hósdagur 11. juni 1998síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Nr. 107 — 11. JUNI 1998
Emi L. JACOBSEN
ttan fyri Bakkafrost
Glyvrum standa tríggjar
bingjur niðri við sjóvarmál-
an
Hesar bingjurnar hýsa í
letun teimum trimum
kappr6drarbåtunum hjá Nes
Sóknar Ítróttarfelag -
fimmmannafarinum Tjald-
rinum, seksmannafarinum
Sølmundi og spildurnýggja
tíggjumannafarinum Eyst-
uroyingi
Tað at bátarnir ikki hava
somikið sum eitt veruligt
neyst at standa í, bendir á,
at kappróðurin á eystara
armi av Skálafjørðinum ikki
hevur nógvar vinir seinastu
árini
Men kappróðurin er ong-
antíð dottin heilt niður fyri,
og hvert summar hevur
onkur av teimum eyðkendu
gulu bátunum verið millum
stevnugestirnar kring land-
ið
Tað hevði heldur ikki ver-
ið fyri mark, at eitt av
størstu ítróttarfeløgunum í
landinum ikki skuldi verið
hampuliga væl umboðað í
kappróðrinum, og eftir at
áhugin fyri bátunum hevur
verið í einum aldudali i nøk-
ur ár, hava fólk aftur fingið
eyguni upp fyri tjóðarítrótt-
inum.
FM-favorittur hjá
tíggjumannafsrum
Ein av orsøkunum til, at á-
hugin nu er vaksandi aftur
er, at runavikingar í år eisini
ætla at gera seg valdandi i
kappingini hjá tíggju-
mannaførunum, sum er tann
Kappróður: Í Nes Sóknar Ítróttarfelag er kappróðurin við nýggja
Eysturoyinginum á odda aftur á veg uppeftir. So skjótt sum peningurin er |
tøkur, verður farið undir at byggja nytt neyst til teir triggjar bátarnar hjá NSI
róðurin, ið hevur størst á-
huga millum manna
Kappróðrarnevndin
gjørdi í fjør avtalu við Sám-
al Hansen um at smíða ein
nýggjan Eysturoying, og
báturin varð handaður fel-
agnum leygardagin 18. apríl
— eina viku áðrenn flagg-
dagin.
Upprunaliga var ætlanin,
at felagið skuldi keypa Kjøl,
men av tí at alt ikki var
komið upp á pláss við keyp-
inum, og kollfirdingar
høvdu áhuga í hesum båt-
inum, varð avtala gjørd við
Sámal um at byggja enn eitt
10-mannafar.
Og fólk lata sera væl at
nýggja Eysturoyinginum,
og á norðoyastevnu seinasta
leygardag var heldur eingin,
sum stóð honum kurl. Eyst-
uroyingur kom á mál í tíðini
8.48.03. Tað var heili 12
sekund framman fyri næsta
båtin, sum var — Kjølur. Ein
góður dagur hjá Sámali
Hansen, sum sjálvur tíggj-
undi sat á lærbekkinum í
bakborði, tá Eysturoyingur
róði frá øllum hinun. og
kom á mál fleiri bátslongdir
áðrenn næsta bátin.
Flaggdagurin er — ella var
— vanliga dagurin, tá bát-
arnir fyri fyrstu ferð á ár-
inum verða drignir úr neyst-
unum, men meðan Nes
Sóknar ltróttarfelag er væl
fyri = viðvíkjandi bátum,
stendur ikki so væl til við
neystum.
I løtuni standa båtarnir i
trimum bingjum vid Bakka-
frost å Glyvrum, men ar-
beitt verdur vid at byggja
eitt nytt neyst til båtarnar.
Kappróðrarfelagið átti
neystagrund á Glyvrum, har
bingjurnar nú standa, og fel-
agið hevur nú gjørt avtalu
við Runavíkar kommunu
um at yvirtaka ognina, og
kommunan hevur gjørt økid
byggibúgvið og hevur lang-
tíðarleigað felagnum økid.
Bert 40.000 resta í
Sum heild hevur felagið
fingið góðan stuðul frá
kommununi, og umframt at
byggibúgva økid hevur
kommunan fyri nøkrum ár-
um síðani játtað felagnum
peningaligan stuðul til
bygging av nýggjum kapp-
róðrarneysti.
