mikudagur 10. juni 1998síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
hu je bene lus sól. SIÐS Br uden ÞU Mr Er SU Þr 100
Blaðstjóri:
Internet: www.sosialurin.fo
rblaðstjóri: | Blaðfólk:
Dagny Joensen,
Aki Bertholdsen,
Emil L. Jacobsen
Eiríkur Lindenskov | Sveinur Tréndarson
Turið Kjølbro
Ljósmyndari:
Jens Kristian Vang
Lýsingar og sola:
Jonhard Hammer
Útgevari, uppseting og prent:
Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argjum
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail:
post&sosialurin.fo
Hvor spælir
klovn á dantingi?
Oddagrein
Fólkatingsmaður Javnaðarfloksins, Jóannes
Eidesgaard hevur verið nógv umtalaður síðani
fólkatingsvalið, ið fordi við sær, at hann gjørd-
ist tungan á vágskálini í donskum politikki.
Eitt nú hava »partamenn« hansara í fólka-
tinginum funnist at honum, tí hansara stoða
m. a. fordi við sær, at danski javnaðarflokkurin
ikki fekk fólkatingsformannin.
Í Sosialinum nú um dagarnar sigur Rolf Gutte-
sen, lektari við lærda háskúlan í Keypmann-
ahavn, at føroysku fólkatingsmenninir ikki
gera arbeiði sítt til lítar, og at Jóannes Eides-
gaard >gongur í fólkatinginum og spælir
KIOVN
Tad er skiljandi, at danir halda hetta vera at
spæla klovn. Men her eiga vit at minna á
viðferðina, sum danski Javnaðarflokkurin við
Poul Nyrup Rasmussen á odda gav foroyska
Javnaðarflokkinum við Maritu Petersen á
odda
Arrogant og yvirlegið kroysti danska stjórnin
avgerðir niður yvir landsstyri og løgting - uttan
at foroysku politikararnir hevdu somu fyri-
treytir fyri at kenna avleiðingarnar - tí stjórnin
ikki segði teimum allan sannleikan!
Slíkt er ikki álitisvekjandi - slíkt er álitisniður-
brótandi, og er orsøkin til kolnaðu vidurskiftini
millum javnaðarflokkarnar báðar, hin foroyska
og tann danska
So kunnu vit siga, at ein foroyskur fólkatings-
maður er fólkatingsmaður, eins og allir hinir -
og at um hann ikki vil vera tað, so hevur hann
einki at gera á Christiansborg.
Men tað sum Jóannes Eidesgaard er valdur
á fólkating upp á er júst at hava ta stoðu,
hann hevur. Upp undir fólkatingsvalið forði
Javnaðarflokkurin fram, at hann ikki fór at
taka lut í donskum innanríkispolitikki, og Gud
náði Jóannes Eidesgaard, brýtur hann hetta
lyfti til veljaran.
Nyrup helt, at hann kundi kroysta Jóannes
Eidesgaard undir sítt veingjabreiði, men tað
megnaði hann ikki. Nú stríðist stjórnin av
øllum alvi at vinna atkvoðuna hjá Jóannesi
fyri Hvítusunnupakkanum. Men í avtalu við
leidsluna í danska Javnaðarflokkinum í mars
varð gjørt greitt, at Jóannes fór at stuðla
stjórnina í kardinalspurningum, um fáast kundi
ein nøktandi avtala millum stjórnina og lands-
stýrið um uttanlandsskuldina, um skuldar-
spurningin og um framtíðarstoðu Feroya.
Í skrivandi stund er samráðingarvirksemið í
gongd á Christiansborg.
Jóannes Eidesgaard eigur at standa stinnur í
síni stødu. Nyrup og Lykketoft gera sjålvir av
framtíðina hjá donsku stjórnini: Verður úrslitið
rímiligt - ja so fellir Jóannes Eidesgaard ikki
stjórnina!
So fáa vit at síggja, hver spælir klovn við
hverjum! Sasbalenir
Ferðavinnan - ein
framtíðar vinnugrein?
