Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-06-10, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. juni 1998síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 106 — 10. JUNI 1998 tíðindablaðið 0 7 Stridast ímóti fordómunum Fóroyingafelagið í Árhus hevur tik- ið internetið í brúk fyri at beina burtur fordómar- nar um Árhus sum lestrarbý Eyðun Klakkstein, ÁR- HUS: Tað er émøguligt at fáa nakað at búgva í í Ar- hus. Allir føroyingar lesa í Keypmannhavn. Tað er bygdaligt í Arhus Tað eru nakrir av aftur vendandi = pástandunum, sum eru at hoyra um lestrar- býin Arhus, Smilets by, sum danir sjálvir kalla næst- størsta býin í Danmark Føroyingafelagid í Arhus hevur strítt eitt ahaldandi stríð ímóti hesum fordóm um, og nú hava tey tikið enn eitt amboð í nýtslu ! hesum døgum, tá tekn sku framstigini eru stór, og nternetið gerst partur av fleiri og fleiri húsarhaldum hevur felagið snikkað eina heimasíðu til allir internetbrúkarar, sum eisini í Føroyum gerast fleiri og fleiri, hava atgongd til Heimasíðan varð gjørd í februar, og hon skal verða ein hjálp hjá føroyingum sum hava áhuga í at koma til byin at lesa, sigur Egon Joensen, sum er formaður i Føroyingarfelagnum i Ar- hus Heimasíðan er at finna á teimum tveimum adress unum come.to/aarstova og welcome.to/aarstova, og har eru neyvu upplýsingarnar lættar at koma fram at sum Øll finna okkurt at búgva í Vit hoyra aftur og aftur um hvussu trupult tað er at koma til Arhus at lesa, og tað er uttan iva við til at styggja fólk frá býnum. Tað halda vit ikki er rætt, og ti royna vit at upplýsa sakliga um býin, sigur Egon Joen- sen Formaðurin í Føroyinga- felagnum lesur sjálvur í Ar- hus, og hann hevur búð har í fleiri ár : Eg søkti bæði Arhus og Keypmannahavn, tá eg fór niður av fyrstan tíð, men eg havi ongantíð verið keddur av, at eg endaði í Arhus. Her er alt, men tað er bara ikki so ógvusligt sum í Keyp mannahavn, sigur hann Tað eru serliga íbúðar- møguleikarnir í býnum sum hava ringt orð á sær, og vandin fyri einki at fáa at búgva í, kann meira enn nakað annað loypa hvøkk á fólk Øll sum koma til Århus fáa okkurt at búgva í. Tað eru ikki gll sum sleppa inn í miðbýin at búgva, tí har er torført at fáa pláss, men á kollegiunum uttan um mið- býin eru góðir møguleikar fyri at sleppa inn. Og sjálvt um tú býrt utt- an fyri miðbýin, so er tein- urin stuttur inn til sentrum, og tað er í fáum førdum, at tað tekur longri enn eitt korter at koyra í bussi inn í miðbýin, sigur Egon Joen- sen Eisini út á náttina fríggjakveld Internetframtakið hjá Før oyingafelagnum í Arhus er bert ein partur av umfatandi virkseminum hjá felagnum 60 ára gamla felagið, sum hevur verið virkið mesta av síni tíð, hevur í løtuni knapt 200 limir, og er eitt tað virknasta føroyingafelagid í Danmark | Felagshølini Aarstova er miðdepilin hjá felagnum, og har er opið dagliga. Ger andisdagar er café tveir tím- ar um dagin og friggjakvøld er opið út á náttina. Í Aar- stovu eru feskastu føroysku tíðindini at frætta. Blødini liggja frammi, sjónvarps- sendingar kunnu síggjast, tíðindaskriv koma frá UF, og prátið millum limirnar gongur eisini lívliga. Tónleikurin hevur tað gott í Arhus, eisini tann føroyski. Tór Verland Johansen frá bólkinum Safir er ein av teimum sum er við, tá tónleikakvold eru í Åarstovu Nógvir arbeiðsbólkar eru undir sjálvari nevndini og teir taka sær av teimum ymsu tiltøkunum. Alt frá fótbólti, flogbólti, fyrilestr- um og kjaki til dans, hátíð- arhald av merkisdøgum, hugnakvøld og veitslur Atta ferðir um árið kemur Aarósin út. Tað er blaðið hjá felagnum og verður sent til allar limirnar. Í blaðnum eru upplýsingar um øll tiltøk og greinar um ymiskt sum er farid ella fer fram I Aarstovu fåa føroysk børn eisini frålæra í móður- málinum annan hvønn leyg ardag Ein býur fyri tey ungu Eitt av endamálunum hjá Føroyingafelagnum í År- hus, er at ráðgeva nýggjum føroyingum í býnum, og við heimasíðuni á internetinum er nú eitt standandi tilboð 24 tímar um døgnid til tey, sum vilja hava meiri at vita um býin og felagið Og tey sum vilja hava meiri at vita um útbúgv- ingarnar í Arhus, kunnu á heimasíðuni finna leinkjur til hægru læristovnarnar í Arhus. Og lestrarvegleiðar- arnir á teimum ymsu skúl unum í Føroyum, hava fing- ið eitt yvirlit yvir útbúgv ingar og føroyingar, sum taka tær ymsu útbúgving arnar. Tað er gjørt fyri, at tey sum ætla sær til býin, kunnu seta seg í samband við fólk, sum longu eru har og sum kenna útbúgving arnar Arhus hevur gott orð á sær sum lestrarbýur og tí ræður um ikki at missa mót- ið, bara tí at tað verður sagt, at tað er ringt at finna nakað at búgva í. Arhus er eitt fínt alternativ til Keyp- mannahavn, og tad er ikki so trupult at flyta til byin, sum tað verður sagt, sigur Egon Joensen. Føroyingafelagid í Arhus drívur á, og hvenn ger- andisdag er café í Aar- stovu. Rannvá S. Han- sen og Jákup Poulsen eru tveir av feroying- unum í felagnum Og at Arhus er ein góður byur at lesa í, verður undir bygt av danska ráðharr anum Svend Auken, sum í nýggjasta nummarinum av “Delfinen" — tað er eitt uni versitetsblad í Arhus — gex ur býnum bestu skoðsmál ini Skalt tú velja ein bý at lesa í og verða ungur í, so kann eg ikki ímynda mær nakað annað stað í verðini, sum er meiri spennandi enn Arhus. Mótsatt Keyp mannahavn er Arhus ein byur fyri tey ungu. Ungfólk halda til í Arhus, og tað kann eisini merkjast, tá tú ert har, sigur ráðharrin í blaðnum Nú er ikki bert atgongd til Åarstovu og Feroyingafelagið í Arhus gjøgnum dyrnar i Vestergade 48 D. Dyrnar eru eisini lætnar upp á internetinum