Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-06-12, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. juni 1998síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 108 — 12. JUNI 1998 tíðindablaðið Sólrun Jacobæus, leiðari á Barnaheiminum: Skulu vit verja børnini ella foreldrin — Eg havi mangan undrast yvir, at myndugleikarnir ikki hava traðkað til nógv fyrr, tá ið eitt barn kemur á Barna- heimið. Hugsað verður ofta meiri um tórvin hjá foreldrunum heldur enn bórn- unum. Vit duga so væl at tosa um viður- skiftini í Føroyum uttan at gera nakað beinleiðis við tey. Vanligi hugburðurin er, at fólk ikki vilja blanda seg. Veru- leikin er, at ábyrgdin liggur hjá okkum óllum at gera vart við viðurskifti, sum ikki eru í lagi, sigur Sólrun Jacobæus TUrIDKJØLBRO Sendingin „Hver eigur lítla drongin“, sum Sjónvarp Føroya sendi týskveldið hevur elvt til mikla øsing og stórt kjak í Danmark. Sendingin fylgdi einum ungum foreldrapari fyrstu tíðina barn teirra var komið til verðina og staðfesti, at tey als ikki vóru egnað at taka við ábyrgd sum for- eldur I Føroyum hava vit lyndi til at hugsa, at slíkt fer ikki fram, at øll børn hava tað gott og hava tey tað ikki gott, verður eitthvørt gjørt. Veruleikin er ikki so ein- faldur — lítli Jørn við teim óegnaðu foreldrunum er eisini at finna í Føroyum. Munurin er kanska bara, at myndugleikarnir = traðka nógv seinni til enn vit sóu í sendingini. Einasta barnaheimið i Føroyum kann taka ímóti 15 bórnum umframt 5 børn- um aktutt. Eisini eru møgu- leikar fyri at hava tvær fa- miljur búgvandi í senn. Danska sendingin í SVF týs- kveldið leyp als ikki hvøkk á Sólrun Jacobæus, leiðara á Barnaheiminum í Havn. Hon heldur, at samfelagið eigur traðka tíðliga til og taka børn frá foreldrum, sum ikki vísa seg at makta uppgávuna, heldur enn at foreldrini fáa fleiri møgu- leikar at prógva tað øvugta. — Longu tá ið mamman er við barn ber til at meta, hvussu hon er før fyri at makta uppgávuna. Í Norð- urnoregi verða eygleiðingar gjørdar á fødideildum, har hugt verdur at sambandin- um millum móðir og barn, og tí ber til at grípa inn tíð- liga. Hjá summum foreldr- um skal lítið gerast, ein samrøda ella eitt sindur av frálæru, og so klára foreldr- ini seg, sigur Sólrun Jaco- bæus. — Tað eru kanningar, sum vísa, at hevur mamman eygnasamband við barnið, verður harðskapur íkki framdur ímóti tí. Men tað ber eisini til at goyma seg eina tíð og billa ødrum inn, makta uppgávuna sum foreldur. Í sendingini sóu vil, at foreldrini ikki føldu, at åbyrgdin var teirra. at tey I hvørji stóðu eru børn hjá misnýtarum, rúsdrekka- misnýtarum, og hjá fólki, sum sosialt eru illa fyri í fóroyska samfelagnum ? — Børn hjá foreldrum, sum drekka, og børn, sum á annan hátt eru úti fyri um- sorganarsvik, eru ógvuliga illa fyri. Vit duga so væl at tosa um vidurskiftini í Før- oyum uttan at gera nakað beinleiðis við tey. Vanligi hugburðurin er, at fólk ikki vilja blanda seg. Veruleikin er, at ábyrgdin liggur hjá okkum øllum at gera vart við viðurskifti, sum ikki eru í lagi. Fjala yvir trupulleikar — Fólk duga til dømis væl at fjala yvir rúsdrekka- trupulleikar, áðrenn teir verða sjónskir í samfelag- num. Men eitt barn sum veksur upp í drykkjuskapi torir ikki at taka vinir heim, tí tað veit ikki, hvussu stød- an er heima. Tí verða tey