Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-06-12, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. juni 1998síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 108 — 12. JUNI 1998 tíðindablaðið KÁ 11 Finnur Helmsdal, formaður í barnaverndini í Havn: — Lógarverkið heldur meiri við foreldrunum enn barnin- um. Barnaverndin í Havn hevur verið noydd at slept mál- um, har tað hevur verið upplagt, at barnið verður tikið frá foreldrunum vegna vanrøkt og misnýtslu, men løg- fróðin hevur steðgað tí, sigur Finnur Helmsdal TURIÐ KJØLBRO Sum formaður í barna- verndini í Havn metir Finn- ur Helmsdal, at tað í so stór- an mun sum til ber eigur at verða tikið atlit til barnið Men veruleikin er ikki so einfaldur, tí tað er ein ógvu liga trupul prosess at taka eitt barn frá óegnaðum for eldrum Lógarverkið heldur meiri við foreldrunum enn barninum. Sosialu myndug leikarnir hinvegin taka ikki hædd fyri foreldrunum, tá ið tað snýr seg um vanrøkt børn. Løgfrødin spennir bein fyri arbeidinum hjå til dømis barnaverndum, ti hon krevur so nógv viðurskifti lýst, áðrenn avgerð kann takast um at taka eitt barn frá foreldrum. Men løg- frødin er noydd at vera sum hon er, tí annars tryggjar hon ikki fólki sum heild ímóu ivasomum viðurskift- um. — Tey truplu málini eru tey, har tað er stórri ivamål um, foreldrini eru egnað ella ikki — hóast avleiding- arnar eru tær somu fyri hesi børnini sum fyri børn hjá greitt óegnaðum foreldrum. Vit eiga at vera á varðhaldi, tá ið tað snýr seg um hesi foreldrini, sum ikki eru sjónliga vánalig. Heilsu- systurin kemur í hvørt heim, har ein nyfødingur er. Sjálvandi er tað trupult hjá henni um hon skal njósnast, men hinvegin eigur hon at vera á varðhaldi. Hon dugir at síggja um foreldrini megna foreldraleiklutin ella ikki, sigur Finnur Helmsdal. Í barnaverndini í Havn hava nógv mál verið á borð- inum, har talan hevur verið um at taka børn frá foreldr- um antin sjálvboðið tvang ella tvang. Men so er ein sakførari komin uppí leikin, sum so hevur gjørt, at mál- ini verða slept. — Veruleikin er nevniliga ikki so einfaldur. Vit hava eina politiska skipan, eitt lógarverk, játtanir, vit hava so og so nógv starvsfólk og so og so nógvar starvsfólka- bólkar. Alt skal ganga upp í eina eind. Uttan mun til, hvussu væl vit vilja barnin- um mugu vit taka atlit til hesi viðurskifti. Skulu vit undir at fyrireika eitt mál skulu vit hava útalilsir frá lækna, skúla, stovni, sálar- lækna og sålarfrødingi. So skal løgfrødin hyggja at málinum og kanna um grundarlag er fyri, at barnið verður tikið. Øll viðurskifti skulu tala fyri og vera sann- førandi. Barnaverndin i Havn hevur verid noydd at slept málum, har tað hevur verið upplagt, at barnið verður tikið frá foreldrunum vegna vanrøkt og misnýtslu, men løgfrødin hevur steðg- að tí Málið við lítla Jørn, sum vit sóu í sendingini í SvFtýskveldið hevði endað á sama hátt í Føroyum Munurin er bara, at í Føroy- um gongur tað nógv seinni fyri seg at avgreiða eitt slíkt mál, sigur Finnur Helmsdal. Sjálvboðið tvang Umsitingarliga er tað nógv lættari at taka eitt barn frá foreldrum sokallað ,,sjålv- boðið“. Verður barnið tikið við tvang verður tað eitt stórt mál, har vandi er fyri, at málið verður slept orsak- að av villum og mistøkum, ið eru gjørd í málsviðgerð- ini. — Foreldrarætturin er tann sterkastt rætturin sum er. Gert tú eitt mistak í