Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-06, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. desember 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 233 - 6. desember 2003 Nr. 233 - 6. desember 2003 11 Miðflokkurin er harmur um, at Tjóð- veldisflokkurin og Fólkaflokkurin ikki kundu finna eina semju um, hvørjar avleiðingar fortíðin hjá løgmanni skuldi fáa. Hóast tað aldrin er heppið við nývali í úrtíð, so fer Mið- flokkurin við góðum treysti at kappast føroysku veljararnar komandi vikurnar LØGTINGSVAL Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Tað var ein harmur for- maður í Miðflokkinum, vit hittu í løgtinginum, stutt eftir, at Anfinn Kallsberg hevði lagt kongin, og skrivað út ný- val tann 20. januar. Seinasta døgni hevur drúgt samskifti verið mill- um Tjóðveldisflokkin og Fólkaflokkin, meðan Sjálvstýrisflokkurin og Miðflokkurin hava bíðað eftir eini endaligari av- gerð. – Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin hava klandrast leingi, og kland- ursflokkarnir kundu eftir øllum at døma ikki finna fram til eina loysn á hes- um máli. Tað harmar meg, tí samstarvið hjá okkum við samgonguna hevur annars fungerað væl, sig- ur Jenis av Rana. Hann leggur afturat, at tað er aldrin gott við ein- um løgtingsvali í úrtíð, men Miðflokkurin hevur kortini gott treyst til at fara undir valdystin kom- andi vikurnar. – Eg vil siga, at vit í Miðflokkinum hava eitt avslappað forhold til eitt val, og vit fara at taka dystin upp, sigur for- maðurin í Miðflokkinum. Angra ikki Hóast løgmaður kom í rættiligan andróður eftir, at bókin, Skjót journalist- in, kom á gøtuna, og fleiri setti spurning við, um tað var rætt av Anfinni Kalls- berg at halda fram sum løgmaður, so var Mið- flokkurin skjótur at gera garð um løgmann, og geva honum fullum stuðul at halda fram. Miðflokkurin róð framm- undir, at tíðin á Frostvirk- inum hoyrdi fortíðini til, og tað var ikki rætt at blanda hansara leiklut sum løgmaður við fortíð- ina á Frostvirkinum. Angra tit hesa avgerð? Nei tað var ein røtt av- gerð, tí vit vóru fullkomi- liga samd í flokkinum um. Vit eru noydd til at fyrihalda okkum til tað ar- beiðið, sum løgmaður hevur gjørt í hesi sam- gonguni, og tað hevur ver- ið fyrimyndarligt. Vit hava ikki broytt meining á hesum økinum, tí tað er altíð lætt at grava í fortíð- ini hjá fólki og finna onkran feil, sum man einaferð hevur gjørt, sigur Jenis av Rana. Góð útlit Miðflokkurin hevur hetta lítla árið í samgongu fing- ið størri og størri undir- tøku millum føroysku veljararnar. Flokkurin hev- ur gjørt vart við seg á fleiri økjum. Fosturtøka, rúsdrekka, pornografi og samkynd eru øll mál, sum Miðflokkurin hevur havt eina greiða áskoðan um, og sambært veljarakann- ingunum gongur flokkur- in fram, og helst fær flokkurin ein tingmann afturat. – Eftir veljarakanning- unum at døma, so gongur væl hjá okkum í løtuni, men veljararkanningar og løgtingsval kunnu ikki samanberast. Tað hevði kortini verið gott um vit kundu fingið ein ella tveir mans valdar afturat í løg- tingi, so eg sleppi undan at sita einsamallur her, sigur Jenis av Rana flenn- andi. Harmiligt HARMUR: Formaðurin í Miðflokkinum, Jenis av Rana, er keddur av, at Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin ikki funnu eina semju um fortíðina hjá løgmanni, tí Miðflokkurin hevur havt eitt gott samstarv við samgonguna Mynd: Jens Kristian Vang Andstøðan var klár við einum misáliti á løgmann, um tað gjørdist neyðugt. Sum andstøðuflokkar fegnast bæði Sam- bandsflokkurin og Javnaðarflokkurin um nývalið. Jóannes Eidesgaard hevði kortini hugsað sær, at møguleikin við eini formansrundu varð royndur, tí so stutt er fráliðið av hesum val- skeiði LØGTINGSVAL Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Andstøðuflokkarnar, Sam- bandsflokkurin og Javnað- arflokkarnir høvdu eitt felags misálit á løgmann við sær í tingið í morgun. Báðir flokkarnar høvdu sett sær fyri, at varð úrslitið, at Tjóðveldisflokkurin fór at góðtaka umberingina frá Fólkaflokkinum, so skuldi eitt mísálit reisast ímóti løgmanni fyri at hava mis- brúkt sítt løgmansembætið. – Vit vóru klár við einum misáliti á løgmann í dag. Varð útfallið av hesum máli, at Tjóðveldisflokkur- in av