leygardagur 6. desember 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 233 - 6. desember 2003
Nr. 233 - 6. desember 2003
9
Løgmaður legði
kongin og útskrivaði
nýval at vera 20. janu-
ar 2003. Tað hendi í
løgtinginum fríggja-
dagin. Soleiðis endaði
djúpa samgongu-
kreppan, sum hevur
leikað , síðan bókin
»Skjót journalistin«
kom út. Og soleiðis
endaðu fimm og eitt
hálvt ár við fullveldis-
samgonguni
LØGTINGSVAL 2004
Ingi Rasmussen
ingi@sosialurin.fo
Fólkið skal tala 20. januar
2004.
Tað er greitt, eftir at An-
finn Kallsberg løgmaður
bað um orðið til eina ser-
liga fráboðan í løgtingum
fríggjadagin klokkan 10.15
og útskrivaði løgtingsval í
úrtíð.
Samstundis loysti hann
landsstýrismenninar
hjá
Tjóðveldisflokkinum, Høgna
Hoydal, Karsten Hansen og
Annitu á Fríðriksmørk úr
starvi.
Alt rokið stendst av bók-
ini »Skjót journalistin« og
tí forspæli og eftirspæli,
sum hon fekk. Tað byrjaði,
tá ið Fólkaflokkurin longu
frammanundan útgávuna
legði
Tjóðveldisflokkin
undir at standa aftanfyri, og
helt fram, tá ið bókin førdi
prógv fyri, at løgmaður var
í so kreativur sum bókhald-
ari á Frostvirkinum fyri 20
árum síðan.
Reinsar luftina
Sostatt var tað fortíðin hjá
løgmanni, ið at enda feldi
hann.
– Eg geri hetta fyri at
reinsa luftina. Hetta er eitt
álvarsligt stig, men tað er
neyðugt fyri at vit kunnu
fáa stabilitet aftur til landið.
Nú er nokk. Nú skal fólkið
tala, sigur Anfinn Kalls-
berg, sum ikki væntaði, at
hann skuldi fara frá av hes-
um málinum, tá ið tað tók
seg upp.
Í onkrum króki í løgting-
inum ljóðaði orðið valds-
misnýtsla,
tí
løgmaður
hevði
útskrivað
nýval
vegna síni persónligu viður-
skifti. Men hesum vísir løg-
maður avgjørdur aftur.
– Talan er ikki um per-
sónlig viðurskifti longur.
Tá ið Tjóðveldisflokkurin
sigur seg ikki hava álit á
mær longur, so havi eg ikki
parlamentariskt grundarlag
longur. Og tí má eg eisini
siga teimum úr starvi. Mín
persónur er gjørdur til poli-
tikk. Fyri mítt viðkomandi
er málið langt síðan av, men
fólk vilja gera tað politiskt,
og tað eydnaðist, sigur An-
finn Kallsberg.
Brævaskiftið feldi
Tað var í grundini bræva-
skifti millum stóru flokkar-
nar í samgonguni, sum
gjørdi av við eitt stórt
kapitull í løgmanssøguni.
Eftir avdúkingarnar í bók-
ini »Skjót journalistin«
setti Tjóðveldisflokkurin
harðar treytir. Antin mátti
løgmaður reinsa seg, bera
um umbering ella taka stig
til at umskipa samgonguna,
og tað merkti í roynd og
veru at fara frá.
Tað vildi Fólkaflokkurin
ikki ganga undir. Seint hós-
kvøldið boðaði løgmaður
Tjóðveldisflokkinum frá, at
hann hevði tikið fulla
ábyrgd av mistøkunum fyri
20-25 árum síðan, sum
hann málbar seg, og at
semja varð avtalað millum
partarnar, sum gjørdi slætt
borð. Almenningurin hevur
vitað um málið, og for-
mansskapurin viðgjørdi tað
fyri 10 árum síðan og vísti
tað frá sær. Tí heitti hann
staðiliga á Tjóðveldisflokk-
in um enn einaferð at um-
hugsa støðuna av nýggju,
so samstarvið kundi halda
fram.
Tjóðveldisflokkurin svar-
aði tíðliga fríggjamorgunin,
at hann ikki longur hevði
álit á løgmanni. Tjóðveldis-
flokkurin segði eins og
Fólkaflokkurin, at sam-
gongan hevði stór og týð-
andi mál fyri framman og
mælti til,at samgongan
varð umskipað undir nýggj-
um løgmanni, og so var líka
vítt sum sítt. Samgongu-
samstarvið, sum byrjaði við
bjørtum fullveldisvónum í
1998, varð av, tí løgmaður
legði kongin og útskrivaði
val.
