fríggjadagur 12. juni 1998síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Donsk
hagtol
| Færri og færri |
| born verða tikin
| frá foreldrum:
=)
Í 1987 vórðu 15.600
børn aðra staðni enn
heima hjá foreldrunum
í 1993 var talið 12.000
í 1996 var talið 11.600
| Men talið á børnum,
sum eru tíkin við
tvingsli, er okt. í dag
| verða tvifalt so nógv
| børn tíkin við tvingsti
| sum í 1985.
| I 1993 vórðu 846 børn
tvingsilstikin
í 1994 var talið 940
I 1995 var talið 1309
Í 1996 var talið 1344
Í Danmark verða 1,2
tíðindablaðið +
Lars Hój og Michael Lindebjerg:
— Tað er av týdningi, at sendingar-
nar eg geri fáa avleiðingar. „Hvor
eigur lítla barnið“ setir kikaran á
viðferðina nógv bórn, sum vaksa
upp undir truplum umstóður, fáa,
sigur Lars Høj, ið saman við Mich-
ael Lindebjerg hevur gjórt send-
ingina „Hvór eigur lítla drongin“
Kikarin setast á
orini hja børnum
Lars Høj og Michael Lindebjerg hava gjørt fleiri hugvekjandi og hjartanemandi sendingar
um bórn, sum vaksa upp á barnaheimum
Nr. 108 — 12. JUNI 1998
Mynd: Alvur Haraldsen
børn tíkin við tvingsli
frá foreldrunum út av
1000 bernum. Í Sveríki
er talið 2,5 børn út av
1000. Í Noregi eru øll
børn, sum eru tíkin úr
heiminum, í prinsipp-
inum tíkin við tvingsli.
Í Danmark verður í
mesta lagi eitt barn um
árið burturættleitt ímóti
vilja foreldranna. | No-
regi verða umleið 100.
Børn, sum verða tikin
frá foreldrunum, skifta
ofta pleygufamilju. Í
miðal búgva tey hjá
tveimum ella trimum
ymiskum pleygufamitj-
um. Bert ein tridingur
av tiknum bernum
búgva hjá teirri somu
familjuni eli barnaárini.
Fjórða hvert barn, sum
verður tíkið frá foreidr-
unum, gongur í meiri
enn fimm ymiskum
skútum. Fyri „vanlig“
børn er talið bert 2 pro-
TURIÐ KJØLBRO
„Hver eigur lítla drongin”,
sum Sjónvarp Føroya sendi
týskveldið, hevur elvt til
álvarsamar avleiðingar í
Danmark. Sendingin var
ikki meir enn liðug fyrr enn
øll vóru á gosi, politikarar,
embætisfólk, serkøn á økin-
um og onnur úttalaðu seg
um viðurskiftini og umstød-
urnar hjá børnum, hvers for-
eldur ikki eru før fyri at taka
við ábyrgd. Sosialmålaråd-
harrin segði beint eftir send-
ingina, at hon vildi arbeiða
fyri, at fólk, ið eiga at taka
sær av vanrøktum børnum,
skulu skúlast betri
At sendingin slóðar fyri
broytingum til frama fyri
børnini er avgjørt tilætlad
hjá teimum báðum, Lars
Høj, tíðindamanni, og
Michael Lindebjerg,
myndamanni, sum gjørdu
sendingina. Í felag hava teir
báðir áður gjørt slóðbrót-
andi sendingar um børn,
sum eru svikin, avskrivað
og í aðrar mátar eru illa fyri
í dagsins Danmark. Tað
sum eyðkennir arbeiðshátt-
in hjá teimum báðum er
ótrúligu evnini at liva seg
inn í tað sum fer fram, og at
koma teimum menniskjum,
teir gera sendingina um, so
tætt sum til ber. Saman hava
teir megnað at givið eina
mynd av pørtum av Dan-
mark, sum tey fægstu kenna
til, og sum tey flestu halda
er pínufult at standa andlit
til andlits við.
Lars Høj hevur gjørt fleiri
hugvekjandi og hjartanem-
andi sendingar um børn,
sum eru vaksin upp á barna-
heimi, og sendingin týs-
kveldið er eitt framhald av
teimum
— Meðan eg gjørdi hinar
sendingarnar hoyrdu eg ofta
frá barnaheimsbørnum um
ræðuligar upplivingar, tey
høvdu verið út fyri á barna-
heimum, um hvussu for-
eldrini ikki megnaðu at liva
upp til teirra ábyrgd. Og tí
fekk eg hug til at gera eina
sending um tvey ung for-
eldur, sum koma úr slíkum
umhvørvi, hevur Lars Høj
greitt frá.
Undir upptøkunum til
sendingina „Flyv fugl flyv"
á vári í fjør møtti Lars Høj
Anni og Bjarne. Tá var Anni
við barn, og pedagogarnir
og sosialráðgevararnir, sum
kendu søguna hjá Anni og
Bjarne, rystu á høvdinum,
tá ið tey hoyrdu, at tey ætl-
aðu sær at fáa eitt barn.
Anni og Bjarne vórðu
skrivað inn á familjustovnin
Bethesda í Arhus, tá ið Lars
Høj spurdi tey, um hann
kundi gera eina sjónvarps-
sending um tey og teirra
barn. Tey játtaðu, og tey
fingu greitt at vita, at Lars
Høj og Michael Lindebjerg
fóru at fylgja teimum alla
staðni, til tað varð avgjørt,
um tey fingu loyvi ul at
hava sonin.
