Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-06-10, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. juni 1998síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 106 — 10. JUNI 1998 tíðindablaðið SÐUGUUMUU Gunnvá Sandoy, mamma Trónd og Billu: Okkara børn eru avlopsbørn — Tað skal ikki undirmetast, at hesin órætturin, sum verður gjórdur ímóti hesum 22 børnunum, fer at hava avleiðingar fyri tey. Eg veit, at hetta er einki aftur ímóti óðrum málum í samfelagnum, men tað er ógvuliga synd fyri bórnini, at tey á henda hátt verða skródd burtur úr teirra natúrliga umhvørvi. Myndugleikarnir skylda okkum eina virðiliga loysn, tí teir hava ikki spælt við opnum kortum, sigur Gunnvá Sandoy TurIÐ KJjøLBRO Tróndur og Billa Sandoy, sum eru seks og níggju ára gomul, hava sum systkin fylgst alt teirra lív, í barna- garðinum, í frítíðini og í grannalagnum. Men stendur tað til Tórshavnar býráð og Venjingarskúlan fara vegir teirra í hvgr sína ætt, tá ið skúlin byrjar eftir summar- frítíðina. Tróndur var um reppið ikki at sleppa í Venj- ingarskúlan fyri tveimum árum síðani, men slapp kortini. Og Billa, sum nú skal í skúla fyri fyrstu ferð, bíðar í løtuni eftir svari uppá kæruna, sum foreldur henn- ara saman við foreldrunum at hinum 21 børnunum, ið ikki sleppa í Venjingarskúl- an í 1. flokk, sendu lands- stýrismanninum í undirvís- ingarmálum fyri sløkum tveimum vikum síðani. Fáa foreldrini viðhald í kravi teirra, sleppur Billa í Venj- ingarskúlan í 1. flokk saman við vinfólkunum í barna- garðinum. Fáa tey hinvegin ikki viðhald, er framtíðin óviss, hvat so hendir Foreldrini siga í kæruni, at tey ætla at koma í Venjing- arskúlan fyrsta skúladag í nýggja skúlaárinum, og verða tey beind á dyr fara tey sjálv undir at undirvísa børnini. At Billa ikki sleppur i Venjingarskúlan uttan t6gv- ið stríð og strev er ein stóða foreldur hennara, Gunnvá Sandoy og Bo Møller Han- sen, kenna aftur. Tá ið tey skrivaðu sonin, Trónd, inn fyri tveimum árum síðani fingu tey at vita, at hann var sloppin inn í Venjingarskúl- an, men seinnapart. — Tað vóru vit ógvuliga kedd um, tí hinir dreingirnir í grannalagnum skuldu ganga fyrrapart. So fóru vit undir at stríðast fyri at fáa hann fyrrapart og tá fingu vit ávíst Brúnaskúla. Og tað hava vit í allar mátar verið nøgd við, sigur Gunnvá Sandoy. Frá býráðsins síðu var Brúniskúli mettur at vera ein neyðloysn, og foreldru- num at børnunum varð sagt, at arbeiðast skuldi við hølis- viðurskiftunum í vesturbý- num, soleiðis at ein loysn varð funnin. Men ístaðin fyri eru skúladgmini strikað og innskrivingin er vorðin felags. — Tróndur situr enn saman við floksfelggunum í Brúnaskúla, og veit ikki í løtuni, um tey sleppa í Venj- ingarskúlan, nú tey skulu í triðja flokk, sigur Gunnvá Sandoy Eingin illgruni — Tað var ein stórur dagur, tá ið Billa skuldi innskri vast í býráðssalinum fyrr í ár. Nógv varð gjørt burturúr og tað var ógvuliga hugnaligt. Tey, sum skrivadu børnini inn, vendu sær beinleiðis til børnini og spurdu, f hvønn skúla tey skuldu, um tey høvdu systkin, og í hvørjum skúla tey gingu. Vit fingu als ikki frænir av, at nakar trupulleiki var. Men ein vika gekk, tá ið vit fingu bræv um, at Billa skuldi skrivast inn av nýggjum, hesa ferð í Kommunuskúl- an. Vit eru rætt og slætt hild- in fyri gjøldur, sigur Gunn- vá Sandoy. Seinasta árið í barna- garðinum við Velbastaðveg- in, har Billa gongur, hevur nógv verið gjørt burtur úr, at børnini skulu í skúla. Tey hava verið á legu, spælt skulabørn, havt ferðslulæru og tosað um ymiskt, ið hev- ur við skúla at gera — Nú verður Billa skild frá hinum børnunum, sum hon hevur havt hesar skúla- upplivingarnar saman við, frá børnunum, sum hon varð bólkað saman við frá fyrsta degi í vøggustovuni, tí hesi búgva í sama øki og ti natúrliga skulu í sama skúla, sigur Gunnvá. Billa varð ógvuliga kedd, tá ið foreldrini søgdu henni, at hon kortini ikki sleppur í Venjingarskúlan. - Nú hini børnini hava vitjað skúlan og tannlæknan gongur upp fyri henni, hvat tað snýr seg um, og tað hev- ur hon verið ógvuliga hørm um. Hon hevur sitið einsa- møll