Høgni segði upp
Tað vórðu krøvini frá Tjóð-
veldisflokkinum, ið vóru so
hørð, at hann segði sam-
gonguna upp, søgdu onnur
enn fólkafloksfólk í løg-
tinginum fríggjadagin. Men
Høgni Hoydal vísir aftur, at
treytirnar vóru ein kamu-
flerað uppsøgn.
– Vit vónaðu at fáa um-
skipað samgonguna. Vit
kundu ikki halda fram sum
onki. Tá slíkt kemur upp, so
noyðist tú at leggja kortini á
borðið og ikki bera í bøtu-
flaka fyri teimum. Vit vón-
aðu, at tað bar til at halda
fram, og ætlaðu, at sam-
gongan varð umskipað,
men tað vildi Fólkaflokkur-
in so ikki, sigur Høgni
Hoydal.
Hann vísir ikki aftur, at
flokkarnir samstarva eftir
eitt løgtingsval, tí hetta
málið er farið afturum og
talan er ikki nakran beisk-
leika millum partarnar, vil
hann vera við. Tað bar bara
ikki til at liva við teimum
avdúkingum og tí eftir-
spæli, sum bókin fekk.
– Vit hava strekt okkum
langt fleiri ferðir, men vit
kundu ikki blástempla tey
ósannindi, sum eru førd
fram. Sjálvandi er tað spell,
at vit missa fleiri yvirtøku-
mál á gólvið, sum liggja
beint fyri framman, men
markið gongur onkustaðni.
Hvørki heimastýrisskipan-
in ella eitt komandi full-
veldi kunnu liva við so
djúpum misáliti á Føroya
løgmann. Vit fara ikki at
blástempla, at løgmaður
segði ósatt um síni viður-
skifti og hevur misnýtt løg-
mansembæti í royndini at
reinsa seg, sigur Høgni
Hoydal.
Skutu samgonguna
Tað var ein bók, sum festi í
eitt gamalt mál um løg-
mann, og at enda futtaði
samgonguna
av.
Bókin
»Skjót journalistin«, sum
journalistarnir Grækaris D.
Magnussen og Øssur Win-
thereig skrivaðu, prógvaði,
at løgmaður tilvitað hevði
falsað tøl, tá ið hann var
bókhaldari á Frostvirk-
inum. Hann hækkaði virð-
ið á goymsluni, so kassa-
kreditturin hjá Frostvirk-
inum vaks óveruliga.
Møguleikan nýtti hann til
at flyta skipum, sum hann
sjálvur
var
reiðari
á,
912.000 krónur árini frá
1977-1981. Í 1982 varð
semja gjørd millum Anfinn
Kallsberg og Frostvirkið á
grannskoðaravirkinum Carl
Vilhelm Weihe, har Anfinn
Kallsberg, sum tá var vorð-
in landsstýrismaður, gekk
undir treytirnar.
So var málið úr verðini.
Til tað at enda steðgaði full-
veldissamgonguni fríggja-
dagin 5. desember 2003.
Fólka-
atkvøðan
aftur á
dagsskrá
Fólkaflokkurin
leggur meira á
borgarliga bógvin.
Tjóðveldisflokkur-
in satsar uppá at
fáa fólkaatkvøðuna
aftur á dagsskrá.
Samgongufelagar-
nir fara hvør sín
veg, nú val verður í
úrtíð
VAL 2004
Ingi Rasmussen
ingi@sosialurin.fo
Longu hálvt annað ár
eftir seinasta val, skulu
flokkarnir aftur brynja
seg til valstríð.
Sjálvt stríðið, sum
feldi samgonguna, verð-
ur óivað eitt mál. Men
aðrir táttir verða eisini
tiknir fram.
– Fólkaflokkurin er
sjáldan uttan fyri sam-
gongur, og tað vera vit
neyvan næstu ferð held-
ur. Spurningurin er,
hvørji mál vera sett.
Eftir
hetta
verður
motivatiónin hjá fólk-
inum neyvan stór fyri
fullveldinum, mugu vit
viðganga, og tískil verð-
ur tað kanska meiri tann
borgarligi politikkur, ið
verður settur á dagsskrá
fyri okkara viðkomandi.
Men sjálvandi hava vit
somu mál, sum Fólka-
flokkurin altíð hevur
havt, sigur Poul Michel-
sen, tingmaður Fólka-
floksins.
Høgni Hoydal, for-
maður Tjóðveldisfloks-
ins, ger hinvegin púra
greitt, at tað ræður um at
fáa fullveldismálið aftur
á sporið, sigur hann.