avmarkað í teirra sosiala lívi. Tað at samfelagið er so lítið ger, at fólk føla, at tey ikki skulu blanda seg, tí tað at uppala børn eru ógvuliga privat. Men tað ber til at siga barnaverndini frå uttan at uppgeva navn. Tad er eis- ini uppgåvan hjá dagstovn- um, skúlum og ødrum at boda frå, men spurningurin er, hvussu hesi ymisku, ið hava samband við barnið, eru skúlað til at fáa eyga á viðurskifti, ið ikki eru sum tey eiga. Sum heild eru fólk ov bangin at taka stóðu í slíkum viðurskiftum. Hvussu er eftirlitið við fólki, sum man av ávísum orsøkum hevur illgruna um ikki makta uppgåvuna sum foreldur? — Eftir barnaforsorgarlóg- ini er tað barnaverndin, sum hevur eftirlit við børnum og kann til dømis seta stuðul í heimið ella eftirlitsverju ella hjálp á annan hátt, men í fleiri førrum er einki eftirlit sum so, sjálvt um man veit um dómi, har eitthvørt átti at verðið gjørt. Eingi tilboð eru um hjálp uttan kanska tað, at heilsusysturin vitjar oftari enn vanligt. Tað er avgjørt tørvur á familju stovnum í Føroyum til for- eldur, ið hava trupulleikar. Barnaheimið tekur foreldur Sólrun Jacobæus inn, um barnaverndin vil tað, og tað vindur meiri uppá seg, at fólk brúka tað. Her verða tey eygleidd og fáa vegleiðing. Tað er ein nógv betri loysn, enn at alt møguligt verður roynt. Royndirnar eru góðar, men årslitini eru misjøvn. Hvussu nógvar møguleik- ar skulu foreldur hava, áðr- enn samfelagið grípur inn? — Tá er spurningurin, um tað er barnið man skal verja ella um tað er foreldrini. Mín greiða stóða er, at vit eiga at verja barnið. Vit eiga eisini at siga við okkum sjálv, at vit skulu kunna hyggja í eyguni á hesum barni, tá ið tað verður vaks- ið og vita, at vit tóku eina rætta avgerð Prógv á borðið Lóggávan á økinum sigur greitt, at prógv skulu vera um grova misrøkt, áðrenn myndugleikarnir = kunnu taka børn frá foreldrum við tvang. Við ødrum orðum skal so øgiliga nógv til, áðr- enn myndugleikarnir taka eitt barn frá foreldrunum, hóast tað eru skikkað fólk, sum duga at meta, at eitt barn eigur at verða tikið frå foreldrunum. Men lóggávan verjir foreldrini. — Lítli drongurin í send- ingini „Hver eigur lítla drongin“ hevur helst fingið varandi skaða av vantandi sambandi við foreldrini longu nú. Sjálvandi ber til at rætta nógvar skeivleikar og venda eini óhepnari gongd, men fyrsta tíðin í lívinum hevur ógvuliga stóran týdning fyri eitt barn Tú lærir teg at vera for eldur við at gera eftir tí sum tíni foreldur gjørdu, tá ið tú vart lítil. Vit endurtaka okk- ara egna barndóm við at geva okkara børnum tað sama. Tað liggur so djúpt í okkum, at vit kunnu koma at gera ymiskt, sum vit hava lovað aldri fór at henda. Tá ið talan er um foreldur við serliga stórum trupulleikum vísir tað seg, at trupulleik- arnir ganga í arv, sigur Sól- run Jacobæus. — Men børn eru eisini ymisk. Summi børn søkja tað upp aðra staðni, sum tey ikki hava fingið í upp- vøkstrinum. Børn ogna sær nakrar yvirlivilsismekan ismur, sum ger at tey klára seg. Seinnu árini er vorðið alt meiri vanligt, at sosialir myndugleikar arbeida vid familjuni sum eini heild heldur enn at taka barnið burtur úr Vit royna at arbeiða við trupulleikunum í familjuni, tí at taka eitt barn úr familj uni á barnaheim broytir einki uppá foreldrini. Tað er altíð sannlíkt, at barnið kemur aftur til familjuna, sum