydningarmiklari kapping. Men tey av eystara armin- um av Skålafjørdinum, sum vóru í Klaksvík leygardag- in, s6u teirra egnu sýna ein sovorðnan uppvísningsróð- ur, sum sjáldan ella kanska ongantíð kemur fyri. Nýggi Eysturoyingur vant burtur úr øllum hinum, og skal norðoyastevan einsamøll brúkast sum mátistokkur, so er ilt at síggja. at talan vy irhøvur kann gerast um nakra kapping i år. Smidurin å lærinum Tað plagar at vera soleiðis at bátasmiðurin fylgir væl við, tá nýggjur bátur fyrstu ferð verður royndur Soleiðis var tað eisini hesaferð. Men tað var óvan ligt, at bátasmiðurin, 29 ára gamli Sámal Hansen úr Runavík, var umborð á bát- inum, har hann bakborðs- megin legði alla orku í á lærinum Tad var rættuliga skjótt, at vit í eygnakrókunum fóru at síggja hinar båtarnar Fyrstu løtuna undir Kun oyarnesið var púra slætt, men millum fimtan hundrað og túsund metra málið var eitt sindur ófriðarligt, og vit kendu tað, sum um árarnar læstust fleiri ferðir. Vit vóru sjálvsagt bangnir fyri, at vit Manningin á Eysturoyingi, sum vann tíggjumannafarsróðurin við 18 sekundum mistu, men allir bátarnir vóru í somu stødu í lotinum, sum var beint undan, og tá tað slætnaði aftur, tá vit komu inn móti Kósabrúnni ivadust vit ikki í, at vit vóru so væl fyri, at vit fóru at vinna. Men tað var nógv lættari, enn vit høvdu rokn- að við. Kom tað púra óvart á teg, at tit fóru at vinna? — Tað vil eg ikki siga. Vit vóru á bygdastevnuni á Skála, og tá vunnu vit greitt á Vestmenningi og Kjøli, so vit vóru greiðir yvir, at møg- uleikin var har. Heldur tú, at tað var ov lætt? — Hesa ferð gekk tað upp á stás, men tað vil ikki siga tað sama, sum um at vit eru upplagdir vinnarar á gllum hinum stevnunum. Tað snýr seg nógv um, hvussu tað tørnar út í einstaka róðrin- um. Hjá okkum er spurn- ingurin, hvussu vit bera okkum at, um vit ikki fáa besta startin. Tá tú ert fremstur, er tað nógv lættari, tí sinniliga yvirskotið veks- ur, og tú hevur sjálvsálit at leggja til rættis, soleiðis sum tú ætlar tær. Vit vóru títtir fyrstu løtuna, men so róðu vit leingi meiri seigan, og tað var, sum vit høvdu ætlað. Steðið er ikki broytt Umborð á nýggja Eysturoy- inginum, sum leygardagin fyrstu ferð fer at royna seg + i i í heimasjógvi, hevur mann ingin drúgvar royndir í kappróðri. Elsti maður umborð fylti 31 ár leygardagin, og yngsti maður er 18 ára gamal. Ein er 30, ein 29, ein 27, og hinir eru niður í 19 ár. Sámal Hansen er sjálvur annar eftir frá góðu mann- ingini, sum var við gamla Eysturoyingi, ið vann fleiri ferðir í 1987, 1988, 1989 og aftur í 1992 róðu teir væl. Hinir hava allir róð áður Onkrir hava verið vid Søl- mundi, sum hevur staðið seg væl, og onkrir vóru við Tjaldrinum, tá tað vann FM í 1991: — Tá vandu vit nógv, og tað gekk væl. Síðani tá hava vit hoyrt og lisið nógv um, at stóðið er hækkað, tí bát- arnir hava vant so nógv meiri. I år hava vit tikið tíð- ir, og sammett við nevndu árini hava vit sæð, at tað hevur sæð gott út hjá okk- um, men vit hava ikki verið vísir í, hvussu hetta hevur verið sammett við hinar bát- arnar. Sámal Hansen sigur, at teir flotaðu bátin fyrstu ferð leygardagin 18. apríl, og síðani 20. apríl hava teir vant einar fimm ferðir um vikuna. Hinar manningarnar hava vant umleið tað sama, sum teir á vinnarabátinum á norðoyastevnu hava vant. Umborð á Vestmenningi eru nógvir av teimum, sum í fjór róðu við Gullbrandi, umborð á Kjøli eru fýra nýggir, og umborð á Havn- arbátinum eru tríggir nýgg- 3 15 ir Eg ivisti ikki i, at kapp ingin fer at økjast, men tað hevdi sjálvsagt verið huga ligt hjá okkum, um tað hevði eydnast at vunnið á Skálafjarðarstevnu Mest sjálvlærdur Bátasmiðurin, sum hevur smíðað nýgja Eysturoying in og sum var við til at vinna fyrsta FM róðurin við hon um leygardagin, hevur ikki staðið í læru at smíða bátar Eg havi havt stóran hug fyri hesum handverkinum, og tey síðstu árini, tá And- reas Hammer smíðaði bátar, gekk eg inn til hansara. Í 1988 smíðaði hann Tern- una, og tá plagdi eg at halda fyri, tá hann klinkaði Sámal Hansen, sum er jarnsmiður, hevur smíðað ein annan kappróðrarbát, og tað er Kjølur. Hetta er triðja árið, at tann báturin tekur lut í kappróðrinum — Báðir bátarnir hava akk- urát somu mátini undir vatninum. Omanfyri eru mátini ikki heilt tey somu, men tað hevur ikki so nógv at siga Hvar hevur tú fingið mát ini frá? — Aðrenn eg fór undir Kjøl, kannaði eg og tók mát av bátum, sum Niklas í Koltri hevur smíðað. Ser- liga var eg áhugaður í Skál- abátinum, sum vit altíð hava mett at vera góðan gongu- bát. Ert tú farin undir nakran nýggjan bát? — Onkur leysligur fyri- spurningur hevur verið, men einki er komið uppá pláss. Eg havi annað ar- beiði. At smíða kappróðr- arbátar er frítíðarítriv, tíðin er avmarkað, og tí verður talan ikki um meiri enn ein bát um árið, greiðir smið- urin og ein av vinnarunum umborð á Eysturoyingi frá jh