leygardagur 6. desember 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 233 - 6. desember 2003
Nr. 233 - 6. desember 2003
7
Hóast tað so at siga er
ómøguligt at sleppa
av við bilin í mið-
býnum í Havn, eru
tað nógv parkerings-
pláss, sum ikki verða
brúkt
PARKERINGSVIÐUR-
SKIFTINI Í HAVN
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Øll sum koyra bil Í Havn-
ini, vita, hvussu trupult tað
er at finna parkeringspláss
mitt í býnum.
Men kortini er tað eitt
stórt parkeringspláss mitt í
býnum, sum verður lítið og
onki brúkt.
Talan er um parkerings-
plássið á Bursatanga, har
heilir 44 básar eru.
Har hevur tað verið loyvt
at parkera í fýra tímar.
Men so varð parkerings-
tíðin stytt niður í ein tíma.
Avleiðingin av tí hevur ver-
ið, at parkeringsplássið
verður lítið og onki brúkt
og tað eru sjálvdan meiri
enn einir 15 av teimum 44
básunum í brúki.
Men nú hevur ein meiri-
luti í teknisku nevnd hjá
Býráðnum
samtykt
at
leingja tíðina, tað er loyvt
at parkera á Bursatanga upp
í tveir tímar.
Men Leivur Hansen, sum
eisini er í minnilutanum,
mælti til at longja tíðina
upp aftur í fýra tímar, sum
tað var upprunaliga.
Hann sigur, at tey, sum
hava brúkt hetta parker-
ingsplássi, eru fyri ein stór-
an part starvsfólk í Trygg-
ingini og á øðrum stovnum
og fyritøkum har um leiðir
og sum hava kunnað sett
bilin har fyri fyrrapartin og
so aftur fyri seinnapartin.
– Men tá ið parkerings-
tíðin varð skerd niður í ein
tíma, førdi tað við sær, at
tey, sum plagdu at parkera á
Bursatanga, heldur funnu
sær onnur parkeringspláss
aðrastaðni í býnum, eitt nú
á Glasheyggi og á Abba-
trøð, har ovurstórir parker-
ingstrupulleikarnir
eru
frammanundan hjá teimum,
sum arbeiða har um leiðir,
sigur Leivur Hansen. Hetta
sjálvsagt fyri at sleppa
undan at fáa bót.
– At parkeringstíðin á
Bursatanga verður longd
ein tíma, er neyvan nóg
mikið til at lokka bilarnar
omanaftur, sigur Leivur
Hansen.
Tað er alt ov bíligt at
parkera ólógliga í
Havnini, heldur
løgreglan. Higartil
hevur býráðið ikki
viljað sett bótina upp,
men nú kemur málið
helst aftur til
viðgerðar
PARKERING
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Bótin fyri at parkera ólóg-
liga í Havnini, eigur at vera
tvær ferðir so stór, sum hon
er nú.
Tað heldur Løgreglan.
Fyri fáum døgum síðani
hevði Løgreglan fund við
teknisku nevnd hjá bý-
ráðnum um parkerings-
viðurskifti.
Leivur Hansen, sum er í
teknisku nevnd, sigur, at á tí
fundinum duldi løgreglan
ikki fyri, at hon helt, at tíð-
in var komin at hækka bøt-
urnar og hon heitt á býráðið
um at umhugsa málið.
Í løtuni er bótin fyri at
parkera ólógliga í Havnini
200 krónur og Løgreglan
sigur við blaðið, at tað er so
lítið, at tað hevur ongan
sum helst fyribyrgjandi
ávirkan, tí fólk seta bilin,
akkurát sum tað passar
teimum.
Samstundis vísir Løg-
reglan á, at í øðrum Norð-
anlondum er bótin fyri at
parkera ólógliga minst tvær
ferðir so stór, sum í Havn.
Í Keypmannahavn er bót-
in 510 krónur, fyri at nevna
eitt dømi.