eftir eina ferð, tá ið hini børnini í barnagarði- num fóru á skúlavitjan. Tað er ikki at undirmeta, hvat slíkur órættur ger vid børn- ini. — Eg skilji ikki, at tad skal vera so trupult at loysa mål- ið til fyrimuns fyri børnini. Tad er so lætt hjå byråds- politikarunum at játta peng- ar til ein graslikisvøll til dømis, men her eru tey hvørki at høgga ella stinga í. Hvi kann Venjingarskúlin ikki taka allan Brúnaskúla i nýtslu og so seta allar kreftir inn at loysa málið. Tað skylda tey okkum, tí tey hava ikki spælt við opnum kortum. Tey hava gyklað og latið sum um, og vit eru rætt og slætt lumpað, sigur Gunnvá Sandoy — Eg kenni eitt dómi, har ein genta varð burturvíst fyri nókrum árum síðani frå Venjingarskúlanum, ið hon av réttum átti at ganga í Henni leingist enn eftir vin- konunum frá barnagarði- num, sum sluppu í Venjing- arskúlan, og hon er ikki komin fyri seg síðani. Tað kann lætt henda fyri mína dóttir eisini. Børn eru ikki heima í dag í sama mun sum fyrr, vinarbondini, sum tey knýta eru á stovninum. Men meðan vinkonurnar hjá Billu í barnagarðinum búgva røttu megin Landa vegin, sum sleppur í Venj- ingarskúlan, má Billa í ann an skúla og finna sær nýggj ar vinkonur, sigur Gunnvá Sandoy Opraktiskt At Tróndur og Billa í fram- tíðini fara at ganga í hver sínum skúla er eisini ógvu- liga óheppið í tann mun, at foreldrini skulu samskifta við tveir ymiskar skúlar og hava samband við so nógv- ar lærarar. — Man kann rokna við, at vinarlagið við vinkonurnar í barngarðinum fer fyri skjeytið, tá ið tær ikki fara í sama skúla. Eg kann hugsa mær, at tað verður ógvuliga einsligt hjá Billu, um hon fer í kommunuskúlan. Har er einki kent andlit og ikki tann tryggleikin hon annars hevði kent við at vera mill- um børn hon kennir Tað verður somuleiðis ein praktiskur trupulleiki, tí skúlarnir hava ikki somu frídagar, tiltók og annað Felags upplivingar, sum systkini kundu havt, so sum jólahald og annað verður einki av og tað er harmiligt, sigur Gunnvá Sandoy Tað eigur at vera eitt stórt upplivilsi at fara í skúla, men í okkara føri hevur tað sanniliga ikki ver- ið stuttligt. Bæði Tróndur og Billa fáa í roynd og veru Billa og Tróndur saman við mammuni Gunnvá Sandoy. Verður ynskið og kravið hjá foreldrunum at teim 22 bórnunum norðan fyri Landavegin í Havn gingið á møti sleppa Tróndur og Billa at ganga í sama skúla Mynd: Alvur Haraldsen eina keðiliga skúlabyrjan Vit kunnu eisini spyrja, hvagar børnini í hesum øki- num enda næsta år — hvør sigur at tad verdur komm unuskúlin. Tískil er og verð- ur hesin býarparturin við sviðusoð, sigur Gunnvá Sandoy Tá ið málið var fyri á býráðsfundi kom býráðsfor maðurin at siga: hvat gera vit við avlopsbørnini? Og tað er akkurát kenslan vit sita við, at hetta eru børnini sum ikki hoyra heima nakra staðni Gíslar Foreldrini at teim 22 børnu num harmast um, at skúla stjórin í Venjingarskúlanum tengir aðra skúlabygging uppí hetta itøkiliga málið Endamál hansara tykist at vera at nýta hetta høvid til at útvega skúlanum víðkað ar umstødur. Tað er at mis nýta sína ávirkan at tengja málini saman, men skúla ráðið og býráðið hava gloypt orðum skúlastjórans verður sagt í kunningar skrivinum til landsstýris mannin í skúlamálum Skúlastjórin í Venjing arskúlanum hevur eitt ógvu liga stórt vald bæði á bý- ráðið og skúlaráðið. Tá ið vit ringdu til hansara í hes um sambandi segði hann okkum, at hann var púra likagladur við hesi børnini, ti tey vóru ikki hansara trupulleiki og hann vildi ikki stuðla okkum at arbeiða fram ímóti, at tað verður loyst. Vit føla, at okkara børn verða brúkt sum jarn brot fyri at útvega skúlanum fleiri hóli. Vit biðja ikki um, at skúlin verður útbygdur, tí tað er ørt, men okkara ynski er bara, at allur Brúni skúli verður tíkin í nýtslu sigur Gunnvá Sandoy Um Billa saman við sinum 21 børnunum endar í Venjingarskúlanum ella Kommunuskúlanum er upp til landsstýrismannin í und irvisingarmålum at gera av Tá ið kæran varð latin inn segði hann, at hann skuldi avgreiða málið skjótt, helst áðrenn tvær vikur vóru farn ar. Í løtuni bíða tey 22 børn mi og foreldur teirra spent