einari ella aðrari or- søk góðtók brævi frá Fólkaflokkinum, so høvdu vit reist eitt misálit, sigur formaðurin í Javnaðar- flokkinum, Jóannes Eides- gaard. Ongar samráðingar Seinastu dagarnar hevur verið tutlað í krókunum um, at Tjóðveldisflokkurin, Javnaðarflokkurin og Sam- bandsflokkurin hava tosað saman um eitt møguligt samgongusamstarv, so vit sluppu undan einum vali í úrtíð. Hesum vísa bæði for- maðurin í Sambandsflokk- inum og formaðurin í Javn- aðarflokkinum kortini aft- ur. Jóannes Eidesgaard sig- ur, at Javnaðarflokkurin hevur ikki verið í nøkrum veruligum samráðingum við nakran flokk, men nak- að av korridor práti hevur kortini verið, sum hann málber seg. Lisbeth L. Petersen sigur somuleiðis, at Sambandsflokkurin hev- ur ikki tosað við nakran uttan við Javnaðarflokk- inum um eitt misálit á løg- mann. Frægasta loysnin Avgerðin hjá Anfinni Kallsberg at leggja frá sær og skriva út nýval kemur væl við hjá andstøðuni. – Eg haldi, avgerðin hjá løgmanni í dag var frægasta loysnin. Nú fáa vit eitt ný- val, har vit lata veljararnar siga sín dóm, sigur formað- urin í Sambandsflokkinum. Formaðurin í Javnaðar- flokkinum sigur, at sum andstøðuflokkur er tað altíð gott við einum nývali. Hann kundi kortini hugsað sær, at møguleikin við eini nýggjari formansrundu varð royndur. – Eg haldi, at tað er í lagi við einum løg- tingsvali nú, men nú er so stutt fráliðið í hesum val- skeiðinum, at møguleikin fyri eini nýggjari formans- rundu átti kanska at verið royndur meira, heldur Jóannes Eidesgaard. Hann leggur afturat, at hetta er fyrstu ferð, at eitt løgtingsval er í úrtíð, har orsøkin er eitt reindyrkað persónsmál. – Vanliga verða val út- skrivað, tí flokkar kunnu ikki finna eina politiska semju um eitt nú eina fíggj- arlóg, men hesaferð er talan um eitt reint persónsmál. Eg kann nevna Tamil málið í Danmark sum eitt líkn- andi dømi. Tá var heldur ikki farið meir enn eitt gott ár av valskeiðnum, og Poul Schluter valdi at leggja frá sær, men hann skrivaði kortini ikki út nýval, men opnaði møguleikan fyri eini nýggjari formans- rundu. Hesin møguleiki varð kortini royndur hesa- ferð, sigur formaðurin í Javnaðarflokkinum. Hevnd Jóannes Eidesgaard heldur, at hátturin, sum løgmaður segði upp samstarvið við Tjóðveldisflokkin upp á, er eitt brot á hansara vanliga hovliga máta at bera seg fram upp á. Tjóðveldis- flokkurin tvíhelt um, at flokkurin hevði ikki álit á løgmanni, og tí sá løgmað- ur ongan annan møguleika, Misálitið var á veg enn at siga teimum fýra landsstýrismonnunum hjá Tjóðveldisflokkinum úr starvi. – Eg haldi orsøkin til, at løgmaður valdi at siga teir fýra landsstýrismenninar hjá Tjóðveldisflokkinum úr starvi er reindyrkað hevnd og fyri at vísa sína ónøgd við Tjóðveldisflokkin, sig- ur Jóannes Eidesgaard. Hann heldur, at eitt stórt brot er komið millum Tjóð- veldisflokkin og Fólka- flokkin, men hann vil kort- ini ikki avskrivað møgu- leikan, at hesir flokkar kunnu finna saman aftur eftir valið. – Eg haldi, at vit í dag kunnu staðfesta, at ætlanin hjá fullveldissam- gonguni frá 1998 er parker- að í eina tíð, sigur hann Klár til val Bæði Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin siga seg verða klárar til valið 20. januar. Lisbeth L. Peter- sen sigur, at flokkurin er longu farin undir fyrireik- ingarnar, og flokkurin gleðir seg at fara undir val- dystin. Formaðurin í Javnaðar- flokkinum sigur eisini, at flokkurin er klárur til valið, og Javnaðarflokkurin fer at arbeiða miðvíst fyri at koma aftur í samgongu, har flokkurin ikki hevur verið, síðan 1996. –Vit fara nú at brynja okkum til valstríðið, og høvuðsendamálið hjá Javnaðarflokkinum er at koma í landsins leiðslu aftur, sigur hann. MISÁLIT: Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin høvdu eitt misálit við sær í tingið í morgun. Tað kom kortini ongantíð so langt, tí Anfinn Kallsberg legði kongin, og nú eru báðir flokkarnir farnir undir at brynja til valstríð komandi vikurnar. Mynd: Jens Kristian Vang TAKK FYRI HESAFERÐ: Javnaðarflokkurin er farin undir at brynja seg til valstríðið. Flokkurin dylir ikki fyri, at málið er at taka við landsins leiðslu aftur, eftir 7 ára oyðimarkargongd Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 11 10