Kommunan kann tó ikki
av sínum eintingum hækka
parkeringsbøturnar. Er ætl-
anin at hækka bøturnar,
skal kommunan heita á
vinnumálaráðið um at gera
tað og ráðið skal so meta
um, antin grundarlag er fyri
at hækka bøturnar, ella
ikki, sigur Leivur Hansen.
Allur býurin upp í
sonuna
Sjúrður Olsen, sum er for-
maður í teknisku nevnd,
sigur, at spurningurin um at
hækka bøturnar upp í 450
krónur, hevur verið til
viðgerðar í býráðnum, men
tað varð felt einmælt.
Hann er ikki heilt samdur
í, at ein bót upp á 200 krón-
ur,
onga
fyribyrgjandi
ávirkan hevur.
– Eitt er at fáa 200 krónur
í bót eina ferð, men hjá tí,
ið fær fleiri bøtur, merkist
tað sanniliga, sigur hann.
Og hann heldur, at tað er
eitt
rættiliga
ógvuslig
hækking at leypa úr 200
krónum, heilt upp í 450
krónur.
Leivur Hansen sigur, at
nú løgreglan hevur heitt á
býráðið um at umhugsa
málið
einaferð
afturat,
væntar hann, at tað fer at
verða tikið upp aftur.
Annars er verður um-
hugsað at gera parkerings-
sonuna í Havn nógv størri,
enn hon er nú.
– Ein møguleiki er at taka
alla Havnina, innanfyri
ringvegirnar, upp í sonuna,
men tað er ikki endaliga av-
gjørt enn, sigur hann.
Bilin inni hjá sær
sjálvum
Sjúrður Olsen vísir eisini á,
at í byggisamtyktini stend-
ur, at hvørt húski skal hava
pláss fyri tveimum bilum
inni hjá sær sjálvum.
– Men hetta verður yvir-
høvur ikki hildið og tað er
heilt vanligt, at fólk gera
garð heilt út til vegin og
seta bilarnar á alfaravegi,
eisini tey, sum byggja
nýggj hús.
Hesum trupulleikanum
ætlar hann sær eisini til
lívs.
– Møguliga endar tað
við, at býráðið gevur hesum
húskum
eitt
hampiligt
skoðbrá til at útvega pláss
til tveir bilar inni á teirra
egna stykki, sigur hann.
Hann er greiður yvir, at
hetta kann skapa øsing,
men hann heldur, at trupul-
leikin við øllum bilunum,
ið standa á alfaravegi, er so
stórur, at okkurt eigur at
verða gjørt.
Leivur Hansen heldur
ikki, at hetta er ein gongd
leið.
– Tað er ótrúliga ringt at
koma afturumaftur, har
skaðin er hendur, men at
býráðið hevur betri eygu
við hesum framyvir, hevur
hann onki ímóti, hóast bý-
urin er stórur, so tað verður
ringt.
Men hann spyr eisini,
hvussu hesin trupulleikin
tekur seg upp, tí kommunan
eigur ikki at góðkenna eina
bygging og sostatt geva
endaligt loyvi, fyrrenn øll
slík viðurskifti eru fingin í
rættlag.
Hinvegin heldur hann, at
býráðið eigur at seta seg
niður at finna eina varandi
loysn á parkeringstrupul-
leikunum, eitt nú við at
byggja
parkeringshús.
Hann nevnir, at ein onkun-
tíð hevur verið tosað um at
gera eitt parkeringshús
niðri á Skálatrøð.
