mikudagur 10. juni 1998síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Oli Breckmann og
Jóannes Eidesgaard í
fólkatingssalinum
Dagny Joenser
Jens Kristian Vang
úr Keypannahavn
Í seinastuni hevur arbeiðið
hjá føroyingunum i fólka
tinginum verið nógv um-
rétt. Serliga semastu mán-
aðirnar, tá Jóannes Eides
gaard varð valdur at um
boða Feroyar í danska ting
inum. Tað er einamest fyri
at hann ikki vil blanda seg í
danskan innanrikispolitikk
men er komin í ta lykla
stóðu, at danska stjórnin
hevur brúk fyri hansara at-
kvødu
Vit spurdu teir bådar, hvat
er týdningarmesta arbeiðið
á Christiansborg — sæð frá
teirra sjónarmiði?
Jóannes Eidesgaard: -
tíðindablaðið ST
Fóroysku umboðini í Fólkatinginum:
Nr. 106 — 10. JUNI 1998
— Vit eru partar av einum
dupultdemokratii
Fyrst og fremst er uppgávan hjá fóroysku fólkatingslimunum at fylgja við parlamentariska
arbeiðinum, umframt at luttaka í atkvóðugreiðslunum, tá fóroysk viðurskifti eru á skránni. Tað
siga teir báðir Jóannes Eidesgaard og Oli Breckmann, sum ikki hava somu fatan av, hvørjar upp-
gávur teir skulu rókja, tó at teir kunnu semjast um einstakar lutir í hesum arbeiði
Størsta tydningin leggi eg í
at vera til stadar, tå føroysk
mål er uå skrånni, og at
luttaka aktivt í hesum við-
gerðum. Tað er ætlanin við
hesum tingsessinum. Hóast
nógv mál eru flutt heim til
Føroya, so eru tað kortini
nøkur eftir í Danmark. Tað
er høvudsuppgåvan, men
eisini at kunna danskar
fólkatingslimir og geva
teimum innlit í føroysk við-
urskifti. Onnur uppgáva er
at hjálpa fólki, sum hava
brúk fyri okkum, sigur Jó-
annes Eidesgaard.
Oli Breckmann: — Fólka-
tingsarbeiðið gevur mær ein
politiskan vinkul, sum eg
kann brúka í løgtinginum.
Tað er eisini at ganga fólki
til handa, sum eru komin í
klemmu millum tvær polit-
iskar skipanir, og sum hava
brúk fyri vegleiðing og
hjálp, sigur Oli Breckmann.
Tað hevur verið nógv tos-
að um at Oli Breckmann,
mótvegis Jóannesi Eides-
gaard, ikki hevur so nógv
ímóti at leggja seg út í
danskan innanrikispolitikk
Oli heldur, at tá tað snýr seg
um felags hugsjónarligan
politikk, so atkvødur hann
Christiansborg
fyri donskum målum, men
at hann minni enn so at-
kvødur hvørja ferð.
Jóannes Eidesgaard: —
Mest virðiliga Oli Breck-
mann og eg kunnu gera fyri
Føroyar, er, at vit lata tann
parlamentariska meirilutan,
sum er í fólkatinginum, ar-
beiða uttan innblanding frá
føroysku umbodunum.
Tad heldur Oli Breck-
mann ikki vera so einfalt.
Hann hevur ikki, sum Jó-
annes Eidesgaard, givið
lyfti um at leggja seg út í
donsk mál. Hann heldur, at
tað av og á er neyðugt at
taka stóðu.
Vildi heist sloppið
undan
— Fert tú t.d. at atkvøda fyri
danska »pinsapakkanum« ?
— Eg vildi helst sloppið
undan, men her ger tad seg
galdandi, sum so ofta áður,
at hava danir ein sterkan bú-
skap, so er tað ikki negativt
ella kann beinleiðis gagna
Føroyum, sigur Oli Breck-
mann. Hann heldur kortini,
at Jóannes Eidesgaard eigur
útspælið hesaferð, tí hann
situr nærri Lykketoft, figgj-
armálaráðharra.
Jóannes Eidesgaard á-
sannar, at hansara stóða er
óheppin fyri donsku stjórn-
ina og danska sosialdemo-
kratiska flokkin á ymsan
hátt.
— Eitt nú dámar mær hug-
sjónarliga væl Eindarlistan,
og hann er eisini parlamen-
tariskur í parti við stjórnini.
Trupulleikin er bert, at tá
stjórnin noyðist at leita sær
meiriluta fyri einum máli
tvørtur um miðjuna í ting-
salinum, so er treytin ofta,
at Eindarlistin ikki er væl-
komin, sigur Jóannes Eides-
gaard.
Stødan hjá føroyingum er
broytt sidan valid, og hóast
Oli Breckmann heldur, at
hvørt val hevur broytingar
við sær — hann hevur sitið í
Fólkatinginum síðan 1984
— so er dagliga arbeiðið 6-
broytt. — Tað sum kann
broytast nú, er stødan í ting-
salinum. Ert tú á markinum,
áleggur tað føroyingunum
stórri ábyrgd, heldur hann.
Hóast bæði fólkatings-
umboðini skulu tæna før-
oyskum áhugamálum, so er
ein mótsetningur teirra mill
um, av tí at Jóannes Eides-
gaard er formaður í Javnað-
arflokkinum og situr í and-
stóðu í tinginum, meðan Oli
Breckmann er limur í sam-
gonguni. Avirkar tað fólka-
tingsarbeiðið?
Jóannes Eidesgaard: —
Tað er trupult at fáa javn-
vág í, av tí at tú kanst koma
í ta stóðu, at tú ikki longur
ert loyalur. Hóast tú ert í
andstødu, kann eg koma til
at taka stødu fyri landsstyr-
inum og hervið samgong-
uni.
— I dagsins málum, eitt nú
í bankamálinum, uttan-
landsskuldini osfr., sum
verður samráðst um í dag,
havi eg ongar trupulleikar.
Tað er onki loyndarmál, at
eg eftir førimuni havi brúkt
mína orku at ávirka, og havi
lagt trýst á donsku stjórn-
ina. Hetta er dómi um, at
eg eri loyalur mótvegis
landsstýrinum.
Skilir millum tveir
leiklutir
— Hinvegin, fari eg í små-
lutir f hesum målum, so
leggi eg meg út í samgongu-
poltukkin. Her eru tveir
leikluur, sum eg nágreini-
liga skal skilja ímillum,
sigur Jóannes Eidesgaard.
Oli Breckmann hevur
eisini hoyrt, at hann ikki er
Framhalda síðu 18