Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-06-12, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. juni 1998síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 108 — 12. JUNI 1998 tíðindablaðið SSU Røda hildin í Vágstúni, Norðoyastevnudag 1998: Nordoyastevnudag Góðu Norðoyingar, góðu stevnugestir! Ti ein tøkk til NFI fyri upp- skotid at umbod fyri onkran stovn ella felag fær høvi at røda i smb. vid, at tey hava ein merkisdag. Tad vildi verid alt ov rúgvismikið at útgreina sjukrahussøguna farnu 100 árini. Nemast skal tí bert við ein part, men lat meg nevna, at Fornminnissavnið til hesa Norðoyastevnu hevur skip- að fyri framsýning við gomlum sjúkrahúsmyndum og ymiskum lutum Í árunum frá 1932 til 1953 var sjúkrahúsið út- búgvingarstað fyri sjúkra- systrar. Seinni í summar fara nakrar av hesum sjúkr- asystrum, ið vórðu útbúnar her, at hava eina framsýning á sjúkrahúsinum Eisini er ætlanin at lata dyrnar upp, um áhugi er millum Norðoyingar at vitja og skoða okkara arbeiðs- pláss Eitt bókaverk um Klaks- víkar Sjúkrahús er við at verða greitt úr hondum, og er ætlanin at geva hetta út í tveimum - fyrsta bind seinni í summar —og annað bind um jóltíðir í ár Hetta verður so hátturin, vit á sjúkrahúsinum fara at markera 100 ára dagin Fyri góðum 100 árum síðani, stóðu Norðoyingar og Eysturoyingar (Eystur- oyingar á eystaru síðu) sam- an um at byggja sjúkrahús í Klaksvík. Jútlendingurin Axel Bartsch, sum tá hevði virkað sum økislækni i Klaksvík í 7 ár, kom at standa sum ímyndin av sjúkrahúsbyggingini. Í nógv ár hevði vanligi borgarin stríðst við sjúkrahúsmáli- num, og tá stigið endiliga varð tikið, stóðu øll saman, høgur sum lágur. Tað, sum okkara forfedrar áttu fyri 100 árum síðani - og lat okkum vóna, at hetta er nakað, sum vit funnu aftur við síðsta løgtingsval tað var å- rædi og sjålvsvirding. Ti tad, at fara undir at byggja og ikki minst at reka eitt sjúkrahús, vildi í dag verið mett sum óðamannaverk. Mett eftir fólkatali, útreiðsl- um og umstødunum at vinna sær pening, var talan um eitt satt bragd, sum vit í okkara tíð als ikki høvdu hættað okkum at farið undir. Men okkara forfedrar hugsaðu ikki um vælferð sum vit, teir vóru ikki mat erialistiskir sum vit, ten vóru ikki forkeladir, kendu ikki til dagliga ovurnýtslu Tað, teir ynsktu, var bert at Hevur vælferðin gjørt enda á áræðinum Í hesum døgum fyri júst 100 árum síðani, ja ein heil øld er farin afturum, fór Klaks- vikar Sjúkrahús at virka. Mær er vístur tann stóri heiður at fáa høvi at halda eina av norðoyastevnurgðunum í ár. Hetta í samband við at eg tey síðstu 14 árini havi verið ein partur av dagligu leiðsluni á sjúkrahúsinum, segði Heri Ellingsgaard í rødu síni økja um trygdina til tey gomlu, til barnakonurnar, og teir ynsktu at tryggja seg móti herviligum umfars- sjåkum. Tað tók langa tíð at ferð- ast til Havnar tá á døgum, og serliga hetta man hava verið ein týðandi orsøk, tá avgerðin varð tikin um at byggja sjúkrahús. Okkara forfedrar, teir savnaðu pen- ing, teir bygdu, og teir høvdu enntá avlop á teirra byggikonto! Góði áhoyrari! Tað snýr seg sjálvsagt um áræði, men tað snýr seg sanniliga eisini um egna sjålvsvirding Eftir at fyrsta sjúkrahúsið varð bygt í Klaksvík, eru aðrar hugsjónir komnar inn yvir okkum. Trygdarnet er spent út. Tað er ikki longur so neyðugt við áræði — tað gongur nokk, -—og hvat við sjålvsvirdingini ? — ja, her meini eg, at fer áræðið fyri bakka — so fer sjålvs- virðingin sama veg Tey ráðandi skulu veljast aftur, tá eitt valskeið er farið afturum, og loysunnarorðið og lyftini, eru eitt enn sterk- ari trygdarnet og samstund- is, eftir mínum tykki, mink- andi krøv til hin einstaka Sunn fornuft sigur okkum, at hetta í síni náttúr er skeivt, men vit eru vorðin forkelað, vit góðtaka ikki eina lækking í okkara livi- fot. — — Ein livifótur, sum fyrst og fremst kann gerast upp í materiellum virðum. re.vit vilja hava alt, og gongur galið — ja so gongur tað kortini. Onkur tekur um endan — vit hava jú eitt trygdarnet! Ta fyrstu tíðina, frá 1898 og fram til 1912 varð sjúkr- ahúsið rikið sum eitt privat tænastuvirki. T.v.s. at hvør einstakur rindaði fyri seg. Tað kann ikki gera nakran bilsnan, at tað ikki altíð vóru umstødur at gjalda fyri tænasturnar á sjúkra- húsinum. Um hetta mundið, í 1912, tóku