Ætlanin er fara undir
byggingina, tá felagið hevur
250.000 krónur tøkar, og
tær eru væl á veg. Í løtuni
hevur felagið 210.000 krón-
ur. Felagið vónar, at tær
seinastu 40.000 krónurnar
kunnu fáast til vega um ein
mánað ella so, og so verður
bygt.
Ætlanin er at fáa neystið
innilokad og at fáa båtarnar
undir tak, soleiðis at um-
stóðurnar hjá manning og
ødrum áhugaðum kunnu
gerast hampuliga góðar.
Nevndin hevur eisini søkt
Jólamerkjagrunnin um
stuðul, men fingu ikki stuð-
ul játtaðan í fjør. Felagið
vónar kortini, at umsóknin
í ár verður gingin á meti.
Kappróðrarnevndin vón-
ar at fáa góðan stuðul til tey
tiltøk, sum verða fyriskipað.
Lutaseðlar verða seldir, og
skipað er soleiðis fyri, at
fólk kunnu tekna seg fyri
eina ávísa upphædd fyri
hvort stigið, sum bátarnir
hjá felagnum fáa í FM-
kappingini.
Manningarnar á bátunum
venja sc at siga hvort kvold,
men við hvert sakna tær
bátar, sum hava áhuga í at
fylgja við, tá vant verður,
fyri at menna um úrslitini,
og tí hevði tað komið væl
við, um fleiri bátar tóku lut
í hesum partinum av ar-
beiðnum.
Tjaldrið eisini við
A nordoyastevnu høvdu
runavikingar triggjar mann-
ingar við — Tjaldrið luttók í
fimmmannaførum hjá gent-
um, Sølmundur var við í
seksmannafarsróðrinum hjá
monnum, og Eysturoyingur
var millum tiggjumannafør-
ini.
A Skilafjardarstevnuni
leygardagin fara dreingirnir
eisini at manna Tjaldrið,
sum sostatt fer at luttaka í
báðum — fimmmannafars-
róðrunum
Tjaldrið stóð seg ikki so
væl í genturóðrinum á norð-
oyastevnu og fær nummar
2 á róðrinum á heimasjógvi
leygardagin.
Hjá seksmannaførum við
monnum fer Snopprikkur at
liggja í miðjuni, meðan Søl-
mundur liggur undir líðini
á honum við nummar 4.
Eysturoyingur vann róð-
urin á norðoyastevnu og
liggur sostatt í miðjuni á
róðrinum leygardagin.
Tilsamans 54 bátsmann-
ingar hava boðað frá luttøku
leygardagin. Tað er meir
enn seinasta leygardag, tá
50 bátar komu á mál.
Størsti róðurin verður
sum vanligt genturóðurin,
har 13 fimmmannafør hava
bodad frå luttøku.
Annars eru båtarnir hesir:
5-mannafør dreingir
I. Sílið
2. Fípan Fagra
3. Erla Kongsdóttir
4. Svanur
5. Drekin
6. Junkarin
7. Blikur
8. Súlan
9. Báran
10. Ritan
11. Tjaldrið
6-mannafør kvinnur
1. Strálan
2. Páll Fangi
3. Jarnbardur
4. Hvessingur
Manningin á Sølmundi,
sum bleiv nummar tvey
á nordoyastevnu við
tíðini 7.32.14, men sum
var á odda meginpartin
av róðrinum
Nú er bert neystið eftir
. Gongurólvur (1 gult)
. Lémur
. Fuglfirdingur
gentur
—] DVN
|
1. Drekin
. Tjaldrið
. Beinta
. Sílið
. Junkarin
. Erla Kongsdóttir
. Royndin Fríða
. Kollur
9. Ørnin
10. Svanur
11. Blikur
12. Fipan Fagra
13. Hvassi
6-mannafør menn
1. Jarnbardur
. Lémur
. Gongurólvur
. Sølmundur
. Snopprikkur
. Hósvíkingur
. Strálan
. Kollfirðingur
. Hvessingur
8-mannafør
1. Húsavíkingur
2. Kvivikingur
3. Knørrur
4. Argjabåturin
5. Ørvur
6. Miðvingur
7. Sjóriddarin
10-mannafør
1. Vestmenningur
2. Tvøråbåturin
3. Kjølur
. Eysturoyingur
. Nólsoyingur
. Havnarbåturin
. Vågbingur
OD I ON ON ÞINN
?
NOD 00 I] ON On 9 NI
Do >