Almenna tjakið um ferða
vinnu hevur seinastu árini
verið merkt av ónggd í
vinnuni, sum m.a. vísur seg
við álopum á almenna
stovnin Ferðaráð Føroya
Hóast álopini koma frá
fáum persónum og virkjum,
verða tey løgd fram, sum
umboða tey ta samlaðu
vinnuna og sleppa aloftast
at standa eftir sum so
Tí sýnist tað sum, at vinn-
an er ímóti Ferðaráð Føroya
og ímóti, at tað almenna
nýtir pening til at fremja
føroyska ferðavinna. Frá
Ferðaráðsins síðu er hetta
sera torført at skilja, tí
stovnurin er einasti almenni
forsprákari vinnunnar. End-
amálið við játtan stovnsins
er at menna og skipa ferða
vinnuna
Í høvudsheitum hevur
Ferðaráð Føroya tey øki um
hendi, sum ikki kasta pen-
ing av sær. Um ongin yvir-
ordnaður myndugleiki tók
hesar uppgávur á seg, hevði
tað verið torført hjá virnuni
at vunnið pening úr ferða-
fólkavitjanunum, tí at vinn-
an í so mongum førum er
bundin at vælviljanum hjá
jarðareigarum, bý- og bygd-
arráðum, gðrum almennum
myndugleikum og føroy-
ingum annars, sum Ferða-
ráð Føroya beinleiðis ella 6-
beinleiðis (tvs gjógnum eitt
nú økisferdavinnufeløgini)
samskiftir við. Vinnan skal
hava í huga, at tað ikki er
hon, sum eigur náttúruna og
tey mongu stød, sum verða
víst fram, hóast tað er hon,
sum fær inntøkurnar
Sum stjóri á Ferðaráð
Føroya er tað torført at
sannføra politisku myndug-
leikarnar og føroyingar sum
heild um, at vit eiga eima
framtíðar vinnu í ferðavinn-
uni, tá ið ferðavinnan al-
ment mótsigur hesari út-
søgn. Hví skulu løgtings-
limir okkara skapa betri
karmar fyri einari vinnu,
sum heldur vísur énøgd við
almenna ferðavinnupoli-
tikkin, enn brettir upp um
armar, og saman við Ferð-
aráð Føroya gevur okkara
samfelagi ein stórri og betri
bita av altjóða ferðavinnu-
køkuni?
Hetta sjónarmið hevur til
endamáls at lýsa lógar-
grundarlagið undir Ferðaráð
Føroya.
Logargrundarlagid
Í Løgtingslég nr. 80, $1 er
staðfest, at „Ferðaráð Før-
oya skal menna og skipa
ferdavinnu i Føroyum, so
hon gerst ein meiri tydandi
tåttur i samfelagsbuskapi-
num og fjøltåttar vinnulív
og samfelagsliv til frama
fyri livilikindini og trivna
hjá teimum, sum her
búgva“
Fyri at røkka hesari end-
amálsorðing, er virksemið
Ferðaráðsins skipað í
fýra arbeidsøkir: fyrisiting,
kunning, marknadarføring
og innlendis menning. Nið-
anfyri siggjast høvudsupp-
gåvur stovnsins sum lystar
i $2 i Løgtingsløgini
I. at gera skipanir og
ætlanir viðvíkjandi føroysk-
u ferðavinnuni
2. at upplýsa um Føroyar
bæði innan- og uttanlands
3. at hjálpa og vegleiða
ferðafólk, ið koma til landið
4. at veita hjálp til áhuga-
felagsskapir kring landið,
herundir stovnsseting av av-
greidslum, har tad tykist
neyðugt
5. at fyriskipa upplæring
av starvsfólki í ferðatænast-
uvirksemi
6. at hava neyvt samstarv
við jarðareigarar og friðing-
armyndugleikar við ti enda-
máli, at náttúru- og ment-
unarvirði ikki verða skemd
ella fara fyri skeyti av tí
virksemi, ferðastreymurin
hevur
7. at gera vegleiðingar og
