Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-06-10, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. juni 1998síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

4 tíðindablaðið EIÐUM Nr. 106 — 10. JUNI 1998 Niels Nattestad, skúlastjóri á Venjingarskúlanum: Eg má arbeiða út frá givnum fortreytum — Tekur Venjingarskúlin ein triðja 1. flokk inn í ár, renna vit okkum í stórar hølistrupulleikar komandi árini, ti eg havi onga trygd fyri, at skúlin verður útbygdur og fær fleiri skúlastovur, heldur tvórturímóti, sigur Niels Nattestad, skúlastjóri, í viðmerking til málið um tey 22 smábórnini, ið ikki sleppa í Venjingarskúlan í 1. flokk TuriÐ KJøLBRO Fyri sløkum tveimum vik- um síðani fekk landsstýris- maðurin í undirvísingarmál- um, Signar á Brúnni, kæru frá foreldrunum at teim 22 børnunum, ið ikki sleppa i fyrsta flokk í Venjingarskúl- an í ár. Saman við kæruni vórðu undirskriftir frå 800 fólkum í økinum norðan fyri Landavegin í Havn, sum taka undir við foreldru- num, ið krevja at børn teirra eiga at sleppa í Ven) ingarskúlan Grundgevingin hjá Tórs- havnar býráð fyri ikki at loyva hesum børnum í Venjingarskúlan er pláss trot. Barnatalið í Havn er s stórt í ár, at neyðugt er við 3 fyrstu flokkum og sam taka ta flokkar inn mentamála býráðs sm at nevnd rshavnar hevur samtykt at bjóða Venjingarskúlanum eina skúlastovu afturat í Heim ara skúla, hevur skúlastjórin Venjingarskúlanum, Niels Nattestad mælt til, at einans tveir fyrsta flokkar verða á Venjingarskúlanum kom andi ár — Hóast hølismøguleikar- nir eru tøkir beint nú við at vit kunnu taka eina stovu í nýtslu afturat í Heimara skúla, koma vit í trupulleik- ar seinni. Vit tóku tríggjar flokkar inn fyri tveimum árum síðani og tann eini flokkurin hevur verið í Heimara skúla síðani, tí bý- ráðið fann honum tey høl- mi. Vit halda tað er ófor- svarligt, at flokkurin heldur fram at vera einsamallur har, men vit hava ongar møguleikar at hýsa honum enjingarskúlanum. Taka vit ein triðja 1. flokk inn nú koma vit í somu trupulletkar aftur, sigur Niels Nattestad Foreldrabólkurin hevur ragtøl, ið grettt siga at talið av børnum, sum eru ella koma í skúlaaldur, er størst just hesi: árini, men at talið minkar stórliga kom- andi árini. Talan er sostatt um ein hvørvandi trupul- leika — Er forsøgnin røtt, skulu vit f hvussu so er taka fyra flokkar inn komandi år Her er rætt og slætt einki pláss. Tá ið 10. flokkarnir eru farnir út, koma tveir flokkar í Ytra skúla niðan og so er einki pláss eftir Eingin trupulleiki verður loystur við at taka ein triðja i. flokk inn og geva honum høli í Heimaraskúla, tí trupulleikin verður aftur næsta ár og komandi árini, sigur Niels Nattastad Eingi lyfti Innskrivingin í Venjingar- skúlan í 1996 var serliga Skúlamyndugleikn gjørdi tå av at taka triggjar flokkar inn, og Venjing- arskulin fekk tå eina skula- stovu í Heimara skúla. I ti sambandi boðaði býráðsfor- maðurin í Havn frá, at tað beinanvegin mátti farast undir at skipa fyri endaligari loysn á hølisvidurskiftunum tey komandi árini við teim- um stóru barnatølunum vesturbýnum fyri eyga — Einki er hent síðan“ tá, og eg havi onga sum helst trygd fyri, at nakað fer at henda. Landsstýrið hevur sagt klárt og týðiliga seinastu fýra árini, at eingin skúli skal byggjast í Havn fyribils. Annað kann eg ikki halda meg til. Bæði foreldur og skúlaráð vita, at eg einki havi ímóti at taka nógvar næmingar inn í Venjingar- skúlan, men vit noyðast at arbeiða út frá teimum for- treytum vit hava. Foreldrini hjá børnunum í hinum triðja flokkinum, ið varð tikin inn í 1996 spyrja nú, hvat skal verða av teirra børnum, sum fingu eina stovu í Heimara- skúla, tí tað er ikki rimiligt, at tey halda fram at vera har Lærararnir á skúlanum vístu á henda trupulleikan fyri