Upptøkurnar byrjaðu í
juni í 1997, ein mánað áðr-
enn Jørn varð føddur. Ur-
slitið er meiri enn 50 tímar
upptøkur, sum vórðu redi-
geraðar niður til góðan
tíma.
Lars Høj og Michael
Lindebjerg arbeida altid
saman tveireinir, ti tad ger
tad lættari og so skapa teir
álit hjá teimum fólkum,
sendingarnar eru um.
— Hóast vit koma tætt at
fólkunum, stúri eg ikki fyri,
at eg útleveri tey. Eg hugsi
altíð um, hvussu tey hava
tað, tá ið tey síggja send-
ingina. Tað er neyðugt at
fara tætt at fyri at siga frá
hesum pørtunum av veru
leikanum, hevur Lars Høj
greitt frá um arbeiðshátt sín
Hjá honum er tað ógvuliga
týdningarmikið at siga frá
teimum ótrúliga kørgu og
hørðu korunum, sum nøkur
børn verða fødd til og vaksa
upp undir
— Eg vil nakað við søgun-
um. Sendingarnar eru klárt
rættaðar ímóti viðferðini,
sum børn fáa. Tað er av
týdningi, at kikarin verður
settur á teirra kor. Tí er tað
eisini av týdningi, at send-
ingarnar eg geri fáa avleið-
ingar, undirstrikar Lars Høj.
„Hver eigur lítla drongin“
luttekur í kappingini Prix
Italia í september í ár í
Assisi, har ein altjóða nevnd
skal kjósa bestu dokumen-
tarsendingina. Umleið 40
sendingar úr øllum heim-
inum taka lut í kappingini.
rr 6 6 0 0 RR RT ROR RE Bo O ROR OB Ko Bo
gjalda
pris g
— Filmurin visti ógvuliga væl, hvat
umsorganarsvik er. Eg gjørdist als
ikki klókk av sendingini, tí vit
síggja slík dómi í føroyska sam-
felagnum i dag hóast flestir føroy-
ingar helst vilja siga, at øll børn
hava tað gott her. Tað er syrgiligt,
at eitt barn skal gjalda so høgan
pris, tí vit vaksnu ikki tora at gera
vart við okkum og gera nakað
munagott
— Tað gleðiliga er, at filmurin
hevur fingid avleidingar i Dan-
mark. Sosialmálaráðharrin segði
beint eftir sendingina, at fólk sum
hava við børn at gera skulu skúlast
nógv betri soleiðis at tey eru betri
før fyri at síggja tekin um vanrøkt.
Men tað sum harmar meg er, at
vit í Føroyum altíð eru so langt
aftanfyri og ikki taka við neyð-
ugum broytingum fyrr enn 10-15
ár eftir, at tær eru farnar fram í
Danmark. Tá kunnu vit bara
Sólrun Jacobæus, leiðari á Barnaheiminum:
ímynda okkum, hvussu nógv
børn detta niðurfyri.
— Sum leidari å Barnaheimin-
um royni eg eisini at visa å vidur-
skifti, sum eiga at broytast. Eg
havi verið ógvuliga varin at útala
meg, tí vit búgva í einum lítlum
samfelag. Hinvegin er tað atlit vit
ikki eiga at taka. Men eg må
hugsa um børnini og tey vaksnu,
sum koma her, tí Barnaheimið
eigur at vera eitt trygt stað at
koma til. Tí royni eg at finna ein
millumveg. Filmurin hevur fingið
meg at síggja, at arbeiðið, sum
vit gera her, er nóg gott og tað
tora vit at standa til svars fyri,
sigur Sólrun Jacobæus, leiðari á
Barnaheiminum.
Veru-
leikin
ikki so
einfaldur
— Sendingin „Hver eigur lítla
drongin“ var ógvuliga góð, og ein
og hvgr, sum arbeiðir við slíkum
málum eigur at hyggja at henni.
Hon er eisini væl egnað til at fáa
eitt kjak í lag, men hon lýsir ikki
teir veruligu trupulleikarnar.
— Valið av foreldrum var heppið.
Frá fyrstu løtu av hevði tú var-
hugan av, at tey fóru at dumpa
sum foreldur og ti brúkti sendingin
ikki orku til at finna út av, um tað
var órættvíst ella ikki mótvegis
foreldrunum. Sendingin lýsti held-
ur ikki, hvussu myndugleikarnir
arbeiða og hví foreldrini eru sum
tey eru. Men veruleikin er ikki so
einfaldur, sum sendingin leggur
upp til, tí øll foreldur eru ikki so
vånalig sum hasi vóru. Tað er løg-
frødin, ið spennir bein fyri hug-
burðinum hjá pedagogum og
barnaverndum. Skal onkur gera
av, um foreldur eru egnað at vera
Finnur Helmsdal, formaður í barnaverndini í Havn:
i
i
F
F
foreldur ella ikki, er tað ikki nóg
mikið at síggja, hvussu tey eru og
hvussu barnið er. Tað er eitt lógar-
verk, sum liggur aftanfyri, ið skal
heimilað myndugleikunum at taka
avgerð. Sendingin lýsti ov illa,
hvussu trupult tað í grundini er.
Tað er júst orsøkin til, at so få
børn verda tikin frå foreldrunum
bæði her og aðra staðni. Við gðr-
um orðum gjørdi filmurin tann
veruleikan einfaldari enn hann í
grundini er, sigur Finnur Helms-
dal.