leygardagur 6. desember 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 233 - 6. desember 2003
Nr. 233 - 6. desember 2003
3
Tey ungu velja ofta,
meira ella minni til-
vitað, somu útbúgv-
ing og yrkisleið, sum
foreldrini, segði
norski studentaskúla-
rektarin Randi Øver-
land, tá lestrar-
ráðstevnan varð sett í
Norðurlandahúsinum
fríggjamorgunin
LESTRARSTEVNA
Edvard Joensen
Tað ber væl til at byrja út-
búgvingina lokalt og síðan
flyta seg út í heim fyri at
víðka ta útbúgving, ein er
byrjaður upp á heima, segði
norski rektarin Randi Øver-
land, tá lestrarstevnan varð
sett í Norðurlandahúsinum
fríggjamorgunin.
Annita á Fríðriksmørk,
landssýrismaður
við
mentamálum, segði, tá hon
setti stevnuna, at ein slík
stevna hevur til endamáls at
menna áhugan fyri øllum
teimum tilboðum, sum
finnast eftir lokna mið-
námsútbúgving.
– Vit hava nógvar møgu-
leikar at víðka sjónarringin,
og vit eiga at taka tær av-
bjóðingar upp, sum eitt nú
internetið gevur til altjóða
útbúgvingar.
Eftir at Annita á Fríðriks-
mørk hevði sett stevnuna,
fekk Randi Øverland orðið.
Hon legði dent á at lýsa,
hví tað var so umráðandi at
taka eina útbúgving, og
helst skuldi tað vera ein,
sum vildi nakað.
– Tað er í einum samfel-
ag, sum er í slíkari menn-
ing, sum tað vit kenna í
dag, at fólk hava útbúgv-
ingar, sum klára tær av-
bjóðingar, sum eru. Fólk,
sum onga útbúgving hava,
eru meira í vanda fyri at
detta burturímillum, enn
tey, sum taka útbúgving.
Hon er stutt sagt neyðugt í
dagsins samfelag, segði
hon.
Hóast
foreldrini
eru
rættiliga frammalaga, tá
fólk verða ávirkað til at
velja útbúgving, hava vin-
irnir eisini nakað væl at
siga. Men tað kann ongan-
tíð sigast nóg ofta, at tað er
umráðandi at taka støðu
sjálvur og royna at bróta tað
mynstrið, sum verið hevur.
– Veljið sjálv og latið
tykkum ikki ávirka av
gomlum vanum og avgerð-
um, men standa á egnum
beinum.
Randi Øverland kom eis-
ini inn á eitt evni, sum før-
oyingum tykist viðkom-
andi. Nevniliga útbúgving í
fiskivinnuni.
Fyri tíggju árum síðan
snerktu nógv at, at norskir
studentaskúlar
fóru
at
bjóða útbúgvingartilboð í
fiskivinnu. Men í dag hava
teir ásannað, at uttan væl
útbúgvið fólk í vinnuni,
hevði Noreg bara endað
sum ein rávøruframleiðari,
og tað ynskja norðmenn
ikki, segði hon.
Foreldrini velja yrkisleiðina
Fólk velja ofta útbúgving og
yrkisleið eftir, hvat foreldrini
gera, segði norski rektarin
Randi Øverland, tá
útbúgvingarstevnan varð sett
í Norðurlandahúsinum
fríggjamorgunin
C
M
Y
K
3
2