tveimum árum síðani, at henda stødan fór at koma sigur Niels Nattestad Alt tað eg minnist hava næmingar, sum geografiskt stor hoyra ul Venjingarskúlan, verið fluttir í Kommunu- skúlan við skúla ársbyrjan, tí pláss ikki hevur verið. Tað hevur ikki verið eitt einasta ár síðani 1981, at ikki fleiri næmingar hava fingið boð um, at teir mugu finna ann- an skúla, tí Venjingarskúlin ikki hevur havt pláss. Tí er einki petti ødrvisi í år enn tað hevur verið síðstu 20 árini. Hóast tað er ein trupul stóða hava foreldrini altíð góðtikið í síðsta enda, aí børnini mugu fara í annan skúla, sigur Niels Nattestad. — At børnini norðan fyri Landavegin, sum verða noydd í Kommunuskúlan komandi skúlaár fáa ein vandamiklan skúlaveg er ikki mín trupulleiki. Mín trupulleiki er, at eg kann ikki taka fleiri næmingar inn enn eg havi pláss fyri. Hvussu skúlavegurin er og at skúlar vanta, er eitt mál hjá býráðnum at loysa. Eg skilji væl støðuna hjá for- eldrunum, men har er einki at gera. Hava vit nóg mikið av hólum og kunnu tryggja øllum næmingum høli, tå ið teir koma í hægri flokkar, er eingin trupulleiki, sigur Venjingarskúlin megnar ikki at taka ímóti øllum børnunum, ið søguliga hoyra til skúlan Niels Nattestad. Foreldrini ætla at koma í Venjingarskúlan fyrsta skúladag við børnunum, sum ikki hava fingið pláss. — Tað trúgvi eg einki uppá. So mikið góð munnu tey vera við síni børn, at tað gera tey ikki, sigur Niels Nattestad, skúlastjóri í Venjingarskúlanum. Felag fyri ættargranskarar stovnast: Lesa um familju og ætt á internetinum Gongur sum ætlað ber til at lesa um ætt og ættartalvur á internetinum um ikki so langa tíð. Um vikuskiftið vóru ættargranskarar úr øllum Føroyum savnaðir á stevnu Tur KJøLBRO Føroyingar hava altid verið ógvuliga áhugaðir í familju og ætt, og skjótt fáa tey, ið vilja vita nærri um ætt long: ur aftur í tíðina, høvi at melda seg inn í eitt felag Um vikuskiftið var stevna í Nesvík fyri ættargransk- arar og telduáhugað, sum Tora Tourist saman við Sámali Bláhamar skipaði fyri. Uml. 30 fólk vóru á stevnuni, og endamálið við stevnuni var at savna tey, sum hava áhuga fyri ættar- gransking við tí í huga at stovna eitt felag, har hesi kunnu samskipa sítt arbeiði Á stevnuni varð tosað um, hvat endamál felagið skal hava, og drúgt tos varð um teir nýggju møguleik- arnar innan EDV og inter- net, og hvussu eitt felag kann samskipa hesi viður- skifti. Fleiri luttakarar vóru ivasamir um, hverjir upp- lýsingar eiga at verða lagdir út alment. Ein trímanna nevnd varð vald til at fyri reika og kalla inn til ein stovnandi fund seinni í ár, helst í september. Tey eru Katrin Mørkøre, Randi A . Jacobsen og Jógvan Andras Joensen. Leygardagin setti Sámal Bláhamar stevnuna og fyri- lestrar vórðu hildnir. Síðani greitti Turið Debes Hentze, formaður í Skrásetingareft- irlitinum, frá, hverjar lógir og fyriskipanir eru viðvíkj- andi skráseting, sum jú er avgerandi í ættargransking Nidurstødan var, at ættar- gransking ikki kemur undir skrásetingarlógina. Maria á Langanesi tosaði um ættargransking, sum hon hevur undirvíst í í 14 ár. Hon vísti á, at tað er neyðugt at hava eftirlit við skrásetingunum, sum verða lagdar úr á internetið og har- við til almenningin. Poul Jákup Thomsen og Torkil Zachariasen greiddu frá nøkrum telduskráum til ættargransking, sum eru tøkar. Stevnan varð hildin i leguhúsunum í Nesvík. Karmarnir um stevnuna vóru sera góðir. Ikki bert eru góðar umstødur at halda Trimannanevndin, sum skal fyrireika stovnsetan av felagnum fyri ættar- granskarar, Katrin Mørk- øre, Randi Á . Jacobsen og Jógvan Andras Joensen fyrilestrar og smærri ar- beiðsbólkar, men eisini um- stóðurnar at borðreiða við mati vóru frálíkar. Við væl- vild frå Telefonverki Føroya var møguleiki at arbeida å internetinum.