allar kommun- urnar tí lógvatak og stovn- aðu grunn, sum bert hevði til endamáls at veita trygd fyri rakstrarhallinum. Nak- að samstundis varð eisini sjúkrakassin stovnsettur. Rættindini hjá tí einstaka broyttust tó sum frá leið, krøvini øktust, trygdarnetið skuldi spennast ut. I 1930 gjørdist sjúkrahúsið ein vanligur almennur stovnur. Sjúkrakassin og sjúklingur- in rindaðu tó ein minni part av rakstrinum nógv ár efur hetta Í dag hava vit eitt annað sjúkrahús enn tað, ið byrjaði at virka fyri eini øld síðani Og í dag vil eingin siga fa væl til hendan rættin, at fáa sjúkrahjálp á tryggum stødi. Tað er óneyðugt at nevna dømi, sum vísa á, at Norð- oyingar altíð hava sligið manngarð um sjúkrahúsið. Vónandi uttan at verða misskiltur, má eg venda aft- ur til sjálvsvirðingina! Hvat er tann reint mentali prís- urin, vit gjalda fyri vælferð- ina? Ikki bert, at slík tæn- astu sum sjúkrahjálp, men at so mangt annað, í dag er ein sjálvfylgja? Ja, hvat er prísurin reint mentalt? Er munurin á okkum og okkara forfedrum, at vit eru for- kelað og taka alt fyri givið? Tíbetur eru undantøk, tað hoyra vit ofta, men kann ein ikki loyva sær at spyrja, um vælferðarmodellið hevur gjørt enda á okkara áræði? Vit eiga eitt vakurt land, vit eiga fiskirikidømi og kanska eiga vit eisini ríki- dómi, sum enn ikki er kom- ið undan kavi. Við alskyns ferða- og samskiftismøgu- leikum tykist umheimurin tættari enn nakrantíð Vónandi eru vit eisini eitt fólk, sum megnar at gera nýtslu av hesum rikidømi og øllum møguleikunum Vónandi eru vit eitt fólk, sum megnar at standa á egn- um beinum, og sum megnar at ráða í egnum landi. Eitt land, hvors leiðarar aftur fara at seta áræði og sjálvs- virðingina í hásæti. Nú er summar, og vit síggja aftur í túsundavís av børnum og vaksnum savn- ast á graslíkinum, umborð á róðrarbátunum og úti í náttúruni. Hvør á sínum øki vísa hesi fólk áræði. Tey vilja vinna. Og vit eiga alsamt fleiri fólk, ið eisini vinna sær heiðurlig pláss í tí stóra út- landinum. Hvussu fegnast vit ikki, tá vit hoyra tíðindi, har onkur føroyingur hevur gjørt vart við seg uttan- lands? Tað fer sum ein gjóstur igjøgnum okkum — — bara tað, at lítlu Føroyar verða umrøddar. Og vit eiga fólk við tón- listargávum, fólk sum skriva, yrkja, mála, fram- føra á palli........óll vísa tey áræði. Tey ynskja við- urkenning á sínum serliga listarøki, og tað hava tey øll uppiborið Tað hevur verið mær ein sonn frøi, nú í nøkur ár at hava havt høvi at arbeiða í Klaksvíkar ltróttarfelag Ikki úti á vellinum sjålv- sagt, men meira handan leiktjóldini. I felagnum kann ein beinleiðis merkja kappingaráræði, viljan at vinna — frá tí yngsta til tann elsta! Tosað verður ofta um, at peningurin í stóran mun stýrir = nútíðar-ítróttinum. Tað kann so vera, men í KÍ er viljin at vinna ikki burtur. Og langt frá tí. Ongar stevnur og merk- isdagar uttan horntónleik. Klaksvíkar Hornorkestur stendur okkum gllum nær, og fyri okkum, sum hava ta gleði at vera við í orkestri num, er frøin stór um und- irtókuna og vælvildina, sum altíð er sýnd okkum. Tað vilja vit fegin takka fyri Eg skal takka bæði skót- um, ítróttarfólki og tónleik arum fyri at vera við til at seta dám á Norðoyastevn- una. Stevnan er tykkara Vísið áræði og dirvi — Norð- oyingum til stóran heiður Tøkk til NFI fyri eina væl fyriskinaða stevnu og tékk fyri, at eitt umboð fyri Klaksvíkar Sjúkrahús fekk høvi at vera við á rødara- pallinum, nú sjúkrahúsið kann hátíðarhalda sín 100 ára dag. Við ynskinum um fram- haldandi góða stevnu og einum góðum summari, vil eg enda við tveimum grind- um úr sangi hjá Hans Andr. Djurhuus. Prúða land mitt, tær sum havið kvóðu ber, Fríða land mítt, altíð mær í huga ver! Armin mín ger stinnan eins og herðað stål, Al tær bestu kenslur upp í míni sál Um enn alt sigst nyttuleyst, eg havi gjørt, Ger mær lyndið ljóst og ger mær hjartað stórt! Um eg skuldi ivast, strangt tú revsi meg, So eg royni bróta slóð og byggja veg Tøkk fyri at tit lýddu á. Heri Ellingsgaard V.V.S. HORNIÐ LÁGPRÍSHANDILIN Tað snøgga og prýðiliga sniðið hjá DANSANI ger tað lætt at innrætta baðirúmið, sum ein sjálvir ynskir 7.900 Ti er DANSANI rætta loysnin til títt baðirúm! # 150x GOSBAÐ Stálv: k srá xr. 15.000 rrá ur. 1.500 V.V.S. HORNID Lågprishandil Landavegur 2 - 100 Torshavn TIf. 318023 - Fax 310963