máls- viðgerðini, fært tú ein dygg- an frammaná. Tað er or- søkin til, at tað verður lorað eitt sindur afturat, tí verður avgerðin tikin ov tíðliga um at taka eitt barn, dettur alt á gólvið. Men undir øllum umstødur er tað barnið, sum rindar prísin, sigur Finnur Helmsdal. — Hinvegin eru tey nógv, sum hava tann hugburðin, at uttan mun til, hvussu ringt barnið hevur tað, er tað altíð verri at taka tað við tvang frá foreldrunum. Hugburðurin er tann, at barnið hevur tað altíð best hjá foreldrunum. Tað kann ongantíð ávísast, at børn, sum verða tikin heimanifrá, fáa tað betur aðra staðni, tí bindingarnar til foreldrini eru so sterkar, at tey vilja altíð uppliva tað betri hjá foreldrunum, sigur Finnur Helmsdal. — Umsorganarsvik er so nógv. Tað eru eisini onnur enn just børn hjá fólki, ið eru illa fyri sosialt, sum verða svikin. Eg trúgvi, at tað eru nógv børn hjá stjór- um, og ødrum, sum als ikki hava eygnasamband við teirra foreldur. Á pappírin- um eru tey nóg góð, men vit síggja nógv dómi um slík børn, sum gerast 6gvu- liga løgin og avskeplað sum vaksin. Arbeiðið við býrnum hjá foreldrum, sum sosialt og í aðrar mátar eru illa fyri, gongur fram á í Føroyum, heldur Finnur Helmsdal. Tað er ikki nóg gott, men kortini nógv betri enn tað hevur verið. Samstarv millum partarnar, sum koma í samband við barnið, evur verið ein trupulleiki fødideildin, heilsusystrar, »edagogar, sosialrådgevarar og onnur. Sambandið hevur verið ógvuliga vánaligt millum barnaverndina og weilsusystrarnar í Havn, eilsusystrarnar hava ikki wavt álit á barnaverndini, men tað er batnað munandi í dag og nú eru góð viður- skifti millum partarnar. Tað ger, at stórir trupulleikar verða vidgjørdir professi6- nelt. Dagstovnarnir i Føroy- um eru eisini vorðnir betri við at boða frá, tá viðurskifti ikki eru í lagi, men tá eru børnini ofta vorðin so gom- ul og tekini um vanrgkt so týðilig. Tað kemur sjáldan fyri, at rópt verður varskó, tá ið eitt barn er hálvt ára gamalt. — Kortini er ógvuliga stór- ur munur millum okkum og skipanina í Danmark. Í Før- oyum fer eingin klokka at ringja, tå ið til dømis ein rusevnismisnytari verður við barn — sosialu myndug- leikarnir verða ikki bland- aðir uppí. Spurningurin er eisini, hverjar møguleikar vit hava at taka okkum av eini kvinnu við barn, sum hevur stórar sosialar og per- sónligar trupulleikar. Vit hava ikki møguleikar at eygleiða hesi fólk. Eftir míni meting er Barnaheimið ikki egnað at vera familju- stovnur, tí tað hevur so nógvar funksjónir í dag. Vit kunnu ikki koyra fólk, sum eru ógvuliga illa fyri í allar mátar á Barnaheimið, sam- stundis sum heimið skal røkja allar hinar uppgávur- nar. Tí skulu vit heldur hava eitt heim sum familjustovn- in Bethesda í Arhus, har fólkini kunnu verða eyg- leidd og fáa vegleiðing — og tórvur er heilt vist á einum slíkum í Føroyum, sigur Finnur Helmsdal. Svíkur í Hinvegin er heldur íkki sagt, at als einki eftirlit er við slíkum fólki í Føroyum. Men vit hava ikki eina fasta skipan sum í Danmark, men tann danska er heldur íkki nóg góð, tí har er eisini svík- ur í. Við tað, at samstarvið millum partarnar, ið hava við vanrøkt børn at gera, alla tíðina gerst betri, er hugsandi, at vit fáa eina betri skipan í Føroyum. Høvdu vit havt eina skipan sum í Danmark trúgvi eg, at vit høvdu loftað fleiri børnum nógv fyrr, men hvussu nógvar møguleikar foreldur skulu hava áðrenn