geva upplýsingar um, hvar
og hvussu fólk kunnu ferð-
ast ella stødast
8. at fylgja við teldu- og
hentleikamenningini yvir-
høvur innan ferðavinnuna
og veita neyðuga ráðgeving
9. at virka fyri, at tey, sum
reka ferðaskrivstovur, seta
á stovn ein trygdargrunn
ferðavinnunnar
Lógin er fyrimyndin
Løgtingslégin gevur Ferð-
aráð Føroya ábyrgd av
nógvum og fjølbroyttum
uppgávum, uttan tó at rað-
festa hesar ella seta mál fyri
góðskuna. Uppgåvurnar
verða til eina og hverja tíð
røktar í mun til karmar
stovnsins, sum eru eitt sam-
anspæl millum ta fíggjar-
ligu orkuna og innanhýsis
kunnleikan (know how) og
uttanhýsis forstáilsi frá sam-
starvsfeløgunum fyri, hvat
teirra lutur er í menningini
av føroysku ferdavinnuni
Hesir samstarvsfelagar eru
ferðavinnan, kommunur
aðrir almennir myndugleik-
ar og føroyingar
Skal virksemi Ferðaráðs-
ins eftirmetast, eigur hetta
sjálvsagt ikki at vera gjørt
útfrá tilvildarliga valdum
sjónarhornum, men útfrá
nevnda lógargrundarlag og
karmum stovnsins annars
Ferðavinnan - stersta
vinnan í heiminum
Hesi seinastu umleið 10 ár-
ini hava vist okkum, at før-
oyska samfelagið er sera
viðbrekið, tí vit bert hava
eina berandi vinnugrein.
Um Føroyar skulu hava
eina trygga framtíð, er tað
tískil av týdningi, at vit
menna aðrar vinnur enn
fiskivinnuna.
Øll framkomin lond hava
langt síðani ásannað, at
møguleikar eru í ferða-
vinnuni, sum um aldamótið
verður størsta vinnan i
heiminum. Við stovnanini
av Ferðaráði Føroya í 1990,
vístu eisini vit, at Føroyar
vilja hava sín part av altjóða
ferdavinnukøkuni.
Ein hin størsti fyrimun-
urin vid ferdavinnuni er, at
flestu inntøkurnar verða
verandi í landinum. Av tí at
råvøran er náttúran og týdn-
ingarmiklasta aktivið er
fólkið, hava vit við hesi
vinnu møguleika at vaksa
Annika Joensen, stjóri á
Ferðaráð Foroya: — Sum
stjóri á Ferðaráð Føroya
er tað torført at sannføra
politisku myndugleikarnar
og føroyingar sum heild
um, at vit eiga eina fram
tidar vinnu i ferdavinnuni,
tå id ferdavinnan alment
mótsigur hesari útsógn
um inntøkurnar og fáa ar-
beiðspláss til vega, uttan
beinleiðis at noyðast at inn-
flyta stórvegis av vørum
Um ferðavinnan framyvu
skal vera skipað og stødugt
mennast, má tað almenna
Føroyar eiga ein lut í ferða
vinnuni. Og um tað al-
menna Føroyar skal síggja
meiningina við at gera iløg-
ur í vinnuni og skapa góðar
karmar fyri tey, sum starvast
í henni, er tað umrådandi,
at vinnan vísur á fyrimunir
og møguleikar, so politik-
arar okkara kunnu taka eina
greiða stóðu, tá teir í heyst
skulu viðgera Figgjarløg-
tingslógina fyri 1999, og
seinni í ár allarhelst eisini
viðgera langtíðarætlan ferð-
avinnunnar, sum er nevnd í
nýggja samgonguskjali-
num.
Sum í øllum lívsins fórum
eru vit sterkast og lyfta best,
um vit eru í flokki og standa
saman.
Ferðaráð Føroya
Annika Joensen, stjóri
KONSERT
,
I] NORDURLANDA-
HUSINUM
Atgongumerki fåast i forsølu
í Norðurlandahúsinum,
á Kunningarstovuni í Havn
og í Kiosk VÁR í Runavík
A