hósdagur 11. juni 1998síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
A Al AA AAA
Nr. 107 — 11. JUNI 1998
tíðindablaðið |
11
S
ORG 5
Tað eru sjálvboðin arbeiðsfólk sum umbyggja Glyvra Bio til Støkkhøllina.
Glyvra Bio gerst Støkkhøllin
Ahugafelagið hjá Støkk hevur keypt og umbyggir nú Glyvra Bio.
Orð: Frants Jensen
Myndir: Jonhard Hammer
Fyri fyrstu ferð í søguni fær
fimleikarafelagið Støkk nú
egin holi at gera fimleik í.
Tá ið fimleikurin byrjar aft-
ur í heyst fara limirnir ikki
inn í Glyvra skúla, har teir
hava verið vanir at venja,
men inn í Glyvra Bio.
Størsti parturin av venj-
ingini verður í nýggja hølin-
um, men fimleikarahøllina
verdur t6 nytt til onkrar
venjingar.
- I fyrsta umfari verdur
hølid meir at líkna við eina
navnið, skal verða klár til fimleikaraárið byrjar aftur í september
fimleikarahøll, men við
nøkrum hentileikum afturat,
sigur Peddy Højgaard,
næstformaður í áhugafelag-
num hjá Støkk.
- Millum annað hava vit
eina lopgrøv í gólvinum.
Hon verður gjørd á tann
hátt, at tá ið lopp verða
gjørd, verður ein åvisur
partur av gólvinum tikin av.
Undir er ymiskt bleytt tilfar,
so dettast kann niðurá.
Ein fimleikaramiðsteð
- Í framtíðini ætla vit eisini
at byggja út. Trupulleikin
vid hølinum sum tað er nú,
er at tað ikki er nóg breitt,
og tí fáa eitt nú elitufim-
leikarnir ikki gjørt oll tey
lopini, sum millum annað
verða gjørd til Oyggjaleikir-
nar.
- Tá verða fimleikaragólv
ella springgólv nýtt. Hesi
eru 12 x 12 metur. Lopið
verður diagonalt. Hølid hjá
okkum er ikki meir enn 7
metur breitt, og tí ber ikki
til at gera hesi lopini.
- Vit eiga longu eitt tílíkt
springgólv liggjandi. Før-
oya Fimleikarsamband,
skaffaði okkum tað, og teir
hava eisini rætt at nýta tað
til kappingar. Ætlanin er, at
tað skal liggja fast á í hesum
hølinum at gera fimleik á.
Peddy greiðir frá, at stød-
ið í fimleikinum hæðkar
nógv, tá ið fimleikur verður
gjørdur á tílíkum gólvi. Tað
varð til dómis vant á hesum
gólvinum til Oyggjaleikir-
nar á Jersey, og tað gav sera
gott úrslit.
Formaðurin í áhugafelag-
num hjá Støkk, Haraldur
Kjeld, sigur, at útbyggingin
er ein nógv stórri verkætlan.
Hon kemur eftir ætlan at
kosta einar 2 milliónir.
- Vit ava søkt Landsstýrið
um stuðul og hava fingið
játtað 30%.
Haraldur veit ikki enn,
nær tann stóra verkætlanin
verður veruleiki. Peningur
er tann stóri trupulleikin.
Men samstundis kann ikki
bíðast ov leingi, tí studn-
ingurin frá landinum gong-
ur bara yvir trý ár, upplýsir
Haraldur.
Nóg stórt
til vanligt brúk
Hølid sum Støkk fær nú,
verður tó nóg stórt til alt
vanligt brúk. Tað verða
mest tey, sum fáast við reið-
skapsfimleik, ið ikki fáa
gjørt allar sínar venjingar
- Springgólvið ber tó til
at taka sundur, og tí fáa vit
nytt partar av ti at gera fim-
leik á. Men gólvið ferst eis
int, tá tað verður tikið sund-
ur og sett saman ofta, og ti
vóna vit at kunna fáa tað
liggjandi á framyvir, sigur
Peddy
Trupult at fáa fólk til
sjálvboðið arbeiði
Ahugafelagið hjá Støkk er
ikki meir enn gott eitt ára
gamalt. Tað varð stovnað
25. februar í fjør, tá ið tað
hoyrdist, at Glyvra Bio varð
til sølu. Endamálið hjá fel-
agnum var at bøta um um-
stødurnar at gera fimleik hjå
limunum i Støkk. Framma
laga i huganum lå ætlanin
at keypa Glyvra Bio og at
umbyggja hølid til eina fim
Tvey børn hoppa á
maddrassuni í hølunum
hjá Støkk.
Støkkhøllin, sum verður nýggja
leikaramiðsteð. Skjótt varð
handlað, tí sama dag sun
felagið varð stovnað, keypti
tað hølid frå Føroya Banka
Arbeitt hevur verið meir
ella minni regluliga síðani
fyri at gera hølid klárt at
nýta til fimleik
- Alt arbeiðið verður gjørt
sjálvboðið. Tað eru fyri ein
stóran part foreldur, og onn-
ur, vit hava heitt á, ið hava
hjálpt til við umbyggingini
- Tað hevur tó ikki gingið
so lætt at fáa fólk at arbeiða
sjálvboðið. Vit hava lýst eft-
ir sjálvbodnum fólki, og eis-
ini heitt á onnur um at
hjálpa. Tað sum forðar hjá
teimum flestu er ikki óvilji
men heldur at tey eru upp
tikin av ðrum ella at tey
arbeiða. Og tað vil siga, at
tey arbeiða yvirtíð um
kvøldarnar og leygardagar
Men sjálvt um alt arbeið
ið verður gjørt sjálvboðið
so er nógv at gjalda. Tí hava
verið og verða ymisk pen
ingainnsavnandi tiltøk fyri
skipað. Og nú á Skálafjarð
astevnuni verður fríggja
kveldið skipað fyri barna
diskoteki. Seinni um kveld
ið verður diskotek, og ley g
arkveldið verður dansur
Næstan 500 limir
I áhugafelagnum hjá Støkk
eru átta nevndarlimir
Nevndin hevur aftur býtt
seg í undirnevndir, sum eitt
nú taka sær av teimum pen
ingamnsavnandi tiltøkunum
og tað praktiska við bygg
ingini. Felagið Støkk hevur
eisini eima nevnd og hon
tekur sær av øllum ti
hevur beinleiðis við fim
leikin at gera
Støkk hevur næstan 500
limir, harav tann størsti part
urin av teimum eru virkin
Limirnir eru ikki bara av
Glyvrum og Runavík. men
av øllum Skálafjørðinum