Skal verða tvær ferðir so dýrt
at parkera ólógliga í Havnini
Ólóglig parkering er ein stórur trupulleiki í Havn, men vit hava sett okkum fyri at gera okkurt
alvorligt við tað, sigur Sjúrður Olsen, formaður í teknisku nevnd hjá býráðnum
Nógv parkeringspláss
mitt í Havn standa tóm
Tað er næstan ómøguligt at
koma umaftur, har skaðin er
hendur. Heldur eigur býráðið
at finna eina varandi loysn,
heldur Leivur Hansen, sum er
í minniluta i teknisku nevnd
Hóast tað er ímillum trupult og ómøguligt at finna parkeringspláss í Havnini, verðuir stóra
parkeringsplássið á Bursatanga, í hjartanum í Havn, lítið og onki brúkt
C
M
Y
K
7
6
Fyri aðru ferð gjørd-
ist jólabryggið frá
Føroya Bjór nummar
eitt í eini ølsmakking,
sum Selskab for Vest-
jysk Ølkultur skipaði
fyri
KAPPING
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík: Føroyskt øl frá
Føroya Bjór er tað besta
jólabryggið anno 2003.
Hetta er yvirskriftin í tíð-
indaskrivi, sum Selskab for
Vestjysk Ølkultur sendi út
aftaná ølsmakkingina.
Framman fyri 12 onnur
sløg av jólabryggið var
Føroya Bjór kosið at vera
tað besta. Um 100 limir í
felagnum vóru tilstaðar
hetta kvøldið øl smakking-
in fór fram.
Hendan ølsmakkingin er
ein sokallað blindsmakk-
ing. Og tað vil siga, at tey,
sum smakka, verða ikki
ávirkað av merkjum ella
fløskuskapum, og tann hátt
er tað einans smakkurin,
sum ger av, um teimum
dámar ølið ella ikki.
Umframt at Føroya Bjór
hevur vunnið hesa øl-
smakking innan jólabryggj
tvær ferðir, hevur bryggj-
aríið somuleiðis vunnið
eina tílíka kapping fyri
páskabryggið.
Føroya Bjór vann øl-
smakkingina við 309 stig-
um. Nummar tvey gjørdist
Jule Ren frá Thisted Bryg-
hus við 287 stigum.
Jólabryggj aftur best
Frá 1. januar 2004
skiftir línubáturin
Kvikk eigara. Tað eru
teir tríggir Hans Oluf
Johannesen, Óla
Marner Christiansen
og Torleif Sigurðsson,
sum hava keypt skip-
ið
FISKIVINNA
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík:
P/f Kvikkur
hevur selt línubátin Kvikk.
Nýggju eigararnir taka
yvir bátin tann 1. januar
2004.
Torleif Sigurðsson sigur,
at tað var stórur áhugi fyri
línubátinum, og at hann var
á veg út, men við nýggju
eigarunum kann staðfest-
ast, at Kvikk verður ver-
andi í Klaksvík.
Ongar broytingar fara
fram við keypinum. Tað vil
siga, at skipari og manning
verða tey somu. Skipið
varð somuleiðis keypt við
teimum rættindum, sum tað
hevur. Tað er bólkur A3,
sum gevur 132 dagar á
Landgrunninum, 30 dagar
á Føroya Banka, og so hev-
ur skipið eina kvotu í Ís-
landi áljóðandi 216 tons.
– Tað er tað, sum vit
skulu dúva uppá, sigur Tor-
leif, sum verður útgerða-
maðurin hjá Kvikki eftir 1.
januar.
Hetta er fjórða skipið,
sum Torleif Sigurðsson er
við at keypa. Framman
undan er hann partaeigari í
Pison, Alfa Pilot og Fiski-
múla. Hendan seinasta bát-
in keypti hann saman við
øðrum fyri góðum mánaði
síðani.
Pison kom inn á Klaks-
vík fríggjakvøldið. Hann
má sigast at hava havt eitt
avbera gott ár. Serliga
hevði hann nakrar framúr
góðar túrar á Føroya Banka
herfyri.
Nýggju eigararnir av
Kvikki taka sum sagt yvir
bátin frá 1. januar 2004.
Kvikk skiftir eigarar eftir nýggjár. Tá yvirtaka Hans Oluf Johannesen, Óla Marner Christiansen
og Torleif Sigurðsson bátin
Savnsmynd
Línubáturin
Kvikk seldur