myndugleikarnir traðka til, veit eg ikki, sigur Finnur Helmsdal. Er tú samdur í tí, at allir liðirnir, ið skulu lofta børn- um, sum á onkran hátt eru illa fyri, eru ov veikir? — Eingin líður í sær sjålv- um loftar børnunum, tað má vera eitt netverk og tí er tað av so stórum týdningi, at vit hava álit á hvør øðrum og samstarva. — Barnaverndirnar í Før- oyum eru mannaðar av fólki, sum ikki eru skúlað til endamålid. Skal barna- verndin vera tann berandi kraftin, so er rættartrygdin hjá børnum og foreldrum alt ov veik. Barnaverndin eigur at verða broytt, limirnir eiga ikki at hava uppsøkjandi ar- beiði og samband við tey fólkini, ið skulu undir um- sjón — eisini tí, at viður- skiftini í Føroyum eru so smá. Tey professiónellu skulu taka sær av uppsekj- andi arbeiðinum. Uppgávan hjá barnaverndini kann so vera at hjálpa bygda- og bý- ráðum ul at finna út av, hvor sosialpolitikkurin skal vera. Tað er skilagott at hava eina blanding av professiónell- um og leikfólki. Hvor skal í grundini gera av, um foreldur eru egnað sum foreldur ella ikki? — Tað verður ofta tosað um, hvussu órættvíst tað er, tá ið fólk skulu ættleiða børn, at tey veruliga skulu prógva, hvat tey duga áðrenn. Tað er í grundini tann sentrali spurningurin, hvør skal gera av, hver er egnaður. Tann fyrsti, sum kemur í samband við barnið, eigur at gera vart við, um viðurskifti ikki eru í lagi. Jarðarmóðurin somu- leiðis, og hesi kunnu so seta seg í samband við sosialu myndugleikarnar, sum eiga at vera tann samantvinnandi parturin í einum slíkum máli. — Spurningurin er eisini, hvat vit hava at bjóða børn- um, sum vit taka frá for- eldrum. Er talan um børn, sum er skødd av viðferðini tey hava fingið, er ikki nóg mikið bara at lata eini pleygufamilju barnið og so rokna við, at alt kemur í rætt lag. Í nógvum fórum skal pleygufamiljan hava nakrar serliga fortreytir, sum ger tey før fyri at taka hesi børn til sín Sólskinssegurnar fáar - Børn hjá foreldrum, sum eru illa fyri sosialt, verða loftað nógv seinni í Føroy- um, og eg trúgvi tað verður trupult at fáa fólk at góð taka, at myndugleikarnir traðka tíðliga inn og taka avgerðir. Eru børnini eldri enn tíggju ár, tá ið tey verða loftað av sosialu myndug Vanrøkt og svikin børn verða loftað ov seint leikunum, er spurningin ofta bara, hvussu vit skulu fyrireika tað til eitt lív á stovni. Eru tey hinvegin 5- 6 ára gomul eru møguleikar fyri at tað fær eitt gott liv — Tað hevði hjálpt ógvu- liga nógv, um tað varð ar- beitt meiri professjónelt í Føroyum soleiðis at børn verða loftað nógv fyrr. Vit sóu í sendingini tyskvøldid, at sosialu myndugleikarnir arbeida Ogvuliga væl sam- an, at tey vóru ógvuliga dugnalig og professiónell út í fingraspissarnar. I Føroy- um hava vit nógv ógvuliga dugnalig fólk í øllum liðum, men arbeiðið er ikki so væl skipað. Í slíkum málum er tað umráðandi at føla seg fram, tí einki verður loyst við at fara trampandi við tuflum Sært tú bórn, sum hóast ógvuliga ringar umstøður koma væl fyri í samfelag num - Ja, eg undrist mangan á, at nógv eru so mikið fræg, sum tey eru. Men tað sum ofta oyðileggur hesi, sum kortini koma fyri seg, er, at tey fáa ein leiklut í familj uni, har tey yvirtaka ábyrgd ina frá foreldrunum. Tey hava yvirlivað turbulensin, men halda kortini hondina yvir foreldrini. Tað hóttir hesi børnini, sigur Finnur Helmsdal, formaður í barnaverndini í Havn at enda A