– Vit skulu hava full-
veldismálið aftur til
fólkið. Í 2001 var fólka-
atkvøðan tikin frá okk-
um, og tískil endaði
sjálvstýrismálið aftur í tí
partapolitiska
spæl-
inum, sum tað altíð hev-
ur ligið í. Vit fara til val
uppá, at Grundlógin
skal til fólkaatkvøðu. Eg
haldi, at tað var ein
beinleiðis samanhangur
millum ta optimismu og
tann framburð, sum var
í fólkinum og samfelag-
num, tá fullveldismálið
enn var í fólkinum, sig-
ur Høgni Hoydal.
Fullveldissamgongan fór í søguna
Tjóðveldisflokkurin
fer ikki í eina sam-
gongu aftur, har
Anfinn er løgmað-
ur, slær Høgni Hoy-
dal fast. Hóast An-
finn Kallsberg
skuldi fingið dygga
undirtøku á val-
inum, so verður
hann neyvan løg-
maður aftur. Hann
ynskir tað heldur
ikki sjálvur, skilst á
lagnum
LØGMANSVAL
Ingi Rasmussen
ingi@sosialurin.fo
Høgni Hoydal og Anfinn
Kallsberg taka høvisk-
liga í hondina á hvørjum
øðrum, eftir at løgmaður
hevur útskrivað nýval at
vera 20. januar. Teir
heilsast og takka fyri eitt
drúgt og søguligt tíðar-
skeið í føroyskum poli-
tikki, har teir settu sær
kanska mest víðgongdu
málini, ein samgonga
nakrantíð hevur sett sær.
At skipa Føroyar sum
fullveldi.
– Hatta var betri ógjørt,
sigur Høgni Hoydal, tá ið
Anfinn Kallsberg faðir-
liga leggur hondin á
økslina á sínum varaløg-
manni síðstu árini.
– Tit góvu mær einki
val, tá ið eg ikki longur
hava tykkara álit, svarar
Anfinn Kallsberg.
Anfinn Kallsberg løg-
maður og Høgni Hoydal
varaløgmaður hava verið
mest eyðsýndu andlitini í
føroyskum politikki í
Føroyum og uttanlands
seinastu fimm og eitt
hálvt árini. Tað hevur
leikað á úr øllum ættum,
men hóast mongu ósemj-
urnar innanhýsis, so hava
teir hildið saman. Í góð-
um og ringum. Sum í
einum baldrutum hjúnar-
lagi. Men nú brast at
enda. Tað gekk ikki long-
ur, og talan verður ikki
um sáttargerð.
– Eftir eitt val er luftin
reinsað. Vit hava einki
ímóti at samstarva aftur
við Fólkaflokkin, tí teir
hava verið góðir at sam-
starva við. Men vit
kunnu ikki fara í eina
samgongu aftur við An-
finni Kallsberg sum løg-
manni. Tað hevði aftur
spilt álitið á løgmansem-
bætið. Hann kann neyvan
heldur vera landsstýris-
maður í eini komandi
samgongu við okkum,
ger Høgni Hoydal púra
greitt.
Boðskapurin frá øðr-
um flokkum í Løgting-
inum var tann sami.
Politisku flokkarnir halda
seg ikki longur hava álit á
løgmansembætinum, so
leingi Anfinn Kallsberg
er
løgmaður.
Sostatt
síggja vit neyvan tann
politikaran í Føroyum,
sum hevur nógv tað
størsta tekkið í fólkinum,
aftur sum løgmann.
Hinvegin er heldur ikki
líkt til, at Anfinn Kalls-
berg hevur hugin til tess
longur. Heldur ikki, um
fólkið gevur honum upp-
reisn í komandi løgtings-
valinum.
– Eg veit ikki rættiliga.
Eg havi sitið í hálvt sætta
ár sum løgmaður. Tað er
longri enn teir flestu, og
nú eri eg troyttur av tí,
sigur Anfinn Kallsberg.
Anfinn verður
neyvan
løgmaður aftur
AFTUR Á VEKTINA. Jógvan Arge er farin úr tinginum,
nú Høgni Hoydal er vanligur tingmaður, tí hann er
sagdur úr starvi sum landsstýrismaður. Poul Michelsen,
sum er eykamaður, skal aftur føra valstríð
Mynd: Jens Kristian Vang
TAKK FYRI HESAFERÐ.
Anfinn Kallsberg og
Høgni Hoydal hava
akkurát slept hondunum,
og samgongusamstarvið
er av. Ovast
vinstrumegin: Løgmaður
ger seg kláran at fara upp
at siga samgonguni upp
og útskriva nýval.
Miðskeiðis vinstrumegin:
Løgmaður stingur í
sekkin. Niðast: Onkrir
fegnast og aðrar harmast
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
9
8