einki petti er broytt. Tí eru vit farin í gongd við at taka foreldur inn. Tað er altíð best, tá ið mamman sjálv sær, at hon ikki maktar uppgávuna sum foreldur heldur enn at brúka tvingsil antin tað er sjálvboðið ella ikki. Børn, sum koma á Barna- heimið fara antin út til fa- miljuna aftur ella í familju pleygu. Nekur steðga á Barnaheiminum í longri tíð arskeið At taka eitt barn í pleygu er døgnarbeidi. Fólk hava eina heldur veruleika fjara mynd av, hvat tað er at taka eitt forsømt barn til sín. Men í grundini er tað eitt fulltíðararbeiði, sigur Sólrun Jacobæus. Foreldrarætturin Eftir sendingina vóru røddir frammi í donsku fjølmidl- unum, sum søgdu, at ov stór atlit verða tikin til foreldrini heldur enn børnini, og ti er tvingsilsadopsjón einasti út- vegurin. Í førinum sum vit sóu í sjónvarpssendingini vildi eg eisini mælt til, at barnið varð adopterað burtur — í øllum fórum tikið vid tvang Ti so fekk barnid frid og tvey foreldur. Men hetta eru ógvuliga trupul viðurskifti, tí foreldrarætturin er so sterkur. Tað eru foreldrini, sum „eiga“ barnið. Spurn- ingurin er, hvar vit enda, um vit byrja at pilka við for- eldrarættin. Men tað syrgi- at tað eru børnini sum gjalda prisin. Alt ov nógv atlit verða tikin til for- eldrini, og eisini í Føroyum missa vit nøkur børn niður ímillum, tí atlit verða heldur tikin til foreldrini enn barn- ið. Mær vitandi er einki barn tikid við tvingsli frá foreldrunum. Spurningurin, sum vit eiga at seta okkum er, um vit eru foreldravernd ella barnavernd. Ikki tí, tað er ikki lætt hjá barnavernd- unum í Føroyum at arbeiða, tí fólkini eru ikki skúlað til uppgávuna. Men eru tey yvirhøvur før fyri at meta um vidurskiftini soleiðis at tey síggja tekin um vanrøkt Ein loysn kundi verið, at vit høvdu eina professiónella barnavernd í Føroyum, sum so hevði kontaktpersónar, sum eru skúlaðir til enda- málið, úti um landið Flestu børnini, ið koma á Barnaheimið, eru um 10- ! åt liga er tey hvað í ein: familju alt teirra lív, sum eingin hevur sett spurnartekin við. Vit undra okkum mangan á, at einki er hent fyrr enn vit síggja børnini her. Stødan hjá børnunum, sum koma á Barnaheimið er ógvuliga ymisk, summi eru betri fyri og onnur eru ógvuliga illa fyri. Hinvegin síggja vit eis- ini dómi um, at tey sum hava búð á barnaheiminum koma væl fyri úti í samfe- lagnum seinni. Her fáa tey góðar upplivingar, trygg- leika, fasta rutinu og øll hava tvey fólk, sum eru „teirra“. Børn eru eisini ym- isk í at taka ímóti, tí alt velst um, hvat tey hava upplivað, áðrenn tey verða loftað Er sostala trygdarnetið í Føroyum nóg gott at lofta vanrøktum børnum Allir lidirnir eru ov veikir, allir, ið á onkran hátt ava samband við barnið líka frá jarðarmóðir, komm unulækna, fødideild, heilsu systur, dagstovni til skúla, ærarar, pedagogar og skúlalækna. Vit síggja í fleiri førum, at svikin børn fara igjøgnum allar hesar iðirnar uttan at nakað hend- ir — Vit tosa um loysing ella samband, hvussu nógv skal fiskast ella ikki, men hvussu fólk hava tað í okkara landi glíðir niður ímillum og verður als ikki raðfest hóast tað er tað dýrabarasta vit eiga Sært tú bórn, sum hóast trupul kor koma væl fyri í samfelagnum Ja, tað geri eg og tey geva mær vón um, at tað loysir seg at arbeiða fyri tey Men tað eru solskinsøgur nar, sigur Solrun Jacobæus at enda