hósdagur 11. juni 1998síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 107 — 11. JUNI 1998
tíðindablaðið SO
Jákup Mortensen, formaður í NSÍ:
- Vit ynskja at
innanifrå
- Politikkurin hjá okkum er at menna felagið innanifrå. Tí
vilja vit gera nógv við ungdómsarbeiðið, samstundis sum
vit ynskja at gera felagið meir sjónligt, sigur Jákup
Mortensen, formaður í NSÍ
FRANTS JENSEN
— Eg havi verið verandi í
nevndini og ikki tíkið meg
burturúr, bæði tí eg havi
nakrar visjónir fyri felagið,
og tí her eru nógv onnur góð
og arbeiðssom fólk í nevnd-
in1, sigur formaðurin í NSI,
Jákup Mortensen.
Hetta er fjórða árið, hann
stendur á odda fyri ítrótar
felagnum í — tridstørstu
kommununi í landinum
Nevndin hevur virkað
ser væl. Samstundis hava
vit í nevndini ikki loyst allar
uppgávurnar, men vit hava
býtt nógvar uppgávur út á
onnur. Og tað má eg siga
um fólk her á staðnum, at
tey eru stak villig at hjálpa
til við ymiskum og at stuðla
arbeiðinum.
Trívast, eru við og
hava tað stuttligt
Felagið NSI fevnir um
tríggjar ítróttargreinar. Tað
er fótbóltur, hondbóltur og
kappróður.
— Vit hava ikki enn nátt
teimum málum sum vit
hava sett okkum, tá ið tað
ræður um fótbólt, hóast vit
eru komin eitt sindur áveg-
is.
— Tað sum vit ynskja, er
at byggja arbeiðið upp inn-
anifrá. Í teimum yngru
deildunum eru tað ikki úr-
slitini sum hava mest at
siga. Tad tydningarmesta er,
at børnini og tey ungu tiv-
ast, at tey eru vid, og ikki
minst at tey kenna tad stutt-
ligt at spæla fótbólt.
— Vit hava sett á stovn
eina ungdémsnevnd, sum
m.a. skal taka sær av hesum
uppgávunum. Tað eru mest
foreldur sum eru virkin her.
Eitt annað mál sær eis-
ini út at stinga seg upp hjá
okkum. Hetta er tó ein pos
itivur trupulleiki. Tað er, at
vøllurin verdur meir enn
100% nýttur. Tað gongur
sum nú er, men eg veit ikki
hvussu tað verður í fram-
tíðini.
Felagið skal
vera sjónligt
— Ætlanin hjá okkum er eis-
ini at gera felagið meir sjón-
ligt. Vit meta, at tað verður
tað fyrst og fremst við góð-
um úrslitum. Í teimum
yngru deildunum hevur
hetta eydnast hampiliga
væl, men í 1. deild hevur
tað ikki gingið so væl. Vit
hava verið eitt „elevat-
orlið“, men tað er ikki nóg
gott.
menna felagið
— Okkara mál hevur altíð
verið - eisini í bestu deildini
- at havt lokalar spælarar. Í
ár hava vit kortini tveir út-
lendingar við. Vit fingu tí-
verri ikki nakran málmann
í Føroyum og tí máttu vit
uttanlanda. Politikkurin er
kortini, at menna felagið
innanifrá. Men um onkur
kemur uttanifrá kann tað
styrkja um liðið.
Nøkur fotboltsfeløg í
landinum eru byrjað at
gjalda spælarum fyri at
spæla. Enn hevur NSI ikki
komið til tað, men av tí at
nøkur onnur feløg gera tað,
kann tað eisini verða aktuelt
fyri NSÍ. Spurningurin
verður umrøddur, sigur Ják-
up.
Møguliga leggja
saman við GI
- Hondbólturin er okkara
„smertebarn“. Vit hava ikki
nakað lið í bestu deildini,
hvørki hjá monnum ella
kvinnum.
- Hondbóltsnevndin ar-
beiðir tó við at byggja ar-
beiðið upp aftur frá grund-
ini, men tíverri eru vit ikki
komin so langt á tí økinum
enn.
- Hinvegin so kunnu vit
fáa eitt spennandi samstarv
við GI um at sláa kvinnu-
deilduna saman. A tann hátt
fingu vit eitt sterkari lið, og
vit komu í bestu deildini.
Enn hevur bara verið talan
um kvinnuliðini
Sera gott arbeiði
Men hevur hondbólturin
ikki nógv at vísa á so hevur
kappróðurin tað hinvegin.
— Kappr6Øranevndini vil
eg rósa sera nógv. Hon hev-
ur gjørt eitt sera stórt ar-
beiði, bæði á tí íttróttarliga-
økinum og við peningainn-
savnandi tiltøkum.
Tríggir bátar eru við í
kappróðiinum. Tað er tað
spildurnyggja tiggju-
mannafarið, Eysturoyingur,
seksmannafarið Sølmundur
við monnum og fimmanna-
farið Tjaldrið
Arbeitt hevur verið mið-
víst við kappróðrinum, og
tað sær út at geva útslit
Neyst verða nú gjørd til
kappróðrabátarnar, og tá ið
Olavsøkan er farin afturum,
vanti eg, at båtarnir kunnu
setast inn
Vona 50% meir
Skålafjardastevnan er
størsta einstaka inntøku-
keldan hjá NSI. Í fjør hevdi
felagið um 100.000 krónur
eftir, men í ár vóna teir
meira
— Kapprodranevndini vil
eg rósa sera nógvsigur
formaðurin í NSI, Jákup
Mortensen
Vit vóna at fáa 50%
meira inn í ár. Tí hava vit
eisini nøkur fleiri tiltøk á
skránni. Stevnan hevur ver
ið ov anonym
- Eitt nú hevur ikki verið
so væl ukið undir við skrúð
onguni. Hetta er serliga
millum tey vaksnu, og hava
Vit i ár roynt at gera meir
fyri at fáa tey vaksnu ítrótt-
arfólkini at ganga við
Tað er NSÍ, sum eigur
stevnuna. Fyrr var tað meir
ella minni NSÍ sum skipaði
fyri og fekk allar inntøkur
nar av stevnuni. Seinnu ár-
ini hava fleiri onnur feløg
verið við at leggja stevnuna
til rættis. Í ár hevur tað verið
víðkað enn meir, og nú hava
Støkk, teir gulu og grønu
skótarnir, Høganes, Forni
og felagið Seglið verið við
at lagt stevnuna til rættis
Hvort einstak felag fær síð
an inntøkur eftir innsatsi
Starvsnevndin i NSI:
Jåkup Mortensen,
formadur, Lydia Hansen,
kassameistari, Atli
Olsen,